Sosialurinarkiv
Sosialurin 2003-12-23, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 23. desember 2003síða 2

‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

2 Nr. 244 - 23. desember 2003 Nr. 244 - 23. desember 2003 3 DANSUR 2. jólakvøld og nýggjárs- aftan fara Showmenn at spæla til almennan dans í Mentanarhúsinum í Fugla- firði. Seinasta mánaðin hevur ikki verið so nógv at hoyrt til Showmenn, men 2. jólakvøld og nýggjársaftan fara teir at spæla til al- mennan dans í Mentanar- húsinum í Fuglafirði. 2. jólakvøld byrjar dansurin kl. 24.00, meðan dyrnar lata upp kl. 01.00 nýggjárs- aftan. Teir fýra, sum manna bólkin, eru ikki hvør sum helst, tá ið tað kemur til tónleik. Kim Hansen spælir tangentar og syngur, Jens Marni Hansen spælir guitar og syngur, Jóhannes á Rógvu spælir bass og aftan fyri trummurnar er James Olsen. Og hann man óivað eisini fara at tríva í onkran sangin eisini. Tónleikurin, sum Showmenn spæla, er nýggjur og góður dansitón- leikur, ætlaður øllum ald- ursbólkum. Showmenn í Mentanarhúsinum JÓL Leygardagin kl 15 legði jólaskipið við jólamonnun- um at bryggju í Vágsbotni í Havn. Tað er fastur siður, at jólamenninir koma til høvuðsstaðin á henda hátt. Eftir hugnaløtu við jóla- tónleiki niðri á bryggjuni í Vágsbotni løgdu jóla- menninir leiðina niðan í býin, har teir góvu størri og smærri børnum karamellur og annað gott. Sosialurin hittir hesar kátu jólamenninar í Grasa- garði. SPÆLISTAÐ Tíðindaskriv Annað jólakvøld fer úti- setaorkestrið Take Off at spæla til dans á Vertshúsin- um í Havn. Har siga tey annars,at tiltakið seinasta vikuskifti, har ikki færri enn 15 or- kestur og solistar spældu varð sera væl eydnað, og var Vertshúsið fullsett av tónleikaáhugaðum fólki. Eisini siga tey, at tiltakið var eitt gjøgnumbrot fyri at fáa etablerað eitt spælistað í Tórshavn, og ætla tey at endurtaka tiltakið í februar mánaði. Kátir jólamenn í jólahýri í Grasagarði í Havn leygardagin Mynd: Eirikur Lindenskov Jólamenn við jólaskipi Take Off á Vertshúsinum Kim Simonsen Dreymar um opin vindeygu og onnur essey ÚTGÁVA Tíðindabræv frá Mentanar- grunni Studentafelagsins Høvundurin hevur seinnu árini gjørt dyggiliga vart við seg í føroyskum bløð- um við beinraknum og at- finnijngarsamum greinum, har serliga tjóðskaparrørsl- an við Høgna Hoydal á odda hevur verið húð- flongd. Hendan verður á- kærd fyri at vilja laða upp undir sjálvdyrkan, fortíðina og tjóðskaparliga tokutalu. Fyri at droyma um ein tjóð- skap, ið er gøddur úr einum lendi av fólkafundum og ørligum romantiskum bøn- armøtum. Høvundurin vil eisini loysing, men á einum modernaðum ikki national- istiskum støði, har ein liv- andi kjakmentan fær inni- vist. Greinirnar snúgva seg kortini ikki bara um tjóð- skaparstríðið, men eisini um leiklutin hjá tí intellek- tuella í Føroyum í dag, hvønn týdning listin hevur og hvussu føroyska málið verður viðfarið av filolog- unum. Hartil eru greinar um Regensen, um paranoia sum politiska mentan og hugleiðingar frá eini ferð til Tübingen í Suðurtýsklandi. Kim Simonsen, sum er føddur í 1970 og uppvaksin á Strondum, er cand.phil í norðurlendskum bókment- um. Hann er í løtuni kon- ferenslesandi á Køben- havns Universitet. Um- framt greinir í mong bløð og rit hevur hann hildið fyrilestrar í Norðurlondum, Onglandi, Týsklandi og USA. »Dreymar um opin vind- eygu« er løgd til rættis og prentað á Hestpret. Hon er 220 síður til longdar og kostar kr. 250. Mentanar- grunnur Studentafelagsins gav út. C M Y K 3 2