Sosialurinarkiv
Sosialurin 2003-12-23, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 23. desember 2003síða 4

‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

6 Nr. 244 - 23. desember 2003 Nr. 244 - 23. desember 2003 7 Heimlandsverjumálaráðið í USA, hevur um vikuskiftið fing- ið ábendingar um møguligar yvirgangsatsøknir um høgtíðina. Tískil er yvirgangstilbúgvingin sett á næst hægsta stig. At hetta hendir júst nú er ikki heilt óvæntað, tí vanligt er, at tilbúgv- ingin verður økt um høgtíðir. Hetta var eisini galdandi í sam- band við teirra Thanksgiving herfyri. Óttin um yvirgang kann tó føra við sær ein ótta á virðis- brævamarknaðunum soleiðis, at íleggjarar fara at selja partabrøv og keypa lánsbrøv í staðin. So- statt kunnu partabrøv og láns- brævarentur lækka dagarnar undan ársskiftinum. Handtøkan av Saddam Hus- sein hevði sera avmarkaða ávirk- an á virðisbrævamarknaðirnar, og longu mándagin kundi stað- festast, at sokallaða Saddam- ávirkanin, var liðug. Tá hendan ávirkanin var liðug, fóru markn- aðirnir aftur at hyggja eftir bú- skaparligu viðurskiftunum. Hóast kunngjørdar búskapar- ligar uppgerðir vóru lutfalsliga góðar í farnu viku, og hóast limir í amerikanska tjóðbankanum vóru bjartir um búskapargongd- ina í USA, vildu lánsbrævarent- urnar og partabrøvini ikki veru- liga hækka. Bjørtu búskaparligu uppgerðirnar høvdu nevniliga ikki ávirkan á marknaðirnar í farnu viku. Hinvegin var tað so- kallaður teknikkur, ársendaárin og ikki minst dollarin, sum fingu størsta týdning fyri kursgongdina í farnu viku. Dollarin setti met í farnu viku og aftur mánamorgunin og mett verður, at dollarin aftur hesa vik- una kann fáa ávirkan á marknað- irnar. Mánamorgunin 22. desem- bur kostaðu 100 dollarar einans kostaðu kr 597,85. Hóast dollar- in er styrknaður eitt vet síðani lægsta stigið, er møguleiki fyri at dollarin aftur viknar og setur nýtt met. Umframt hallið á handils- javnanum v.m. er orsøkin í stóran mun eisini psykologisk. Óttin um yvirgang kann eisini føra við sær ein veikan dollara. Jólavikan er í hondum og hetta merkir lítið virksemi á marknað- unum, tí fleiri eru farin í feriu. Samstundis fara íleggjarar fram- haldandi at tillaga íløgur teirra til komandi árið. Tískil er trupult at siga, hvussu marknaðirnir fara at skikka sær fáu dagarnir, sum eru eftir av árinum. Lánsbrævarentur og partabrøv kunnu bæði hækka og lækka, men mest sannlíkt er, tá hugsað verður um dollaran og yvirgangavandan, at talan verður um eitt fall. Rentur lækkaðar av yvirgangsótta Vika 52, 2003 www.kaupthing.fo Maskinmeistarafelag- ið stríðist við at fáa avtalu um lønina hjá teimum, sum arbeiða hjá tí almenna, men tað gongur ongan veg og nú hendir onki, fyrrenn nýtt lands- stýrið er skipað SAMRÁÐINGAR Áki Bertholdsen aki@sosialurin,fo Tað gongur ikki fyri seiði hjá maskinmeistarafelagn- um at gera sáttmála við Fíggjarmálaráðið um nýggjan sáttmála fyri teir maskinmeistarar, sum sigla við Strandferðsluni og Magnus Heinasyni, um- framt teimum, sum arbeiða hjá tí almenna á landi. Tilsamans er talan um einar 50 mans og sáttmál- arnir gingu út 1. oktober. Jógvan Nybo, formaður í maskinmeistarafelagnum, sigur, at nógvir fundir hava verið. Men hann sigur eisini, at enn standa partarnir langt frá hvørjum øðrum og at tað manglar nógv í, áðrenn partarnir kunnu koma til eina semju. Ætlanin var at hava fund nú í desember, har greiða skuldi fáast á, um tað bleiv egg ella ungi. Men nú er val útskrivað, so alt datt niðurfyri og nú verður onki gjørt, fyrrenn arbeiðsført landsstýrið er skipað aftur. Landsstýrið, sum nú situr, er ein starvsstjórn og hevur ikki heimild at gera sáttmála. Tað skilst á formanninum í maskinmeistarafelagnum, at aðrir sáttmálar, sum eru gjørdir, kunnu ikki, uttan víðari, brúkast sum grund- arlag fyri sáttmálanum. – Hetta er ein heilt øðr- vísi sáttmáli og tað er nógv viðurskifti sum eru øðrvísi og tí kunnu teir ikki rætti- liga samanberast. – Tað er ikki so lætt at samanbera súrepli og app- ilsinur, leggur hann afturat. Annars eru maskinmeistar- arnir hjá Vaktar- og Bjarg- ingartænastuni, tænastu- menn. Sáttmálin við teir gekk út í mars, men enn eru teir ongan veg komnir at gera nýggjan sáttmála fyri teir. Jògvan Nybo er sera mis- nøgdur við Fíggjarmál- araráðið. – Teir vita, at tænastu- menn kunnu ikki fara í verkfall og tað verður út- nyttað, so tað munar, tí hetta brúkar Fíggjar- málaráðið til at nokta fyri at tosa um nakað sum helst. Men hetta kann ikki halda fram í allar ævir og tað sleppur tað heldur ikki. Hvat annað hendir, vil hann kortini ikki siga nakað um Jógvan Nybo dylir ikki fyri, at tað var óheppið at gera maskinmeistararnar til tænastumenn. Eisini óvissa um nýggja Smyril Nú samráðingarnar eru um Strandferðsluna, hevur Fíggjarmálaráðið kravt, at ein sáttmálið um nýggja Suðuroyarskipið skal gerast samstundis. Men hetta er Maskin- meistarafelagið ikki við uppá. Jógvan Nybo sigur, at fíggjarmálaráðið vildi hava tað so, at mannagongdirnar fyri samráðingar skuldu vera so, at tá ið samráðing- arnar byrjaðu, skuldu báðir partar leggja síni krøv fram og at nýggj krøv skuldi ikki setast fram undir sjálvum samráðingunum. – Tað hava vit hildið okk- um til, men tað er júst sína egnu grundreglu, sum Fíggjarmálaráðið nú tví- heldur um at bróta, eftir at vit høvdu havt fleiri fundir. – Hatta var eitt treytaleyst krav frá Fíggjarmálaráðn- um. Jógvan Nybo sigur, at nýggjur sáttmáli skal gerast um nýggja Smyril, men Maskinmeistarafelagið er ikki sinnað at taka tær samráðingarnar uppí hesar samráðingar. Enn veit hann sostatt ikki, hvussu verður vorðið við nýggja Smyrli. Kann tað so enda, at nýggi Smyril fer at verða brúktur til jarnbrot fyri at fáa allar aðrar avtalur ílag, nú sporini frá Brimli og Teistanum ikki eru fánað enn? – Enn vita vit onki um, hvørja lagnu tað fær, men tær samráðingarnar hoyra ikki upp í hesar samráðing- arnar, men skulu koma seinni. Standa langt frá hvørjum øðrum Maskinmeistarafelagið og Fíggjarmálaráðið hava enn sítt at stríðast við, men tað er langt frá, at nøkur avtala kann gerast, sigur Jògvan Nybo, formaður í Maskinmeistarafelagnum Vinnulívsmaður og fløgu-aktuellur skip- ari, sum sat fangi í fleiri mánaðir á lítlari kyrrahavsoyggj, stilla upp fyri miðflokkin í Suðuroy LØGTINGSVALIÐ 2003 Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo Miðflokkurin spennir seg rættiliga út í Suðuroynni til hetta Løgtingsvalið. Flokk- urin plagar ikki at hava meiri enn tveir valevni í Suðuroynni. Men til løg- tingsvalið 2003, hevur mið- flokkurin í Suðuroy betri kort í hondini enn hann nakrantíð hevur havt. Listin hjá flokkinum má metast at vera sterkari enn nakrantíð, við tað, at hesuferð hevur flokkurin heili fimm val- evni á listanum. Og tað eru eisini valeni, ið mugu metast at kunna vinna flokkinum eitt ávíst tal av atkvøðum. Petur Karl av Rana, sum hevur stillað upp fleiri ferðir, er aftur á listanum í ár. Men harumframt er eisini Kjartan Danielsen eisini á listanum. Men uttan at taka nakað frá teimum báðum, má toppnavnið hjá miðflokk- inum á Tvøroyri, uttan iva metast at vera John Niel- sen. Hann er stjóri á Fiska- marknaði Føroya á Toftum, men nú hevur hann so gjørt av st stilla upp til Løgtingið og tað verður fyri mið- flokkin í Suðuroy. Í Porkeri stillar Sjúrður Dam, upp. Men í Vági eitur jokarin hjá miðflokkinum einki minni enn Sigmund Andr- easen. Hann hevur júst givið fløgu út við andaligum tónleiki. Men hann tað var fyrst og fremst fyri nøkrum árum síðani, at hann gjørdust landskendur, tá ið hann í fleiri mánaðir sat mestsum fangi á eini franskari oyggj í Kyrrahavi í samband við fiskiskap, sum fransmenn ikki vóru so fegnir fyri. Og nú bjóðar Sigmund Andreasen altso eisini av í politikki. Við Hera Jóg. Joensen, prestur Og eingilin segði við teir. Óttist ikki, tí sí eg kunngeri tykkum ein i stór gleðiboð, sum skulu verða fyri alt fólkið. Tí at tykkum er í dag ein frelsari føddur, sum er Harrin Kristus í Davids staði. Luk. Kap. 2, 10,11. Gleðiliga hátíð - fólk á landi og sjógvi Ja nú hava vit tey her, jólini leingi hevur verið bíðað eftir, ella stúrt fyri. Børnini opna nú hinar síðstu lúkur- nar í jólakalendaranum, og so er tað liðugt. Vit rísa av song til hendan nýggja dag, gera síðstu fyrireikingarnar og ganga í Guds hús at hoyra hin vælkenda boðskapin. Ein serligur hugni er hesar dagar. Teir gomlu fóru kanska eftir einum torvleypi fyrrapart, meðan løtan leið. Heilagt var ikki fyrr enn klokkan seks jóla- aftan. Heitur matur var mangastaðni útvatnaður fiskur og garnatálg við spiki. Í dag er hetta manga- staðni broytt til dunnu, gás ella fleskasteik. Men angin av tí ræsta fiskinum var eins jólaligur og steikin úr ovninum er í dag. Í hvussu so er skuldu fólk fyrireika seg til hina stóru gleðina. Gleðina yvir øllum øðrum nú fyrireikingartíðin var at enda. Tí kirkjuklokkan ringdi og ringir enn jólini inn klokkan seks. Tá er halgan veruleiki, gávur upplatnar og sessast við borðið. Soleiðis greiðir Jákup Dahl frá í bókini Glottar. "Eitt jólaminni frá barna- árum mínum hevur serliga sett seg ógloymandi fast. Tað er hin upplýsta kirkjan fyrsta jólakvøld. (Og tá hugsar hann um gomlu Vágs kirkju á Kirkjukletti). Har í heimbygd míni var tað ikki siður tá, at kirkjan varð nýtt um kvøldið, hon stóð tí allan veturin so myrk millum hini húsini. Men fyrsta jólakvøld var farið í kirkju, tá varð tendrað í henni, og tá stóð hon og lýsti við øllum sínum nógvu ljósum út yvir bygd- ina. Tað var sum eitt ljóshav fyri eitt barnaeyga, og at sleppa í kirkju jólakvøld og síggja ljósini, varð størsta gleðin. Mær tøkti sum tók kirkjan alla bygdina inn í sítt ljós, øll húsini og so øll fólkini, og hon sendi eisini ljós sítt út yvir øll leiðini á kirkjugarðinum, og lýsti niður til teirra, ið har lógu." Soleiðis eru vit mong, ið hava upplivað jólaaftans- ella jólakvøld, og hetta er dýrabærur førningur at hava við sær út aftur í gerandisdagin. Tankarnir leita við slík høvi har rótin rann – tað veri seg Hattarvík, Svínoy ella Mikines. Fjósið við Jesusbarninum var handan næstu sýn, í heimligum umhvørvi. Fátækur er tann, ið onki tilhaldstað eigur fyri Vár- harra. Rík eru vit um vit hava eitt slíkt. Gleðilig Jól í Jesu navni. Amen Jólagleði Miðflokkurin góð kort á hondini í Suðuroynni John Nielsen, stjóri á Fiskamarknaði Føroya, er ein óvæntaður trumfur hjá miðflokkinum í Suðuroy til løgtingsvalið 20. janu- ar. Eitt annað gott kort, er Sigmund Andreasen, skipari í Vági, sum gjørdust landskendur fyri nøkrum árum síðani C M Y K 7 6