Sosialurinarkiv
Sosialurin 2003-12-23, síða 5
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 23. desember 2003síða 5

‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

8 Nr. 244 - 23. desember 2003 Nr. 244 - 23. desember 2003 9 UPPSTILLING ingi@sosialurin.fo Við seinasta val kom Andrias Petersen á ting í staðin fyri Dan R. Peter- sen á listanum hjá Javn- aðarflokkinum í Eysturoy. Andrias Petersen, lækni, sum hevur verið lands- stýrismaður fyri flokkin, fekk bara tríggjar atkvøð- ur fleiri enn Dan R. Peter- sen, tá ið avtornaði. Nú val aftur er í hond- um, hevur spenningur verið um, hvørt Dan R. Petersen fór at taka dystin uppaftur. Tað er greitt, nú Eysturoyar Javnaðarfelag er liðugt við uppstill- ingina. Listin sær soleiðis út: William Max Hansen, Eiði, Sunnleif Højgaard, Runavík, Sylverius Jac- obsen, Skáli, Edvin Joen- sen, Leirvík, Jancy Olsen, Toftir, Andrias Petersen, Gøta, Dan R. Petersen, Fuglafjørður, og Rúni Poulsen, Strendir. Tilsamans fekk listin 1085 atkvøður seinasta val, og tað gav ein mann á ting. Andrias Petersen fekk 242 atkvøður, Dan R. Petersen fekk 239 at- kvøður og Sylverius Jac- obsen fekk 214 atkvøður. UPPSTILLING ingi@sosialurin.fo Rúna Sivertsen ivaðist í at stilla upp. Nú Norðoya Fólka- floksfelag er liðugt við uppstillingina til løgtings- valið 20. januar 2004, er greitt, at Rúna stillar kortini upp. Listin sær soleiðis út: Petur Hans Joensen, lær- ari, Anfinn Kallsberg, løg- maður, Jógvan við Keldu, løgtingsmaður, Jákup Mikkelsen, stjóri, Ólavur Poulsen, skipari, og Rúna Sivertsen, blaðkvinna. Broytingin frá seinasta løgtingsvali er, at Ólavur Poulsen er nýggjur á list- anum, Jógvan Edmund á Geilini og Kristian Fríðrik Olsen stilla ikki upp hesa- ferð. Seinast fekk flokkurin 1274 atkvøður og gjørdist størstur. Anfinn Kallsberg fekk 600 atkvøður, Jógvan við Keldu fekk 249 og Jákup Mikkelsen fekk 138. Rúna Sivertsen fekk 96 atkvøður. UPPSTILLING ingi@sosialurin.fo Annlis Bjarkhamar hevur verið ovast á breddanum síðstu dagarnar. Hennara óvanliga handfaring, tá ið landsantikvarurin skuldi setast, kostaði henni polit- iska lívið, men nú ger hon eina roynd afturat. Tjóðveldisflokkurin í Suðuroyar valdømi til løgtingsvalið 20. januar 2004 er liðugur. Listin sær soleiðis út: Poul Erik Jacobsen, stýrimaður úr Sumba, Hergeir Nielsen, løgtingsmaður, Vági, Annlis Bjarkhamar, lær- ari, Vági, Johanna í Ól- avsstovu, deildarleiðari, Øravík. Dan Nielsen, bý- ráðslimur, Trongisvági, og Ólavur Rasmussen, prestur, Hvalba. Seinast fekk flokkurin 693 atkvøður. Eingin hótti Hergeir Nielsen, sum fekk 228 atkvøður. Næst- ur honum var Rúni Niel- sen og síðan kom Jógvan Krosslá. Teir báðir síðstu stilla ikki upp hesaferð, men spurningurin er, um Annlis Bjarkhamar er før fyri at bjóða Hergeiri Nielsen av sum fremsti maður floksins í Suðuroy. UPPSTILLING ingi@sosialurin.fo Sambandsflokkurin í Norðstreymoy er eisini liðugur við uppstillingina til komandi løgtingsval. Fýra valevni eru á listan- um, harav tvey ikki vóru uppstillað seinast. Valevnini eru Asbjørn Djurhuus, Olav Enomoto, Karina Fagralón og Bárð- ur Nielsen. Á seinasta løgtingsvali fekk fekk Sambandsflokk- urin 694 atkvøður í Norð- streymoy, sum svarar til 28,7 prosent av atkvøðun- um. Tað gav ein mann, sum gjørdist Bárður Niel- sen. Hann fekk 196 per- sónligar atkvøður. Næstur honum var Olav Enomoto, sum fekk 150 atkvøður. Hetta var fyrsta ferð, at Bárður Nielsen kom á ting, og hann gjørdist so- statt partur av nýggja and- litinum hjá Sambands- flokkinum. Andrias og Dan dystast aftur Rúna Sivertsen stillar upp kortini Annlis og Hergeir kappast í Vági Sambandslistin í Norðstreymoy klárur Fulltrúin bíðar enn í óvissuni Fulltrúin í Fiskimála- ráðnum er framvegis ikki uppsagdur. Líkt er til, at landsstýris- maðurin vil útseta av- gerðina til eftir valið, tí talan er um eitt mál, ið gjørdist polit- iskt. Búskapar- og løgfrøðingafelagið heldur tað vera skila- best at bíða, til nýggj- ur landsstýrismaður er útnevndur UPPSØGN Ingi Rasmussen ingi@sosialurin.fo Hann er framvegis ikki uppsagdur, hóast hann var sendur til hús fyrst í nov- ember mánaði. Hann situr heima við hús og bíðar, til landsstýris- maðurin ella Fiskimála- ráðið finna útav, um hann skal sigast endaliga upp ella koma aftur til arbeiðis. Tað hevur tikið óvanliga langa tíð at siga nógv um- rødda fulltrúan úr starvi. Hann varð sendur til hús, tí løgtingsins umboðsmaður- in átalaði eina handfaring av almennum innliti. Um- boðsmaðurin feldi eina lemjandi niðurstøðu av Fiskimálaráðnum 29. okto- ber og stutt eftir var full- trúin, sum hevði havt málið um hendi, sendur til hús. Hann hevur kortini rætt til eina hoyring. Fulltrúin hevur umvegis sítt fakfelag svarað fyri seg, men áðrenn landsstýris- maðurin tók endaliga av- gerð, varð val útskrivað. Nú sær út til, at valið fer aftur- um, áðrenn avgerðin verður tikin, og tað kann bjarga fulltrúanum starvið. Útsetir avgerð Landsstýrismaðurin við fiskivinnumálum, Jacob Vestergaard, vil onga av- gerð taka, fyrr enn hann hevur fingið vissu fyri, hvørjar heimildir hann hevur á økinum. – Sum landsstýrismaður í eini starvsstjórn havi eg av- markaðar heimildir. Hetta uppsagnarmálið gjørdist alment, og tí er tað eisini vorðið politiskt. Eg havi spurt meg fyri hjá løgmans- skrivstovuni, hvørjar heim- ildir eg havi, men eg havi ikki fingið svar enn. Sann- líkindini eru stór fyri, at ein avgerð bíðar til eftir valið, tá ið ein nýggjur landsstýr- ismaður verður valdur, sig- ur Jacob Vestergaard. Samstundis situr fulltrúin heima við hús og bíðar. Spurdur, um tað ikki kann tykjast sum eina órímiliga lang bíðitíð, ásannar Jacob Vestergaard, at tað kann tykjast so. – Eg skal viðganga, at nógv tíð er gingin, síðan hetta málið tók seg upp. Tað hevur pínt meg, at full- trúin hevur verið noyddur at bíða so leingi. Men eg noyðist at tryggja mær fyrst, um hvørjar heimildir eg havi, áðrenn eg taki eina avgerð, sigur Jacob Vester- gaard. BLF bíðar tolið Búskapar- og løgfrøðinga- felagið, sum umboðar full- trúan, hevur skilt, at tað verður bíðað til eftir valið at taka eina avgerð í málin- um. Tað passar teimum fínt. – Vit halda tað vera natúrligt at bíða til eftir valið. Tað er bert ein starvs- stjórn, sum situr, og hon hevur bara heimild at taka alneyðugar avgerðir. Í hes- um føri er tað landsstýris- maðurin sjálvur, ið tók av- gerðina at senda mannin til hús, og tí hevði tað verið frægast at bíða, til tað er greitt hvør verður lands- stýrismaður, áðrenn av- gerðin verður endalig, sigur Niels Winther, formaður í Búskapar- og løgfrøðinga- felagnum. Og meðan jólafriðurin fellur yvir landið við hvít- um kavaflykrum, bíðar full- trúin víðari. Hann veit ikki, um hann er keyptur ella seldur. Hann er framvegis ikki uppsagdur, men hann sleppur ikki til arbeiðis. Hann má bara troysta seg við, at hann fær fulla løn, meðan hann bíðar. Jacob Vestergaard, landsstýrismaður, dregur málið um fulltrúan út til eftir valið. Niels Winther, formaður í BLF, heldur tað vera skilabest at bíða Umboðmaðurin gav Fiskimálaráðnum eina átalu fyri, at álvarsligt brot varð framt á lóggávuna, tá ein blaðmaður søkti um alment innlit. Jacob Vester- gaard metti niður- støðuna at vera »sera álvarsliga«, og kundi hann tí »als ikki góðtaka handfaringina av hesum máli«. Hann segði seg »hava mist álit á saksvið- gerðan«, sum tí ikki átti at halda fram. Málið Heldur óvæntað er Finnur Helmsdal á listanum hjá Tjóð- veldisflokkinum í Suðurstreymi. Tað ljóðaði annars, at hann hevði takkað fyri seg sum lands- politikkari, men hann hevur kortini játtað at stilla upp aftur. Finnur Helmsdal sigur seg vilja hjálpa einum trýstum Tjóðveldisflokki. UPPSTILLING Páll Holm Johannesen pall@sosialurin.fo Suðurstreymoyar Tjóðveld- isfelag hevði seinasta upp- stillingarfundin fríggja- kvøldið. Navnið Finnur Helmsdal høvdu flestøll avskrivað til løgtingsvalið 20. januar. Hann er kortini millum tey 11 nøvnini á tjóðveldislistanum. Finnur Helmsdal tók í summar ikki av møguleik- an at gerast fastur tingmað- ur, og í vár var hann í opn- um stríði við floksfelagan Páll á Reynatúgvu. Hesar hendingar hava havt við sær, at flest øll høvdu ikki roknað við honum til valið 20. januar. Hjálp Á seinasta løgtingsvali fekk Finnur Helmsdal 203 at- kvøður í Suðurstreymi. Tað má tí kennast sum ein kær- komin styrkur hjá Tjóð- veldisflokkinum, at hann hevur játtað at stilla upp aftur. – Tað stendur ikki so væl til hjá Tjóðveldisflokkinum í løtuni, og eftir, at eg havi tosað við leiðsluna, havi eg játtað at hjálpa flokkinum. Vónandi kann eg draga nakrar atkvøður til flokkin, og tað er tað, sum er mest týdningarmikið í løtuni, sigur Finnur Helmsdal. Hann leggur afturat, at persónliga aggið seinasta árið millum seg og Tjóð- veldisflokkin-kanska ser- liga Páll á Reynatúgvu er lagt aftur um – Man er noyddur at verða nóg stórur til at leggja gomul stríðs- mál aftur um seg. Nú ræður bert um at arbeiða fyri, at Tjóðveldisflokkurin fær so gott val sum gjørlig, sigur Finnur Helmsdal. Hann ásannar, at tað út- litini hjá Tjóðveldisflokk- inum fyri einum góðum vali eru ikki av teimum bestu í løtuni, og tí má flokkurin spenna seg út komandi vikurnar. – Tað ringasta sum kann henda er, at vit eftir valið fáa ein stór- an Sambandsflokk og ein lítlan Tjóðveldisflokk, tí so er framtíðin hjá Føroyum í vanda, greiðir hann frá Varatingmaður Hetta valskeiðið hevur Finnur Helmsdal sitið í tinginum sum varamaður fyri Annitu á Fríðriksmørk, tá hon eitt tíðarskeið var í barsilsfarloyvi. Í vár tók rumbul seg upp innanhýsis í Tjóðveldis- flokkinum, tá Finnur Helmsdal ikki vildi taka undir við uppskotinum um uppihaldspening, sum landsstýrismaðurin hjá Tjóðveldisflokkinum Páll á Reynatúgvu ætlaði at leggja fram. Floksfelagar- nir Páll og Finnur vóru eftir hendingina í opnum stríði í fjølmiðlunum. Páll á Reynatúgvu legði uppskotið fram aftur, eftir at Annita á Fríðriksmørk kom í tingið aftur, men orsaka av valinum varð uppskotið ongantíð sam- tykt. Í summar stóð tað Finni Helmsdal í boði at gerast fastur tingmaður, eftir at Annita á Fríðríksmørk gjørdist landsstýriskvinna í mentamálum, men av persónligum orsøkum beyð hann sær undan. Grund- gevingin var millum, at hann var settur í starv sum stjóri á Føroya Barnaheimi. Trý nýggj Á listanum hjá Tjóðveldis- flokkinum í Suðurstreymi eru trý nýggj nøvn. Sam- mett við listan til seinasta val, eru Hildur Patursson, Petur Simonsen og Leivur Hansen farin av, meðan Rúni Nielsen, Tórfríð Jo- hannesen og Niels Uni Dam eru nýggj. Rúni Niel- sen hevur áður stillað upp fyri Tjóðveldisflokkin í Suðuroynni, meðan Tórfríð og Niels Uni stilla upp fyri fyrstu ferð. Finnur vil hjálpa tjóðveldinum Finnur Helmsdal er heldur óvæntað á listanum hjá Tjóðveldisflokkinum í Suðurstreymi. Eftir stríðsmál við Tjóðveldisflokkin seinasta árið, høvdu flest øll væntað, at hann tók seg aftur sum valevni Mynd: Savnsmynd Listin hjá Suðurstreymoy ar Tjóðveldis- felag: Annita á Fríðriksmørk Bjørn Patursson Finnur Helmsdal Høgni Hoydal Jógvan Arge Kristina Háfoss Niels Uni Dam Rói Egholm Rúni Nielsen Tórfríð Johannesen Per Simonsen Fakta C M Y K 9 8