Sosialurinarkiv
Sosialurin 2003-12-23, síða 15
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 23. desember 2003síða 15

‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

28 Nr. 244 - 23. desember 2003 C M Y K 28 Nr. 244 - 23. desember 2003 29 Menninir hjá H71 og kvinnurnar hjá Kyndli eru framvegis at finna í steypa- kappingini, tá farið verður undir hálv- finalurnar COCA-COLA KAPPINGIN Jákup Mørk Sjey av teimum átta fjórð- ingsfinalunum í steypa- kappingini í hondbólti eru nú leiktar, og sostatt restar bert at finna eitt av teimum átta liðunum, sum skulu berjast um plássini í teim- um báðum steypafinal- unum. Seinasti dysturin, sum ikki verður leiktur fyrr enn í januar mánaði, er ímillum bestu kvinnuliðini hjá VB og Neistanum. Undan hes- um eru so trý kvinnulið, sum hava tryggjað sær sess í hálvfinalunum. Stjørnan vann greiðan sigur, 23-16, á Søljuni, soleiðis at tær eru klárar til hálvfinalurnar, og tað var eisini eftir ætlan, tá VÍF vann 39-18 á næst- bestu neistakvinnunum. Meira óvæntað var tað tó, at Kyndil eisini er at finna í hálvfinalunum. Tær áttu heimavøll móti StÍF, og her vann Kyndil 26-22, og einki er at ivast í, at tað var ein sigur, sum sálarliga kom væl við hjá Kyndli. H71 stóð fyri mest óvæntaða úrslitinum á mannfólkasíðuni, tá teir vunnu 26-23 á Neistanum. Einki er at ivast í, at hetta var eitt tap, sum kom illa við hjá Neistanum. Ikki minst tí liðið eisini í fjør stóð fyri størstu blamaguni í steypakappingini, tá teir taptu fyri aðrudeildarliðn- um hjá KÍF. Í aðrar mátar gekk sum væntað hjá monnunum. VÍF vann 40-19 á næs- tbestu kyndilsmonnunum, StÍF vann 32-21 á teimum næstbestu hjá Neistanum, og Kyndil vann tryggan 43- 32 sigur á KÍF. GM Ganguly,S (2531) - Das,A (2299) IND-National (22. umfar), 19.12.2003 1.e4 c5 2.Rif3 d6 3.d4 cxd4 4.Rixd4 Rif6 5.Ric3 Ric6 6.Bg5 e6 7.Fd2 Be7 8.0—0—0 0—0 9.Rib3 Fb6 10.f3 (10.Bxf6? Bxf6 11.Fxd6 Bxc3 12.bxc3 Fxf2 er væl betri fyri svartan) 10...Rd8 11.Rib5 Rd7 12.Fe1 Fd8 13.Kb1 a6 14.Ri5d4 Fc7 (Svartur hevur ongar stórvegis trupulleikar, men skal bera seg skjótt at við at finna aktivt spæl) 15.h4 Rixd4 16.Rixd4 b5 17.g4 Bb7 18.Bd3 Re8 19.Bd2 Bd8 20.Fe2 g6 21.Bh6 e5 DIAGRAM Støðumynd eftir 21...e5 22.Rif5!? Eitt sats! Ganguly veit hann má vinna hetta talv fyri at varðveita fyrsta plássið, og velur tí ein risikokendan leist. Verjir svartur seg rætt, eigur hann at minst at fáa hálva stigið, men undir trýsti er skjótt at fara skeivur) 22...gxf5 23.gxf5 Kh8 24.Rdg1 Rg8 25.Rg5 Be7?? (Og satsið gav úrslit. Svartur knekkaði. Nú er talvið tapt) 26.Fg2 Fb8 (Drúgvari hevði verið 26...Rxg5 27.Fxg5 Rie8. Men 28.Fg3 og Rg1 vinnur) 27.Rg1 og mát verður á g7 ella g8 1—0 Talvið hesa vikuna Marathonkapping Tað var sum í gomlu talvdøgunum tá ind- iska meistaraheitið bleiv telvað í desem- bur. Kappingin fevndi nevnliga um 23 umfør TALV Carl Eli Nolsøe Samuelsen Óhoyrt er í nýggjari tíð, at leikt verður fleiri enn 12-14 talv í kappingum. Tiltikna stórmeistarakappingin Wijk aan Zee í Hollandi hevur á hvørjum ári fjúrtan telvarar og trettan umfør. Hetta er nógv samanborið við aðrar kappingar kring vesturheimin. T.d varð landsliðsbólkurin í FM á páskum leiktur yvir ellivu umfør. Sum luttakandi kann eg helst siga fyri flest allar, at tað var møðsamt at berja seg ígjøgnum mongu talvini. Orsøkin er, at vit í vesturheiminum ikki eru von við so mong umfør pr. kapping. Men í India taka tey sær tíð til talv eins og gamalt var í 19. øld og í fyrru helvt av 20. øld. Heimsmeistarar- nir Steinitz (HM 1886-94) og Lasker (HM 1894-1921) kendu eitt nú ikki til annað enn drúgvar kappingar, har úthaldnið av álvara bleiv testað. Trýmansdystur Stutt innan meistaraskapur- in byrjaði, hevði stórtal- entið og unga tannáragent- an Koneru (2485) vunnu meistaraskapin fyri kvinn- ur. Hon sigraði við sekstan stigum av seytjan møgu- ligum (!). Eftir almenna meistaraskapin, har hon eisini luttók, hevur hon tískil leikt 40 vanlig talv innan tveir mánaðar í ein- ans tveimum kappingum! Tað varð eisini Koneru sum legði best til brots millum hini 23 mannfólk- ini. Eftir tíggju umførum lá hon á einum deildum fyrsta plássið við Ganguly (2531), men síðani fór júst Ganguly solo. Leingi hevði Ganguly lutfalsliga trygga leiðslu. Tá tjúgunda umfar varð av, hevði 17 ára gamli Harikrishna (2570) tó fing- ið um endan á oddamann- inum. Beint aftanfyri teir lá Chanda (2504) og lúrdi. Seinastu trý umførini bleiv tað somikið javnt, at innan seinasta umfar lógu allir tríggir javnir við 16,5 stigum. Tvey stig aftanfyri trio´ina kom Koneru, sum loksins eisini endaði á einum heiðurligum fjórða plássi. Harikrishna megnaði ikki at vinna sítt talv eins og Ganguly og Chanda gjørdu í 23. umfari, sum varð hitt seinasta. Ganguly bleiv kosin indiskur meistari - vegna betri mótstøðustig enn Chanda — við 17,5 stigum. Ganguly tapti ein- ans eitt talv. Anand (2764) hevur ikki leikt í meistaraskapinum síðani hann seinast í áttati- árunum tríggjar reisir vann heitið. Síðani er trifremsti telvari í heiminum vorðin alt ov sterkur til kapping- ina, sum oftani fevnir um telvarar við 2200-2600 rat- ing. Næsterkasti indari í løtuni, Sasikiran (2679), sum vann Politiken Cup í summar, luttók heldur ikki. Vinnaraviljin í kappingini kom rættiliga til sjóndar hóast mongu umførini. Fáir skjótir javnleikir og aloftast lang og drúgv talv, eisini ímóti endanum av kapping- ini. Tí tykist tað nærum láturligt tá vit síggja elitu- telvarar taka nakrir skjótir javnleikir í einari kapping við níggju umførum "fyri at spara um megina". Menninir hjá H71 og kvinnurnar hjá Kyndli eru framvegis at finna í steypakapp- ingini, tá farið verður undir hálvfinalurnar COCA-COLA KAPPINGIN Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Sjey av teimum átta fjórð- ingsfinalunum í steypa- kappingini í hondbólti eru nú leiktar, og sostatt restar bert at finna eitt av teimum átta liðunum, sum skulu berjast um plássini í teim- um báðum steypafinal- unum. Seinasti dysturin, sum ikki verður leiktur fyrr enn í januar mánaði, er ímillum bestu kvinnuliðini hjá VB og Neistanum. Undan hes- um eru so trý kvinnulið, sum hava tryggjað sær sess í hálvfinalunum. Stjørnan vann greiðan sigur, 23-16, á Søljuni, soleiðis at tær eru klárar til hálvfinal- urnar, og tað var eisini eftir ætlan, tá VÍF vann 39-18 á næstbestu neistakvinn- unum. Meira óvæntað var tað tó, at Kyndil eisini er at finna í hálvfinalunum. Tær áttu heimavøll móti StÍF, og her vann Kyndil 26-22, og einki er at ivast í, at tað var ein sigur, sum sálarliga kom væl við hjá Kyndli. H71 stóð fyri mest óvæntaða úrslitinum á mannfólkasíðuni, tá teir vunnu 26-23 á Neistanum. Einki er at ivast í, at hetta var eitt tap, sum kom illa við hjá Neistanum. Ikki minst tí liðið eisini í fjør stóð fyri størstu blamaguni í steypakappingini, tá teir taptu fyri aðrudeildarliðn- um hjá KÍF. Í aðrar mátar gekk sum væntað hjá monnunum. VÍF vann 40-19 á næst- bestu kyndilsmonnunum, StÍF vann 32-21 á teimum næstbestu hjá Neistanum, og Kyndil vann tryggan 43- 32 sigur á KÍF. Óvæntaður hoyvíkssigur Óvæntaður hoyvíkssigur Føroya størsta og »helst« vakrasta Harley Davidson er nú til sølu Electra Glide Classic við nógvari eyka útgerð til sølu um hóskandiboð fæst. Motorsúkklan er í besta standi og sum slunkandi nýggj. Myndir og teknisk lýsing av súkkluni fæst við at venda sær til eigaran Jakup_sandberg@hotmail.com ella fartlf. +298 212536. Víst verður annars til heimasíðuna: hd.fo har tilfar um motorsúkkluna eisini liggur. Pleygari/ heilsurøktari Fast hálvtíðarstarv í skiftandi vaktum á D2 er leyst at søkja til setan 15. januar 2004 ella skjótast gjørligt. Deildin er ein akut viðgerðardeild. Á deildini starv- ast sjúkrarøktarfrøðingar, pleygarar og heilsurøkt- arar.Deildin er ein áhugaverd deild við nógvum av- bjóðingum.Vit leggja okkum eftir, at starvsfólkið er í støðugari menningin og áhaldandi at betra um terapeutiska umhvørvið á deildini. Arbeitt verður eftir kontaktpersónaskipanini og miljøterapeutiskum meginreglum. Deildin hevur tætt samstarv við aðrar fakbókar, so sum lækna, sálarfrøðing, ergo- og fysioterapeut. Saman eru vit eitt lið, sum er um hin einstaka sjúklingin. Setanartreytir: Løn og setanartreytir smb. sáttmálan millum Føroya Psykiatrifelag og Fíggjarmálaráðið. Upplýsingar um starvið: Meira um starvið fæst at vita um við at venda sær til Birgit Andersen, deildarleiðara á D2 tlf. 313540, lokal 422 ella til Bergit Weihe, leiðandi sjúkrarøktar- frøðing, lokal 351, ella e-post bergitw@lsh.fo Umsóknarfreistin er 7. januar 2004 kl. 12.00. Skrivligar umsóknir við avriti av prógvum og við- mælum e.l. skulu sendast til Landssjúkrahúsið Starvsfólkadeildin FO 100 Tórshavn Landssjúkrahúsið Fo 100 Tórshavn Avloysari fyri læknaskrivara Á Røntgendeildini er starv sum avloysari fyri læknaskrivara leyst at søkja til setan 1.februar 2004 ella eftir avtalu fram til og við 31. august 2004. Røntgendeildin er ein deild í støðugari menning, har digital umlegging er byrjað. Umframt vanligar røntgenkanningar verða eisini gjørdar mammo- grafiir, ultraljóð-skanningar, CT-skanningar og MR- skanningar. Førleikakrøv: • útbúgving sum læknaskrivari • tænastusinni • dugir at raðfesta arbeiðið,sum til tíðir er krevjandi • góð samstarvsevni • góður røkjuskapur • teldukunnleiki Setanartreytir: Løn og setanartreytir smb. sáttmálan millum Starvsmannafelagið og Fíggjarmálaráðið. Nærri fæst at vita um starvið við at ringja til Jógvan D. Niclasen, leiðandi yvirlækni, telefon 31 35 40, lokal 174 ella147 L. Umsóknarfreistin er 9. januar 2004 kl. 12.00. Skrivligar umsóknir við avriti av prógvum og við- mælum e.l. skulu sendast til Landssjúkrahúsið Starvsfólkadeildin FO 100 Tórshavn Landssjúkrahúsið Fo 100 Tórshavn Suðuroyar Sjúkrahús 800 Tvøroyri Portørur Søkt verður eftur einum sjúkrahúsarbeiðara (portøri) til setan frá 1. februar 2004. Umframt vanligt portørarbeiði og koyring við sjúkrabili, umfatar starvið eisini alt fyrifallandi inni- og útiarbeiði. Talan er um fulltíðarstarv við tilkalli- vakt frá heiminum. Nærri fæst at vita um starvið við at venda sær til leiðarin á Lønardeildini, Bergur Stórhamar tlf. 37 11 33 lokal 140. Løn og setanartreytir sambært sáttmála millum Havnar Arbeiðsmannafelag og Fíggjarmálaráðið. Skrivlig umsókn við avriti av prógvum v.m. verða at senda til: Suðuroyar Sjúkrahús Umsjónarmannin Postrúm 51 800 Tvøroyri Umsóknarfreist 12. januar 2004. Pedagogur til Dagstovnin í Fuglafirði Til stovuna undir Hamri verður søkt eftir 1 peda- gogi 35 t. viku, at byrja 1. februar 2004. Starvið er á stovu við 12 børnum í aldrinum 0-3 ár. Dagstovnurin er ætlaður 60 børnum,og er stovnur- in skipaður í tvey hús við eini barnagarðsstovu og eini vøggustovu í hvørjum húsi. Lønin verður sambært sáttmála millum Føroya Pedagogfelag og Kommunala Arbeiðsgevarafelag- ið. Meira fæst at vita um starvið við at venda sær til Juliannu Næs leiðara tlf. 225222/444940. Um eingin pedagogur søkir starvið, kunnu hjálpar- fólk verða sett fyribils. Umsóknir saman við avritum av prógvum og við- mælum skulu vera býráðsskrivstovuni í hendi í sein- asta lagi 15. januar 2004 kl. 10.00. Býráðið skilir sær rætt til at velja millum innkomnu umsóknirnar ella onga at taka. Fuglafjørður 19. desember 2003 Fuglafjarðar býráð Bilur við skaða til sølu! Til sølu er ein Mazda 323 1.8 árg. august 1996 koyrt 32.000 km. Bilurin hevur stóran skaða og verður seldur fyri hægsta boð sum hann stendur á deildini hjá Toyota í Klaksvík. P/F Reyni Service Bilasølan Tlf. 353040 ella 456669 (deildin í Klaksvík) Stongt millum jóla og nýggjárs Ongin avgreiðsla er frá mánadegnum 29.desem- ber 2003. Opið er aftur fríggjadagin 2. januar 2004. Hoyvíksvegur 72 Postsmoga 3279 FO-110 Tórshavn telefon 356800 – faks 356801 t-postur: studul@studul.fo 29