fríggjadagur 30. oktober 1998síða 21
‹ fyrra síða allar 30 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
í
Nr. 206 — 30. OKTOBER 1998
tíðindablaðið
OR A
23
teimum stóru ídnaðargkj-
unum.
Jóannes Dalsgaard heldur
sjálvur, at vit føroyingar
gera alt ov lítið fyri at sýna
áhuga fyri fólkunum, sum
liva kring pólkringin.
Uppá fyrispurning hví
hetta er so, sigur hann, at
vit hyggja meira suðureftir.
Vit eru sera fikserad uppá
okkara marknaðir. Vit hava
lyndi til at definera okkum
sum einans eitt ídnaðarfólk
og ikki sum eitt veiðufólk.
Vit hava lyndi til at seta
mark millum okkum, sum
eru eitt ídnaðarfólk og tey,
sum vit uppfata sum eitt
veiðufólk. Og tað er eitt
mistak, tí vit eru bæði eitt
ídnaðarfólk og eitt veiðu-
fólk.
—Tað var tí eisini júst
hetta, sum hugtók meg so
nógv, tá vit vitjaðu fólkið
har norðuri: at tey hava vilj-
an til, og at tey megna at
varðveita eina veiðumentan
í einum nútímans ídnaðar-
samfelag. Og so ikki minst
at tey nú av fullum huga
virka fyri at varðveita og
endurskapa upprunamálini,
at endurskapa virðingina
fyri upprunamálunum og tí
skaldskapi, ið finst á teim-
um ymsu upprunamálunum
í Alaska.
Tá um veiðmentanina
ræður, so hava vit sjálv jú
roynt hetta sama við at
varðveita okkara grindadráp
og okkara fuglaveiðu, sam-
tíðis sum vit liva í einum
nútímans samfelag.
— Hvat vil tå so mæla
okkum til á hesum øki-
num?
— Vit eru so smátt við at
koma uppí tað arktiska sam-
starvið. Tað er eitt ómeta-
liga stórt framstig, at vit eru
komin upp í tað Arktiska
Ráðið. Har skuldu vit verið
komin fyri langari tíð síð-
ani. Men nú er at hyggja
frameftir. Vit eiga at brúka
nógva orku til hetta arbeiði
og vera virkin har og ikki
lata pallin og alt initiativ til
tey stóru londini, USA,
Rusland, Noreg og Ísland.
Vit skulu fara virkin inn í
samstarvið, tí eisini tær
smáu tjóðirnar, sum luttaka
í hesum samarbeiðinum,
hava brúk fyri, at Føroyar
eru við eins og vit hava brúk
fyri teimum. Tað er ikki
støddin, sum telur. Tað er
harafturímóti tað tú sigur
og ger, sum telur, tá tú er í
tí samstarvinum. Men nú fer
løgmaður á fund í arktiska
ráðnum og hetta er sera gott
og sera týdningarmikið.
Uppá longri sikt fer hetta
samstarv at fáa alt meira
týdning fyri tjóðirnar fyri
norðan.
—Tvs. at í tí samstarv-
inum kunnu vit fóroyingar,
hóast vit eru smáir, væl
kennast stórir?
— Avgjórt, tí vit koma við
eini ómetaligari vitan um
havið og samspælið millum
havið og menniskjansligt
virksemi og eisini ta ávirk-
an, sum menniskjað hevur
á náttúruna. Vit koma við
teimum royndum vit hava
av 100 ára stremban eftir at
varðveita okkara mál og
mentan. Og vit koma eisini
við nøkrum politiskum
royndum frá 50 ára sjálv-
stýri í einum samríki á veg
ímóti fullveldi. So har hava
vit nakað at geva og eisini
nakað at læra.
Jóannes Dalsgaard, sum
altíð hevur havt stóran á-
huga fyri fólkunum á norð-
aru hálvu, inuittum og ind-
ianum og hevur ferðast
nógv millum hesar tjóðir,
sigur seg vera djúpt hug-
tiknan av fólkum, sum liva
å markinum millum, hvar
tað er møguligt og émøgu-
ligt at liva.
— Vit hava havt nakað av
tí sama í Føroyum. Okkara
tjóð hevur mangan livað á
markinum millum tað, sum
var møguligt og 6møguligt.
Einaferð var okkara mál um
at hvørva. Vit hava havt tíð-
arskeið í Føroya søgu, har
tað næstan ikki hevur borið
til at liva her. Vit hava ligið
lágt búskaparliga, tá alt
stødid rapaði í senn: fiskur,
grind, fuglur, seyður men
vit altíð fóta okkum Vit
hava í gldir verið fullkomi-
liga heft at, at okkara for-
fedrar megnaðu at rekja
hav, haga og bjørg vid hógv
og eyga fyri javnvágini. Tað
var eingin annar, sum kom
og hjálpti okkum. So tað er
kanska ikki so stórur munur.
Hóast vit allar munur av
geografiskum og etniskum
slagi hava vit havt rættiliga
líkar fortreytir, tá vit hugsa
um vinnu, búskap og ment-
an. Tí eru vit føroyingar á
ein hátt í ætt við uppruna-
tjóðirnar fyri norðan.
Vit kunnu vísa hesum
upprunatjóðunum fyri norð-
an, eisini tá vit eru á kunn-
ingarferðum um olju, at tað
finnast hvítar tjóðir, sum
hava sama lívsstíl sum upp-
runatjóðirnar. So eg síggi
avgjørt eina slíka ferð í
Alaska sum nakað nógv
meira enn bert at fyrireika
okkum til eina oljuvinnu.
Tað hevur líka nógv at gera
við, at vit finna og sam-
starva við okkara javnlíkum
her á norðaru hálvu.
Javnlikar
Undir vitjanini í Barrow
legði Jóannes Dalsgaard
sær væl í geyma orðini hjá
einum av grindaformonnu-
num, sum vísti á, hvussu
gott tað var at koma á fund
í altjóða hvalaveidunevnd-
ini og har hitta føroyingar.
-Tí føroyingar vóru millum
teir einastu, sum skiltu teir,
tí vit eisini ótu hval. Teir
vóru ikki vanir við at hitta
hvítar menn, sum ótu tvøst
og spik. Er tað nakað, sum
kndtir fólk saman, so er tað
matvanar og matmentan.
Jóannes Dalsgaard sær
innbjóðingina at vitja
Alaska sum nakað sera
týdningarmikið og stórt og
nakað, sum kann virka báð-
ar vegir: at fólkini vit vitja
eisini fáa nakað burtur úr,
at vit sjálvi gerast varug við
okkara egna identitet og
okkara pláss í heimsmynd-
ini - og sjálvandi endamálið
við ferðini: at vit út frá
royndum og vitan hjá gðr-
um kunnu fyrireika sam-
felagið uppá eina oljuvinnu
—Tað, sum vit kunnu
geva, er ein semja við upp-
runafólkini um og ein fatan
av, at tað, sum tey halda fast
við, eru tað eisini onnur enn
tey, sum halda vera rætt at
halda fast við, at varðveita
sína upprunaligu mentan í
einum ídnaðarsamfelag - at
troyta havsins livandi til-
feingi á ein skilagóðan hátt,
og at tað eru vit og ikki fólk
í New York og London, sum
skulu gera av, hvussu hetta
livandi tilfeingið skal troyt-
ast. Tað er sera umráðandi,
at hesi fólkini síggja og
kenna, at tað eru onnur, ið
hugsa sum tey.
IWC er ein vanlukka fyri
fólkini í útjaðaranum. Fólk-
ið í Barrow veiðir stórhval
og hevur gjørt tað altíð — í
hvussu so er í minst 4000
år. Tað er tí sera løgid, at
tað skulu sita serfrødingar,
embætismenn og politikar-
ar frá teimum stóru ídnað-
Jóannes Dalsgaard heldur róðu á mentannarkvøldinum og handar einum umboð fyri
upprunafólkið, Brenda Itta-Lee gåvu frá fóroyska ferðalagnum
g8lM! JYACUCHO PERU
arlondunum, sum illa nokk
vita, hvar Barrow er, og
gera av, hvussu nógv hesi
fólkini skulu taka av tí
hvali, sum svimur framvið
strendur teirra og sum í tús-
undtals ár hevur verið sjálvt
lívsgrundarlag teirra. Hetta
er sama viðferð, sum Grøn-
lands inuitt hevur fingið frá
altjóða umhvørvisfeløgum.
Nú tykjast nógv at hava
gloymt, at herferðin hjá
Greenpeace móti nósaveiðu
týndi grønlenska bygdabú-
skapin, hóast Grenlands
inuittar ongantíð hava veitt
nósa.
Jóannes Dalsgaard: -
Hatta er tað gamla. Tær
stóru tjóðirnar, fólkini í
sentrum - í miðuni, hava
altíð tíkið sær rætt til at ráða
7"JF JN RaNr
ger
yvir lagnuni hjå okkum,
sum búgva í periferiuni - í
útjaðaranum. Vit hava einki
annað val uttan at tala at og
siga, at hesum vilja vit ikki
finna okkum í. So leingi vit
ikki gera tað, verða avgerðir
tiknar tvørtur um okkum.
Jóannes Dalsgaard telist
millum teir føroyingar, sum
siga, at vit kunnu ikki loyva
okkum at siga nei til eina
alternativu vinnu sum olju,
nú vit ikki kunnu veiða frítt
- ikki uttan so, at vit hava
tað sum principp ikki at
brenna olju av umhvørvis-
orsøkum. Og hetta var eisini
lærdómurin frá uppruna-
tjóðunum í Alaska. Høvdu
tey kunnað veitt frítt, so
høvdu tey heldur ikki havt
brúk fyri oljuni. Men tey
MLS"
Mentamálastjórin á vitjan
á heimsins enda í Barrow
kunnu ikki veiða frítt long-
ur, tí kemur oljan væl við
Eftir sera áhugaverdu
ferðina í Alaska sigur Jóa
nnes Dalsgaard, at vit før-
oyingar nú eiga at fyrireika
okkummentanarliga til eina
komandi oljuvinnu. Hetta
merkir, at vit í tí mentan
arpolitikki, sum nú
er við at verða orðaður, eiga
at taka hædd fyri øllum
teimum mentanarligu av-
bjóðingum, sum fyljga við
eini oljuvinnu
Inni í mentanarhúsinum í Barrow, arkitekturin greiðir frá húsinum