Sosialurinarkiv
Sosialurin 2003-12-23, síða 13
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 23. desember 2003síða 13

‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

24 Nr. 244 - 23. desember 2003 Nr. 244 - 23. desember 2003 25 Sunnukvøldið fyltist maskinrúmið á Havørnini, sum liggur á Kollafirði, við sjógvi. Neyðugt varð at boðsenda fleiri brandbilum at tøma skipið fyri sjógv LEKI Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Sunnukvøldið um 20.15- tíðina bað Alarmsentral- urin Brandstøðina í Havn um at senda bilar norður til Kollafjarðar, tí maskin- rúmið á Havørnini, sum lá við bryggju har norðuri, var rættiliga fult við sjógvi. Brandstøðin sendi tveir stórar bilar norður, um- framt at kollfirðingar komu við einum bili. Har- aftrat høvdu teir nakrar smærri pumpur við sær úr Havnini. Á Brandstøðini í Havn siga teir, at so nógvur sjógvur var í skipinum, tá ið teir komu norður, at høvuðsmotorurin var at kalla undir. Hinvegin vóru ljósmotorarnir framvegis í gongd, og teir slóknaðu ongantíð. Skipið hevði lagt seg í stýriborð og við tað, at ljósmotorarnir standa í bakborði, var sjógvur ikki komin at teimum. - Vit hava skilt, at eitt rør varð brotnað, og tí lak skipið so illa. Sum skilst, var tað maskinmaðurin, ið starv- ast umborð á skipunum, ið varnaðist lekan. Hann var farin eitt hvørt ørindi, og tá ið hann kom aftur, sá hann, at skipið hevði lagt seg í stýriborð. - Nógv tons av sjógvi vóru í maskinrúminum, og ikki fyrr enn um 23- tíðina vóru okkara menn aftur í Havn. Á Brandstøðini siga teir, at neyðugt var eisini at senda boð eftir einum slamsúgvara hjá Brenni- støðini, tí nógv olja var í kjølinum á skipinum. - Vit hava skilt, at slam- súgvarin var í Kollafirði til einaferð út á náttina, og ætlanin var at fara norður- aftur morgunin eftir at taka seinastu oljuna upp úr skipinum. Ivasamt er, um skipið stóð á botni, tá ið Brand- støðin í Havn kom norður. Tá ið tann nógvi sjógv- urin var pumpaður upp úr skipinum, eydnaðist monnum at fáa tamarhald á lekanum. Havørnin hevur leingi ligið svínabundin í Runa- vík, men síðan hevur skipið ligið í Kollafirði, har tað hevur røkt upp- gávur fyri Vestlaks. Hóast tað var bítandi kalt, og frískur hæg- ættarvindur streyk sær oman gjøgnum Gøtudal, høvdu eini 400 fólk leitað sær oman til stórfingnu móttøkuna, tá ið nýggi og stásiligi, Finnur Fríði, fyrstu ferð legði til bryggju í Gøtu sunnudagin MÓTTØKA Í GØTU Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Tey, sum hava ferðast niðri á bryggjuni í Runavík sein- astu dagarnar, hava kanska lagt til merkis, at Tróndur í Gøtu hevur ligið við olju- bryggjuna, meðan skipið er vaskað, bæði innan og uttan. Orsøkin til alt hóva- stákið var, at Tróndur í Gøtu skuldi fylgja Finni Fríða inneftir Gøtuvík, nú nýggja pelagiska skipið hjá gøtumonnum nærkaðist. Nú var løtan so komin, og ikki kann sigast annað enn, at tað vóru tveir rætti- ligir "risar", sum stevndu inneftir Gøtuvík hendan dagin – hin nýggi bæði longri og breiðari enn hin gamli. Bæði skipini eru so stór og stinga so djúpt, at tað verður ikki á hvørjum degi, at tey verða at síggja á Gøtuvík. … Móttøkan á bryggjuni í Gøtu byrjaði við hornatón- leiki, sum Nes sóknar Musikkfelag skipaði fyri. Síðan sang felagskórið, Gøta/Leirvík, tveir sangir. Orðið varð síðan latið bygdaráðsformanninum í Gøtu, Haldóru Ranghamar, sum vegna Gøtu kommunu beyð Finni Fríða vælkom- num til Gøtu og ynskti eig- arunum hjartaliga tillukku við nýggja skipinum. - Tað er ein stór løta hjá eigarum, manning og okk- um øllum í Gøtu, tá ið eitt so stórt skip kemur til bygdina. Tað fløvar at síggja eitt so vakurt skip koma siglandi inneftir vík- ini. Sjón gongur fyri søgn, at í Gøtu búgva framvegis menn, sum hava vilja og áræði. Vit eru øll errin av at vera gøtufólk ein slíkan dag sum hendan. Haldóra vísti á, at tað skjótt eru 17 ár, síðan gøtu- fólk tóku ímóti Tróndi í Gøtu – og nú hava stórt sæð somu menn aftur tikið stig til at byggja enn eitt nýtt og stásiligt fiskifar. – Tað varð hildið at vera djarvt at gera eina so stóra íløgu, sum Tróndur í Gøtu var, men eftirtíðin hevur víst, at menninir vóru á rættari leið. Teir vistu, hvat teir gjørdu, segði hon. Bygdaráðsformaðurin segði, at marknaðurin setir alsamt størri krøv, og neyðugt er, at fyrilit verða tikin fyri at ganga teimum á møti. Tí er eisini umráðandi at verða so effektivur sum gjørligt, soleiðis at mest møguligt fæst burtur úr veiðini. Prísur og úrtøka mugu verða so góð sum til ber. - Reiðaríið hevur gjørt sær stóran ómak at lúka hesi krøv og at royna at líta uppaftur longur frameftir. Hon segði, at nýggi Finn- ur Fríði er eitt stásiligt skip við øllum hugsandi nútím- ans hentleikum, sum á nógvum økjum óiva fara at gera, at skipið kemur at standa seg væl í pelagiska flotanum. Haldóra vísti á, at maskinorkan umboð á Finni Fríða er sera stór, og hetta verður ivaleyst ein fyrimunur á fleiri økjum – umframt, at stytt verður um tíðina til og av fiskileið. Umstøðurnar hjá manning- ini eru so góðar, sum tær hugsast kunnu. - Í Gøtu hava vit drúgvar royndir og siðvenju at royna eftir uppisjóvarfiski. Síðan í fimtiárunum hava skip hiðani roynt eftir hes- um fiskasløgum, og til- samans hava skipini verið fleiri í tali. Nú hava vit so fingið eitt skip aftrat – tað nýggjasta í føroyska fiski- 400 fólk tóku ímóti Finni Fríða í bítandi kulda Fyltist við sjógvi skipaflotanum – og við hesum styrkja vit um okkara støðu innan hesa veiði. Og bygdaráðsformaðurin helt fram: - Fiskivinnan er bundin av, hvør fongur fæst burtur úr tí ókenda dýpinum, sum havið er – og hvør prísur fæst fyri veiðina. Tað ásanna eisini hesir menn, sum standa aftanfyri nýggja Finn Fríða. Haldóra vísti á, at tá ið Tróndur í Gøtu kom til landið í 1987, hevði skipið nøkur góð ár. – Men síðan versnaði støðan so mikið nógv, at vandi var á ferð. Eigarar og manning stóðu saman og tóku neyðug og óvanlig tøk sum gjørdu, at skipið reið sjógvarnar av sær. Og so- mikið væl fór at ganga, at hetta legði lunnar undir nýggja Finn Fríða. Hon segði, at fólk ofta hava lyndi til at taka tað fyri givið, at slíkir menn hava áræði at fara í holt við nýggjar íløgur. – Tað tykist so einfalt og ómakaleyst, men er eitt megnartak hvørja ferð. Hetta er eitt ódnartak, sum setir stór krøv til evni og dugnaskap hjá teimum, ið royna at fáa tað at bera til. Haldóra takkaði reiðarí- num fyri, at felagið tók stig til at byggja ein nýggjan Finn Fríða. – Eg takki tykkum fyri, at tit hava tað neyðuga dirvi til at taka so stór tøk. Ynski okkara er, at byrðurin verður blíður, og at tað má ganga nýggja skipinum væl. Áðrenn hon at enda ynskti eigarum og manning tillukku við Finni Fríða, las hon upp ørindi: Elt ikki altíð sum fyri er slóðað sjálvbjargin far yvir land, yvir hav. Maður skal smíða sær eydnuna góða við teimum evnum, sum Skaparin gav. – Góðu eigarar og mann- ing: Hjartaliga tillukku við nýggja skipinum – og hjartaliga vælkomnir til Gøtu! … Eftir røðuna hjá Haldóru var aftur felagssangur, og hesaferð var tað sangurin, Eg minnist eina mynd, sum ljóðaði í kuldaveðrinum. Reiðarin, Jákup Jacob- sen, takkaði fyri stórfingnu móttøkuna og tók afturí- aftur søguna um felagið, sum nú eigur tveir teir størstu "risarnar" í landin- um. Eftir at reiðarin hevði sagt nøkur orð, var aftur felagssangur. Vit kunnu leggja aftrat, at tá ið Tróndur í Gøtu kom til landið, var reiðarin sjálvur eisini bygdaráðsformaður í Gøtu. Tróndur var – og er fram- vegis – eitt stórt skip, og tað vóru ikki øll, sum høvdu so góðar vónur um, at skipið fór at megna at vera verandi í føroyska fiskiskipaflotanum. Onkur, sum var á bryggj- uni fyri 17 árum síðan, helt fyri, um hornorkestrið eisini mundi fara at spæla, tá ið skipið fór avaftur landinum! Men hóast nøk- ur ár vóru ógvuliga stríggin hjá felagnum – og tað rættiliga stóð á gomlum nøglum – stendur Tróndur í Gøtu í lutfalsliga lítlum peningi í dag. Gongdin vendist, og í nógv ár hevur tað gingið óføra væl hjá skipinum. Í dag er tað ein styrkur hjá felagnum, at skipini nú eru tvey í tali, tí Tróndur í Gøtu má sigast at vera rættiliga væl undankomin. Lítið man vera at ivast í, at styrkin hjá felagnum, P/F Vinna, sum eigur Varðan (Trónd í Gøtu) og Kross- brekku (Finn Fríða), er nógv størri við Tróndi í Gøtu sum "garranti". Leggjast kann aftrat, at mangur gøtumaður fegnast um, at Jákup, sum í fleiri ár var byggimeistari, legði hamaran og burtur av fór undir skiparakstur. Hetta hevur verið við til at skapt nógvum monnum eina góða inntøku – og serliga Gøtu kommunu góðar skattakrónur. Aðrir, sum søgdu nøkur orð á bryggjuni í Gøtu undir móttøkuni, vóru skip- arin, Arni Hansen, Torleif Johannesen og Hargar Tvørfoss. Mannamúgvan sang eisini tjóðsangin, og meðan fólki gingu umborð á síggja nýggja og stásiliga skipið, spældi hornorkestrið. Tróndur í Gøtu og Finnur Fríði – tveir stórir »risar« – heilsast á Gøtuvík Ein av meistarunum, Símun Pauli Jacobsen, avmyndaður saman við gentunum, Marjun og Mirjam Feðgarnir Andre og Arne. Arne verður skipari, og Andre verður eisini ein av yvirmonnunum á brúnni Dunga Jákup undir liðini á soninum, Boga, sum verður ein av yvirmonnunum á brúnni. Ytst høgru megin Lena Jacobsen C M Y K 25 24