Sosialurinarkiv
Sosialurin 1998-10-31, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 31. oktober 1998síða 11

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 207 — 31. OKTOBER 1998 tidindabladid S0S/' Jógvan Fríðriksson, prestur, Tú kennir teg sum JAN MØLLER -Viðurskiftini eru so smá, at tú kennir teg líkasum ein avvarðandi sjálvur. Hetta sigur Jógvan Fríð- riksson, prestur nú Alla- halgannadagur - minning- ardagur teirra sjólátnu er í morgin 1. november. Tólv fólk hava latið latið á sjónum í ár og er hetta tvífalt so nógv sum farna ár. Og okkurt pláss í landinum er sera meint rakt. Tað er Strendur. Presturin í sóknini er Jógvan Fríðriksson, og hann kennir seg ikki sørt sum avvarðandi, nú viður- skiftini eru so smá. -Hetta hevur rakt øll, sum her búgva sera meint. Sum prestur roynir tú at gera títt besta, hóast eisini tú stund- um kennir teg so máttleys- an. Jógvan Fríðriksson sigur, at fólkini, ið mist hava, eru so ómetaliga hart rakt, tí hetta er heldur ikki einastu ferð, at tey hava mist. Hugsað verður um mann- ingina á Sjóborgini, sum fórst 2. apríl í ár. Har fórust fimm mans. Mamma Sím- un Paula á Fridriksmørk misti mannin við Stathav fyri nøkrum árum síðani Frammanundan hevði hon mist pápa sín. Nú misti hon eisini sonin. Kona Tonny hevur eisini mist nógv. Fyrst misti hon verfaðirin, sum fórst við einum seks- æringi í sjeytiárunum, og nú misti hon bæði mann, son og verson. Somuleiðis misti dóttir Tonny bæði mann, pápa og beiggja. Vit spurdu Jógvan Fríð- riksson, hvussu tað er at vera prestur í eini bygd, sum verður so meint rakt av vanlukkum á sjónum! -Tað skerst ikki burtur, at hetta rakar øll, eisini prest. Vit kenna tað gll, sum vit hava mist ein av okkara, og hetta ávirkan okkara ger- Sjóborgin andisdag. Men livast skal víðari, og har haldi eg tað er so ómetaliga týdning- armikið at vera um tey, sum mist hava. Vit mugu ikki gloyma hesi fólkini, men tvørturim6ti uppsøkja tey og vera saman við teimum sum vit onnur fólk Jógvan Fríðriksson vísir tó á, at tað kemst ikki uttan um, at tað eru tey, sum mist hava, ið sjálvi mugu arbeiða seg gjøgnum sjálva sorgina. Men tað kann hjálpa teim- um, at onnur eisini vísa teimum ans. Sjálvur heldur prestur, at fólk á Strondum hava verið ótrúliga hjálpsom. -Annars haldi eg tað er so týdn- ingamikið at kunna tosa um hetta. Roynir tú at for- trongja hetta, so kann tað seta seg fast og gera enn stórri mein. Jógvan sigur víðari, at tá fólk doyggja, so gera ein avvarðandi summi avvarðandi tað, at tey leypa sorgartíðina um Tað er ikki rætti mátin, ti tað kann koma aftur um brekku seinni -Um tú fortrongir sorgina, so ger tú eisini tað við tey mongu góðu minni, tú hevur um tey, sum farin eru Jógvan Fríðriksson sigur víðari, at tey, sum mist hava ein av sínum kæru, vilja innast inni fegin tosa um alt hetta. Kanska mest at kunna síggja veruleikan í eyguni, at tað er nakað, sum er hent Sum prestur hevur Jógv- an eisini til uppgávu at tosa við øll tey, sum mist hava Her er orðið altavgerandi Tað er sjålvt grundstødid í arbeiðinum hjá einum presti. -Men har mást tú sum prestur tó skilja millum hetta at prædikka og so at tosa við fólk. Mínar royndir eru, at tann óbeinleiðís præ- dikan er tann besta præ- dikan: at tú er tað, tú ert, bæði við tínar styrki og við tínum veikleika. HV Grannskodarafelagid Sp/f RASMUSSEN & WEIHE — Békhald/ Avgreiðsla | | Til avgreiðslu okkara sokja vit eftir ein- | um fólki at taka við 1. januar 1999 | ella so skjótt sum til ber eftir årsskift- | Arbeiðsuppgávurnar í avgreiðsluni at svara telefonini bókhald fotokopiering innkeyp av skrivstovulutum annað fyrifallandi arbeiði Vit hava samskifti við nógvar kundar og samstarvsfelagar bæði innan- og uttanlands og leggja stóran dent á, at tann, sum starvast í avgreiðsluni, er fryntligur og beinasamur og dámar at hava við fólk at gera. Kunnleiki til bókhald er ein treyt, og evni til at málbera seg skrivliga eru ein fyrimunur. Lon sambært avtalu. Umsóknir skulu vera okkum í hendi í seinasta lagi mánadagin 16. nov Grannskoðarafelagið Sp/f RASMUSSEN & WEIHE Statsaut. Revisorar Associate member of Coopers P.O. Box 30 FR-110 Tórshavn Faroe Island Tlf. (+298) 311017 Telefax (+298) 311018 e-mail: rasmussen (Grasmussen. fo Eysturoyar Røktar- & Ellisheim 620 Runavik Søkir: Avloysara fyri Sjúkrasystir 1,0 tíð at byrja 01.12.98 ella eftir nærri avtalu. Setunartidin er til 31.05.99. Umsóknarfreist: 16.11.98. Nærri starvinum viðvíkjandi fæst at vita frå fyristødukvinnuni å tlf. 448185 ella 448201.