mánadagur 1. desember 2003síða 26
‹ fyrra síða allar 27 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
50
Nr. 244 - 23. desember 2003
Nr. 244 - 23. desember 2003
51
síggja verkið sum leyst frá
hendingum í 20. øld.
Sum fyrr nevnt var Tolkien við
í bardøgunum við Somme, har
o.u. 600.000 enskir hermenn lótu
lív. Tolkien segði seinni, at hann
ongantíð gloymdi, hvussu
fátækir enskir arbeiðarasynir í
hesum bardaga - hóast teir ikki
høvdu hug til kríggj og hóast
dirvið mangan treyt - kortini, í
ræðuligum skotgravarkríggi,
vágaðu lívið fyri sítt land. Á
sama hátt letur hann í Ringanna
Harra hobbarnar, Periannath, teir
veikastu og minstu, smáfólkið á
ong og millum heyga, í stríðnum
móti Sauron taka ta tungastu
byrðina á seg.
TANN FØROYSKA ÚTGÁVAN
HÓAST FØROYSKIR høvundar
longu fyri meira enn hundrað
árum síðani skrivaðu eitt mál,
sum var modernað, hevur
føroysk týðing líka til í dag havt
trupulleikar, sum helst standast
bæði av orðavali og setningsgerð,
við at koma á tal við lesaran.
Av somu orsøk er tað ein gleði
at staðfesta, at tann føroyski
týðarin hevur megnað at skapa
eina endurgávu av tekstinum,
sum at kalla onga frástøðu elvir
millum lesara og tekst. Upp-
gávan hevur neyvan verið løtt, og
eg giti, at Axel Tórgarð hevur
hugsað ikki lítið um stíllegu og
tóna, at finna eina fyrimynd, sum
bæði hevur rúm fyri tí sagnar-,
hetju- og ófrættakenda í skald-
søguni og talar til nútíðar lesarar,
ikki minst ungdómin. Hetta,
haldi, hevur sum heild eydnast
honum.
Eg fari at nevna tvey dømi,
sum kunnu lýsa útmørkini í hesi
avbjóðing. Fyri "mánaðin" í
árinum brúkar týðarin sniðið
"máni", hetta er eftir mínum
tykki rætt, tí í talaðum máli er
eingin munur millum sniðini,
hóast vit í samansetingum hava
brúk tí fyrra sniðinum. Teir
óhugnaligu Nazgûl hevur
føroyski umsetarin valt at rópa
"ringhamar". Upprunaorðið hjá
Tolkien er ringwraiths (av
angulsaksiskum: writhan), sum
merkir: yvirsjón, fólk sæð í
hamferð. Tann føroyska týðingin
er sostatt bæði neyvari og nærri
upprunamálsins ófrættadámi enn
tað danska "ringånder".
ÓNDSKAPUR OG VALD
SUM LONGU nevnt ger
høvundurin í formælinum til
Ringanna Harra greitt, at skald-
søgan ikki skal fatast sum
sipandi til tann stóra bardagan
móti nazismuni, sum brimaði um
tað mundið partar av bókini
vórðu skrivaðir. Og sjálvsagt
mugu vit geva høvundinum rætt,
tá ið hann sigur, at hann ikki
medvitið hevur havt eina slíka
søguliga tilsiping í huga.
Hinvegin eru granskarar, sum
halda, at hetta verk ikki hevði
kunnað verið skrivað í aðrari tíð
enn tjúgundu øld.
Sum próvgrund fyri hesi
hugsan kann verða ført fram, at
ávís viðurskiftir tykjast sprottin
úr veruligum hendingum. Tað
Mordor, sum Fróði og Sam
ferðast ígjøgnum á teirra enda-
ligu ferð fram ímóti Orodruin, er
t.d. meinlíkt tí oydna og brenda
landslagnum við Somme, sum
tað sá út, eftir at tað ræðuliga
skotgravarkríggið í 1916 var av.
Og virkisgarðurin eystan fyri
Gondor, sum ongantíð verður
brúktur, kann fáa hugan at leita
til Maginot-linjuna hjá Fraklandi,
sum týskurin fór norðurum, tá
hann gjørdi innrás í Frakland í
1940.
Men størri týdning enn slíkir
staklutir hevur tað, at einki ríki
undan tjúgundu øld hevur framt
so radikalan óndskap og træla-
bundið sítt fólk við so óavmark-
aðum eftirliti sum Týskland
undir Hitleri, USSR undir Stalin
og - í nýggjari tíð - Irak undir
Saddam Hussein. Tolkiens myrka
Mordor-varsjón hevur alment
gildi, men speglar samstundis
aftur, næstan út í æsir, henda
óndskap og hetta eftirlit.
Ikki minni áhugaverd er hans-
ara varsjón av teimum níggju
ringhamunum, Nazgûl, sum ikki
hava hold ella kropp, men kortini
bera brynju og hjálm og ferðast í
lofti á andskræmiligum veingj-
aðum drekum. Ein slík hugbirt-
ing kann sjálvandi standa einsa-
møll, sum sjálvstøðug skaldslig
skapan. Men hesi skepilsir, sum
hava latið Sauron fáa bæði sál og
likam, og sum nú eru mest sum
hylkir, eru tey ikki ein frálík
mynd av tí hugmyndafrøðiliga
ráksnúninginum, sum hevur
verið so sjónskur í tjúgundu øld?
Tað, sum ger Tolkiens lýsing
serliga áhugaverda, er tað ljós,
hann varpar á sambandið millum
óndskap og vald. Ringurin
ímyndar valdið og megnar at tøla
ikki bara Sauron, men eisini
mangar í ringliðnum, og eisini
mong av teimum góðu. Hvørki
Sam ella Bilbo eru óávirkaðir av
ringsins árini, Galadriel veit av
hansara tølandi mátti, Gandálvur
ræðist hann, og Boromir er
seinast í hesum fyrsta bindi fyri
falli, av andaligum slag, av
ringsins ávum. Og heldur ikki
ringberin sleppir undan at
glímast við hansara vald:
Hann hoyrdi seg sjálvan rópa:
Aldri, aldri. Ella var tað: Ja, eg
skal koma? Hann visti tað ikki.
Sum eitt snarljós frá einum
øðrum valdi kom ein onnur
hugsan í sinni hansara: Tak hann
av! Tak hann av! Býttlingur, tak
hann av! Tak ringin av aftur!
Henda serliga varsjónin av
óndskapi og valdi ger Ringanna
Harra til ein ringviðgerð, sum í
høvuðsheitum og á radikalan hátt
víkir frá øðrum ringverkum, eitt
nú Wagners ringi, Nibelungen-
lied, Vølsungasøgu og Sjúrðar-
kvæðunum. Í stuttum kunnu vit
siga, at Tolkien í sínum verk
bæði gevur tí fría viljanum inni-
vist og samstundis noktar at lýsa
óndskapin sum nakað, ið bara
finst í Hinum Partinum. Víst er
tað neyðugt, at bæði álvar,
dvørgar, menniskjur og hobbar,
bæði trø og fuglar, bæði Gondor
og Rohan fylkjast til stríð ímóti
Myrkursins Drotti. Men líka so
neyðugt er tað, at tey stríðast
ímóti teirra egna, innara Sauron.
J.R.R. Tolkien: Ringanna Harri.
I. Ringliðið. Axel Tórgarð týddi.
Myndprýðing eftir Trónd
Patursson. Kort eftir Christopher
R. Tolkien, Stephen Raw og Hans
Tórgarð. Bókin er sett, prentað
og innbundin av Hestprenti.
Kostnaður 350 krónur, serligt
jólatilboð 300 krónur. Forlagið
Stiðin 2003.
Orthank. Mynd eftir brøðurnar Hildebrandt
Sonja Jógvansdóttir, blaðkvinna:
Tja nýggjársynski, tað ljóðar helst gott
at siga "friður á jørð og í menniskjum
góður tokki".
Tað er mítt ynski fyri heimin.
Persónliga vóni eg, at eg kann missa
fimm kilo, tí so ivist eg ikki í, at eg
verði nógv, nógv lukkuligari. Nei tvætl,
kanska kundi eg verðið eitt sindur meir
árvakin, tá ið eg eri saman við fólki. Fái
mangan skotið í skógvarnar, at eg ikki
eri tilstaðar í hugaheiminum, tá ið vinir
og familja tosa við meg. Summi teirra
halda, at tá eg fari undir grønu torvu,
skal eg malast til sovitablettir.
Nýggjársynski
Framhald av síðu 48
C
M
Y
K
51
50