Sosialurinarkiv
Sosialurin 1998-10-28, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 28. oktober 1998síða 7

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 204 — 28. OKTOBER 1998 tíðindablaðið Flogfeløgini: Jólatúrarnir við '-; at verða útseldir Bæði Atlants Flog og Maersk boða frá somu gongd í bíleggingunum av ferðaseðlum undan jólum sum í fjór, og fleiri túrar beint upp undir jól eru við at verða útseldir. TURIÐ KJøLBRO At Norrgna siglir millum Føroyar og Danmark í vetur og at fleiri kanska heldur velja at sigla enn at flúgva, letur ikki til at hava ávirkað flúgvingina millum londini stórvegis. Tað er um hesa tíðina, at fólk, serliga úti- setar, bíleggja sær ferðaseð- il til jólafrítíðina, men hóast ein sjóvegis kappingarneyta boða bæði flogfeløgini frå somu gongd í bíleggingun- um av ferðaseðlum sum í fjør. Tveir mánaðir eru til jólar og longu nú eru fleiri flog- ferðir so at siga útseldar. Bæði Atlants Flog og Maersk seta sum undanfarin ár eykaflogfør inn. Tad eru sum vanligt dag- arnir beint upp undir jól sum fyllast fyrst. Hjá At- lants Flog er líka frá 17. des. rimiliga fult á ferðini til Før- oya og seinastu dagarnar fyri jól eru eisini við at verða fullsettir. - Tað eru einstakir ferða- seðlar inn ímillum, sum eru tøkir, sigur Heri Niclasen, sølu- og marknaðarstjóri hjá Atlants Flog. Nógvir eykatúrar Atlants Flog hevur sett eykaflogfør inn frá 16. des. fram til 23. des. Beint eftir jól er eisini við at verða full- sett og serliga stórt trýst hevur "verið á flogferðini sunnudagin 3. jan. Seinasta eykaflogfarið hjá Atlants Flogi á Keypmannahavnar- rutuni er 7. jan. A Arhus-rutuni vera tvey eykaflogfør, tað fyrra 12. des. og tað seinna 19. des. A Noregsrutuni er túrurin 17. des. úr Bergen útseldur, men yvir til Bergens 17. des. eru pláss eftir. Jólaaft- an, Jóladag og Nýggjársdag flýgur Atlants Flog ikki. - Myndin er ngkulunda tann sama sum í fjør. At fólk í ár hava møguleikan at ferðast sjóvegis merkja vit ikki beinleiðis til. Tað er bara gleðiligt, at so nógv sum møguligt hava høvi at koma heim til jólar, sigur Heri Niclasen. Vøkstur Eisini hjå Maersk er so at siga fult å Danmarkar-rut- uni beint upp undir j61. Tal- an er um somu dagar sum hjå Atlants Flog, id eru vid at verða útseldir. Eisini Maersk ger eykatúrar undan jólum, tann 19. des., sum er ein leygardagur, flýgir Maersk ikki færri enn tríggjar eykatúrar og tann 22. des. verður somuleiðis ein eykatúrur flogin. Úr Billund verður ein eykatúr- ur gjørdur tann 18. des. og tann 19. verða tveir eyka- túrar úr Billund. - Pláss er eftir á ferðunum seinastu fáu dagarnar undan jólum. At Norrgna eisini siglir á Danmarkar-rutuni í vetur merkja vit einki til, gongdin er stórt sæð tann sama sum í fjør við einum vekstri Danielsen á Flogfela Føroy á, sum er hjá Maersk I Føroy um I fjør var pre millum fk pgfeløg ini, at Atl g fleyg ikki týsd ag EM 2ersK fleyg ikki m ikudag. Her I avtalan er ikki longur gildi aðalumbc Smyril Line: jolatårinum hjá Norronu Higartil eru 300 ferðaseðlar úr Hanstholm og 200 av Havnini seldir til seinastu ferðina hjá Norrónu fyri jól. Og tað legst til alla tíðina. TURIÐ KJøLBRO Smyril Line brynjar seg út til veturin. Í blaðnum í gjár lýsti felagið við broyting í fráferðini år Føroyum. Hes- ar seks túrarnar Norrøna higartil hevur gjørt til Dan- markar og aftur i vetrar- siglingini hevur skipið lagt frå kai friggjamorgun, men fyri at byrgja upp fyri møguligum seinkingum av ringum veðri hevur Smyril Line gjørt av, at fráferðin verður ein minutt yvir mid- nátt héskvøld. - Verður ringt veður á túr- unum klára vit kortini at koma fram til tíðina, sigur Áki Jespersen, leiðari á skips- deildini hjá Smyril Line. At veðrið kann verða ringt á farleiðini millum Føroyar og Danmark letur ikki til at fáa fólk at setast aftur at sigla. Talið á ferða- fólki hevur ligið um 50-90 á hvgrjum túri og veðrið hevur verið stak hampuligt. Jólatúrurin hevur serligan áhuga millum fólk. - Tað legst afturat alla tíð- ina. Higartil hava vit fingið 300 bíleggingar til seinasta túrin úr Hanstholm áðrenn jól og á seinastu ferðini nið- ur fyri jól eru meiri enn 200 ferðaseðlar bílagdir. Eisini fyrsti túrurin beint eftir nýggjár er væl umtóktur. Fólk bíleggja ferðaseðil væl seinni í vetur í mun til í summar, tí tey rokna við at pláss er, sigur Aki Jesper- sen. Sum er verða bara kømr- ini å caféteria-dekkinum brúkt. Har eru 400 tøk, men verða fleiri ferðaseðlar seld- ir verða fleiri kømur tikin í nýtslu. Tað er nakað bíligari at sigla enn at flúgva. Ein ein- vegis ferðaseðil við Norrønu liggur um 1070 krónur, og ert tú lesandi fært tå 25 % í avslåttri. Broytingarnar í fráferðini år Føroyum koma í gildi fríggjadagin komandi. Men fráferðin á jólatúrinum er óbroytt. Tá verður farið úr Hanstholm tann 19. des. kl. 20.00 og farið av aftur Havnini 2. jan. kl. 08.30. Tað eydnaðist ikki okkum at fáa uppspurt, hvussu nógvan farm Norrøna flytir millum londini. Atlants Flog: Storur áhugi fyri skotlands- flúgvingin longd Undirtókan í summar var so góð, at Atlants Flog hevur gjórt av at leingja flúgvingina millum Vágar og Glasgow úr fýra upp í sjey mánaðir komandi ár TuriÐ KJøLBRO Fólk harmast eftir llum at dóma framvegis um, at Skotlandssiglingin varð nidurløgd. Hinveg- in letur til, at fleiri hava tikið Skotlandsflúgving- ina hjá Atlants Flogi til sín. Í øllum førum hevur hendan rutan gingið so mikið væl, at flogfelagið hevur gjørt av at leingja tíðina flogið verður kom- andi ár munandi. Byrjað var 22. juní í ár og beinanvegis sást, at fólk tóku væl undir við rutuni. Upprunaliga skuldi hon steðga fyri veturin síðst í august, men varð so longd til fyri stuttum. Skotlandsrutan hjá At- lants Flogi liggur nú í dvala til 25. mars kom- andi år, tá flogið verður aftur til Skotlands. Við Heri Niclasen ødrum orðum verður byrjað tríggjar mánaðir fyrr enn í ár. - Vit eru ógvuliga væl nøgd við urslitid og rutan sær rættiliga lovandi út. Komandi år verdur flog- ið til Skotlands og aftur í sjey mánaðir fyribils. Verður undirtøkan eins góð ella betri verður hon kanska longd upp aftur meir, sigur Heri Nicla- sen, sølu- og marknaðar- stjóri á Atlants Flog.