Sosialurinarkiv
Sosialurin 1998-10-31, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 31. oktober 1998síða 10

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

10 Minnisvarði teirra tam Havið er okkara livsgrundarlag viðarlundini í Havn tíðindablaðið SOSU Nr. 207 — 31. OKTOBER 1998 [ff [[[[f [Of [| Seinasta árið eru hendar nógvar vanlukkur á sjónum. 12 mans eru sjólátnir hond skapar, koma okkum øllum til góðar segði Edmund Joensen, táver andi løgmaður undir minningarhaldinum á Sjómansheiminum í Havn 1. november í fjør Vit prenta her tað, løg- maður bar fram tá. Hann segði - Havið er okkara lívs- grundarlag og tann fongur sum sjófólk okkara fær á havinum, bæði er og hev- ur leingi verið høvuds- treytin fyri menningini av samfelag okkara. Tey virði, sum verða skapt í sjómansins hondum, koma okkum øllum til góðar. So er, og so hevur verið í mong ættarlið, segði Edmund Joensen og legði aftrat, at fáa tjóðir hava goldið havinum so dýrt sum føroyska tjóðin mans farnir í fjør doyðu fimm menn og ein kvinna á sjónum Men í ár er talið yvir tey, sum doyðu á havin- um, tvifalt so stórt, nevni- liga 12 Teir, sum eru farnir å havinum seinasta árið, eru Birgir Ryan, Klaksvík, 54 ár. Doyði um borð á danska skipinum »Seaboard Sund« í Kingston, Jamaika, tann 15. februar 1998 Axel Olsen, Hvalba, 39 år. Var vid »Palla hjå Marionnu«. Doyði í Mauritius, 2. mars 1998 Gunnar Mørkøre, Klaks- vík, 40 ár. Var við >Palla hjá Marionnu<. Doyði 5 mars 1998 Fimm mans fórust við ” >Sjóborgini<, 2. april 1998. Teir vóru Tonny Thomsen, Strend- ur 56 ára gamal Símun Pauli á Fríðriks- mørk, Strendur, 31 år Poul Johannes, vanliga nevndur Hannus, Thomsen, Strendur, 23år Atli Bjartisson Hansen, Strendur, 25 år Hilbert Funn, Strendur, 36 år Dånjal Muller Jacobsen, Klaksvik, 60 år. Var vid danska skipinum »Malena«. Doyði í Las Palmas, 3. mai 1998. Egil Hansen, Norðra- gøta, 59 ár. Doyði við >Skúgvi< 22. juli 1998. Jan Tórhallur Gaard, Tvøroyri, 41 ár. Doyði við noska skipinum >Fiske- nes<, 8. juli 1998. Hans Petur Joensen, Hoyvík, 39 ár. Druknaði í Hirtshals, 7. september 1998. Var við danska skipinum »Strømnes«. Vit lýsa frið yvir minni teirra. Eg sigli fram yvir lívsins hav, Meg ber hin skiftandi bylgja; ti kós, sum Jesus mær sjálvur gav, eg ynskir trugvur at fylgja; eg steyni fram mót teim ljósu londum, við lívsins træi á føgru strondum, har altíð sól og summar er. Tá síðsi stormurin tagnar her, og heimsins strond er at hóma, í ljósi glitrar ein onnur verð, ei henda oydimrøk tóma; og jaspismúrar og perlur skyggja, í glansi staðurin sæst at liggja, og songur tónar móti mær. Og stundum byrurin góður er, og nógvum ødrum eg fylgi, sum halda fram hesa somu ferð á livsins ótryggu bylgju; og slætt er havid, og sólin smilir, langt burtur stríðið, og sálin hvílir; so føgur tykist ferðin tå. Lat akker falla! Eg nåddi havn - farvæl, tå bråsandi bylgja! Eg trygt meg leggi i Jesu favn hans, sum mær her vildi fylgja. Og kendar røddir meg blidar kalla, sum akker mini so stilt nå falla við lívsins ljósu, føgru strond. Men ofta eina á ódnarnátt eg tráandi mundi hyggja; Tá villu sjógvarnir ýldu hátt, og eingin viti sást skyggja; men tá ið mær eingin kraft er longur á bylgjuhavinum Harrin gongur Í síðstu, myrku náttarvakt.