Sosialurinarkiv
Sosialurin 1998-10-31, síða 13
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 31. oktober 1998síða 13

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 207 - 31. OKTOBER 1998 Nr. 207 - 31. OKTOBER 1998 Regin Dahl saman vid abbasynum. Komandi hósdag verður hann 80 år, og i hesum sambandi kemur ut fløga Tidinai frå forlagnum Stidjanum Regin Dahl, sum er tann elsti føroyski tónsetarin, fyllir áttati ár tann 5. nov- ember. Harumframt er hann skald, sum fekk sína fyrstu bók útgivna í 1937, og er hann heiðurslimur í Føroya Rithøvundafelag. Løg hansara eru givin út í bókunum Atlantsløg, sum kom út í 1996, og Atlantsløg II, sum kom árið eftir. Tá ið tónleikarar sóu hesi leg, gjørdist teir hugtiknir av teimum, tí teir høvdu ikki hoyrt slíkt tónamál fyrr, og tað fylgdi so avbera væl orðunum í yrkingunum. Løgini eru sera vekur, men samstundis krevjandi | honum til heiðurs at syngja, tí tey spenna so vítt. Talan er ikki bert um vísusang, men beinleiðis um lied-sang sum stendur mát við tann besta lied-sang vit hava nakrastaðni. Regin hevur sungið løgini so at innihaldið í yrkingunum kemur sjáldsama væl fram. Hetta, saman við teimum vekru fraseringunum, ger at lógini hjá Regini eru sterk, innilig og vekur. Á sumri 1997 fóru Erst Sondum Dalsgarð, Ólavur Jakobsen og Marianne Clausen undir at fyrireika at gera eina fødingadags- heilsu til áttati ára dagin hjá Regini. Tey samdust um at fáa gjørt eina fløgu við 20 sangum. Sangirnir eru sera ymisk- Umframt at vera tonasmidur, er Regin-Daht eisini > skald. Hann gav út fyrstu bók sína í 1937 » Fløga Regini Dahl til heidurs å åttatiåra degnum ir, og sjålvt um Regin Dahl hevur eina høga tenorrødd, so var tað klárt, at nakrir av sangunum hóskaðu best til eina djúpa rødd, aðrir til eina kvinnurødd, og aftur aðrir til eina eldri rødd. Eft- irsum Regin er sera glaður fyri manskór, vórðu tvey løg løgd til rættis fyri mans- kór. Av teimum útlendsku yrkingunum, Regin hevur gjørt løg til, vórðu valdar út tríggjar svenskar, ein norsk og ein donsk. Tey settu sær fyri at fáa sangarar, sum høvdu hesi mál til móðurmál, og høvdu tey tað hepni at fáa kendar útlendskar sangarar at heilsa Regini á stóra degi hansara. Tann kendasti av hesum sangarum er Hákan Hage- gaard, tí hann er av sonnum heimskendur. Síðan 1978 hevur hann verið fastur barytonsangari á Metropol- itan í New York. Hann er tó ikki bert kendur sum oper- asangari, men eisini sum liedsangari. Í heimi sínum í Vármlandi (Hagegården) hevur hann á hvgrjum ári skeið fyri sangarar, og stendur hann fyri áhuga- verdum konsertum har. Burtur úr tí samstarvi, sum nú er fingið við hann í sam- bandi við hesa fløgu, er tað komið, at hann hevur givið tilsøgn um at syngja í Før- oyum-tá ið Summartónar verða at hoyra ár 2000. Hin sviin er Gitta-Maria Sjøberg, sum er operasol- istur á kongliga operahúsi- num í Keypmannahavn, men eisini syngur í stórum operahúsum í Týsklandi. Hóast navnið ikki avdúk- ar Guido Paevatalu sum dana, so er hann tað kortini. Á kongliga operahúsinum í Keypmannahavn er hann tann førandi barytonsolist- urin, og hevur hann eisini solistkonsertir víða um í Eu- ropa. Tann norska Ann-Helen Moen gongur á operaaka- deminum í Keypmanna- havn. Hóast sín unga aldur er hon nógv frammi sum solistur, og hevur t.d. í vår verið í Portugal og sungið. Teir føroysku sangararnir eru: Ernst Sondum Dalsgarð, sum syngur í kongliga ope- rakórinum í Keypmanna- havn, og virkar sum tenor- solistur bæði á kongliga sjónleikarhúsinum og víða hvar í Danmark. Rúni Brattaberg, sum syngur á Sibelius-akademi- num í Helsinki, og longu hevur roynt seg sum bass solistur Hans Iversen, sum starv- ast sum sangari, sanglærari og kørdirigentur í Molde i Noreg. Berghild Poulsen, sum i mong ár hevur verið álitið i føroyskum kórum við síni vøkru sopranrødd og mang an syngur solo. Joanna Johansen, sum er sangkennari og hevur eitt gentukór. Flemming Samuelsen, sum vit kenna frá barnarím- unum hjá Hans A. Djur- huus, sum hann sang so av- bera væl. Her er hansara lutverk at vera tann gamli maðurin, sum kamferkistan fær at minnast. Tað er ein frøi at hoyra ein vanligan sang millum allar hesar ope- rasangarar. Heri Eysturlíð, sum er kendur sum kórleiðari og urguspælari, men sum eisini er ein stinnur sangari við flottari rødd Harumframt syngur gent- ukórið Cantabile hjá Paula í Sandagerði, og tað ger sum altíð sítt arbeiði til lítar Tað er ikki bert føroying- urin Regin Dahl, sum hevur skapað hesi løg, men tað eru eisini føroyskir tónlista- menn, sum hava lagt tey til rættis Tann kendasti av hesum er sjálvandi Sunleif Ras- mussen. Hann hevur vunnið sær giti úti í heimi sum tón- setari, og hevur enn eina ferð sýnt hegni sítt við at leggja hesi løg meistarliga til rættis. Men hinir Kári Bæk, Kristian Blak, Bjarni Restorff, Olavur Jakobsen og Pauli i Sandagerði hava so sannliga eisini vist hver dugur er í føroyskum tón- setarum í tí teir her hava dont. Teir flestu av tónleikarun um sum hava spælt, starvast á kongliga kapellinum í Keypmannahavn, men hetta er tó ikki galdandi fyri okk- ara Olav Jakobsen, Onnu Klett og Stamen Dimitrov Stantchev, sum til fulnar vísa, at tey kunnu roknast millum fremstu tónleikarar Fløgan er tikin upp i Soundtrack í Keypmanna- havn og Ljóðstovuni í Før- oyum Tann sum hevur staðið fyri øllum arbeiðinum við at finna sangarar, tónleik- arar, upptøku, mixing og klipping, er Ernst Sondum Dalsgarð. Hann er tó ikki ókendur innan hetta økiØ, ti hann hevur fyrr framleitt >Jóla- og adventssålmar« og saman vid Liv Dam fløg una »Eftir regnið< Fløguhusin er eitt lista- verk, sum Tróndur Paturs son hevur gjørt, og í húsa- num er eitt hefti har allir sangirnir eru prentaðir, so væl ber til at flygja við í hesum føgru yrkingum Fløgan kemur út nú, og verður at fáa í øllum fløgu handlum