týsdagur 27. oktober 1998síða 23
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
5
5
z
Nr. 203 — 27. OKTOBER 1998
tíðindablaðið SOS—ANMN
23
Anders Fogh Rasmussen, formaður í danska Vinstra:
- Var eg
føroyingur
hevði eg ikki
torað at loyst
-Eg haldi ikki, at vit eiga at gera viðurskiftini millum
Danmark og Fóroyar upp í pengum. Ríkisfelagsskapurin
hevur so nógv at siga, at sjálvt ikki um fóroyingar finna
stórar oljukeldur, eigur ríkisfelagsskapurin at verða av-
tikin
JAN MULLER
Nýggi formaðurin í danska
vintraflokkinum, Anders
Fogh Rasmussen, sum varð
á stuttari vitjan í Føroyum í
farnu viku, er ikki ein og
hvgr í donskum politikki.
Meiningarkanningar vísa,
at Vinstraflokkurin hevði
verið størstur um val var nú,
og nógvir eygleiðarar vilja
vera við, at eitt komandi
stjórnarskifti í Danmark,
nær tað so enn verður, fer
at hava við sær, at Anders
Fogh Rasmussen verður
forsætisráðharri.
M.a. út frá tí møguleik-
anum og annars tí miðlinju-
stóðu, sum formaðurin í
Vinstra hevur tikið, má vitj-
anin hjá Anders Fogh Ras-
mussen í Føroyum sigast at
vera áhugaverd.
Sjónarmiðini hjá hesum
framstandandi danska pol-
itikaranum um viðurskiftini
millum Føroyar og Dan-
mark hava verið nógv
frammi í føroyskari pressu
seinastu dagarnar.
Sosialurin spurdi Anders
Fogh Rasmussen, áðrenn
hann fór avstaðaftur, hvat
hann hevur at síga til teir
føroyingar, sum hava sum
fremsta mál stovnseta ein
føroyskan stat og sum skal
vera óheftur av blokki úr
Danmark!
Livifotur minkar
-Verda Føroyar ein suve-
renur statur og harvid koma
at missa millardaupphædd
úr Danmark, so fer tað at
minka um livif6tin í Før-
oyum. Tað fer tað at gera í
nógv nógv ár. Ein má tí gera
upp við seg sjálvan, um tað
er tað vert. Men hetta er
tykkara avgerð sigur Anders
Fogh Rasmussen, sum av-
gjørdur leggur aftrat:
-Var eg føroyingur, hevði
eg ikki torað tað.
Anders Fogh Rasmussen
undirstrikar, at hann ongan
áhuga hevur at leggja seg
út í føroyskan politikk ella
seta forðingar í vegin fyri
teimum ynskjum, sum før-
oyingar hava. Men hann
heldur tað vera náttúrligt og
rætt av sær sum politikari í
tí ríkisfelagsskapi, sum
bæði Danmark og Føroyar
framvegis eru partur av, at
siga sína hugsan um týdn-
ingin av ríkisfelagsskapin-
um og annars um, hvgrjar
avleiðingar, hann metir ein
broytt stóða so ella so kann
hava fyri Føroyar.
Anders Fogh Rasmussen
heldur sjálvur, at tað ber til
at røkka langt á sjálvstýr-
isleid við eini minni broyt-
ing í verandi heimastýris-
lóg. Tað er avgjørt møgu-
leiki fyri at kunna ganga
føroysku ynskjunum um at
kunna yvirtaka fleiri mål og
fåa tey å føroyskar hendur,
innan fyri verandi karmar.
-Kemur eitt ynski fram
frå føroyskari síðu um at
nútímansgera Heimastýris-
lógina, so vilja vit stuðla tí
ynskinum.
Stuðlar yvirtøku av
politi og kirkju
-Men nógvir fóroyingar
halda ikki hetta vera nokk.
Tað eru tey, sum vilja
hava eina heilt nýggj lóg,
sum kann avloysa Heima-
stýrislógina, og tað eru
tey, sum vilja hava full-
veldi. Hetta eru tey, sum í
dag sita við meirilutanum
í landsstýrinum!
-Eg havi skilt hetta, men
hugsa vit um, hvat ynski
verður sett fram um, og vit
hyggja eftir t.d. skúlagkin-
um, sosiala økinum, heilsu-
økinum osfr. og spyrja, um
ikki alt hetta kann koma á
føroyskar hendur , so er mitt
svar, at hetta ber longu til
innan fyri verandi Heima-
stýrislóg. So eru tað onnur
øki, so sum politi, flog-
ferðsla og kirkja. Kemur eitt
uppskot frá føroyskari síðu
at fáa hesi økini gjørd til
serføroysk mál eisini, so
vilja vit avgjørt stuðla tí.
Anders Fogh Rasmussen
sigur seg tí ikki kunna
síggja, at tað eru gki, sum
ikki kunnu yvirtakast av
Føroyum, men hann skund-
ar sær at leggja aftrat, at
hetta er tó við undantaki av
uttanríkis-, verju- og trygd-
arpolitisku økjunum.
-Tað verður nevniliga 6-
metaliga dyrt hjå føroyska
samfelagnum at yvirtaka
hesi øki.
Kenslur
-Men skilur tå ikki teir
føroyingar, sum ikki eru
nøgdir bara við at arbeiða
víðari innan fyri Heima-
stýrislógina ella at fáa
eina nýggja lóg, sum kann
avloysa hana - men sum
vilja taka fulla stigið móti
fullveldi?
-Eg skilji teirra kenslur.
Og her má eg so loyva mær
eisini at leggja fram mínar
kenslur sum dani og sum
ein partur av Ríkisfelags-
skapinum, nevniliga, at eg
hava nógvar kenslur yvir
fyri nettup Ríkisfelagsskap-
inum. Har eru søgulig,
mentanarlig og persónlig
bond millum danir og før-
oyingar, sum eg leggi al-
stóran dent á at kunna varð-
veita og menna. Og tí sigi
eg, at í praksis kunnu Før-
oyar fáa sjálvstýri á nógvum
økjum uttan at fara úr ríkis
felagsskapinum. Og tí spyrji
eg eisini: Hví gera so nógv
burtur úr hesum!
Ríkisfelagskapurin
altavgerandi
Anders Fogh Rasmussen
heldur = ríkisfelagsskapin
hava so stórt virði, at sjálvt
ikki stór oljufund og harvið
stórar inntøkur til føroyska
samfelagið áttu verið orsøk
nokk til at upployst henda
felagsskap.
-Fyri meg snýr ríkisfel-
agsskapurin seg um nakað
nógv meira enn bert pengar.
Eg veit væl, at spurningurin
um týdningin av blokkinum
er nógv frammi í orðaskift-
inum, men fyri meg snýr
ríkisfelagsskapurin seg um
nakað meira enn hetta við
blokki og pengum, at kunna
varðveita vælferð osfr. Tað
snýr seg um solidaritet
millum tvey fólk, sum hava
staðið saman í øllum í fleiri
hundrað ár.
Eg trúgvi, at tað fyri eitt
lítið samfelag sum tað før-
oyska er sera virðismikið at
kunna vera í ríkisfelagskapi
við eitt stórri samfelag. Tí
vil eg vera við til at menna
og nútímansgera heimastýr-
islógina.
Blokkurin koddi ella?
Í orðaskiftinum um blokk
og fullveldi hevur verið
frammi, at blokkurin úr
Danmark forðar fyri eini
náttúrligari menning av før-
oyskum vinnulívi. Blokk-
urin virkar rætt og slætt sum
koddi. Anders Fogh Ras-
mussen, sum sjálvur hevur
útbúgving sum búskapar-
frødingur og eisini hevur
verið fíggjarmálaráðharri í
danskari stjórn, heldur ikki,
at blokkurin - um hann
verður brúktur rætt - er
nøkur forðing fyri framtíðar
menning av føroyskum
vinnulívi.
-Eg eri ósamdur í ti, tí
tað veldst um hvussu tú um-
situr blokkin. Umstitur tú
hann við fíggjarligum skili,
so nýtist hann ikki at oyði-
leggja búskapin. Men brúk-
ar tú pengarnar til at geva
tilskot til vinnulívið heldur
enn at menna eitt sjálv-
berandi vinnulív, so ger
hann skaða.
Annars heldur Anders
Fogh Rasmussen, at tað er
ein góður málsetningur at
hava at gera tað føroyska
samfelagið óheft og bú-
skaparliga sjálvberandi og
óheft av tilskoti frá Dan-
mark.
-Tað er ein verdugur mál-
setningur. Men tað krevur,
at tað verður útviklað ein
stórri privat framleiðsla, og
tað krevur so aftur eitt stórri
kappingarføri i Føroyum.
Og har haldi eg tað verður
sera torført at vera blokkin
fyriuttan í hvussu so er í eitt
tíðarskeið.
Undirgrundin
Nógv hevur verið tosað um
undirgrundaravtaluna mill-
um Føroyar og Danmark
Tað eru tey, sum halda, at
Føroyar als ikki hava fingið
ognarrættin til møgulig
råevni í undirgrundini við
tí avtaluni. Vit hava bert
fingið rættin til at umsita
tey. Anders Fogh Rasmus-
sen var fíggjarmálaráðharri
í tí stjórn, sum í 92 gjørdi
avtalu við landsstýrið um
undirgrundina. Hvat hevur
hann at siga til ivan, sum
hevur tikið seg upp um av-
taluna!
-Eg standi vid ta avtalu,
sum varð gjørd i 1992 um
lata føroyingum undir-
grundina. Eg haldi eisini, at
tað liggur í avtaluni, at
rætturin til møgulig råevni
í undirgrundini er latin før-
oyingum. At hesi råevni
eina og aleina eru føroysk
ogn. Tad er min uppfatan
av hesi avtalu. Men eg vil
harvið eisini minna á, at
hendir tað, at Føroyar finna
olju og fáa munandi inn-
tøkur frá tí olju, sum ein
Anders Fogh Rasmussen
formaður í Vinstra
Verður blokkurin brúktur
1
rætt er hann eingin kodd
hjá fóroyingum
hevur ognarrættin til, so
hevur tað við sær, at Dan
mark kann spara nakað av
pengunum, sum verða latnir
sum blokkur
Anders Fogh Rasmussen
leggur annars dent á, at
hann skilur avtaluna sum
at Føroyar fólkarættarliga
sæd hava ognarrættin til
undirgrundina og råevni i
hendi.
Ein spurningur, sum eis-
ini varð nógv frammi, tå
Anders Fogh Rasmussen
var ráðharri, var markna-
trætan millum Føroyar og
Danmark og so Bretland.
Vit spurdu hann, um ikki
danir øll hesi ár hava gjørt
ov lítið fyri at hjálpa før-
oyingum við at fáa eitt gott
úrslit?
-Eg haldi vit hava gjørt
tað vit hava kunnað. Sum
eg havi skilt, so er málið
nærri eini loysn nú enn fyrr,
og havi eg eisini frætt, at
danska stjórnin hevur gjørt
eina roynd at ávirka bretsku
stjórnina, og at hetta kanska
eisini er ein av orsøkunum
til, at tað nú vónandi finst
ein loysn. Bi