mikudagur 28. oktober 1998síða 8
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
tíðindablaðið S082lu
Nr. 204 — 28. OKTOBER 1998
Anfinn Kallsberg, lógmaður um fullveldið:
lvast í um tað kann seljast
politiskt millum Foroya fólk
-Javnaðarflokkurin vil hava nakað, sum er minni enn fullveldi. Tað sigi eg ikki, at tað skal vera. Men tað kann henda,
at tað verður nakað minni enn fullveldi, um tað er so, at hetta ikki kann seljast politiskt millum Føroya fólk sigur An-
finn Kallsberg, lógmaður í viðmerking til gongdina í fullveldismálinum. Sjálvur heldur hann ikki vit í dag hava neyð-
uga førleikan ella tær neyðugu útgreiningarnar til at kunna taka stóðu henda ella handa vegin. Lógmaður heldur eis-
ini, at hevði uppskotið um fullveldi verið gjørt á einum breiðari politiskum grundarlag, hevði eisini verið meira polit-
iskt trúvirði í tí.
Jan MULLER
Nå um dagarnar upplysti
Hoydal Hoydal, landsstyris-
maður, at málið um eina før-
oyska grundlóg verður lagt
fyri tingið í næstum. Anfinn
Kallsberg, løgmaður váttar,
at málið er farið út til pol-
itisku flokkarnar í sam-
gonguni til viðgerðar. Sjålv-
ur hevur løgmaður eisini
fingið málið á sítt borð
Ætlanin er at leggja upp
skot fyri tingið um at geva
landsstýrinum heimild til at
seta eina grundlógarneynd
ið skal byrjað arbeiðið at
ze eina føroyska
askiftunum, sun
ava verið á ungi i sein
astuni, har SDi 1
fólkaatkveður
frammi, hevur fl
verið - tvíðráttur millum
fólkaflokstingmenn og um-
boð fyri tjóðveldisflokkin
Og spurningurin um
hvussu samdir hesir báðir
samgonguflokkarnir i
veruleikanum eru um full-
veldisspurningin spøkir ti
framvegis
Vit hava ti spurt Anfinn
Kallsberg, løgmann og for-
mann í fælkaflokkinum, um
tað er rætt, at hesir
flokkarnir als ikki eru so
samdir í fullveldismálinum,
og um tað er nakað í git-
ingunum um, at ein stórur
Anfinn Kallsberg, lógmaður sigur, at málið um blokk og fullveldi er ikki bara ein
spurningur um, hvat vit føroyingar vilja og halda. Tað er so sanniliga eisini ein
spurningur um, hvat man vil frá danskari síðu
partur av baklandinum hjá
fólkaflokkinum als ikki
gongur inn fyri teimum
radikalu ætlanunum, sum
serstakliga tjóðveldisflokk-
urin er so heitur talsmaður
fyri í fullveldismálinum?
Hesum vil hann ikki svara
beinleiðis men sigur kort-
ini
-Eg havi sagt og meini
framvegis, at tað skal vera
skil í tí vit gera. Eg havi
alla tíðina sagt: lat okkum
fáa veruleikarnar á borðið
- hvussu síggja hesar fyri-
reikingarnar út!
Í verð er tað altav-
gerandi, hvussu hetta sam-
felagið verður skipað eftir,
at vit hava tikið fullveldi,
nevniliga hvat fortreytin hjá
tí einstaka féroymginum er,
eftir at prosessin er liðug!
Tað er hetta, sum arbeiðið,
ið nú er farið í gongd, skal
avdúka
Legmaður sigur seg væl
duga at síggja, at tað kemur
at avdúka alt ella rættari
staðfesta alt tað, sum liggur
millum verandi skipan og
fullveldi
Ikki fyrr enn tað liggur á
borðinum, hava vit eitt full-
gott grundarlag at viðgera
hetta málið uppá
Anfinn Kallsberg sigur
víðari, at alt hetta skal enda
við, at man frá politiskari
síðu fær ein varhuga av, um
hetta verður góðkent av
Føroya fólki
-Tað, sum vit frá polit-
iskari síðu, avgera, má og
skal vera tað sama, sum
Føroya fólk kann góðkenna
Tí er hetta arbeiðið, sum nú
er farið í gongd, sera týdn-
ignarmikið fyri, hvussu
endaliga úrslitið sær út.
Løgmadur vísir á, at
sjálvandi er eisini samráð-
ing við donsku stjórnina um
eina yvirgangsskipan og
hvat liggur í henni, ein bú-
skaparlig fortreyt
-Eg eri ikki tann, sum fari
eftir øllum ella ongum legg-
ur Anfinn Kallsberg aftrat.
Javnaðarflokkurin
-Minnir tað so ikki um
tað, sum javnaðarflokk-
urin gongur inn fyri,
nevniliga at vit ikki skulu
taka fulla stigið á full-
veldisleið longu nú men
heldur gera neyðugu
kanningarnar fyrst?
-Nei, javnaðarflokkurin
er eitt stig stytri. Hann vil
hava, at tað skal vera nakað,
sum er minni enn fullveldi.
Tað sigi eg ikki, at tað skal
vera. Men tað kann henda,
at tað verður nakað minni
enn fullveldi, um tað er so,
at hetta ikki kann seljast
politiskt millum Føroya
fólk.
-Og er tú í iva um, antin
hetta kann seljast politiskt
til Fóroya fólk ella ikki?
-Eg haldi, at tað er eisini
ein spurningur um handa-
lag, hvussu man arbeiðir við
hesum og eisini, hvat, ið tú
kanst fara út til Føroya fólk
við. Tað er í hvussu er sera
avgerandi fyri meg.
Anfinn Kallsberg sigur
seg væl skilja støðuna hjá
javnaðarflokkinum, at hann
ikki uttan víðari kann góð-
taka kravið frá eitt nú tjóð-
veldisflokkinum um full-
veldi her og nú.
-Men hinvegin vildi eg
sagt, at tann loysnin, sum
javnaðarflokkurin ynskir,
nevniliga nakað, sum liggur
millum, í veruleikanum
liggur í uppskotinum frá
landsstýrinum.
Anfinn Kallsberg sigur, at
hetta er sum at fara út eftir
eini striku. Tú finnur nógvar
variantar allan vegin. Stød-
an hjá javnaðarflokkinum
liggur onkunstaðni út eftir
hesi striku, so í veruleik-
anum átti javnaðarflokkur-
in at verið við til at fingið
hesi tingini kannað. Tí vit
hava sum er enn einki sam-
tykt.
Í síðsta enda verður tað
Føroya fólk, sum kemur at
avgera hetta við ikki færri
enn tveimum folkaatkvød-
um.
Hvat vilja danir!
Anfinn Kallsberg heldur, at
Vit eiga at vera eitt sindur
varin í løtuni ikki at leypa
framav frá øllum síðum.
-Eg haldi ikki vit hava
tann neyðuga førleikan og
tær neyðugu útgreiningar-
nar til at kunna taka stóðu
bæði henda og handa vegin.
Avirkan á blokkin ella týdn-
ingurin av blokkinum í før-
oyskum búskapi fær tú ikki
at vita, fyrr enn tú hevur
gjørt eitt grundleggjandi
analytiskt arbeiði av tí. Har-
næst ikki fyrr enn tú hevur
havt samráðingar um hetta.
Tú kanst risikera, at hetta
vendir á einum tallerki, og
at tað verða danir, sum siga,
at teir nú vilja niðurtrappa
blokkin. Tað hevur verið á
borðinum fyrr. So tað er ikki
júst ein spurningur , um vit
vilja, men meira ein spurn-
ingur um, hvat man vil frá
danskari síðu.
Tjóðveldið og
javnaðarflokkur
ósamdir
Nógv hevur verið tosað
um, hví fólkaflokkurin og
tjóðveldisflokkurin = ikki
tóku javnaðarflokkin við í
samgonguna, tí tað harvið
kanska hevði verið lættari
at fingið sjálvstýrismálið
framt.
Vit spurdu løgmann og
formann í fólkaflokkinum,
um fólkaflokkurin gjørdi
nokk ella nakað fyri at fáa
javnaðarflokkin við í Tinga-
nes?
-Eg skal viðganga, at
sjálvur gjørdi eg í veruleik-
anum einki fyri at fáa javn-
aðarflokkin við.
-Tú vildi sostatt ikki
hava hann við í sam-
gongu?
-Tað sigi eg ikki. Men vit
vistu tá, at tjóðveldisflokk-
urin vildi hava fullveldið at
standa í samgonguskjalin-
um, og tað vildi javnaðar-
flokkurin ikki. Og tað er í
veruleikanum munurin.
Anfinn Kallsberg sigur,
at hann helst hevði viljað
havt eina samgongu við
øllum flokkum.
-Eg meini, at í sjálvstýris-
málinum er avgjørt neyðugt
við einum breiðum meiri-
luta, um ein skal hava ein
tjans at fáa tað ígjøgnum við
félkaatkvødurnar. Tí eri eg
eitt sindur keddur av, at man
ikki fann eina formulering
av einum uppskoti, sum bert
hevur eitt endamál, og tað
er at útgreina og seta kann-
ingar í verk. Tað átti ein at
kunnað funnið. Tí niður-
stødan kemur jú aftaná. Og
tá kundi td. javnaðar-
flokkurin sagt, at hann vil
fara hartil og ikki longur.
Politiskt trúvirði!
Løgmaður heldur, at hevði
upskotið verið gjørt á einum
breiðari grundarlag, hevði
eisini verið meira politiskt
trúvirði í tí. Hann ásannar,
at tað nú kann gerast ein
trupulleiki yvirhøvur at fáa
sambandið = og — javn-
aðarflokkin at hyggja at
málinum, tí teir vilja siga,
at hetta er gjørt uppá pre-
missurnar hjá samgonguni
og har andstødan ikki er tik-
in við. Tí vísir man tað frá
sær uppá forhond. Og tað
er ikki serliga heppið.
-Men hevur tú sum løg-
maður og harvið sam-
gonguleidari gjørt nokk
fyri at samansjóva te)
ymsu sjónarmiðini?
-Nei tað vil eg ikki siga
Eg skal viðganga, at eg havi
ikki verið beinleiðis aktivur
í hesum málinum, tí tað eis-
ini er málsgkið hjá einum
ødrum landsstýrismanni
-Men átti tú ikki nettupp
at verið meira aktivur,
soleiðis at tað ikki bara
var tjóðveldisflokkurin, ið
gjórdi hetta av og soleiðis
at tit fingu stórri part av
andstøduni við?
-Tað burdi eg kanska ver-
ið. Men sum eg havi skilt,
so var javnaðarflokkurin
meira fleksibul í byrjanini
men strammaði tað so upp
móti endanum.
Anfinn Kallsberg sigur
seg eisini skilja hetta væl,
tí hyggur ein at verjara-
kanningini herfyri, eru velj-
ararnir hjá javnaðarflokk-
inum býttir helvt í helvt. Tað
sigur nakað um, at ting-
menn javnaðarfloksins eru
noyddir at finna tí røttu
javnvágina í hesum máli.