týsdagur 23. desember 2003síða 6
‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
10
Nr. 244 - 23. desember 2003
Nr. 244 - 23. desember 2003
11
Í jólaboðskapinum, sum varð sagdur nøkrum seyða-
monnum fyri meira enn 2000 árum síðani eru tveir
høvuðsboðskapir: frelsarboðskapur og friðarboðskapur.
Við frelsarboðskapinum sendi Gud son sín til Jarðar,
soleiðis, at ein og hvør, sum trýr á hann skal verða frelstur.
Hesi eru størstu gleðiboð, sum nakrantíð hava ljóðað fyri
mannaoyrum. Tey vórðu boðað ikki fyri kongum,
keisarum ella ríkmonnum, men fyri nøkrum fátækum
seyðamonnum, sum lógu nátt úti uttan fyri bygdina
Betlehem í Palestina. Og barnið, sum gjørdist heimsins
frelsari, átti hvørki vøggu ella tak yvir høvdið, tí var tað
lagt í eina krubbu í einum fjósi. Hetta má geva okkum
øllum nakað at hugsa um. Hesin boðskapur um heimsins
frelsara er so at siga tann persónligi parturin av jólaboð-
skapinum. Her má hvør sær gera av, hvussu hann ella hon
taka ímóti gleðiboðskapinum frá Betlehems fløtum. Vit
eiga øll at steðga á í tí hurlivasa, sum jólini nú eru vorðin
og hugsa væl og leingi um hendan boðskap.
So er tað hin parturin av jólaboðskapinum, tann, sum
boðar frið á Jørð og í menniskjunum góðan tokka. Hvussu
hevur mannaættin livað upp til hendan boðskap? Taka vit
okkara tíð, so er svarið ikki júst beinleiðis hugaligt.
Kríggj, ósemjur, hungur og hall, lemjandi sjúkur og
náttúruvanlukkur. Vápnadubbingin er um at fara út um alt
skilaligt mark. Í heiminum eru nú so nógv atomvápn,
kemisk vápn og bakteriologisk vápn, at tað veruliga ber
til, um onkur vil, at týna mannaættina sjeyti ferðir, hava
serfrøðingar roknað út. Frá tí stóra og óhugnaliga Kalda
Krígnum fór heimurin beint yvir í økis- ella regións-
kríggini. Hvat hesi kríggj hava kostað mannaættini er mest
sum vónleyst at gera upp, men líðingarar hava verið
ræðuligar og hava kostað milliónum lívið.
Gleðiboðskapurin kom til Jarðar við einum pinkubarni.
Barnið er ein hin mest verjuleysa og óseka veran á
foldum. Hvussu verður farið fram móti børnunum í dag?
Hvussu støðan er í Ríka Heiminum, skulu vit ikki meta
um her. Tað man vera so sum so hjá mongum. Í fátæka
partinum av Verðini stendur ikki væl til. Børn í stórum tali
doyggja í hungri og í vanrøkt. Milliónir av børnum fáa als
onga ella ikki nøktandi skúlagongd, búgva vánaliga ella
halda til úti á berajóli á gøtunum í heimsins stórbýum, har
tey verða misnýtt og forfylgd.
Hendan myndin hóskar illa við boðskapin um frið á Jørð
og um góðan tokka. Tó eru tekin um broytingar til tað
betra. ST, UNESCO og UNICEF gera eitt veldugt arbeiði
til tess at bøta um korini hjá hesum børnum. Privatir og
kirkjuligir felagsskapir royna hvør í sínu lagi at at hjálpa
Heimsins illa støddu børnum. Hetta er sera gott og eiga
allar heimsins stjórnir at stuðla hesum arbeiði. Føroyar
eru eitt av heimsins ríkastu londum og áttu vit sjálvsagt at
tikið eina størri ábyrgd á okkum. Hevði tað ikki verið eitt
hugskot, at allir flokkar nú játtaðu, at tær almennu Føroyar
eftir valið 20 januar 2004 fara at lata hóskandi part av
fíggjarlógini til barnaarbeiðið hjá ST. Hetta kundi verið
okkara íkast til at skapa frið á jørð. Ófriðurin í Heiminum
kemur av ójavnaðinum millum tey, sum hava og tey, sum
ikki hava – av muninum millum rík og fátæk lond. Friður
fæst bert við at beina burtur ójavnan millum heimsins
lond. Vit eiga at átaka okkum okkara ábyrgd. Hvussu vit
best gera hetta, eiga okkara politikkarar og vit øll at nýta
jólahalguna at hugsa um. Annars eiga vit at takka fyri frið
um okkara leiðir og at binda frið á politiska vígvøllinum
til eftir høgtíðina. Fólk eru troytt av politiskum klandri og
ófriði, og tá valstríðið eftir høgtíðini brestur á, eiga
politikkararnir at reka hetta stríð, sum tað sømir seg eini
friðarligari og mentaðari tjóð. Sosialurin ynskir øllum
Føroyum eini gleðilig jól og eitt av Harranum signað
nýttár.
DAGSINS MEINING
Sosialurin
Friður á Jørð
VIÐMERKINGAR
Sosialurin
Stovnaður: 1927
Ábyrgdarblaðstjóri: Jan Müller
jan@sosialurin.fo
Blaðstjóri: Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Fíggjarleiðari: Jákup Mørk
jakup@sosialurin.fo
Marknaðardeild: lysing@sosialurin.fo
Finnbjørg Nattestad
finnbjorg@sosialurin.fo
Durita Simonsen durita@sosialurin.fo
Blaðfólk:
Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo
Eyðun Klakstein eydun@sosialurin.fo
Edvard Joensen edvard@sosialurin.fo
Heri á Rógvi heri@sosialurin.fo
Ingrid Bjarnastein ingrid@sosialurin.fo
Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo
Solby Eliasen solby@sosialurin.fo
Dagfinn Olsen dagfinn@sosialurin.fo
Ingi Rasmussen ingi@sosialurin.fo
Magnus Gunnarsson maggi@sosialurin.fo
Ítróttur:
Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo
Myndamenn:
Álvur Haraldsen alvur@sosialurin.fo
Jens Kristian Vang jensk@sosialurin.fo
Sosialurin í Norðoyggjum:
Postsmoga 231
Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík
tel. 458686 fax 458687
e-post: klaksvik@sosialurin.fo
Sosialurin í Suðuroy:
tel. 375364 fax 375464
tel. 220727
e-post: aki@sosialurin.fo
e-post: dagfinn@sosialurin.fo
Sosialurin í Eysturoy:
Postsmoga 143, Saltangará
tel. 447820 fax 449520
tel. 228909
e-post: vilmund@sosialurin.fo
Sosialurin í Vágum:
360 Sandavágur
tel. 333820, 220507 fax 333720
e-post: edvard@sosialurin.fo
e-post: vagar@sosialurin.fo
Uppseting/prent:
Uppseting: Hestprent
Prent: Prentmiðstøðin
Útgevari:
Sp/f Sosialurin
Avgreiðsla:
Mán.-frí. 8-16
Argjavegur 26,
Tel. 341800, Fax 341801
Postadressa:
Postboks 76, 110 Tórshavn
E-mail:
post@sosialurin.fo
lysing@sosialurin.fo
lysingartorg@sosialurin.fo
varp@sosialurin.fo
Blaðið verður prentað
mánadag-fríggjadag klokkan 1400
Lýsingar
Freistir:
Tekstlýsingar Størri lýsingar Lýsingartorgið Heilsanir
Týsdagsblaðið Mán.kl. 10
Frí.
kl. 15
Frí.
kl. 12
Frí.
kl. 12
Mikudagsblaðið
Týs. kl. 10
Mán. kl. 15
Mán. kl. 12
Mán. kl. 12
Hósdagsblaðið
Mik. kl. 10
Týs. kl. 15
Týs. kl. 12
Týs. kl. 12
Fríggjadagsblaðið Hós. kl. 10
Mik. kl. 15
Mik. kl. 12
Mik. kl. 12
Leygardagsblaðið Frí. kl. 10
Hós. kl. 15
Hós. kl. 12
Hós. kl. 12
Størri lýsingar, sum nógv arbeiði stendst av, mugu vera inni í góðari tíð og
áðrenn ásettu freistir.
Framíhjápláss má umbiðjast í góðari tíð.
Stødd:
Ein heil síða í Sosialinum er 254 mm breið og 346 mm í hædd. Breiddin á
einum teigi er 39mm og rúmið millum teigarnar er 4mm.
Innsent tilfar
Fult navn skal vera undir innsendum tilfari. Innsendar greinar, har blaðleiðsl-
an ikki er kunnað um bústað og telefonnummar, verða ikki settar í blaðið.
Kristian Magnussen
løgtingsmaður fyri
Javnaðarflokkin
Í tíðindasendingini fríggja-
kvøldið slapp Høgni Hoy-
dal at føra fram, uttan við-
merking frá tíðindamann-
inum, at Naser Khader átti
at havt annað at gjørt enn at
spæla formyndari í Føroy-
um. Tað er millum aðrar
Tjóðveldisflokkurin,
ið
hevur drigið málið niður til
Danmarkar og ætlar sær í
Fólkatingið við tí, um
flokkurin »hesuferð« skal
takast á álvara.
Torbjørn
Jacobsen,
fólkatingslimur fyri Tjóð-
veldisflokkin, boðaði í
Politikken tann 30. nov. frá,
at hann fór at taka føroysk-
an fosturtøkupolitikk til
viðgerðar í danska Fólka-
tinginun, fyri at fáa fólka-
tingið til at hjálpa Tjóð-
veldisflokkinum við at
liberalisera fosturtøkulóg-
ina. Í Politikken tann 30.
nov. er grein, har m.a Tor-
bjørn er kelda. Har verður
m.a. ført fram
»…Thorbjørn Jakobsen
er republikaner og en af de
to færøske repræsentanter i
det danske Folketing. Han
vil fremlægge sagen i
Folketinget, og håber der-
med at kunne gøre noget
for at komme den stramme
kurs i abortpolitikken til
livs.«
Somuleiðis er Kristina
Háfoss kelda í aðrari grein í
Politikken tann 1. des., har
hon er endurgivin fyri at
siga
»…Pro Vita burde slet
ikke være på finansloven.
Kvinder skal have ret til
selv at bestemme over deres
egen krop - også på Færø-
erne«, siger Christina Har-
foss, finanspolitisk ordfører
for regeringspartiet Repu-
blikanerne.«
Sjálvandi skulu danskir
politikarar ikki blanda seg
í, hvørja fosturtøkulóg, ið
vit skulu hava í Føroyum,
og hvørji feløg, ið skulu
stuðlast á fíggjarlógini,
men tá sjálvur Tjóðveldis-
flokkurin boðar frá, at hann
vil hava danska Fólkatingið
at hjálpa sær ímóti føroy-
ingum, hvat skulu so
danskir
fólkatingslimir
halda? Øll mál, ið verða
tikin upp á Fólkatingi,
mugu fólkatingslimir við-
gera.
John Johannessen
Valevni fyri Javnaðar-
flokkin í Suðurstreymi
Saman at stremba. Tað er
einasta fortreyt fyri at
vinna Føroyum størri sjálv-
bjargni. Ein felags stremb-
an eftir at skapa best møgu-
liga samfelagið fyri flest
møgulig fólk.
Vit í Javnaðarflokkinum
ynskja eina felags stremb-
an. Javnaðarflokkurin kann
savna fólkið. Vit eru møgu-
leikin, fyri at finna felags
grundvøllin millum før-
oysku flokkarnar á sjálv-
bjargnisleið.
Okkara mál er ein sjálv-
bjargniskós, sum hevur
stuðul í fólkinum. Ein
semja, sum ger tað møgu-
ligt at føra veruligan poli-
tikk aftur í Føroyum.
At rópa Føroyum full-
veldi og taka einkarrætt
upp á sjálvbjargni í 6 ár, tað
gav ongi úrslit. Fólkið bleiv
gloymt og fólkið spjaddist.
Fólkið skal savnast aftur.
Vit hava møguleikan at
ganga eina nýggja politiska
leið við trivnaðinum og
tryggleikanum hjá einstaka
borgaranum í fremstu røð.
Ein nýgg politisk leið, har
sjálvbjargnispolitikkur
veruliga fær eitt innihald.
Ein leið, har sjálvbjargni
eisini snýr seg um at fáa
gerandisdagin hjá fólki at
hanga saman.
Veruligt sjálvbjargni er,
at vit kunnu siga »FØR-
OYAR FYRI ØLL«!
Dan R. Petersen
javnaðarmaður
Útflutningurin, sum stavar
frá skipum og fiskavirkum,
er grundarlagið undir øll-
um okkara samfelag.
Fiskur er dýrur matur, tvs
tá ið hann liggur í køli- og
frystidiskum á meginland-
inum. Men synd at siga, at
hann er dýrur á uppboðs-
søluni á Toftum, ella tá selt
verður beinleiðis til virkir.
Her hugsi eg serliga um
upsan. Hví fær man bert 2-
3 kr kg fyri fisk, sum brúk-
arin í Týsklandi skal lata
90-100 kr fyri? Fiskasølan
hevur
keypt
virkið
í
Hvalba, tí sum stjórin sigur,
nú kunnu teir júst framleiða
tað, ið keyparin vil hava.
Teir, ið varða av nýggja
Skálaberg, siga tað sama.
So freistast man at spyrja:
hvat framleiða so hinir?
Skálamaðurin
Jørgen
Beck hevur nú útarbeitt
eina maskinu, ein skrædl-
ara sum sker djúpari, alt tað
brúna undir skræðuni burt-
ur. Hetta er eitt feittlag,
sum fær flakið at tráðna.
Kósin og p/f Beta hava
fíggja prototypuna, sum nú
er sett í produktión í Dan-
mark. Vónandi fáa vit eina
betri útflutningsvøru við
hesum projekti. Tað er bara
undarligt, at onki annað
flakavirki hevur víst áhuga
fyri hesi ætlan. Serliga tá
hugsa verður um, hvussu
tungt flakavinnan og nú
eisini
isfiskatrolararnir
koyra. Seinasta verkfall
vísti, at tað var flakavinnan,
sum ikki orkaði nevniverda
lønarhækking. Sami tungi
rakstur dregur nú hýrurnar
niður eisini.
Tað gongur ikki lonngur,
at tey, íð arbeiða í tí sektor-
inum, sum øll onnur liva av,
tey ið draga tað tyngsta
lessið, skulu hava tað
lægstu lønina. Hetta er eitt
álvarsmál. Tí eigur ein
komandi
vinnumálaráð-
harri at seta eina nevnd,
sum kann útgreina, hvussu
vit fáa sum mest burturúr.
Um neyðugt endavenda
allari vinnuni. Og vónandi
verður tann vinnumála-
ráðharrin javnaðarmaður.
Vit kunnu savna fólkið
Naser Khader og Tjóðveldisflokkurin
Grundarlagið
Javnaðarflokkurin hevur
eina ætlan fyri, hvussu
miðfyrisitingin kann
gerast betri og meira
effektiv fyri bæði
borgaran og starvsfólkið
Bergur P. Dam
Valevni Javnaðarfloksins í
Suðurstreymi
Í tíðindasending hjá útvarp-
inum hevði útvarpsmaður
eina viðmerking um ætlan-
inar hjá Javnaðarflokkinum
fyri eini betri, meiri effek-
tivari og smidligari miðfyr-
isiting. Hetta var ikki ein
journalistisk
frágreiðing
um innihald og høvuðs-
endamál í ætlanini, men
heldur ein polemisk við-
merking um lønar- og
setanarviðurskifti hjá aðal-
stjórunum.
Eftir útvarpssendinigina
hava fleiri fregnast eftir,
hvat uppskot Javnaðarflok-
sins í veruleikanum snýr
seg um.
Samanhangandi
miðfyrisiting
Høvuðsendamálið við okk-
ara ætlan er at betra mið-
fyrisitingina. Betri at gagn-
nýta ta orku og ta vitan,
sum
finst
hjá
mongu
dugnaligu
og
ágrýtnu
starvsfólkunum í miðfyri-
sitingini.
Vit vísa á, at tann ovur-
stóri útreiðsluvøksturin ið
hevur verið seinastu 5, árini
ikki í nóg stóran mun sæst
aftur í betri tænastu, størri
rættartrygd
ella
meira
effektivari miðfyrisiting.
Ein av stóru trupulleik-
unum er at vit hava fingið 9
smá "landsstýri", har sam-
starv og samskipan vantar.
Fyri ein stóran part er hesin
vøkstur úrslit av handlum í
samband við at skipa sam-
gongur.
Vit halda at bygnaðurin í
miðfyrisitngini ikki kann
verða stýrdur av tilvildar-
ligum broytingum í sam-
gongusamansetingum, men
má lagast eftir, hvat er best
fyri føroyska samfelagið.
Tí skjóta vit upp, at máls-
øki, sum natúrliga hoyra
saman, eisini verða fyrisitin
av sama ráð, t.d. at øll kom-
mersiell vinna - annahvørt
tað er á sjógvi ella á landi -
hevur eina felags fyrisiting.
Somuleiðis skjóta vit upp,
at øll innlendismál verða
fyrisitin av einum Inn-
lendis- og lógarmálaráð.
Niðurstøðan er, at tað er
hóskiligt at hava 6 aðalráð.
Sí yvirlit.
Tørvur á dubbing
Øll, sum kenna til viður-
skiftini í miðfyrisitingini
vita, at stóri útreiðsluvøkst-
urin ikki í nóg stóran mun
sæst aftur í dygd. Framveg-
is er so, at einstøku ráðini
hava ov lítla orku á týðandi
økjum. Við verandi skipan
er framvegis tørvur á nógv
størri
játtanum.
Flestu
ráðini eru alt ov illa mann-
að, tá tað snýr seg um t.d.
lógar- og KT serfrøði. Men
við at minka talið av ráðum
verða einstøku ráðini betri
før fyri at fremja tær upp-
gávur teimum er álagt. Og
á sama hátt fer ein betri
samskipan millum ráðini at
økja dygdina.
Hurðarnar upp
Fyri at gera samskifti við
borgaran meira effektivt og
smidligt, skjóta vit upp, at
ein samskiftis- og kunn-
ingardiskur verður gjørdur.
Hesin skal kunna taka sær
av fyrsta samskiftinum -
veita vegleiðing og tryggja,
at fyrispurningur ella mál
fær røttu viðgerð. Eisini
skal hesin diskur vegleiða
um kærumølugleikar, um
ein borgari kennir seg
órættvíst viðfarnan.
Endamálið er at røkka
eini miðfyristing, sum ikki
veksur so skjótt sum sam-
felagsbúskapurin annars - á
henda hátt fáa vit eina
fyrisiting, sum í longdini
verður lutfalsliga bíligari,
samstundis sum hon verður
betri og meira effektiv.
Tey 6 aðalráðini:
• Løgmannsfyrisitingin
samskipar landsstýrisar-
beiðið og umsitur uttan-
landsmál.
Við hesum verða uttan-
landsmál aftur málsøki
hjá løgmanni
• Fíggjarmálaráð
umsitur vanlig fíggjar- og
peningamál
umframt
starvsfólkamál
• Innlendismálaráð
hevur ábyrgd av komm-
unumálum, lógarmálum,
landsstovnum so sum
strandferðslu og bygdar-
leiðum, postverki, sam-
skifti og umhvørvi.
Undir innlendismálaráð-
ið verða sostatt lagdir al-
mennir stovnar, sum hig-
artil hava verið umsitnir
av
vinnumálaráðnum,
eins og umhvørvismál, ið
hevur verið málsøki í
oljumálaráðnum. Vaktar-
og
bjargingartænasta
verður
somuleiðis
ábyrgdarøki í Innlendis-
málaráðnum.
• Vinnumálaráð
umsitur alla kommersi-
ella vinnu á sjógvi og
landi,
alivinnu,
olju-
vinnu, handverk og ídn-
að,
landbúnað,
orku
o.s.fr.
Higartil hevur vinnan á
sjógvi - uttan alingin -
verið umsitin í Fiski-
málaráðnum,
meðan
vinnan á landið er um-
sitin í Vinnumálaráðnum.
Javnaðarflokkurin
vil
gera hesi bæði ráð til eitt,
sum umsitir øll vinnu-
mál.
• Almanna- og heilsumála-
ráð
umsitur almannalóggáv-
una,
almannastovuna,
primeru heilsutænastuna,
serforsorg,
heimarøkt,
sjúkrahúsverkið,
apo-
teksverkið.
Sostatt verða Almanna-
málaráðið og Heilsu-
málaráðið
aftur
løgd
saman í eitt ráð.
• Mentamálaráð
umsitur kirkju, útbúgv-
ing, gransking og menta-
mál annars
Bjarki Mohr
Pantseting av aliloyvum
er ein bráðfeingis hjálp
til alivinnuna.
Leingi er tað, ið væl skal
vera. Eftir drúgva tíð
staðfesti ein dómur í
Eystara landsrætti - gott
ár ov seint - endiliga, at
aliloyvir kunnu pantset-
ast. Sjálvandi freistast
man til at siga, hví skuldi
eitt umsetiligt aliloyvi
ikki kunna pantsetast, tá
hugsa verður um, at hesi
júst eru umsetilig, og at
hart kroystu alifyritøkun-
um vænta fígging til
framhaldandi rakstur.
At føroyskar fyritøkur
- í hesum føri ein pen-
ingastovnur - enn eina-
ferð mátti fara ígjøgnum
rættarskipanina, til tess
at fáa staðfest eitt krav,
sum fyri tey flestu vinnu-
rekandi - herundir eisini
peningastovnar - er ein
sjálvfylgja, er tíverri eitt
tekin um politiskt mátt-
loysi og væntandi innlit
hjá avvarðandi myndug-
leikum.
At loyvini kunnu pant-
setast merkir ikki, at man
frátekur mynduleikunum
rættin til at meta um
hvørt nýggi rakstrarharr-
in/felagið er egna at reka
vinnuna víðari. Hann
skal í hesum føri bert
tryggja sær, at nýggja
felagið lýkur lógarinnar
ásettu karmar.
Eitt stig rætta vegin.
Men hvussu koma vit
víðari? Ein pantseting út-
vegar ikki størri egin-
fígging, og tað er vága-
fúsur peningur tørvur er
á, skal alivinnan koma
undan truplu tíðini hon er
í. Alivinnan ber ikki á
mál, um vit framhaldandi
standa sum ryssa yvir
deyðum fyli. Okkum
tørvar verkligar loysnir
og nýhugsan á økinum.
Ein tann størsti trupul-
leikin hjá vinnuni er, at
fyritøkurnar ikki hava
fríøkir. Vitandi at Føroy-
ar geografiskt ikki gerast
størri - og at fyrðirnir
ikki økjast í vavi og tali -
er neyðugt at vit politiskt
fara inn og setur skyn-
samar avmarkingar, so-
leiðis at tær fyritøkur í
megna at hóra undan, í
framtíðini hava møgu-
leika at leggja ein skyn-
saman rakstur tilrættis.
Tað gerst bara, við einum
væl umhugsaðum vinnu-
politikki á økinum.
Hin avbjóðingin - at
okkum tørvar váðafúsan
kapital innan alingina -
vinna vit bert á, um vit
hava dirvi at lata verju-
støðuna falla, og - undir
skipaðum vinnupolitisk-
um viðurskiftum - loyva
útlendskum áhuga-bólk-
um at seta eginpening í
alivinnuna.
Vit
hava
møguleikan, at lata ali-
vinnuna fara fyri gravar-
bakka, ella at geva henni
neyðuga blóðflutningin,
ið kann medvirka til
framhaldandi tilverurætt-
in.
Alivinnan er ikki eitt
náttúruskapt tilfeingi -
eins og fiskurin í havin-
um er tað - og tí hava vit
møguleikan at stýra hesi
vinnuni neyvt, um viljin
er til staðar.
Vinnupolitiskar
av-
markingar handfara vit,
við at leggja treytir á
brúksrættin, umframt at
vit seta krøv til útlendsk-
ar íleggjarir, at hesir
skulu stovnsetast í Føroy-
um - og rinda skatt í Før-
oyum - soleiðis at Føroya
Landstýri megnar at hava
tamarhald á støðuni.
Sum politiskur mynd-
ugleiki mugu vit seta
okkum tað mál, at vit
megna at hugsa um
heildina í samfelagnum.
Alivinnan er ein - lut-
falsliga - stórur partur av
heildini. Vit mugu hyggja
longur enn til nærmasta
einstaklingin, soleiðis at
vit ikki vakna ein kaldan
februar morgun, og ger-
ast varug við, at vit
standa fyri fríum falli.
Tað er - hóast alt - bet-
ur at eiga eitt sindur av
nógvum, enn nógv av
ongum.
VIÐMERKINGAR
Bráðfeingis hjálp
til alivinnuna
Miðfyrisiting fyri fólkið
William Smith
Sørvágur
Um sama mundið sum fast
samband um Vestmanna-
sund nú hevur verið í eitt
ár, er fyrsta skotið latið av
til fast sambandand um
Leirvíksfjørð.
Fólk norðanfyri eru, eins
og vit her Vesturi, vóru, í
einari trancu í løtuni av
offarakæti av, at nú er
byrjað, og her vendst ikki
aftur. 1. august 2006 so eru
Klaksvíkingar og teirra
fólk frí og kunnu kalla seg
ein part av meginøkinum.
Men hvat so, hvat man
tað fara at kosta at nýta
henda tunnilin, jú tað er
roynt, øll tølini finnast, nú
skal eingin royndartíð vera,
og ongar kanningar gerast,
tølini eru jú til, so tað er
bert at fáa faktornar settar
upp, og ger so væl.
375 milliónir kemur hetta
bygningsverk at kosta; 205
milliónir frá landinum.
Eftir eru 170 milliónir,
sum tá ið avtornar blíva til
215, ein meirkostnaður upp
á umleið 45 milliónir kann
væntast, og skal hesin eisni
gjaldast við bummgjald.
10 milliónir til rakstur
um árið, og ein avdrátt upp
á 15 milliónir tvs 25 milli-
ónir skulu inn um árið,
gjøgnum bummgjadið, og
er hettar sama tal, ið tunn-
ils-stjórin, Dávur Reinert
Hansen, segði seg meta, í
úttalisli við Útvarp Føroy-
ar, í samband við at fyrsta
skotið var latið av í Leirvík
hendan dagin..
Vágatunnilin skuldi hava
um 17-18 milliónir til
rakstur og avdráttir um
árið, gjøgnum bummgjald-
ið fyri at svara hvørjum sítt.
Hettar talið er síðani blivið
til 25 milliónir.
So ein vøkstur uppá 7-8
milliónir, mugu vit eisni
rokna við, so umleið 32-33
milliónir skullu fíggjast við
bummgjaldið.
Teir vænta um 720 bilar
um Leirvíks fjør um árið,
262.800 bilar um árið
Men hvat kemur tað so at
kosta.
33
millíónir
skulu
262.800 bilar fíggja, og tað
gevur eitt miðal-tal upp á
251,14 krónur/bil, hettar er
júst sama tal, sum bleiv
álagt Vágafólki at gjalda,
eftir at MVG varð burtur-
tikið, men eftir áheitan frá
vágafólki og strandferðsl-
uni og øðrum, ið hildu seg
vita, at tað fóru at vera
meira enn 350 bilar sum
fóru at gera nýtslu av tunl-
inum, bleiv gjaldið sett
niður á 188 kr.
Tíanverri er einki MVG
at trekkja frá hjá Norð-
oyatunnilinum, so her gerst
einki.
Tó so, ein glotti er, her
vesturi bleiv ferðslan um
Vestmannasund,
øllum
kunnugt meira enn tað
dupulta av tí, sum mett
varð, og harvið kom ein re-
duktión av kostnaðium
uppá
8
kr,
sum
var
kærkomin 1. apríl í 2003,
so vit kunnu jú rokna við at
tað fara at koyra 1440 til
1500 bilar um Leirvíks-
fjørð, so her kann ein av-
sláttur uppá 12 kr, væntast,
og so eru vit niðri á umleið
240 kr fyri eina passagu.
So, ikki tykkum at siga,
tað loysir seg betur at
búgva í Leirvík, um koyrast
skal til Havnar til arbeiðis.
Soleiðis er tað.
240 kr at koyra um Leirvíks-fjørð ella 4.800
kr fyri ein 40 túra kubba um Leirvíksfjørð
C
M
Y
K
11
10