Sosialurinarkiv
Sosialurin 1998-10-30, síða 19
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 30. oktober 1998síða 19

‹ fyrra síða allar 30 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Oue Nr. 206 — 30. OKTOBER 1998 tidindabladid SOS! Kunnu siga ja til olju sum alternativa vinnu, men: - Vit eiga sum skjótast at fyrireika okkum mentanarliga til oljuvinnu - Vit fóroyingar kunnu avgjørt læra nógv av upprunafólkunum í Alaska og teirra royndum við oljuvinnu, tá talan er um mentan, útbúgving og búskap sigur Jóannes Dalsgaard, stjóri fyri Mentamáladeildini. Hann var saman við 16 ødrum fóroyingum á rannsóknarferð í Alaska herfyri. Vitjanin varð fyriskipað av Texaco-samtakinum, ið fevnir um oljufeløgini Texaco, Conoco, Arco og Murphy. ORÐOG MYNDIR: JAN MULLER Tað hevur fleiri ferðir í orðaskiftinum um eina kom andi føroyska oljuvinnu verið víst á, at hetta snýr seg ikki bert um jarðfreði, bori- pallar og pengar, men so sanniliga eisini um menn- iskju og mentan, og harvið eisini um ta ávirkan henda vinna fer at hava samfelagið sum heild. Ein av orsgkunum til at bjóða einum so breiðum og fjølbroyttum ferðalag um- boðandi bæði politikarar, embætisfólk, vinnulívsfólk, umboð fyri mentanarstovn- ar 0.0. á kunningarferð í A- laska herfyri, var tí nettupp fyri at síggja, hvussu oljan hevur ávirkað eitt samfelag og eitt fólk í mest sum øll um liðum Jóannes Dalsgaard starv- ast sum stjóri í Mentamála- stýrinum og hevur hann har- við ein týðandi leiklut í ar- beiðinum at tilrættaleggja og fyrireika Føroyar og før- oyingar til ta nýggju vinn- una, oljuvinnuna Tað var tí rættiliga náttúr- ligt, nettupp út frá einum mentanarligum sjónarmiði, at hann taldist millum teir 16 føroyingarnar, sum í farna mánað vitjaðu Alaska - sum gestir hjá Texaco- samtakinum, ið fevnir um oljufeløgini Texaco, Cono- co, Arco og Murphy. Jéannes Dalsgaard er sera fegin um at hava upp- livað Alaska, og hann ivast ikki í, at vitjanin hevur givið luttakarunum nógv at hugsa um, nú eisini vit í Føroyum ætla okkum í gongd við oljuvinnu. Sjálvur heldur hann, at tað hevur alstóran týdning, at tann mentanar- ligi og tann menniskjansligi parturin verður tíkin við, tá farið verður at leggja til rættis ein útvikling á olju- økinum. —Eg haldi hetta hevur stóran týdning. Tí tá olju- ídnaðurin kemur til eitt samfelag, so fær hesin ídn- aðurin ikki bara búskap- arligan týdning, men hann fær eisini ómetaliga stórar mentanarligar og sosialar avleiðingar. Tí eiga okkara politikarar, embætisverk og planleggjarar eisini beinan- vegin nú at sett seg niður og analyserað júst hvørja ávirkan oljan kann fáa á mentan og alment lív í Før- oyum. Jóannes Dalsgaard heldur tað hevur verið sera lærandi og upplýsandi at hava verið í Alaska og sæð, hvussu oljan hevur ávirkað samfel- agið har og eisini, hvussu hon ikki hevur ávirkað. — Vit tosaðu við fólk um, hvussu tey hava klárað ta avbjóðingina og hvønn politikk man hevur orðað, soleiðis at upprunafólkini og teirra mentan íkki skuldu taka skaða, umframt at um- hvørvid heldur ikki skuldi verða skaðað Jóannes Dalsgaard held- ur fyri, at tá vit tosa um umhvørvid og eina olju- vinnu, so snýr tað seg oftast um tað fysiska umhvørviå. Vit gloyma, at tað snýr seg eisini um tað menniskjans liga umhvørvid, mentan, út- búgving og sosialpolitikk, um arbeiðslív, um hvussu oljuidnadurin ávirkar ger- andisdagin hjá fólki osfr Hann legggur afturat, at við útbúgving eiga vit eisini at hugsa um eitt nógv breiðari útbúgvingarhugtak, enn vit hugsa um í dag. Oljuídn- aðurin er ein so stór tøkni- lig, búskaparlig, sosial og mentanarlig kolvelting fyri eitt lítið samfelag, at vit í roynd og veru áttu at út- búgvið ella kanska beinari at fyrireikað alt fólkið til hesa nýggju stóðu. Nú hava vit eina útbúgvingarpoli- tiska nevnd og Jóannes ivast ikki í, at nevndin tekur hædd fyri hesum fyrilitum --Hvat nú um vit fáa eina velduga búskaparliga fram- gongd, og prísirnir samtíðis hækka ógvusliga, at vanligi borgarin ikki hevur ráð til nakað? Tá kann ein við røtt- um spyrja, hvat er vunnið. Jóannes Dalsgaard held- ur, at tað eru so mong við- urskifti, sum vit als ikki hava hugsað um í gllum oljuorðaskiftinum, sum hann heldur er ov eintáttað. - Vit hava mestsum bara hugsað um arbeiði, tøkni og skattainntøkur og hava als ikki givid okkum far um, at tad er ein long rød av ødrum spurningum, sum mugu greiðast og lýsast og sum vit megu finnar loysnir fyri, áðrenn oljan kemur, tí - tá oljan er komin, tá er tað ov seint at fara at hugsa um hetta. Og tað er m.a. júst í hes- um sambandi, at stjórin í Mentamåladeildini sær ein møguleika hjå okkum at kunna læra heilt nógv av eitt nú upprunafólkinum í Alaska, sum m.a. settu sær fyri, at tey skuldu hava vinningin av øllum tænastu- veitingum til oljuídnaðin. Og tað heldur Jóannes Dalsgaard, at tey hava dug- að sera væl, soleiðis at tað í dag eru nøkur vinnufeløg, sum so at siga sita á øllum tænastuídnaðinum til olju- feløgini. Tað eru samfeløg- ini sum kollektivt eiga hesi partafeløgini. I dag arbeiða nógv fleiri fólk í hesi vinnu Jóannes Dalsgaard, heils ar uppá starvsbróður sín, mentamálastjóran i Barrow. Framhald á næstu siðu