Sosialurinarkiv
Sosialurin 2003-12-23, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 23. desember 2003síða 7

‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

12 Nr. 244 - 23. desember 2003 Nr. 244 - 23. desember 2003 13 Edva Jacobsen Sambandsflokkurin ynskir at skapa tær bestu fortreyt- irnar fyri vinnulívinum í landinum. Teir bestu karm- arnir skulu setast upp, so- leiðis at vinnan kann menna seg á allarbesta hátt. Tað almenna skal ikki reka vinnulív, tí tað eru teir privatu bestir til, um teir fáa loyvi til tess. Landið skal ikki leggja meinbogar í vegin fyri vinnulívinum við avgjøldum og øðrum hindr- ingum, men skal stuðla upp undir. Allar royndir við einari samanblanding millum landskassa og vinnulív eru miseydnaðar og tí skulu vit forða fyri hesum. Spurningurin er so, hvussu skal tað almenna stuðla vinnulívinum? Tað er ein almenn skylda at skipa fyri, at havnaløgini eru so atkomulig sum gjør- ligt, at vegakervið er heilt útbygt, so vinnan kann virka uttan ampa fyri hes- um millum bygdir og oyggjar, soleiðis at flutn- ingskostnaðurin verður so lítil sum møguligt. Eisini er tað ein skylda, at tað almenna veitir eina so góða skúlaskipan sum gjørligt, fyri at vinnulívs- fólkini og starvsfólk teirra hava eina so góða útbúgv- ing sum yvirhøvur møgu- ligt. Uttan eitt vælvirkandi vinnulív verða heldur eing- in vælferð fyri tað sam- felagið og eitt av høvuðs- málunum hjá sambands- flokkinum er at gera góðar karmar fyri vinnuna fyri at kunna hava vælferðina fyri tað føroysa fólki í hásæti. Sambandsflokkurin vil eisini virka fyri, at tað ikki eru bert tey fáu, sum kunnu virka og eiga vinnulívið, men at vit í framtíðini skulu fáa fleiri vinnulívsfólk, sum fáa loyvi at reka vinnuvirksemi, uttan tað almenna blandar seg. Vel vælferð, vel trygg- leika, vel sambandsflokkin. Sambandsflokkurin og vinnulívið VIÐMERKINGAR Dánial Petur Hansen Hóast tann stóri búskapar- ligi vøksturin, sum hevur verið í Føroyum tey sein- astu árini, nú hevur lagt seg, og greið tekin eru um, at tey komandi árini koma at verða slakari búskapar- liga sum heild, so veit Før- oya fólk, at lítil nytta er í at seta seg niður og stúra fyri tíðini sum kemur. Umráð- andi er við skynsemi og treystleika at taka ímóti teimum spennandi avbjóð- ingum, ið eru fyri framm- an. Sjálvstýri Sjálvstýrisflokkurin var ein at teimum trimum heima- stýrisflokkunum, sum 1. apríl í 1948 var við til at geva føroyingum Heima- stýrislógina, og hevur síð- ani innan hesar karmar havt sum stevnu at virka fram ímóti einum sjálvbjargnum Føroyum. Sjálvstýrisflokk- urin er ikki ein loysingar- flokkur, har loysing í sær sjálvum er endamálið. Loysing í sær sjálvum er at meta sum eitt skralltómt hugtak - eitt fullveldishug- tak uttan innihald. Tað er fyrst og fremst mentunarliga Sjálvstýris- flokkurin hevur stríðst fyri Føroyum sum serstakari tjóð. Sjálvstýrisrørslan eig- ur soleiðis sín stóra leiklut í, at vit í dag tosa føroyskt í bæði skúla og kirkju, og at vit kunnu vinda Merkið á stong. Tað at skapa góðar karmar fyri einum fjøl- broyttum og ríkum før- oyskum mentunarlívi, tað verði seg andaliga sum tímiliga, innan bókmentir, list, tónleik, ítrótt, náttúru, samkomur, felagsskapir, v.m. hevur sjálvstýrisflokk- urin altíð sæð sum ein av hornasteinunum, tá tað snýr seg um at menna før- oyska fólkaræði. Menniskjalig vælferð er annað enn ein spurningur um búskap Ásannandi at menniskjalig vælferð er annað enn ein spurningur um búskap, sær Sjálvstýrisflokkurin tað sum eina stóra avbjóðing, framhaldandi at betra og økja um vitanina og tilvit- anina hjá okkum øllum. Hetta er ein av fyritreytun- um fyri einum mennandi og uppbyggjandi samskifti og kjaki, ið eigur at eyðkenna eitt nútímans vælferðar- samfelag. Ein framhaldandi menning av okkara læru- og útbúgvingarskipanum er ein sjálvsagdur partur í hesum sambandi, eins og almennu loftmiðlar okkara, Útvarp Føroya og Sjónvarp Føroya, eiga at fáa ein nógv størri og virknari leiklut í hesi menningini. Hóast ábreiðslurnar mangan hava verið harðar móti Sjálvstýrisflokkinum, tá hesin hevur hildið fast við tað hóvligu sjálvstýris- tilgongdina, vísa meininga- kanningar, at flestu føroy- ingar meira ella minni taka undir við, at yvirtøkur bert eiga at verða framdar stig fyri stig so hvørt haldgott grundarlag er fyri hesum. Einskiljingar afturrinda okkara uttanlandsskuld Heldur enn tey komandi árini at miða fram ímóti fleiri yvirtøkum, eigur at verða roynt at minka um uttanlandsskuld okkara, og harvið sleppa av við tær hundraðtalsmilliónir rentu- útreiðslur á fíggjarlógini, sum árliga tyngja um okk- ara búskaparliga frælsi. Ein av avleiðingunum av tí stóru búskaparkreppuni í nítiárunum varð, at tað almenna gjøgnum grunnar yvirtók stóran part av tí pri- vata virkseminum, ið ikki megnaði at hóra undan. Nevnast kann Føroya Banki, Føroya Fiskavirk- ing, Faroe Seafood og JFK- trol. Talan er her um fyritøkur, ið breið semja er um eiga at verða riknar av tí privata og stýrdar av teim- um fríu marknaðarkreftun- unum og ikki tí almenna. Tað almenna, tað vil siga landið vegna okkum øll somul, átekur sær ein stór- an váða og hevur stór kapitalvirði bundin í hesum fyritøkum. Einskiljing av hesum fyritøkum, saman við fyritøkum sum Føroya Tele, Atlantsflog, v.fl. vildi frígivið hesi kapitalvirði. Kapitalurin sum fæst til vega frá einskiljingum eigur at vera nýttur til at niðurgjalda uttanlands- skuld okkara, og harvið minka munandi um rentu- útreiðslur landskassans. Greiður skilnaður millum alment og privat Rættast er at taka avgerð um hvar kapitalurin sum fæst til vega frá einskiljing- um verður placeraður, áðrenn byrjað verður at ein- skilja, soleiðis at møguligar einskiljingar ikki økja rakstrarútreiðslurnar hjá tí almenna, ella á annan hátt órógva føroyska búskapin skeiva vegin. Ein greiður skilnaður eigur at verða millum al- ment og privat, og nú tann føroyski Virðisbræva- marknaðurin er settur á stovn, eiga vit at byrja uppá at einskilja tær vinnuligu fyritøkurnar hjá landinum. Neyðugt er at fara fram við skynsemi, og vil ein vælvirkandi føroyskur virð- isbrævamarknaður verða við til at tryggja neyðuga gjøgnumskygnið, og at vit øll somul fáa nóg mikið fyri tær vinnuligu fyritøk- urnar hjá landinum. Val í úrtíð Tað, at útskriva val í úrtíð, verður vónandi ikki nakað, sum vit skulu til at venja okkum við. Hesaferð kom fráboðanin um nýval kort- ini ikki heilt óvæntað. Harmiligt er, at okkara kosnu menn og kvinnur fara so illa við hvørjum øðrum, at ongin annar út- vegur er, enn at fáa eina nýggja byrjan. At løgtingsval so brád- liga varð útskrivað, nú jól er í hondum, eigur kortini ikki at órógva okkum um høgtíðina. Jólini er gleðis- høgtíðin, ið savnar okkum øll somul, ætt vinir og kenningar, og vil eg enda við at ynskja tykkum øllum eini gleðilig jól. Spennandi avbjóðingar fyri framman UTTAN ÚR HEIMI Illveður Tað var rættiligt illveður í norðara parti av Týsklandi og syðra parti av Svøríki sunnudagin. Har suðuri í Svøríki legðist nógvur kavi. Harafturat var nógvur vindur, og fleiri bilar fóru út av vegunum, men mansskaði var eingin. Fleiri túsund hús mistu streymin, tí elleiðingar fóru í vindinum Bæði tok- og flogferðslan vórðu darvaðar av veðrinum. Eitt nú noyddist SAS at avlýsa fleiri ferðir. Har norðuri í Týsklandi var so nógvur vindur, at fleiri bilar vórðu tiknir av vegunum, og fleiri elleiðingar fóru. Við Bad Kreuznach doyði eitt smábarn, og fýra onnur fólk fingu skaða í einari ferðsluvanlukku, sum stóðst av tí nógva vindinum. Løgreglan í Hamburg mátti 200 ferðir at hjálpa fólki, sum vóru komin illa fyri í illveðrinum, og fleiri ferjur avlýstu siglignina. 100 færri norsk farmaskip Samstundis sum heimsins handilsflotar hava so nógv at gera sum sjáldan fyrr, vísir eitt yvirlit hjá norska farmaskipafelagnum, at seinastu tvey árini er talið á norskum farmaskipum minkað 16 prosent. Tað merkir, at skipini eru 101 færri í tali nú enn næstseinasta árs- skiftið, skrivar Aftenposten. Minkingin hevur eisini havt við sær, at munandi færri norðmenn sigla við farmaskipum nú enn fyrr. Teir eru ellivu prosent færri nú enn fyri tveimum árum síðani. Útlitini eru heldur ikki tey bestu, tí sambært yvirlitinum hjá reiðarafelagnum er talið á ungfólki við farmaskipun- um minkað heili 21 prosent í hesum sama tíðarskeiðin- um. Tað sæst eisini, at norsku reiðaríini byggja ikki nýggj farmaskip longur í sama mun sum fyrr. Síðani 1998 eru bíleggingarnar minkaðar heili 48 prosent. Formaðurin í norska farmaskipafelagnum, Marianne Lie, sigur við Aftenposten, at politikararnir noyðast at fremja tiltøk, sum kunnu bøta um umstøðurnar at reka farmaskip í Noregi. Stjórnin hevur boðað frá lógar- broytingum í mars. Færri bankarán í Danmark Seinastu árini er talið á bankaránum í Danmark vaksið nógv, men í ár hevur gongdin verið tann øvugta. Undanfarin ár hava ránsmenn rænt millum 210 og 220 bankadeildir um árið í meðal, men higartil í ár er talið 175. Bankarnir hava fingið sær fleiri nýggjar trygd- arskipanir, sum ivaleyst hava hjálpt, og løgreglan ivast ikki í, at tann nógva almenna umrøðan av nýggju trygd- arskipanunum hevur fingið fleiri ránsmenn at setast aftur. Eitt nú veit almenningurin, at í summum banka- deildum eru eingir pengar uttan fyri avgreiðslutíðina. Samstundis hava fleiri bankar broytt nógvar deildir, soleiðis at tær nú bara ráðgeva viðskiftafólkinum. Skalt tú hava pengar, noyðist tú í sjálvtøkuna uttanfyri. Men tað er dýrt at tryggja bankadeildir ímóti ráns- monnum. Í Nordea-bankanum verður sagt, at tað kostar umleið eina hálva millión krónur fyri hvørja deild. Í út- londum er vanligt at hava vápnaðar vaktarmenn í bank- unum, men so langt vilja donsku bankarnir ikki fara. Boykotta val Tann størsti frælslynti andstøðuflokkurin í Russlandi, Jabloko, kunngjørdi um vikuskiftið, at hann fer ikki at taka lut í forsetavalinum, sum verður tann 14. mars. Formaðurin í flokkinum, Grigorij Javlinskij, segði, at soleiðis sum tann politiska støðan í Russlandi er háttað, ber tað ikki til at hava eitt demokratiskt val í landinum, og tí er tað ógjørligt at reka eitt valstríð fyri floksins forsetavalevni. Sostatt hevur Jabloko tikið somu støðu sum ein annar frælslyntur andstøðuflokkur, Høgrasam- gongan, sum heldur ikki fer at taka lut í forsetavalinum. Teir báðir flokkarnir siga í grundgevingunum, at teir almennu russisku fjølmiðlarnir geva Vladimir Putin, forseta so stóran stuðul, at tað ber ikki til hjá nøkrum øðrum valevni at reka valstríð. Teir almennu fjølmiðl- arnir fingu somu ákoyuringina í sambandi við tjóðar- tingsvalið fyrr í hesum mánaðinum. Tá vann stuðulsflokkurin hjá Putin stórsigur. Ein bretsk parla- mentsnevnd sigur í einari niðurstøðu, at landsins tvey ára gamla yvirgangslóg brýtur mannarætt- indini í fleiri førum. MANNARÆTTINDI Árni Joensen fartekst@mail.dk Bretska lógin ímóti yvir- gangi er ov víðgongd og stríðir í fleiri førum ímóti altjóða reglunum um mannarættindi. Tað stað- festir ein nevnd hjá Parla- mentinum, sum seinastu átta mánaðarnar hevur kannað lógina, sum stjórn- in hjá Tony Blair, forsætis- ráðharra setti í gildi á heysti í 2001. Lógin heimilar eitt nú myndugleikunum at halda aftur útlendingum í óásetta tíð, um illgruni er um, at teir hava samband við yvir- gang. Løgregluni nýtist ikki at seta menninar fyri ein dómstól, og hesum finst parlamentsnevndin hvass- liga at. Ístaðin fyri rættar- fund skipar stjórnin fyri einari hoyring í hvørjum einstøkum føri, men hvørki tann tikni ella verji hansara sleppa at taka lut í hoyring- ini. Ein løgfrøðingur, sum stjórnin tilnevnir, umboðar tann tikna í hoyringini, og tað sigur parlamentsnevnd- in ikki vera nøktandi. Nevndin vísir á, at síðani lógin kom í gildi, hava myndugleikarnir tikið 529 fólk, men enn eru bara 77 teirra skuldsettir, og bara sjey hava fingið dóm. Erkabiskuppurin í anglikonsku kirkjuni, Row- an Williams, kom eisini við hvøssum atfinningum at bretsku yvirgangslógini sunnudagin.Við blaðið The Guardian segði hann, at lógin skaðar viðurskiftini millum kristin og muslim- ar. – Lógin ger, at sjálvt heilt hóvligir muslimar kenna seg forfylgdar, segði erka- biskuppurin. Lógirnar ímóti yvirgangi bróta mannarættindini Amerikonsku mynd- ugleikarnir siga seg hava fingið tekin um, at yvirgangsfelags- skapurin al-Qaeda fyrireikar atsókn at amerikonskum mál- um um jólini. YVIRGANGUR Árni Joensen fartekst@mail.dk Um vikuskiftið herdu am- erikonsku myndugleikarnir tilbúgvingina, tí teir bera ótta fyri, at felagsskapurin hjá Osama bin Laden, al- Qaeda, fyrireikar seg til at søkja at einum ella fleiri amerikonksum málum. Ráðharrin fyri innan- lendis trygd, Tom Ridge, segði sunnudagin, at vandi er fyri atsóknum bæði á jól- um og á nýggjárinum, og at talan kann verða um líka oyðandi atsóknir sum tann 11. september í 2001. Á einum tíðindafundi segði ráðharrin, at amerik- anska fregnartænastan hev- ur skrásett fleiri tekin í seinastuni. Hann segði, at víðgongdir felagsskapir sum al-Qaeda hava kanska ongantíð lagt seg so nógv eftir at raka amerikonsk mál sum júst nú. Tað er serliga vandin fyri, at yvirgangsmenninir kunnu nýta flogfør í sínum atsóknum, sum ørkymlar amerikonsku stjórnina. Men vandi er eisini fyri lívfrøðiligum, evnafrøðilig- um og geiðslavirknum álopum. Seinast amerikonsku myndugleikarnir herdu yvirgangstilbúgvingina var í mai, tá sjálvmorðsbumbu- menn sprongdu fleiri bumbur í Saudiarabia og í Marokko. Tær kravdu nógv mannalív. Stúra fyri yvirgangi um jólini Tom Ridge, amerikanskur ráðharri í innanlendis trygd: -Al Qaeda fyrireikar stórálop á amerikonsk mál á jólum og á nýggjárinum C M Y K 13 12 Skráseting Føroya hevur í dag skrásett niðanfyri standandi fráboðan: Skrásetingar-nr. Sp/f 391, Sp/f Demmus, 100 Tórshavn. Viðtøkur broyttar: 11.12.2003. Nýtt Roknskaparár: 01.01.- 31.12. Umleggingarár: 01.02.2003- 31.12.2003. Skráseting Føroya tann 19. desember 2003 Kristin Balle i