týsdagur 23. desember 2003síða 8
‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 244 - 23. desember 2003
15
NØVN Í VIKUNI
Telefon 341800 - Fax 341801 - Fartelefon 216135
e-mail: maggi@sosialurin.fo
Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum rundar
føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t.
Tøkk
Hjartaliga takki eg øllum, sum ringdu og
vitjaðu inn á gólvið føðingardagin og gjørdu
mær dagin minnisríkan.
Eisini takki eg fyri gávur, blómur, fjarrit og
telefonsamrøður.
Gleðilig jól og gott nýggjár.
Alma Matras, Klaksvík
Tøkk
Stóra tøkk til tykkum øll, sum mintust meg
á 85 ára føðingardegnum 8. november.
Ein serstøk tøkk til tykkum, sum komu úr
Danmark og til Elim í Søldarfirði, sum
gjørdu mær dagin ógloymandi.
Ætt, vinum og kenningum verður ynskt eini
gleðilig jól og eitt av Harranum signað
nýggjár.
Gunnleyg Poulsen, Skipanes
Vinum og kenningum verða ynskt eini
gleðilig jól og eitt gott nýggjár. Eisini
ein tøkk til øll tykkara, sum mintust
75 ára dagin 1. november.
Kærar heilsanir
Marna og Jákup Joensen, Eiði
1. mars 2004 tekur Hans
Christian Dam í Havn við
sum stjóri í P/F Fjar-
hitafelagnum, tá núverandi
stjórin, Jóannes Hansen,
leggur frá sær vegna aldur.
Hans Christian er 44 ára
gamal og havnarmaður,
sonur Áslu, f. Djurhuus, av
Nesi í Vági, og Jóhannes
Dam úr Havn, vanliga
nevndur Hannis.
Eftir lokna skúlagongd
fór hann í læru sum bil-
mekanikari hjá P/F Vall-
berg í Havn frá 1977-81.
Eftir tað fór hann á maskin-
meistaraskúla, har hann tók
prógv sum maskinmeistari
í 1983.
Frá 1984-88 læs hann til
maskinverkfrøðing
í
Odense, og frá 1989-91 ar-
beiddi hann sum verk-
frøðingur hjá ráðgevandi
verkfrøðingafelagnum,
Rambøll, í Keypmanna-
havn, har hann serliga ar-
beiddi innan fjarhita.
Í 1991 flutti hann heim
aftur til Føroya og arbeiddi
m.a. sum maskinmeistari
hjá SEV, til hann í 1994
fekk starv sum lærari á
maskindeldini á Tekniska
Skúla í Havn.
Eitt skifti í 1999/2000
arbeiddi hann sum verk-
frøðingur hjá Tórshavnar
Skipasmiðju.
Eftir tað fekk hann starv
sum økisleiðari á Tekniska
Skúla. Síðan oktober 2002
hevur hann arbeitt sum
verkfrøðingur hjá Fjarhita-
felagnum, har hann tekur
við sum stjóri 1. mars kom-
andi ár.
Hans Christian er giftur
við Beintu, f. Rasmussen,
úr Runavík, og tey eiga trý
børn: Ásla, Rósing og
Jóhanna.
Stjórin í Fjarhitafelag-
num hevur um hendi dag-
ligu leiðsluna av felagnum
og skal saman við starvs-
fólkunum skipa fyri nýgerð
og rakstri av felagnum um-
framt dagligu fyrisitingina.
Somuleiðis skal stjórin taka
lut á nevndarfundum og
samstarva við formann
felagsins.
P/F Fjarhitafelagið er
stovnað av Tórshavanar
Kommunu og SEV í 1988.
Endamálið við felagnum er
at veita fjarhita í Tórs-
havnar Kommunu og at
gagnnýta avlopshitan frá
Kommunalu Brennistøðini
á Hjalla og elverkinum á
Sundi. Í løtuni hevur Fjar-
hitafelagið 450 brúkarar
sum fyri tað mesta eru
húsarhald í Hoyvíkshagan-
um. Nettosølan hjá felag-
num er 3,6 milliónir krónur
árliga.
Hans Christian Dam nýggjur stjóri
í Fjarhitafelagnum
Dagurin
23. desember. Tollaksmessa. Dagurin hevur navn
eftir íslendska prestinum Tollaki, sum gjørdist
biskupur í Skálholti. Hann stóð í hørðum stríði við
mætar høvdingar í Íslandi, men eftir deyða hansara í
1193 var tað skjótt, at hann varð mettur mikið
halgimenni. Varð nógv virdur um øll Norðurlond tað
mesta av miðøldini, men tað er serstakliga í Íslandi
og í Føroyum, at tollaksmessa hevur verið hildin.
Halgilutir eftir hann eru í múrinum í Kirkjubø. Ikki
fyrr enn 14. januar í 1985 lýsti pávin Páll II at
verndarhalgimenni Íslands var Tollakur (Sankta
Torlacius).
Dagurin verður nú á døgum mest róptur lítli
jólaaftan.
Ein søgnin sigur, at í katólskari tíð var bønhús í
Gásadali, sum hevði mynd av Tollaki, og hagar komu
fólk úr øllum landinum at biðja til hansara.
Tollaksmessudagur var annars í Føroyum fastur
dagur at stoyta kertu.
Norrønt navn, ið merkir Tórs stríð ella leikur.
Míni fyrstu minni um Herjálv eru
so tætt knýtt at jólahøgtíðini og
nýggjárinum, at eg haldi, at
minningarorðini um hann eiga at
koma nú beint undan jólum. Tí
ongi jól í okkara barnadøgum uttan
Herjálv sum jólamann og gamla-
árskvøld endaði als ikki, um Her-
jálvur ikki kimaði tað nýggja árið
inn.
Tað var eitt sindur ringt at finna
fram til, hvussu jólamansbúnin sá
út í fimti og -seksti árununum. Eg
skrivaði fyrst til Jónu. Hon hevði
nógv minni um Herjálv, men hon
mintist ikki, hvussu hann var ílatin
sum jólamaður:
"Trúgvari sál skalt tú leita leingi
eftir. Mær nýttist ongantíð at biðja
hann sita barnagenta hjá mær, tá
hann arbeiddi her í Havn, hann
møtti trúliga upp hvørt kvøld, tá
frúan skuldi út, um tað so var
sangvenjing, bindiklubb ella okk-
urt triðja. So saknurin var stórur, tá
hann flutti til Sandvíkar at búgva.
Hann var eisini tann fyrsti, sum
meldaði seg til silvurbrúdleypið.
Eg eri so glað um, at tað untist okk-
um at hava hann við. Hann hevur
verið við til alt, sum vit hava havt
líka sjálvskrivaur sum pabba og
systkini". So mong vóru orðini,
men hon mintist ikki búnan hjá
jólamanninum:
"-Royn
Hilde-
bjartu, hon minnist so væl", kom t-
bræv aftur. Eg royndi so Hilde-
bjartu, og jú, tá bar til:
Okkara jólamaður var í koti hjá
Hans Paula hjá Ninna, svørtum
buksum og reyðari húgvu. Hann
hevði ein sekk á bakinum, ein
rættiligan sekk, ikki ein svartan
ruskposa ella ein fagurtlittan úr
BR. Hann var ikki ógvusligur á
nakran hátt, lítil og lítillátin eins og
Herjálvur sjálvur var í veruliga
lívinum.
Sum vit eldust, vistu vit øll, hvør
var í kotinum, men jólini vóru ikki
rættilig jól, hevði jólamaðurin ikki
verið á jólatrænum í dansistovuni
ella í skúlanum.
Soleiðis var eisini á nýggjárin-
um. Nýggja árið kom ikki á rættan
hátt, um vit ikki høvdu verið í
kirkjuni við Herjálvi og kimað. Øll
børnini í bygdini fóru upp á kirkju-
loftið og hugdu at og lýddu á, með-
an Herjálvur kimaði. Tey elstu
sluppu viðhvørt at halda í bandið
eina løtu, men tey yngstu sótu still
og hugdu at, viðhvørt var so trongt,
at øll sluppu ikki upp á loftið, men
so varð bíðað í kirkjuganginum.
Tolni, trúfesti og áhaldni eru tey
orðini, sum best lýsa Herjálv. Tolin
var hann sum fáur, barnavinur
burturav, og trúfesti hansara spegl-
ast kanska best aftur í 40 ára
arbeiði hansara í kirkjuni. Ikki bara
var hann klokkari, hann var eisini
tann, sum vit øll heittu á, um vit
høvdu ørindi av einum hvørjum
slag í kirkjuni.
Mangur útlendingur hevur vitjað
kirkjuna í Sandvík saman við
Herjálvi. Hann visti alt, sum vert
var at vita ikki bara um kirkjuna,
men eisini um bygdina. Søgufróður
maður var Herjálvur, og hann
minstist væl aftur.
Áhaldni
hansara
speglaðist
serliga í arbeiði hansara á bønum til
at grava veitir. Tað liggur eitt stórt
verk eftir hann í bønararbeiði, alt
við hond sum í dag mangan verður
gjørt við maskinu.
Herjálvur var fjórðyngstur av 10
systkjum. Hann var sonur Onnu á
Bønhúsfløtu úr Nesi í Hvalba og
Tummas Thomsen í Kvilt. Sum
ungur arbeiddi Herjálvur á kolin-
um, og eisini var hann í Íslandi eina
tíð. Síðan arbeiddi hann í Havn hjá
Finn í Puntabyrgi í eitt áramál, til
hann kom aftur til heimbygdina, og
tá arbeiddi hann á flakavirkinum í
Hvalba.
At Herjálvur var barnavinur
hevði hann ikki frá fremmandum.
Eg minnst sera væl, hvussu tolin
Anna var, tá ið vit komu niðan á
støðina at ringja onkustaðni. Tað
kundi verða trupult at fáa samband
við rætta viðkomandi og ofta skuldi
hon sita í tímar, áðrenn tað eydn-
aðist, men hon ótolnaðist ikki.
Ímeðan sótu vit í køkini og bíðaðu
- á bonkinum beint innanfyri
hurðina.
Herjálvur búði framvegis í
barnaheiminum í Kviltini, og løgið
er at koma fram við í dag, tí Her-
jálvur var altíð at síggja uttan fyri
húsini, altíð gjørdi hann okkurt,
men altíð hevði hann tíð at tosa.
Tað tynnist í bygdini, og saknurin
eftir Herjálv merkist í hvørjum
húsi, tí hann var ein fastur partur av
bygdarmyndini.
Leygarkvøldið
fyri, at hann fór til gravar gekk eg
fram við kirkjuni. Tað var ljós inni,
og eg sá høvdið á Herjálvi upp fyri
vindeygað. Hann setti sálma-
numrini upp. Tað kendist heimligt
og gott, og sum tað átti at vera.
Lítið vardi meg tá, at vikuna eftir
skuldi hann standa undir børu á
sama kirkjugólvi, hann so trúliga
tráddi øll hesi mongu árini. Tómligt
verður í kirkjuni á jólum.
Við hesum fáu orum lýsi eg frið
yvir
minninum
um
Herjálv
Thomsen.
Rannveig
Hvussu var jólamaðurin ílatin, tá ið vit vóru børn?
Minningarorð um Herjálv Thomsen, Sandvík
15
14
Nr. 244 - 23. desember 2003
NØVN Í VIKUNI
Telefon 341800 - Fax 341801 - Fartelefon 216135
e-mail: maggi@sosialurin.fo
Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum rundir
føðingardagar, brúðleypsdagar, starvssetanir og -dagar.
Leygardagin 27. desembur
kunnu hjúnini, Kitty og
Poul Poulsen í Klaksvík,
halda diamantbrúdleyp.
Kitty er ættað av Sela-
trað, dóttir Óla á Trøðni og
Elsu, sum var úr Búðunum
í Klakksvík. Tey fingu 10
børn, har fleiri vóru tøtt og
eisini fingur tey tvinnar
tvíburðar. Kitty, sum er
tvíburðasystir Jancy, kom
sum smágenta til Klaks-
víkar og vaks upp í Búðun-
um hjá Fridu mostir síni og
Valdemar í Brekkuni.
Poul Poulsen, Pollaba, er
sonur Poul Poulsen, vanliga
róptur Pollurin á Dungan-
um. Kona hansara var
Marin Malena í Toft. Tey
fingu 4 børn: Lena, Jógvan,
Poul, Karla og Ami. Av
teimum er Pollaba hin ein-
asti, sum livir eftir.
Pollaba hevur sum so
mangur
klakksvíkingar
havt starv á sjónum alt sítt
lív. Hannn byrjaði sum
smádrongur at rógva út við
pápa sínum, og fór til skips
við slupp við snøri, sum
dreingir tá.
Í hansara tí á sjónum
vóru ikki tær avmarkingar,
sum eru í dag. Hann hevur
roynt nógvar veiðihættir,
snøri, línu, gørn, snellu og
trol og roynt fiskileiðirnar
við Føroyar, Ísland, Grøn-
land, Norðsjónum, Sval-
bard, Bjarnoynna og eystur
í Hvítahavið.
Hann hevur eisini siglt
við íslendskum trolara og
enskum ísfiskatrolarum um
vetrarnar, eins og norskum
línuskipum til saltfisk und-
ir Grønland og arbeitt á
landi í Íslandi.
Tey seinastu árini á sjó-
num, sigldi hann við vakt-
arskipi við boripallar í
Norðsjónum og sum kokk-
ur við føroyskum farma-
skipi, áðrenn hann legðist
uppá land. Han arbeiddi á
flakavirki stutta tíð, áðrenn
hann gavst.
Kitty og Pollaba fingu 4
børn, Páll, Elsu, Fridu og
Marin Malenu, sum øll eru
gift. Tey eiga 16 ommubørn
og eisini 16 langommu-
børn. Kitty var heimagang-
andi, meðan børnini vóru
smá, men tá tey gjørdist
størri, vaskaði hon fisk á
Norðborg.
Tá børnini vóru vaksin
fór hon at arbeiða á flaka-
virkinum á Kósini og gekk
hvønn
arbeiðsdag
av
Bumshamri yvir á Kósina.
Hon arbeiddi á Kósavirkin-
um í 27 ár, har hon tey
flestu árini røkti álitisstørv.
Hon gavst á Kósini í
kreppuárunum,
70
ára
gomul.
Kitty og Pollaba komu
bæði sum ung til trúgv á
Harran, og hava havt sína
føstu gongd í Betesda.
Kitty hevur í nógv ár eisini
hjálpt við summarlegunum,
fyrst norðuri við Áir og
seinni vesturi í Zarepta.
Heilsan og minnið hjá
Pollaba eru farin at bila,
men enn er vitnisburðurin
um Jesus líka greiður, sum
tá hann á ungum árum kom
til trúgv.
Diamantsbrúdleypsdagur
in verður hildin í heimi
teirra á Stokksoyravegi, har
familja, vinir og kenningar
eru vælkomin at støkka inn
á gólvið frá kl.15.
27. desember kunnu hjún-
ini,
Jancy
og
Jákup
Biskopstø Klaksvík, halda
diamantbrúdleyp.
Jancy er ættað av Sela-
trað, dóttir Elsu og Óla
Petersen á Trøðni.
Elsa var ættað úr Búðun-
um í Klaksvík og giftist Óla
av Selatrað; tey fingu 10
børn.
Joen Jacob Biskopstø er
ættaður úr Klaksvík, sonur
Thominu, ættað av Syðra-
dali
á
Kalsoynni,
og
Napoleon
Biskopstø
í
Klaksvík.
Jancy og Jakku eiga 4
børn Óli er giftur við
Katrin Purkhús úr Kunoy,
tey eiga 3 børn. Elsa er gift
við Oliver Joensen úr
Klaksvík,
tey
eiga
4 børn. Jórun er gift við
Kristian
Andreasen
úr
Klaksvík, tey eiga 4 børn.
Hallur er giftur við Lis-
beth Østerø úr Klaksvík,
tey eiga 1 barn. Lang-
ommu- og abbabørnini eru
8 í tali.
So at siga alt sítt lív
hevur Jakku starvast á
sjónum. Sín fyrsta túr fór
hann bert 13 ára gamal, og
er enn av og á við Jákup B,
har hann loysir av sum
maskinmeistari.
Jancy hevur fyri tað
mesta verið heima, men eitt
skifti starvaðist hon í tógv-
búðini, Búnanum, og í
matvøruhandlinum
hjá
Kristian Hvidbro.
Tey búgva enn í heimi
sínum á Bumshamri, har
tað altíð er serstakliga hug-
farsligt at koma á gátt. Øll
árini hava tey havt sína
trúføstu gongd í samkom-
uni í Betesda.
Jancy er tvíburðasystir
Kitty, sum eisini kann halda
diamantbrúdleyp sama dag.
Diamantbrúdleypsdagur-
in hjá Jancy og Jakku,
verður hildin saman við
børnunum á Rygsvegi 3 í
Klaksvík.
Mánadagin 29 desembur
kunnu hjúnini, Poula og
Magnus Ennistíg Klaksvík,
halda gullbrúdleyp.
Poula er ættað úr Norð-
depli, dóttur Oluffu og Jó-
hannes Jákup Fredriksen.
Hon er næstelst av 3 systkj-
um.
Magnus er ættaður úr
Kunoy, sonur Súsonnu og
SivertFredriksen, og er
næstelstur av 6 systkjum.
Undir
krígnum
flutti
Magnus saman við familj-
uni til Klaksvíkar at búgva.
Torført at fáa byggitilfar, so
húsini í Kunoy blivu tikin
niður, og flutt inn til Klaks-
víkar, har tey blivu sett upp
aftur úti á Bumshamri.
Magnus starvaðist fyrstu
tíðina sum krambakallur í
handlinum hjá Jens Clæ-
munti Iskasen í Klaksvíks-
garðinum.
Seinni fór hann í læru á
Klaksvíkar sleipistøð, har
hann starvaðist í mong ár.
Eisini starvaðist hann eina
tíð á blikksmiðuni hjá Kjøl-
bro. Eini 2 ár var hann við
nótabátið, og eisini var han
við til at gerða baðar tunl-
arnar norður um fjall.
Í mong ár starvaðist han
hjá Klaksvíkar kommunu,
fyrst við vatnverkið og
seinni
við
Klaksvíkar
Havn, til han gavst fyri
aldur.
Poula kom ung til Klaks-
víkar og fór sum so mangar
ungar gentur tá, í húsplass
og út at tæna, og eitt skifti
starvaðist hon á Hermetik
fabrikkini.
Síðani tey giftust í 1953,
hevur Poula verið heima-
arbeiðandi.
Poula og Magnus hava
havt eitt fast støði í sam-
komuni í Betesda, har tey
bæði sum ung vóru í
kórinum. Magnus hevur í
mong ár verið við til at
hildið møtir á Klaksvíkar
sjúkrahúsi.
Poula og Magnus eiga 5
børn. Trøndur býr í Havn,
Dánjal í Klaksvík, Jákup
Oluf í Danmark, Súsanna í
Lopra og Jonitha er búsit-
andi í Havn.
Tey eiga 10 ommu- og
abbabørn og 1 langommu-
og langabbabarn
Vit ynskja teimum hjárta-
liga tillukku við degnum.
Gullbrúdleypsdagin
halda tey í heimi sínum á
Bumshamri í Klaksvík.
Kitty og Pollaba diamantbrúdleyp
Jancy og Jakku diamantbrúdleyp
Poula og Magnus Ennistíg gullbrúdleyp
Bárður Jákupsson
60 ár
Í dag, Tollaksmessudag 23.
desember, fyllir Bárður
Jákupsson, listamaður, í
Hoyvík 60 ár. Í hesum sam-
andi lat ein málningafram-
sýning upp 22. november í
ár, ið er størsta stakfram-
sýning sum hevur verið í
Listaskálanum. Í sambandi
við føðingardagin kom eis-
ini bókin "Bárður Jákups-
son det vertikale landskab".
Vit
hava
meira
um
Bárður Jákupsson í næsta
blað.
Aksel Hansen
80 ár
Leygardagin 20. desember
fylti ein av okkara fremstu
vinnulívsmonnum, Aksel
Hansen í Havn, 80 ár.
Hendan dagin nýttu vinir
og kenningar høvið at
heilsa upp á føðingardags-
barnið.
Vit hava meira um Aksel
Hansen í næsta blað.
Her eru javnaldrarnir Sverri
Trónd Hansen og Aksel
Hansen
Mynd: Jan Müller
C
M
Y
K
14