Sosialurinarkiv
Sosialurin 2003-12-23, síða 3
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 23. desember 2003síða 3

‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

4 Nr. 244 - 23. desember 2003 Nr. 244 - 23. desember 2003 5 Aðalstjóri forklagaði Annlis fyri løgmanni Neistarnir fuku mill- um Petur Petersen, aðalstjóra í Menta- málaráðnum, og Ann- lis Bjarkhamar, lands- stýriskvinnu. Aðal- stjórin skuldsetti Annlis Bjarkhamar fyri at lúgva FYRISITING Øssur Winthereig ossur@sosialurin.fo Aðalstjórin í Mentamála- ráðnum, Petur Petersen, var so óður inn á sín pol- itiska stjóra, at hann forklagaði hana til løgmann eftir at Steffen Stumman Hansen var settur, sum landsantikvarur. Samstundis, sum lands- stýriskvinnan sendi løg- manni eina frágreiðing um setanina av nýggjum lands- antikvari skrivaði aðalstjór- in sítt egna bræv til løg- mann, uttan at landsstýris- kvinnan visti av. Og tá byrjaði eitt hvast stríð mill- um landsstýriskvinnuna og aðalstjóran, har tey skuld- settu hvønn annan fyri at lúgva. – Vanligt er ikki, at ein aðalstjóri ger viðmerkingar til eina frágreiðing hjá landsstýrismanninum, men í hesum føri eri eg tíverri noyddur at gera tað, tí landsstýrismaðurin grundar alla sína frágreiðing á mis- skiljingar og ósakligar grundgevingar, skrivar Pet- ur Petersen til løgmann. Stríddist fyri sínum starvi Aðalstjórin var formaður í setanarnevnini, ið innstillaði Símun Arge tvær ferðir til starvið, sum landsantikvar- ur. Men Annlis Bjarkhamar kolldømdi innstillingina og valdi sjálv at hava samrøður við umsøkjararnar. Eftir ein landsstýrisfund í Tinganesi mikudagin 22. januar 2003 spyr Annlis Bjarkhamar Marjuna Han- usardóttir, løgmannstjóra, um hon kann halda egnar samrøður við umsøkjarar- nar. Løgmanstjórin heldur at hetta eigur at bera til, men ivast kortini eitt sindur. Anfinn Kallsberg løg- maður er eisini hjástaddur, men sigur eftir øllum at døma einki. Annlis Bjarkhamar velur so at kalla báðar umsøkjar- arnar innaftur til samrøðu, men nú verður løgmaður í øðini: – Heilsa Annlis Bjark- hamar og boða henni frá, at eg havi ringt og sagt, at hon skal halda seg frá at tosa við umsøkjararnar til starvið sum landsantikvarur. Hon skal halda seg til starvs- fólkapolitikkin og nýta til- mælið frá setanarnevndini. Soleiðis ljóðaðu boðini frá løgmanni til landsstýris- kvinnuna. Tað var Petur Petersen, aðalstjóri, sum hevði tikið móti boðunum frá løganni og sent lands- stýriskvinnuni tey, sum teldurpost. Anfinn Kallsberg bland- aði seg á henda hátt bein- leiðis upp í viðgerðina og kravdi, at Símun Arge var settur í starv. Aðalstjórin kroystur Aðalstjóranum dámdi einki at verða millummaður mill- um landsstýriskvinnuna og løgmann í hesum máli og vildi sleppa burturúr tí. – Eg haldi at tað er best, at tú tosar við løgmann, tí er best at tit tosa beinleiðis við hvønn annan og ikki gjøgn- um meg, skrivar aðalstjórin til landsstýriskvinnuna. Nú var opið kríggj á tveimum hermótum. Annlis Bjarkhamar stóð yvirfyri løgmanni, sum kravdi at fáa at vita, hvat var farið fram í øllum hesum málinum. Og Annlis Bjarkhamar stóð yvir fyri sínum egna aðal- stjóra, sum var so grundiga kveistraður til viks av landsstýriskvinnuni. Heilsanin frá løgmanni var borin Annlis Bjark- hamar 30. januar, men hetta steðgaði ikki landsstýris- kvinnuni. 4. feburar boðaði Annlis Bjarkhamar frá, at Steffen Stumman Hansen var settur sum nýggjur landsantikvarur. Løgmaður aftur uppí Dagin eftir, at Steffen Stumman Hansen var sett- ur, handlaði løgmaður. Hann vildi hava eina frá- greiðing um alt málið. – Víst verður til mongu atfinningarnar, ið eru komnar í kjalarvørrinum av, at landsstýrismaðurin í mentamálum ikki fylgdi tilmælinum frá einmæltum setanarbólki, tá hann tók avgerð at seta starvið sum landsantikvarur, skrivar løgmaður til landsstýris- kvinnuna. Løgmaður skal hava eftirlit við, at landsstýris- fólkini útinna sítt arbeiði í tráð við allar lógir og regl- ur, og tað er tað sum løgmaður vísir til, tá hann krevur eina frágreiðing frá landsstýriskvinnuni Annlis Bjarkhamar hugs- ar seg um í eina lítla viku og 13. februar skrivar hon eina frágreiðing um, hví hon valdi Steffen Stumman Hansen fram um Símun Arge. Petur Petersen, aðalstjóri, sigur seg ikki hava sæð frágreingina áðrenn hon var sent løgmanni. Hann gerst eisini í øðini og skrivaði sítt egna bræv til løgmann: – At reka framundir at setanarnevndin skal hava ósaklig motiv er at harmast um, og hví landsstýrismað- urin hevur valt at snara málinum á henda hátt, er heilt óskilligt, skrivar aðalstjórin til løgmann. Annlis Bjarkhamar skriv- ar í síni frágreiðing til løgmann: – Álitisviðurskiftini mill- um meg og næstu fyrisit- ingina eru skeiklað og hetta málið krevur álvarsligar eftirmetingar av skeivleik- um og óhepnum mann- gongdum. Her er greitt, at Annlis Bjarkhamar umhugsar at koyra Petur Petersen frá sum aðalstjóra, og tað er helst grundin til at aðal- stjórin fer at skriva løg- manni bræv av sínum ein- tingum. – Eftir mínari fatan er niðurstøðan hjá landsstýris- kvinnuni ótrúlig, tí fyri- sitingin hevur eftir bestu sannføring framt góðan fyrisitingarsið í hesum máli. Men ásannast má, at málið skeiklaðist av lagi, tá ið landsstýrismaðurin tók yvir, skrivar Petur Petersen til løgmann. Opið kríggj Tá Annlis Bjarkhamar frættir um brævið frá aðal- stjóranum til løgmann, fer hon beint til telduna og er týðiliga óð: – Tá eg kom til arbeiðis sunnudagin lá eitt bræv á skriviborðinum frá Petur Petersen. Hevði einki frætt frá aðalstjóranum um, at hetta var ávegis, og tá eg fór til hús fríggjakvøldið, kendi eg enn einki til, at eitt slíkt bræv skuldi sendast løgmanni, skrivaði Annlis Bjarkhamar til løgmann. Beint eftir, at nýggi landsantikvarurin var settur, hevði Magistara- felagið skrivað landsstýris- kvinnuni bræv og hon hevði skrivað eitt svar. Annlis Bjarkhamar vildi hava, at aðalstjórin eisini skrivaði undir tað brævið, men aðalstjórin noktaði at skriva undir. Hetta var eisini tikið upp í brøvunum til løgmann. Og longu tá tykist ein upp- søgn av aðalstjóranum at hava hingið í luftini. Annlis Bjarkhamar skrivaði so- leiðis til løgmann: – Eg vil gera púra greitt, at eg á ongan hátt havi hótt Petur Petersen við uppsøgn, um hann ikki skrivaði undir brævið til Magistarafe- lagið. Segði eisini við hann, at tað altíð var gott at vita, hvar tú hevði fólk og at eg metti, at hetta málið vísti tað rættuliga væl. Ongin hóttan lá í hesum, bert ein staðfesting, skrivaði Annlis Bjarkhamar. So títt og knapt løgmaður hevði fingið nýggja brævið frá landsstýriskvinnuni, so skrivaði aðalstjórin nýtt bræv: – Landsstýrismaðurin vísir á nakrar skeivleikar í mínum skrivi, men eg veri tíverri noyddur at vísa hes- um aftur, skrivarði aðal- stjórin í sínum næsta brævi til løgmann. At aðalstjórin ikki misti starvið kemst bara av, at løgmaður valdi at koyra Annlis Bjarkhamar frá sum landsstýriskvinnu. Fyrsta grundgevingin var, at hon ikki hevði hildið almenna starvsfólkapolitikkin, men tann grundgevingin helt ikki, Onnur grundgevingin var, at hon setti Steffen Stumman Hansen, beint eftir at løgmaður hevði bið- ið hana seta Símun Arge. Um henda grundgeving heldur er ilt at vita, men Annlis Bjarkhamar ætlar nú at fáa umboðsmannin at kanna júst hesi viðurskifti. Triðja grundgevingin hjá løgmann er púra greið og heldur. Hon var, at Anfinn Kallsberg, løgmaður, hevði mist álitið á landsstýris- kvinnuna, og tí koyrdi hann hana frá. Aðalstjórin í Mentamála- ráðnum skrivaði síni egnu brøv til løgmann, har hann skuldsetti Annlis Bjarkhamar at lúgva. Hann varðveitti starvið, sum aðalstjóri, tí løgmaður koyrdi Annlis Bjarkhamar frá C M Y K 5 4