týsdagur 23. desember 2003síða 11
‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
20
Nr. 244 - 23. desember 2003
Nr. 244 - 23. desember 2003
21
koma víðari. Vit góvu ikki
upp. So deyðin var ikki í
myndini tá.
Giftust á sjúkra-
húsinum
Charlotte var til geislavið-
gerðir nakrar ferðir, áðrenn
hon fór undir kemoterapi.
Eftirrákini av viðgerðunum
gjørdu eisini, at hon spýði
uttan tamarhald.
So fyri at fáa eitt ljós-
punkt inn í tað keðiligu
tíðina á sjúkrahúsinum,
fríggjaði Pauli til Charlotte.
Tann 1. juni 1996 vórðu
tey so gift - á sjúkrahúsin-
um.
Og so byrjaði tað at
ganga framá. Læknarnir
funnu ongar krabbameins-
kyknur í kroppinum, og
Charlotte varð útskrivað.
Pauli fór aftur út at sigla, og
alt sá ljósari út. Charlotte
helt tó fram við at ganga til
kanningar og viðgerðar á
sjúkrahúsinum.
Í desember mánaði 1996
kom Pauli heim frá einum
túri at halda jól saman við
familjuni. Jólini og nýttárið
vórðu
hildin
friðarliga
heima, men tann 4. januar
fór Charlotte í song við
ringari
høvuðpínu.
Og
dagin eftir sá Pauli, at nú
var aftur galið.
Sjúkrabilurin kom eftir
Charlotte, tí hon hevði tað
so ringt, at hon ikki fekk
flutt seg sjálv. Tað vísti seg,
at
krabbameinið
hevði
spreitt seg til heilan.
Stríðið endar
– Eg var aftur ørkymlaður.
Men eg hevði ikki givið
upp. Hasum fáa teir uttan
iva skil á, hugsaði eg. Eg
trúði uppá tað. So heilt til
tað gjørdist heilt kritiskt
gav eg mær ikki tíð at
trúgva annað enn, at tað fór
at ganga. Kanska var tað
sjálvsnoktan, sigur Pauli.
– Men eg hevði kanska
góðtikið, at hon ikki gjørd-
ist so gomul orsakað av
sjúkuni, men tað skuldi ikki
vera nú.
Sum
dagarnir
gingu,
gjørdist tað alt torførari at
fáa samband við Charlotte.
Og Pauli sá eisini á henni,
at stríðsandin var ikki tann
sami sum fyrru ferðina.
Tann 18. januar fór hon í
kom og tveir tímar seinni
dró hon andan fyri seinastu
ferð.
– Hvør kykna í mínum
kroppi skríggjaði, at hetta
er ikki satt. Hetta er hendir
ikki. Tú hevur ilt við at
sleppa løtuni. Og tá tú
sleppur løtuni, so hevur tú
góðtikið, at hetta var tað.
Soleiðis kendist tað fyri
Paula, tá hansara elskaða
tapti bardagan móti krabba-
meininum.
Hálvt ár heima
Dagarnar eftir Charlotte
doyði tók Pauli allar tær
praktisku
uppgávurnar
uppá seg. At finna ein prest
og eina kirkju og so
framvegis. Men tað vóru
nakrar uppgávur hann ikki
megnaði.
– At skriva eina deyðs-
lýsing til bløðini. Tað klár-
aði eg ikki. Og eg kláraði
heldur ikki at ringja til
reiðaríið og siga, at eg ikki
kom aftur til arbeiðis.
Dóttirin, Thea, var bert
tvey ára gomul, tá hon misti
mammuna, so hon skilti
ikki støðuna. Pauli sá held-
ur ikki á henni, at mamman
ikki var har longur. Tað
kom ikki til sjóndar fyrr
enn nøkur ár seinni, tá hon
hoyrdi børn í grannalag-
num rópa á mammu sína.
– Thea byrjaði tí eisini at
kalla aðrar konur fyri
mammu.
Hugtakið
"mamma" skilti hon ikki tá.
Í eitt hálvt ár helt Pauli
seg fyri tað mesta heima.
Hann tók sær av dóttrini,
koyrdi hana í barnagarð og
fór aftur eftir henni. Ger-
andisdagurin gekk sína
gongd.
– Næturnar gjørdust mín
fíggindi. Tá komu allir
tankarnir fram um alt tað,
vit ikki náddu. Í langa tíð
aftaná var tað helst beisk-
leikin yvir at hava mist alt
mítt lív. Og tann beiskleikin
er burturmatandi, greiðir
Pauli frá.
Sum tíðin gekk byrjaði
Pauli at hyggja frameftir,
og út ímóti sumri 1997
søkti hann sær arbeiðið á
Arbeiðseftirlitinum, sum
hann fekk.
Jólini ein plága
Fyrstu árini eftir at Char-
lotte var deyð, vóru jólini
ein plága fyri Paula.
– Tað var ikki tað, at eg
sat einsamallur eftir við
dótrini, men meira tað, at
vit kláraðu at fáa okkara
síðstu jól saman, og so var
tað yvirstaðið.
Men í ár 2000 hitti Pauli,
Annu, sum búði í Keyp-
mannahavn.
Hon
flutti
skjótt inn til hansara í Vejle,
men tey gomlu minnini og
tað
gamla
umhvørvið
gjørdist ov nógv fyri tey, so
tey valdu at keypa eini hús,
har tey kundu byrja av
nýggjum.
Pauli
viðurkennir,
at
hann hevði nógv fyrivarni
við at byrja eitt nýtt for-
hold.
– Eg læt altíð eina
bakhurð standa á glopp so-
leiðis, at eg altíð kundi
koma úr tí aftur, um tað
byrjaði at ganga galið. Og á
tann hátt gevur tú teg
ongantíð fult. Tú gevur teg
bert 70-80 prosent.
Men hann leggur afturat,
at alt hevur gingið yvir allar
væntanir, og í juli mánaði í
ár fingu tey sonin Dávid.
– Vit hava sjálvandi eisini
tosað um at giftast, men tað
er framvegis okkurt, ið
bremsar mær. So tann dag-
in presturin segði "til deyð-
in tykkum skilir", er ov
stutt. Tað er meira enn so.
Pauli vil sjálvur siga, at
hann er komin víðari. Men
hann hevur sítt viðføri við
sær, og tað vil hann heldur
ikki siga frá sær. Hann
gongur eisini framvegis við
giftiringinum.
– Eg havi onga skilagóða
ella haldgóða frágreiðing
um, hví tað er so. Hetta er
ein partur av mínum við-
føri. Ein dag fari eg at taka
ringin av, men tann dagurin
er bara ikki komin enn.
– Hvør kykna í mín-
um kroppi skríggjaði,
at hetta er ikki satt,
soleiðis lýsir Pauli
Danielsen kensluna, tá
kona hansara doyði av
bróstkrabba fyri seks
árum síðani. Hann sat
einsamallur eftir við
tvey ára gomlu dótrini
SAMRØÐA
Ingrid Bjarnastein
ingrid@sosialurin.fo
Tú missir títt grundarlag,
og allar framtíðarætlanirnar
hvørva í mjørkanum. So-
leiðis lýsir Pauli Danielsen
tað at missa sín hjúna-
felaga.
Kona
hansara,
Charlotte Danielsen, fekk í
apríl mánaði 1996 staðfest
bróstkrabba, og í januar
árið eftir doyði hon av
krabbameini í heilanum.
Pauli Danielsen flutti úr
Føroyum til Danmarkar í
1985. Hann fór á maskin-
meistaraskúla í Svendborg
á Fjóni, og tað var eisini har
hann møtti Charlotte. Tá
Pauli var liðugur í skúlan-
um, búsettu tey seg í Vejle.
Og jólaaftan 1994 fingu tey
dóttrina, Thea.
Illgrunin
Hvørki Pauli ella Charlotte
høvdu illgruna um, at tað
var krabbamein talan var
um. Charlotte hevði pínu í
rygginum, og fór tí í røntk-
una á Vejle sjúkrahúsið.
Tað var ikki fyrr enn lækn-
in fór at kanna hana fyri
knykil í bróstunum, at tey
byrjaðu at hugsa um, at tað
møguliga var nakað heilt
annað galið, tí tað hevði í
teirra verð, jú onki við pínu
í rygginum at gera.
Læknin fann ein knykil í
tí eina bróstinum. Charlotte
var tí send aftur á sjúkra-
húsið, har ein biopsiroynd
(vevsroynd), skuldi takast,
fyri at finna útav, um tað var
krabbamein ella ikki. Parið
varð sent heim við boðum
um, at fyrireika seg uppá, at
tað var krabbamein.
– Tá breyt verðin saman.
Tú kanst ikki fyrireika teg
uppá, at tað er krabbamein.
Tú fært so nógvar tankar í
høvdið, sum eru so torførir
at stýra, sigur Pauli. Hann
leggur afturat, at tey royndu
at vera rationel, men tá alt
kemur til alt, so eru kenslur
órationellar.
– Alt tað, sum læknin
segði, varð vent og snarað
so ofta, at til endans mintist
hvørgin av okkum, hvat tað
var hann hevði sagt. Alt
mól rundanum "hvat nú
um".
Staðfestingin
Pauli sigur, at tíðin frá at
royndin var tikin til dagin,
tey skuldu fáa úrslitið at
vita, var ræðuliga long. Alt
lívið varð sett í eina
bíðistøðu.
– Vit búðu í eini leigiíbúð
tá, og vit høvdu verið og
hugt eftir húsum, sum vit
kundu keypa. Allar tær
ætlanirnar hvurvu brádliga
í mjørkanum. Og at missa
sítt grundarlag er eitt
ræðuligt upplivilsi.
Dagurin,
úrslitið
var
klárt, er framvegis týðiligur
í minninum hjá Paula:
Læknin kom inn, og
segði, at tað var krabba-
mein, og at Charlotte skuldi
til viðgerðar skjótast gjør-
ligt. Hann segði onki um,
hvat fyri viðgerð talan var
um, ella hvørjir møguleik-
arnir vóru fyri, at Charlotte
kundi gerast frísk.
– Eg gjørdist illur, tí eitt
var at tað var krabbamein,
men ongir møguleikar vóru
lagdir fyri okkum. Hvat
inniber tað? Alt var lagt
upp til gitingar, og tað dugir
ongin av okkum nakað
serliga væl, minnist Pauli.
Sjúkugongd
Eftir at Charlotte hevði
fingið staðfest krabbamein,
fekk Pauli farloyvi frá
reiðarínum, hann sigldi
fyri, so hann kundi vera
heima hjá henni.
– Tað var ein ókend støða
fyri meg, at ikki kunna gera
nakað ítøkiligt. Niðurbrót-
andi og ørkymlandi. Eg
hevði ongar royndir, eg
kundi gera mær dælt av. Og
tann kunnleikin ein hevði
til krabbamein var tíverri
ikki so positivur.
Fyrstu langu tíðina gekk
tað bara afturá hjá Char-
lotte. Hon fekk fyrst geisla-
viðgerð fyri ryggpínuna, og
síðani byrjaði hon uppá
kemoterapi.
Læknarnir
søgdu við hana, at hon
skuldi fyrireika seg uppá, at
hon helst ongantíð kom at
ganga aftur.
– Fyri okkum var sjúkan
ein forðing á vegnum, sum
vit skuldu vinna á fyri at
Longri enn til deyðin okkum skilir
LÍVIÐ FER VÍÐARI: Pauli vil í dag sjálvur siga, at hann er komin yvir deyðan hjá konuni. Dóttirin, Thea, er nú 9 ára gomul
Privatmynd
GLEÐI Í SORG: Fyri at fáa eitt ljóspunkt í
keðiligu tíðina á sjúkrahúsinum, fríggjaði
Pauli til Charlotte, og tey vórðu gift á
sjúkrahúsinum í Vejle
Privatmynd
C
M
Y
K
21
20