Sosialurinarkiv
Sosialurin 2003-12-23, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 23. desember 2003síða 9

‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

16 Nr. 244 - 23. desember 2003 Nr. 244 - 23. desember 2003 17 29. desember verða tær báðar systrarnar, Súsanna Poulsen og Vina Mørk (føddar Joensen), 80 ár. Sanna og Vina, sum tær oftast verða nevndar, eru døtrar hjá Mikkjal og Súsonnu í Gortrastovu í Nólsoy, og sum navnið bendir á, so var Gortrastova í lonunum í Nólsoy barn- dómsheimið hjá teimum báðum. Sum vera man, tá talan er um tvíburar, so hildu tær báðar nógv saman upp gjøgnum barndómsárini, og tó at lívið síðani leiddi tær báðar í egnar leiðir, so hev- ur sambandið altíð verið tætt. Vina flutti á ungum árum til Havnar, har hon fór at tæna hjá Carl á Lag. Bæði sum genta í húsinum, og sum krambagenta í handl- inum. Her hitti hon Mortan Mørk, sum um tað mundi starvaðist í Landshandlin- um. Tey bæði giftust tann 28. august í 1943, og í øllum førum í B36 munnu nógv kennast við hetta brúdleypið. Mortan var ein av stovnarunum av árstals- felagnum í Havn, og fyrsta steypið hjá B36 kom til høldar dagin eftir brúd- leypið. Sum vera man, so komu leikararnir í brúðar- hús, og soleiðis endaði fyrsta steypið hjá B36 í brúðarsongini hjá teimum báðum. Tey bæði settu annars búgv í Hornabø, og fingu tey fýra børn. Magdalenu, Mikkjal, Jógvan Martin og Mortan, sum øll eru búsitandi í Havn. Mortan, sum fyri nógv mundi vera ein býarmynd í Havn, doyði í 1994. Frá tí at hon var gift, hevði Vina aloftast úr at gera við at halda heimið í Hørnabø, men miðskeiðis í seksti-árunum fór hon í starv sum náttarvakt á hvíldarheiminum, Naina. Her starvaðist hon í gott og væl 20 ár, og øll hesi árini var hon fastur fúsur millum morgungestirnar í svimji- hylinum, áðrenn hon spák- aði sær heim í Hornabø. Sanna kom á ungum árum saman við Tórálvi Poulsen (doyði í 1981) í Nólsoy, sum búi í somu lonini í Nólsoy, og tí gekk hennara leið ikki til Havnar á sama hátt sum hjá systr- ini. Tey bæði giftust undir krígnum, og eins og hjá systrini, so gjørdist talan eisini um fýra børn hjá Sannu, og sjálvsagt skuldi talan her eisini vera um tríggjar dreingir og eina systir. Av hesum er Jens tann einasti, sum enn býr í Nólsoy. Hans (doyði í 2002) búði í nógv ár í Hirtshals, meðan tey bæði yngstu, Jórun og Jørgin, bæði eru búsitandi í Havn. Sum nevnt, so hevur sambandið altíð verið sera tætt millum tær báðar. Seinnu árini hevur Sanna ofta hjálpt til við at halda húsini heima í Hornabø, og tó at neistar onkra tíð kunnu standa frá, tá tær eru ósamdar, so blíðkast tær altíð so hvørt. Líkar, sum tær eru, man tað eisini oftani vera komið fyri, at fólk ikki hava kent mun á teimum báðum, og søgurnar, sum tær hava fortalt um hetta, eru ikki so heilt fáar í tali. Børn, ommubørn og nú eisini langommubørn hava tó altíð verið tað, sum hevur staðið fremst í hug- anum hjá teimum báðum. Fittar í hondunum, sum tær eru, er eitt ótal av klædna- pløggum eisini smoygt upp á kroppin á eftirkomar- unum, sum soleiðis onga- ntíð hava nýtst at óttast nakran kaldan vetur. Runda dagin halda tær báðar á Hotel Føroyum saman við børnum, ommu- og langommubørnum. Seinni um dagin, millum kl. 16 og 18, verður eisini høvi hjá øðrum at koma at heilsa upp á tær báðar frúurnar. 4 N . 124 3. ma s 2003 NØVN Í VIKUNI Telefon 341800 - Fax 341801 - Fartelefon 216135 e-mail: maggi@sosialurin.fo Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum rundir føðingardagar, brúðleypsdagar, starvssetanir og -dagar. Tøkk Hjartaliga takka vit øllum, sum sýndu samkenslu og hjálpsemi, tá ið góði maður mín, pápi, verfaðir, abbi, langabbi og bróðir okkara John Thomsen Klaksvík, ættaður úr Porkeri andaðist og varð jarðaður. Hjartans tøkk øll, ið fylgdu, og takk fyri góð orð og góðan sang. Takk fyri blómur, kransar, heilsanir og gávur til Parkinsonfelagið. Gleðilig jól og eitt signað nýggjár ynskja vit øllum. Jonhild Anna, Kára og Tove við familju Tøkk Hjartaliga takka vit øllum, sum mintust okkara kæru mammu, vermammu, ommu og langommu Petronellu Christine Lamhauge Toftir tá hon andaðist og fór til gravar. Tøkk fái tit í kapellinum, á landssjúkrahúsinum og heimasjúkrasystrarnar. Tøkk fái Martin Restorff Jacobsen, prestur, kirkjutænarar og gravari, berarar, sangarar, Havnarkórið og Johannes fyri nemandi sang og tøkk fái tit, ið bakaðu, skipaðu fyri ervinum og á annan hátt hjálptu til. Heimarøktini takka vit fyri tað, tit vóru fyri mammu. Vegna familjuna Jóhanna, Nicolina, Lousa og Sámal Tvíburar fylla 80 Eirikur Justinussen 80 ár Mánadagin 29. desember fyllir Eirikur Justinussen í Leirvík 80 ár. Eirikur er leirvíkingur, sonur Elsupu Johannesen, ættað úr Lamba, og Tummas Justinussen úr Leirvík. Hann tók skiparaprógv á ungum árum og átti tvey skip - Útegg og Høvnina. Eirikur hevur mangan bátin ført, eisini onkra av teimum gomlu sluppunum sum t.d. Esther og Sæborg. Øll hansara bestu ár førdi hann bátar hjá Kjølbro, sála. Hann førdi Eystnes í nógv ár, tá so stál-línu- skipini komu, bleiv tað hansara lutur at føra Klakk, sum enn er í fiskiflotanum. Tey seinnu árini var hann havnafuti við Leirvíkar havn, og røkti hann hetta starv til hann fór frá vegna aldur. Eirikur hevur altíð havt áhuga fyri føroyskum sjálv- stýrispolitikki. Hann sat eisini í bygdaráðnum í Leirvík eitt tíðarskeið. Hann hevur gingið nógv upp í talv, hevur verið uttanlandaferðir við talv- sambandinum í Svøríki og Íslandi og enntá komin heim aftur við steypi. Hann hevur góðar tónleikagávur, kann spæla upp á eitthvørt instrument, harmoniku, klaver, og ikki at gloyma hansara góðu gomlu mandolin, sum hann spælir upp á hvønn einasta dag. Viðhvørt undirheldur hann eisini í eldrafelagnum "Fjallið" í Leirvík. Eisini hevur Eirikur skrivað nógv lesarabrøv um sjólívið og politikk. Í 1997 gav hann út bókling um streymviðurskifti í Leir- víksfirði og Kallsoyarfirði. Eirikur giftist við Hannu, f. Clementsen, ættað av Sandi. Tey fingu nýggju børn, har átta eru á lívi, eitt býr í Danmark, eitt í Suður- afrika, og restin í Føroyum. Føðingardagin heldur Eirikur saman við børnum og systkjum sínum. Mong munnu tey vera, sum hava ilt við at skilja munin millum Sannu og Vinu. Her eru tær báðar avmyndaðar á fermingardegnum Elektrikarar prógv í Klaksvík Fríggjadagin 19. desember fingu fimm elektrikarar prógv á Tekniska Skúla í Klaksvík. Teir vóru: f.v. Johannes Alfred Mortensen, Klaksvík, lærupláss: El-Inn í Klaksvík, Mikkjal Dam, Kollafjørður, lærupláss: ID-EL í Kollafirði, Karsten Joensen, Klaksvík, lærupláss: Sigurd Syderbø í Klaksvík, Asbjørn Borðoy, Fuglafjørður, lærupláss: P/F JT-Electric á Kambsdali, og Niels Biskopstø, Klaksvík, lærupláss: P/F JT-Electric á Kambsdali. Hetta er fyrstu ferð síðan 1992 at elektrikarar hava tikið prógv á Tekniska Skúla í Klaksvík Stjórin í Bergfrost ásannar, at nýggju partaeigararnir bera góðar møguleikar fyri øktum virksemi við sær, men hann undir- strikar samstundis, at teir skulu vera kapp- ingarførir, um teir skulu fáa meiri virksemi FRYSTIMIÐDEPUL Jóannes Hansen Eftir at frystigoymslan Bergfrost í Fuglafirði hevur grulvað og havt eitt sindur ilt við at koma upp at standa tey fyrstu átta árini, bendir nógv nú á, at teir rættuliga ætla sær til gongu. Í løtuni verður 600 fer- metra høll bygd við kai- kantin norðanfyri Havsbrún og út fyri, har Bergfrost hevur frystitunnlar inni í fjallinum. Umframt til um- siting skal høllin brúkast til skiljing av fiski. Í næstum verður ein bip støð eisini knýtt afturat Bergfrost. Bip stendur fyri Border inspection point. Í hesum liggur, at talan er um støð, sum er marknaðar- eftirlit fyri triðja lands vør- ur, sum eru á veg til ES marknaðin. Tað kann í hesum førinum merkja fiskavørur úr eitt nú Kanada, Grønlandi, Íslandi og ikki minst úr Russlandi. Eigararnar Í vikuskiftinum visti Út- varp Føroya at siga frá íslendskum keldum, at íslendingar hava keypt seg inn í Bergfrost. Hetta er rætt, men bara partvís. Søgan er tann, at tað er Framherji á Toftum, sum hevur keypt 42 prosent av partapeninginum í Berg- frost. Framherji hevur tveir partaeigarar. Anfinn Olsen, sum er stjóri í felagnum, eigur tveir triðingar, og íslendska felagið Samherji eigur ein triðing. Framherji hevur keypt partabrøvini, sum Fram- taksgrunnurin higartil hevur átt í partafelagnum Bergfrost. Í viðtøkunum hjá Framtaksgrunninum stendur, at felagið skal selja, tá ið tað verður mett, at virksemið er burðardygt, og tá ið søluprísurin er, sum hann skal vera. Framtaks- grunnurin hevur í fleiri um- førum sett pengar í Berg- frost. Tað síðsta, sum teir settu í, hava teir fingið pari kurs fyri, meðan teir hava fingið lægri kurs fyri tað, sum teir áður hava sett í. Umframt Framherja er hin stóri partaeigarin í Bergfrost partafelagið Horisont í Fuglafirði. Høv- uðseigararnir í hesum fe- lagnum eru Skipafelagið Føroyar, Klement Petersen á Glyvrum, SV transport í Fuglafirði og Vónin í Fuglafirði. Síðstu tíggju prosentini í Bergfrost eiga Havsbrún, Skipafelagið Føroyar og Klement Peter- sen. Nýggju møguleikarnir Anfinn Olsen, stjóri í Framherja, sigur, at teir hava keypt seg inn í Bergf- rost, tí teir halda seg síggja góðar møguleikar í saman- renningini millum frysti- goymsluna í Fuglafirði og virksemið, sum Framherji, sum eigur flakatrolaran Akraberg og nótabátin Høgaberg, og Samherji eru uppií. – Umframt í uppisjóvar- fiskiskapi – eitt nú sild og svartkjafti – eigur Samherji rækjuverksmiðju á Akur- eyri. Íslendingar meta Før- oyar vera áhugaverdari sum upp– og umskipingarstað í sambandi við europeiska marknaðin enn Ísland er tað. Eitt er, at tíðin til marknaðin er styttri. Ikki minst til eystureuropeiska marknaðin, sum nýtir Rotterdam sum móttøku- stað. Tað hevur rættuliga stóran týdning. Eitt annað er, at oljan er bíligari í Før- oyum, enn hon er tað í Íslandi. Tað hevur eisini rættuliga stóran týdning, sigur Anfinn Olsen, stjóri í Framherja. Mugu vera bestir Janus Rasmussen er stjóri í Bergfrost. Hann sigur, at virksemið í felagnum hevur verið størri í hesum árinum, enn tað hevur verið undan- farnu árini. Hann dugir væl at síggja møguleikarnar, sum nýggju partaeigararnir kunnu veita felagnum. Men hann roknar ikki við, at teir fara at geva Bergfrost økt virksemi, uttan at Bergfrost verður ført fyri at veita tæn- astur sum eru eins góðar og bíligar, sum kappingarneyt- arnir kunnu veita. – Tað má altíð vera mál- ið. Eingin fer at leggja virk- semi á einum staði, sum ikki er ført fyri at veita tæn- astur sum í dygd og kostn- aði eru á hædd við tær hjá kappingarneytunum. So- leiðis eigur tað at vera, og soleiðis fer tað eisini at verða. Vit fara at gera alt, sum vit eru førir fyri, fyri at fáa lut í møguleikunum, ið nú tykjast liggja opnir fyri okkum, sigur Janus Ras- mussen. Nýggju partaeigararnir hava longu lagt fyrstu last- ina upp til Bergfrost. Talan er um 1620 tons av sild, sum eru veidd undir Ís- landi, og sum Green Snow frystiskipið hevur verið á Fuglafirði við. Framherji sær góðar møguleikar í Bergfrost Framherji hevur keypt partabrøvini, sum Framtaksgrunnurin higartil hevur átt í partafelagnum Bergfrost. Í viðtøkunum hjá Framtaksgrunninum stendur, at felagið skal selja, tá ið tað verður mett, at virksemið er burðardygt, og tá ið søluprísurin er, sum hann skal vera Anfinn Olsen, stjóri í Framherja, sum nú eigur 2/3 av Bergfrosti í Fuglafirði C M Y K 17 16