týsdagur 23. desember 2003síða 12
‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
22
Nr. 244 - 23. desember 2003
Nr. 244 - 23. desember 2003
23
Í heyst var Petur
Jakku Sigvardsen á
ferð í finska býnum,
Rovaniemi. Har búði
hann á gistingarhús-
inum hjá jólamann-
inum og vitjaði jóla-
býin, sum liggur beint
við polarsirkulin. Jól-
ini í dag, kunnu ikki
samanberast við tey,
sum sjeyti ára gamli
Petur Jakku skrivar
um í frálíku bókum
sínum um Gjáar søgu
JÓL OG
BARNAMINNIR
Rúna Sivertsen
runa@sosialurin.fo
– Vit børn ivaðust ikki í, at
jólamaðurin var veruleiki.
Tað ráddi nógv um at
skikka sær væl og tá serliga
til jóla, tí jólamaðurin
fylgdi væl við atburði
barna, og vart tú ólátaður,
var vandi fyri, at tú onga
jólagávu fekk frá honum.
Og hvør minnist ikki
skommina, tað var at verða
jólaskekil!
Áðrenn farið varð til
songar
jólaaftanskvøld,
hongdu foreldrini eina
hosu á songarstokkin, sum
jólamaðurin so skuldi fylla
um náttina, meðan tú
svavst. Soleiðis sigur Petur
Jakku Sigvardsen frá jól-
unum á barndómsbygd sín-
ari, við Gjógv.
Vit geva Petur Jakku
orðið:
Tað var satt at siga ikki
altíð so skjótt at sovna hetta
kvøldið, tí alla tíðina lást tú
og hugsaði um jólamannin,
nær hann mundi fara at
koma – og ikki minst
hvussu hann kom, tí sjálvur
helt tú tað vera dekan og
løgið, at hann skuldi koma
niður ígjøgnum skorsteinin.
Men altíð var ov drúgt at
bíða, so tú sovnaði, og tá ið
tú so fekk eyguni upp jóla-
morgun, hekk tann fylta
hosan sum vant á songar-
stokkinum.
Tað fyrsta, smábørnini
gjørdu, tá ið tey vaknaðu
jólamorgun, var at hyggja
eftir, hvussu vorðið var við
hosuni, ið hongd var á
songarstokkin kvøldið fyri,
og stór var frøin, tá ið sást,
at jólamaðurin enn einferð
hevði fylt hana við appel-
sinum, súreplum og bomm-
um.
Har sat so barnið í seing-
ini og gleddist um alt hetta
átuliga, sum kom á dýnuna,
tá ið hosan varð tømd.
Okkurt bommið fór kanska
í munnin; men tað mesta
mátti goymast og tað væl, tí
tað skuldi vara øll jólini.
Tá ið so foreldrini komu
inn jólamorgun og bóðu
"gleðilig jól", varð sjálv-
andi fyrst tosað um jóla-
mannin og hosuna.
Men tað var eisini eitt
annað, sum barnið gleddi
seg til jólamorgun, og tað
var at sleppa í tey nýggju
jólaklæðini, sum móðir
legði á seingina: nýggjar,
dimmar buksur niður á
knæ,
myrkamorreyða
troyggju í vøkrum mynstr-
um, langar myrkamorreyð-
ar hosur og matrósahúgvu.
Tað var ein glaður og ikki
sørt errin smádrongur, sum
kom inn í køkin í hesum
nýggju jólaklæðunum, og
móðir eins og hini hús-
fólkini vóru helst líka fegin
um úrslitið.
Tað var annars so undar-
ligt at koma inn í køkin
jólamorgun, tí alt tað, tú
vart vanur at síggja aðrar
dagar so sum rokk, strá,
karðar,
stokkar,
villar,
troyggjur, ull og mangt
annað, var brádliga beint
burtur.
Nú angaðu øll húsini av
grønsápu og væl vaskaðum
viði. Í køkinum tevjaði tú
eisini enn angan av teimum
kókaðu kleynunum, sum
foreldrini høvdu kókað,
eftir tað at tú vart farin til
songar jólaaftanskvøld, og
somuleiðis av jólakøkuni,
ið tú fekst smakkin av jóla-
morgun aftur við drekkan-
um.
Til jóla var gjørt serliga
væl reint bæði innandura
og uttandura. Køkur vórðu
bakaðar, alt tøtingararbeið-
ið var fyribeint, útiarbeiðið
mestsum dovnaði burtur,
gestir komu til bygdar, og
konufólkið stákaðist við at
fáa jólaklæðini frá hondini.
Skúlabørnini fingu ikki
jólafrí fyrr enn tollaks-
messudag. Teir seinastu
skúladagarnar plagdu vit at
fáa jólasøgur. Men tá máttu
vit eisini venja serliga nógv
teir
jólasálmarnar,
vit
skuldu syngja í kóri á
kirkjuloftinum jólakvøld.
Av tí at ljós var í stovuni í
flestum húsum, so kendist
tað, sum lá ein hátíðar-
glæma yvir allari bygdini á
jólum.
Vit smábørn góvu okkum
far um, at menn møttust
yviri í Túni, á Gjónni og
ymsa aðrastaðni, og at teir
síðani stukku inn á gólvið
hvør hjá øðrum.
Sum kvøldið leið, fóru
menn at ganga í stórum
troppum, sum sagt varð tá á
døgum (konufólk mundu tá
gera lítið og einki við tað
váta
slagið).
Summir
skonktu inni, og tú sást
skuggarnar fyri vindeyg-
anum av lívligum monnum,
ið tóku hendur saman á
køksgólvinum, ella teir bert
stóðu har so andbráðir og
prátaðu við húsfólkið.
Aðrir vóru hulisligari við
tí váta slagnum, sum teir
goymdu í ymsum úthúsum.
Tí sást tú eisini, at teir
leitaðu sær inn í kjallarar,
hoyggjhús og hjallar at fáa
sær ein lítlan. Undarligt
soleiðis at síggja allar hesar
gløðandi sigarettirnar ferð-
ast millum húsaskjøldrar,
skýmaskot og úthús, til tær
so aftur savnaðust og fóru
sum á træðri eftir gøtuni
við kvøðing og miklum
málageipi.
Tá ið so tropparnir komu
í
dansistovuna,
byrjaði
dansurin av álvara, og smá-
børnini leitaðu sær út fyri
dyr og heim, tí ikki dámdi
teimum eldru, sum nú
leitaðu sær í dans so at siga
einasta kvøld á árinum, at
børnini skuldu ganga og
vála úti eitt tílíkt kvøld.
Sum leið út á náttina,
fækkaðist fólkið í dansi-
stovuni.
Onkur
hevði
kanska fingið í meira lagi
av tí sterka løginum og var
sovnaður, og onnur leitaðu
sær so við og við heim, sum
liðið var á náttina.
Tá ið skrímdi fyri degi,
stóð so bert ein einsamøll
petroleumslampa eftir og
lýsti í einum horni í tómari
dansistovu.
Um jólini er ikki stórt
meira at siga, uttan at lær-
arin plagdi at hava jólatræ
fyri okkum skúlabørnum í
skúlanum. Har var altíð
stúgvandi fult av fólki, og
jólasálmarnir ljómaðu fag-
urliga frá bæði ungum og
gomlum.
Vit
smábørn
plagdu eisini at fáa eitt
litfagurt
kramarhús
av
góðgæti heim við okkum,
og tað var vorðið sum gáva,
ið gleddi barnahjartað.
Jól við Gjógv og í Rovaniemi
Í tí myrku jólatíð
foldin hvít yvir ong
skalvur í brekku og líð
glerpípur undir fossum og homrum.
Stjørnan lýsir bjørt
yvir frostbitin fjøll
av manna verum ei rørt
til gleði fyri okkum øll.
Ljósið frá Betlehems vøll
hómast enn so kært
sum vegin oss vísir inn í Himnahøll
takk at tú hjá okkum vart.
Harrans gleði gevur hita
lat hetta fast í minni sita
ei køva logan lat ljósið lýsa
sum bjartan vita.
Viggo Olsen
Jólagleði
C
M
Y
K
23
22
Lesið
-tað
loysir seg