Sosialurinarkiv
Sosialurin 2003-12-23, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 23. desember 2003síða 10

‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

18 Nr. 244 - 23. desember 2003 Nr. 244 - 23. desember 2003 19 Fýrverk, perur, jóla- blussum, Ågot og ein stór mannamúgva, sum stóð í øllum kuldanum á kaiini og tók í móti vóru karm- arnir, tá jólaskipið kom til Klaksvíkar sunnukvøldið JÓLASKIP Solby A. Eliasen solby@sosialurin.fo Klaksvík: Klokkan var ikki farin av átta, tá fleiri neyðrakettir sóust á luftini og fólk byrjaðu at savnast á kaiini. Hornorkestrið spældi jólaløg, og alla- staðni gingu børn og vaksin í kavadraktum. »Gleðilig jól, øll somul«, róptu jólamenninir. Jólaskipið sigldi einar tvær ferðir runt á vágni, áðrenn tað legði at. Og hug- takandi var sjónin í myrkr- inum. Børnini fingu høvi at heilsa uppá jólamenninar, tá teir komu á land og gingu yvir til brandbilin, sum stóð og bíðaði at koyra jóla- menninar niðan á fót- bóltsvøllin. Øll manna- múgvan gekk so aftaná í skrúðgongu, meðan limir úr hornorkestrinum spældu. Kavi og jólamenn Á vøllinum var ein pallur settur upp. Børnini runnu runt og spældu sær í kavan- um, meðan Rannvá Lützen og kvartettin í Betesda stóðu fyri tónleikinum á vøllinum. Steinbjørn Ja- cobsen, borgarstjóri helt eina stutta røðu, og síðani slapp ein av jólamonnunum til orðanna. Hann fekk øll at syngja tvey jólaløg, og síðani gjørdi hann sítt aftur- vendandi kynstur. Nevni- liga at leypa upp um allar hinar jólamenninar, meðan teir lógu á vøllinum. Í fjør miseydnaðist hetta, tí hann datt og breyt beinið, og sjúkrabilurin mátti koma eftir honum. Hann lovaði, at hetta ikki skuldi henda aftur, men tað lyftið megn- aði hann ikki at halda. Hann datt í tí hann leyp um tann seinasta, og aftur mátti boð sendast eftir sjúkra- bilinum. Í ár var tað tó ikki so álvarsligt, so jólamaður- in endaði ikki á sjúkrahús- inum. So var tiltakið komið at enda, og børnini fingu ein pakka hvør heim við. Í góðum hýri og allarhelst nakað køld fóru øll heim. Fríggjakvøldið 19. desember verður eitt kvøld, sum 25 ára gamla Anna Mohr úr Klaksvík seint fer at gloyma. Tá gjørdist hon hepni vinnarin av 250.000 skattafrí- um krónum í Gekk- inum. Hon hevur ikki gjørt av, hvat hon fer at brúka teir til, men hon sigur, at hetta er tann størsta jóla-gáv- an, sum hon nakran- tíð hevur fingið SAMRØÐA Solby A. Eliasen solby@sosialurin.fo Klaksvík: – Eg ýldi av gleði, simpulten, sigur ein ovurfegin Anna Mohr, tá Sosialurin hittir hana til eitt prát, beint áðrenn hon skal til Havnar at avheinta stóra kekkin. – Eg havi júst tosað við sjónvarpi, og nú trúgvi eg, at tað verulige eri eg, sum havi vunnið pengarnar, sig- ur hon. Hóast hon hevur hugt fleiri ferðir at seðlanum og onnur við henni, og tað ongin ivi var um, at tað var tað rætta talið, sum stóð á hennara seðla, so hevur hon kortini ikki fingið seg til at trúgva tí, fyrr enn hon hevði tosað við sjónvarpi. Og mánamorgunin mundi Anna Mohr vera ein av teimum allarfyrstu í landin- um, sum ringdi til sjón- varpið. Og jú, rætt var. Hon hevur vunnið tær 250.000 krónurnar, sum var eyka- vinningur. Goym seðilin Anna Mohr keypti sær tveir Gekkaseðlar til Gekka- spælið fríggjakvøldið 24. oktober. Hon og hinar í bindiklubbanum høvdu gjørt av, at tær skuldu fara at spæla Gekk. – Eg spæli annars ong- antíð Gekk, havi kanska spælt einar fimm til tíggju ferðir, síðani hann byrjaði, sigur Anna. Hinar søgdu við hana, at hon mátti goyma seðilin, tí ein eykavinningur var fram til jóla upp á 250.000 krón- ur. Anna goymdi so seðilin, men gav sær ikki serliga nógv far um tað. Ei heldur hevur hon spælt síðani. – Tað er faktiskt heppið, at eg havi goymt hann, tí eg havi ongantíð hugsað, at eg yvirhøvur kundi verða so heppin at vinna so nógvar pengar, so eg kundi líka so væl havt tveitt hann burtur, sigur hon og andlitsbráið avdúkar, hvat hon hugsar. Eg havi vunnið Anna sat ikki og spældi Gekk seinasta fríggjakvøld, tá eykavinningurin var drigin. Hon sá Gekkin mest sum av tilvild. Hon sat heima hjá mammu síni, tá talið kom á skíggjan. Tá kom hon at hugsa um, at hon átti tveir seðlar heima. Hon hugsaði, at hon átti at farið at hugt, men so tímdi hon ikki, tí hon hevði helst ikki vunnið kortini. So fór hon nøkur ørindi og gloymdi alt um seðilin. Seinni um kvøldið kom hon aftur at hugsa um hann. Og hesuferð koyrdi hon beint heim at hyggja. – Eg dugi illa at greiða frá, hvussu eg hevði tað, tá eg sá tølini, sigur Anna. Hon mintist talið á skíggj- anum uttanat, og so visti hon, at hon hevði vunnið. Við fastnet telefonini ringdi hon til mammu sína og við fartelefonini til systur sína, og so stóð hon og rópti í bæði hornini, at hon helt, at hon hevði vunnið 250.000 krónur í Gekkinum. Systur hennara bað hana líka taka tað róligt, og so hugdi hon inn á tekstvarpi, og so søgdu tær báðar talið í senn, og so varð tað enn einferð staðfest, at Anna hevði vunnið. – Eg var einsamøll heima, og tað var so rotið, at eg byrjaði bara at ringja runt til fólk og siga, hvussu heppin eg var, sigur Anna. Undarlig kensla Anna, sum er í læru í Telebúðini, sigur, at tað er ein sera undarlig kensla soleiðis brádliga at gerast 250.000 krónur ríkari. Hon dugir illa at seta orð á, men andlitið og gleðin, sum lýsir av henni, siga alt. Anna hevur ikki gjørt av, hvat hon skal nýta pengarnar til. Hon fer at seta teir á bók fyrst. – Tað einasta, sum eg beint nú kundið hugsað mær at nýtt ein part av pengunum til, er at farið á ein listarskúla, sigur Anna, sum hevur málningalist sum frítíðarítriv. Hon hevur selt onkrar málningar og skal hava onkra listarfram- sýning í nærmastu framtíð. – Fyrst fari eg bara nú til Havnar við seðlanum og eftir kekkinum, og so fari eg at njóta jólini, sigur Anna Mohr, sum av sonn- um fekk eina avbera stóra jólagávu í ár. Stór jólagáva Jólaskipið kom til Klaksvíkar 25 ára gamla Anna Mohr við Gekka seðlanum, sum gjørdi hana 250.000 krónur ríkari. – Eg trúði tí ikki, fyrr enn eg hevði tosað við sjónvarpi, sigur hon Sunnukvøldið um áttatíðina kom jólaskipið til Klaksvíkar. Sum vanligt var ein stór mannamúgva savnað á kaiini at taka ímóti, og nógv fýrverk varð eisini sent Stóra jólakappingin í Sosialinum: 600 børn og ung svaraðu um Bíbliuna Beinta Andreasen úr Havn gjørdist hepni vinnarin av Íslands- ferð í kappingini "Hvussu væl kennir tú Bíbliuna?" JÓLAKAPPING Í SOSIALINUM Jólakappingin hjá Sosialin- um fyri børn og ung undir heitinum "Hvussu væl kennir tú Bíbliuna?" varð sera væl móttikin. Ikki færri enn 600 børn og ung svaraðu spurningunum um mangt og hvat í Gamla og Nýggja Testamenti. Fýra vinningar vóru. 1. vinning- ur, sum er ein vikuskiftis- ferð fyri tvey til Íslands við Atlantic Airways vann Beinta Andreasen, Tjarnar- deild 13, Tórshavn. 2. Vinningin, sum er bókin "Menniskjusonurin" vann Geir Mohr, Fuglafjørður. 3. vinningin, sum er bókin "Bíblian í orðum og mynd- um" vann Teitur Hvidbro, Heygsgerði 4, Tórshavn og 4. vinningin, sum er bókin "Barnabíblia" vann Fríði av Vollanum, á Gørðum 1, Kaldbak. Vit ynskja vinnarunum tillukku og takka annars øllum, sum hava verið við í hesi spennandi og áhuga- verdu kappingini, fyri áhugan. Eisini takka vit stigtakaranum til kapping- ina, Maud Heinesen fyri at hava funnið uppá og lagt kappingina til rættis. Øllum ynskja vit eisini eini gleðilig jól. Allir spurningar og svar- ini verða prentað í einum av fyrstu bløðunum í komandi ár. Jens Pauli Ji Davidsen, 2 ár, ommusonur Maud Heinesen, sum stóð fyri jólakappingini hjá Sosiainum, dregur hepnu vinnararnar C M Y K 19 18