Sosialurinarkiv
Sosialurin 2003-12-23, síða 14
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 23. desember 2003síða 14

‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 244 - 23. desember 2003 27 27 Løgmanslutakast Beint fyri døgurða mánadagin skuldi lutakast vera um, hvussu bólk- arnir til kappingina um Løgmanssteypið skulu síggja út komandi ár. Tað eydnaðist okkum tíverri ikki at fáa hetta við í seinasta blaðið nú fyri jól, men bólkasamansetingin verður sjávlandi umrødd í fyrsta blaðnum eftir jól, eins og tað sjálvandi eisini ber til at fylgja við á www.sportal.fo -jm HB hevur eftir øllum at døma sligið tvær flugur í einum smekki, nú ein hin mest vandamikli álopsmaðurin í donsku superliguni er settur sum venjari HB-VENJARIN Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo HB gav sær góðar stundir, nú venjarin til føðingar- dagsárið skuldi setast. Nógv nøvn hava verið at hoyrt, og ta einu ferðina var útlendskur venjari her í Føroyum at kunna seg um umstøðurnar, uttan at nakar venjari tó varð settur av teirri orsøk. Leygardagin mundi tó ein suður fara ígjøgnum tann partin av Havnini, sum hevur áhuga í fótbólti og ikki minst HB.Tíðindini um, at Heine Fernandez var settur sum venjari, fingu bein at ganga á, og seinni á degnum vórðu tíðindini eisini váttað. Ein vandamikil harri Og nógv bendir á, at HB við hesum hevur sligið tvær flugur við einum smekki, tí Heine Fernandez er uttan iva ein av mest málsóknu framherjunum, sum hava verið í donskum fótbólti seinastu árini. Síðani yrkis- fótbóltur varð innførdur í donskum fótbólti í 1978, er hann tann leikarin, sum hevur skotið flestu málini, og síðani Superligan varð sett á stovn er tað bert Søren Frederiksen, sum stendur mát í so máta. Í donskum miðlum varð eisini ført fram um vikuskiftið, at Heine skal vera leikandi venjari í Før- oyum, og verður hetta støð- an, so hevur HB møguliga eisini funnið avloysaran hjá Andrew av Fløtum, eftir at toppskjúttin hjá meistarun- um fyri stuttum gjørdi av at royna seg sum yrkisleikari í danska Fremad Amager. Heine Fernandez er fødd- ur 14. juli í 1966, og er so- statt 37 ára gamal í dag Tey nógvu fyrstu árini sum yrkisleikari var hann partur av álopinum hjá Silkeborg, har hann eisini var við til at gerast danskur meistari ein einstaka ferð, og tað er eisini her, at hann hevur skotið nógv tey flestu av sínum mongu málum. Síð- ani gjørdist tað til nøkur ár í Viborg, áðrenn hann í 2001 tók av einum tilboði um at koma til FCK. Her stríddist hann við Toda Jónsson og Sibusiso Zuma um tey bæði plássini í álop- inum, og tó at Heine fyri tað nógva mátti taka til takkar við leiklutinum sum skiftisleikari, so átti hann sín stóra lut í, at felagið tað árið vann sítt næsta meist- araheiti. Eisini komandi árið var hann partur av liðn- um, og eitt nú var hann maðurin, sum við einum sigursmáli á heimavølli móti Lazio var um at senda FCK í Champions League í 2002. Av mongum í donskum fótbólti verður hann mettur sum ein leikari, sum bæði torir og dugur at brúka seg, tá alt ikki gongur eftir hansara høvdi, og júst í FCK er júst hesin eginleik- in ikki ein av teimum, sum altíð er best umtóktur. Tað gav eisini at bíta, tá hann og ítróttarstjórin í felagnum, Niels Christian Holmstrøm ikki vóru heilt samdir um samansetingina av FCK- liðnum, og úrslitið gjørdist eitt skifti til AB. Her hevur Heine Fernandez so verið síðani, fram til sáttmálin við felagið gekk út, nú danska superligan fór í vetrarfrí. Óroyndur venjari Sum venjari er Heine Fern- andez tó eitt púrasta óskriv- að blað, men hetta hevur tó ikki forðað honum í at taka av, so skjótt sum HB spurdi seg fyri um framtíð hans- ara. – Eg havi leingi gingið við einum lítlum venjara í búkinum, og hetta er so ein góður møguleiki at royna meg sjálvan í so máta, segði hann við danskar miðlar, tá tíðindini um nýggja starvið funnið vegin fram í Danmark. – Eg kundi sjálvandi valt at byrja á einum lægri stigi so sum í danmarkarseriuni ella líkandi, men við hesum sleppi eg alt fyri eitt at vita, um hetta er nakað, sum eg egni meg til. Ikki minst er tað ein spennani avbjóðing, at HB komandi árið skal spæla við í undankapping- ini til Champions League. Og við Útvarpið segði nýggi HB-venjarin sunnu- dagin, at hann á ongan hátt var bangin fyri trýstinum, sum liggur á, nú talan er um eitt meistarafelag. – Tá talan er um eitt fel- ag, sum vinnur meistara- heitið somikið ofta, sum HB hevur gjørt tað, so boð- ar tað frá einum liði, sum dámar at leypa á, og eg ætli mær so eisini at spæla álopsfótbólt voru orðini, sum ivaleyst mundu fell í góða jørð hjá allar flestu HB-viðhaldsfólkunum. Og í HB tykjast tey ikki bera nakran ótta fyri, at væntandi royndirnar sum venjari, skulu vera ein vansi. Ikki minst tí tey í fel- agnum hava ein royndan hjálparvenjara í Oddbjørn Joensen, og hartil verður helst eisini roknað við, at Fernandez megnar at yvir- føra nakrar av drúgvu royndunum sum leikari til venjingarnar við liðnum. Í øllum førum er einki at ivast í, at HB við nýggja venjaranum hevur fingið ein profil av teimum heilt stóru til felagið, og so fer tíðin at vísa, um talan eisini verður um ein leikara. Hetta seinasta kundi leiðslan í felagnum ikki av- sannað, men hinvegin legg- ur stjórin í P/F Havnar Fót- bóltur, Steinfinnur Mittel- stein, dent á, at tað fyrst og fremst er sum venjari, at nýggi maðurin er settur. – Sjálvandi kann tað vísa seg, at vit eisini fáa tørv á hansara dygdum á vøllin- um, men fyri fyrst ætla vit at klára okkum uttan. Vit hava nógvar ungar og evna- ríkar leikarar í felagnum, sum eisini vilja sleppa at stríðast um plássini í álop- inum, og tað eru fyrst og fremst hesir, sum skulu hava møguleikan, sigur Steinfinnur um hetta. Vikuskiftisbumba í HB Nr. 244 • týsdagur • 23. desmber 2003 • 77. árgangur • www.sosialurin.fo Eftir at hann í nógv ár hevur skotið hópin av málum í fremstu donsku fótbóltsdeild- ini, skal Heine Fernandez í ár royna seg sum venjari hjá tvífaldu føroyameistarunum úr HB Savnsmynd Símun aftur í landsliðshitanum Allir teir, sum í dag fáa boð frá FSF um at møta til venjingar seinnapartin av janu- ar, hava við einum undantaki spælt á landsliðnum áður LANDSLIÐIÐ Jóannes Hansen joannes@sosialurin.fo Í gjár var styttsti dagur, og hesar seinastu dagarnar hevur tað kenst sum um, at vetrarveðrið rættuliga ætlar sær at fáa fastatøkur á okk- um. Myrkrið, kuldin, kavin og vindurin tykjast kortini ikki at leggja fótonglar fyri fyrstu fyrireikingarnar til nýggja fótbóltsárið. Landsliðið skal á venj- ingarlegu í Spania mitt í februar. Tríggir altjóða skrásettir landsdystir eru á skránni. Týsdagin 17. februar skal lansliðið spæla ímóti Andorra, leygardagin 21. februar er Pólland mót- støðuliðið, og týsdagin 24. februar verður landsdystur ímóti Luksemborg og Allani Simonsen. – At spæla tríggjar dystir í eina viku er ikki so lítið krevjandi. Serliga tá ið havt verður í huga, at tað er so so mikið tíðliga á árinum, at tað ikki kann roknast við, at spælararnir verða so væl fyri, sum teir skulu vera, tá ið týdningarmiklu undan- kappingardystirnir koma fyri. Tá ið tríggir dystir verða spældir so mikið tíð- liga, so kann roknast við smáskaðum og eymum beinum. Tí ætla vit at hava tjúgu spælarar við niður til Spania, sigur Henrik Lar- sen, landsliðsvenjari. Ikki órógvaður Í sambandi við at tað í vikuskiftinum kom fram, at Heine Fernandez skal venja HB, varð nevnt, at HB fer undir venjingarnar mána- dagin 2. februar. Tað vil við øðrum orðum siga, at landsliðsspælararnir hjá HB fara bara at hava vant í tvær vikur, tá ið teir eftir ætlan skulu til Spania at vera partur í trimum lands- dystum. Hetta tykist ikki rættuliga sannførandi. Men Jógvan Martin Olsen, hjálparvenjarin hjá Henrik Larsen, sum eisini er venjari hjá NSÍ, og sum í nógv ár hevur havt fingurin á føroyska fótbóltspulsin- um, sigur seg ikki vera so órógvaðan. – Spælararnir eru væl betri fyri nú, enn teir áður hava verið. Í fleiri feløgum verður skipað fyri vetrar- venjingum. Spælararnir hittast einar tvær ferðir um vikuna, og harafturat verð- ur í fleiri feløgum skipað fyri styrkisvenjingum. Ætl- anin hjá okkum í NSÍ er at fara undir venjingarnar um miðjan januar, og frá fleiri øðrum venjarum hava eg fingið at vita, at teir hava somu ætlanir, sigur Jógvan Martin Olsen, sum hevur ætlanir um venjingar í tveimum vikuskiftum, áðr- enn landsliðið skal av landinum. Fyrra venjingin verður leygardagin 17. og sunnu- dagin 18. januar, og tann seinna verður leygardagin 24. og sunnudagin 25. janu- ar. Ætlanin er at hava tvær venjingar leygardagarnar og tvær sunnudagarnar. Í hvussu so er annað av hes- um vikuskiftunum verður Henrik Larsen í Føroyum. Símun fyri Jón Róa Enn er tað ikki greitt, hvørjir tjúgu spælarar skulu við landsliðnum til Spania. Fyrstu ábendingina um valið fáa spælararnir í dag. 24 spælarar eru boðsendir til omanfyri nevndu venj- ingarnar. Allir hava teir áður verið á landsliðnum. Undantakið er HB málverj- in, Bárður Johannesen. Hann var á beinkinum í fyrra vinardystinum ímóti Kasakstan í fjør, men hann var ikki á vøllinum. Landsliðsvenjarin hevur valt at senda boð eftir trim- um málverjum. Umframt Bárð Johannesen er talan um teir báðar royndu mál- verjarnar Jens Martin Knudsen og Jákup Mikkel- sen, sum í gjár skuldi flyta úr Skotlandi og aftur til Klaksvíkar og KÍ. 21 útispælarar hava fing- ið landsliðsboð, og teir hava allir áður verið á landsliðnum. Tann spælar- in, sum ikki hevur verið á landsliðnum í longsta tíð- arskeiðið, er HB miðverjin Símun Eliasen. Hann hevur ikki verið á landsliðnum seinastu seks árini. Nú eru boð eftir honum aftur. At Jón Rói Jacobsen, sum í fjør var høvuðsálitið í mið- verjuni, er skaddur og ikki verður førur fyri at spæla fótbólt næstu mánaðirnar, hevur ivaleyst gjørt lands- liðsgøtuna breiðari hjá Símuni Eliasen, sum í fjør var millum berandi spælar- arnar á FM liðnum hjá HB. Útispælararnir, sum hava fingið boð at møta í FSF húsinum leygardagin 17. januar, eru hesir: Óli Jo- hannesen, Pól Thorsteins- son, Hans Fróði Hansen, Jóhannis Joensen, Símun Eliasen, Atli Danielsen, Allan Joensen, Súni Olsen, Tór–Ingar Akselsen, Jákup á Borg, Fróði Benjaminsen, Julian S. Johnsson, Jann Ingi Petersen, Helgi L. Pet- ersen, Rógvi Jacobsen, John Petersen, Andrew av Fløtum, Heðin á Lakjuni, Hjalgrím Elttør, Christian Lamhauge Holst og Christian Høgni Jacobsen. Á móttøku í KÍ høll- ini í gjárkvøldið skuldi tað gerast al- ment, at Ove Flindt Bjerg skal standa á odda, tá ið KÍ fer at halda 100 ára føðing- ardag KÍ VENJARIN Jóannes Hansen joannes@sosialurin.fo Tað hevur verið bíðað leingi, men nú er tað greitt, hvør skal standa á odda, tá ið KÍ fer inn í sítt 100. ár. Søgan um KÍ venjaran gjørdist ikki jólatrøll. Á móttøku hjá KÍ í gjárkvøldið skuldi tað gerast alment, at Ove Flindt Bjerg er nýggjur KÍ venjari. Tað eydnaðist ikki at fáa søguna váttaða frá KÍ leiðsluni, sum ikki var at hitta fyrrapartin í gjár. Men eingin ivi er um, at tað verður Ove Flindt Bjerg, sum skal standa á odda fyri KÍ. Spælararnir fingu á fundi hóskvøldið í síðstu viku at vita, at navnið á venjaranum fór at verða kunngjørt mánakvøldið. Inntil fyri einari viku síð- ani tosaði KÍ við tveir venjarar, men hesa seinastu vikuna hava teir ikki havt samráðingar við nakran annan venjara. Teir hava bíðað eftir svari frá Ove Flindt Bjerg, og tað hava teir nú fingið. Sambært góðum keldum í Klaksvík hava KÍ og Ove Flindt Bjerg gjørt sáttmála um eitt ára samstarv. Arbeiða fyri at fáa styrk Orsøkin til samkomuna í Klaksvík í gjárkvøldið var móttøka av tveimum væl kendum monnum í KÍ. Annar teirra er Anfinn Danielsen, sum í fleiri ár hevur verið ungdómsvenj- ari í KÍ. Anfinn hevur í sínum arbeiði verið darv- aður av sjúku seinastu ár- ini. Nú hevur hann verið í Danmark, og í KÍ og Klaksvíkini sum heilt fegnast tey um, at Anfinn Danielsen nú tykist hava vunnið førleikan aftur. Hin maðurin, sum KÍ skipaði fyri móttøku fyri í gjárkvøldið, er ein av best umtóktu spælarunum, ið KÍ hevur fostrað. Talan er um Jákup Mikkelsen. Eftir steypasigurin á B71 í 1994, fór Jákup til Danmarkar at royna fótbóltsevnini. Hann stríddi seg á besta liðið í Herfølge, har hann var ein av lyklaspælarunum, tá ið undirtippaða bygdarfelagið í 2000 vann DM. Síðani hevur hann verið í Molde í Noregi og í Partick Thistle í Skotlandi. Í gjár kom Jákup Mikk- elsen aftur til Klaksvíkar. KÍ hevur gjørt avtalu við Jákup, sum eftir meiri enn níggju ára útlegd aftur verður málverji á barn- dómsfelagnum. Í Klaksvík verður roknað við, at teir flestu av spælar- unum, sum vóru við í síðsta kappingarár, fara at taka eitt tørn afturat. Fót- bóltsevnini verða mett at vera nóg góð og breiddin nóg stór til at KÍ kann vera við í kappingini millum oddaliðini. Men tað verður arbeitt við at fáa einstakar spælarar afturat. Tað hevur verið nevnt, at Heðin á Lakjuni kanska var á veg aftur til Klaksvíkar. Um hetta fer at gerast til veru- leika, og hvørjir aðrir spæl- arar møguliga eru á veg til KÍ fekst ikki at vita, áðrenn hetta blaðið fór til prent- ingar. Flindt Bjerg millum Kjøl og Háfjall Símun Eliasen var ein av grundstuðlunum, tá HB í fjør endurvann meistaraheitið, og nú hava landsliðsvenjararnir eisini latið honum løn fyri stríðið C M Y K 26