Sosialurinarkiv
Sosialurin 1998-10-29, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 29. oktober 1998síða 6

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

tíðindablaðið SOS Nr. 205 — 29. OKTOBER 1998 . á í Leikurin Trøll og tussar hjá pedagognæmingum: Heitari er í SMS enn í reyðum bussum Hví ikki geva gomlum skjaldrum og sagnum nýggjan íblástur. Tað hava peda- eognæmingar valt í leikinum Trøll og tussar, har tey koyra brot úr gomlum munnbornum skaldskapi í pottin saman við Spice Girls og Aqua Turi KJØLBRO Hvat hava lagnusymfoniin hjå Beethoven og søgan um teir triggjar bukkarnar Brúsa til felags? Einki, so- leiðis. Men í leikinum Troll 'g tussar, sum næmingar á pedagogskúlanum framføra í hesum døgum hava tey ikki so lítið í felag. Trøllid brúnni verður ikki "nan hjá teimum trimum, lítla-, miðlinga- og stóra Brúsa Hinvegin verða hesir snildu bukkarnir lagnan hjá trøllinum Hetta brotið var tað sein- asta í leikinum hjá pedagog- næmingunum í 2.p, mer | 7 ; á skerst ikki burtur, at hóast skjaldur og sagnir, meiri og minni kend brot út ségum vita, at bukkarnir komu yvir um í feitilendið í øllum góð- um og ótu seg spikafeitar Trøll eru ikki vandamiki!! Tað hevur kanska ikki verið endamálið hjá næmingu- num at skera tað út í papp, men børnini fingu greitt eina fatan av, at trøll og tussar eru sum tey, spælisjúk, for- vitin og opin fyri øllum nýggjum og óroyndum At tað ikki eydnaðist trøllunum á hála Føroyar til Islands å sinni, sum søgnin sigur frå, vita børnini kanska. Men tað hevdi iva- leyst verid stuttligari hjå børnunum at frætt, hvat hevði hent um tað eydnad- ISL. Næmingarnir dugdu væl at geva leikbrotunum ein nútíðarligan dám, - upprun- in til alt tilfarið sum varð brúkt er jú aldargamal, og at Spice Girls og Aqua í tussahami eisini sluppu upp í part var bara eyka krydd Hóast onkur ivaleyst vil halda, at bretsku kryddgent- urnar og danska popp-bólk- in hoyra og síggja vit meiri enn nóg mikið til. Um hesar Krydd Tussumoyggjarnar standa mát við tær veruligu kunnu børnini sjálv dóma um. Stuttligasti smáluturin í leikinum var umyrkingin av gamla skjaldrinum Trumm trumm tralalei Trumm trumm tralaley kalt er í fjøllum hjá trøllum heitari er í bóndans garði niðri á grónum vgllum ella sum tussarnir kvóðu heitari er í SMS enn í reyðum bussum Og tá skjaldur jú eru munn- bornar rímur kunnu børnini taka tað til sín og kanska finna uppá okkurt nýtt. Egin framleiðsla Tað er flokkurin 2.p á peda- gogskúlanun, sum framførir leikin Trøll og tussar, sum er ætlaður børnum í aldri- num 3—10 år. Í skúlagongd- ini hava tey arbeitt nógv við evninum trøll og tussar. Tað er eitt sindur ótradisjónelt, sum tey siga, og allir 24 næmingarnir hava gjørt leikin í felag. Umframt at hava skrivað leikin hava tey eisini gjørt tilfarið, ið verður brúkt í leikinum, gekka- skortarnar, draktirnar, leik- pallin, og annars staðið fyri tí praktiska. Leikurin er liður í útbúgv- ing teirra. Næmingarnir skulu á námsferð til Íslands og Kanada. Har skulu tey vitja stovnar og stød, har pedagogiskt arbeiði verður gjørt. MYNDIR: JENS KR. VANG