leygardagur 31. oktober 1998síða 16
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Martin Næs, landsbókavørður:
Tað lekur millum teori og praksis
- Bókasavnsverkið er dómi
um, at lógir, framasgkjandi
ella ikki, verða settar í verk
uttan at myndugleikarnir
játta neyðugu pengarnar.
Sama kann henda við
orðaða mentapolitikkinum,
sum er so nógv eftirlýstur.
- Tíbetur hava vit altíð átt
listafólk, sum ikki síggja alt
í krónum og oyrum,
spurningurin er bara,
hvussu leingi tey kunnu
blíva við. Tí - og bara tí -
kann man siga, at tað grør
um gangandi fót. Og ikki tí,
at tað frá politiskari síðu
hevur verið mett so umráð-
andi, at fólk arbeiða við list
og mentan, sigur Martin
Næs, rithøvundur og
landsbókavørður i viðtali.
Hósdagin verður Føroya
Landsbókasavn 170 ár.
TURIÐ KJøLBRO
Eitt bókasavn, sum ikki fylgir vid í menn-
ingini, er ikki vert at brúka pengar uppá
Hetta eru boðini frá Martini Næs, lands-
bókaverði, í seinastu ársfrágreiðingini hjá
Føroya Landsb6kasavni eftir sjey rakár
Eftir sjey rakár koma sjey góð ár, stendur
í Halgubók. Og tað er ymiskt, ið bendir á,
at nøkur góð ár eru í væntu. Í fíggjarlógini
næsta ár fær bókasavnsverkið slaka millión
krónur afturat í játtan. Hóast bókasavns-
verkið hevur verið skorið inn á bein í
kreppuárunum, og játtanin til stovnin í dag
bert er triðingurin av ti, hon var síðst í
áttatiárunum, hevur bókasavnsverkið hesi
rakárini megnað at flutt seg inn í teldu-
øldina
Størstu avbj6dingarnar hjá bókasavns-
verkinum vid endan å hesi og i byrjanini
av næstu øld er at fáa lógina um megin-,
fólka- og skúlabókasevn at virka
- Vit høvdu júst fingið hesa bókasavns-
lógina, ið føroyskir politikarar høvdu sam-
tykt, tå ið vit rendu okkum í kreppuna. Øli
kreppuárini livdu vit við henni uttan at klára
at fylgja henni upp. Hon er nú 10 ára gomul
og neyðugt verður at gera nakrar broytingar
í henni, men grundtankin í henni er í lagi,
sigur Martin Næs
Øll atgongd til bókasavn
Grundtankin í hesi lógini frá 1988 er at
sameina fólka- og skúlabókasgyn og hava
eina skipan, sum røkkur um alt landið,
soleiðis at allir borgarar eru líka fyri
- Vit hava biðið um pengar til at fáa lógina
setta í verk, men tað hevur ikki borið til
Nýggja fólkaskúlalógin sigur eisini, at skúl
arnir skulu hava b6kasøvn, men tað hava
vit heldur ikki ráð til. At vit í fíggjarlógini
næsta ár fáa slaka millión krónur meiri í
játtan er fínt, men tað er alt ov líuð. Men
dsbókasavn
Nr. 207 - 31. OKTOBER 1998
>
Martin Næs, landsbókavørður og rithøvundur hevur verið við til at orða mentanarálitið Avmarkaður marknadur.
- Vit fáa ein orðaðan mentapolitikk ár 2000. Eg skilji ikki, hví vit ikki kunnu orða hann um eina viku. Vit hava havt mentanarálitið
nú í tvey ár og við tí, sum er hent síðani hava vit nóg mikið at arbeiða út frá.
vit kunnu gleðast um, at fíggjarlógarupp-
skotið gevur ábendingar um, at vit fáa stórri
játtan so við og við, sigur Martin Næs.
- Légin frå 1988 hevði uttan iva verðið
fylgt um vit ikki fingu rakárini fyrst í níti-
árunum. Eg havi ofta hesi árini fingið at
vita, at skal man spara, má man spara á
bókasavnsgkinum. Hugburðurin er, at hetta
kann bíða, men eg haldi ikki, at tað kann
bíða. Skulu børn hava rættiligt gagn av at
ganga í skúla skulu tey hava eitt bókasavn
at fara inn á uttan mun til hvar í landinum
tey eru, sigur Martin Næs.
At lógin um megin-, fólka- og skúlabóka-
søvn ikki virkar eftir ætlan førir við sær, at
bókasgvnini, serliga Landsbókasavnið og
Býarbókasavnið í Havn, eru hart spent fyri.
- Vit royna at geva borgaranum uttan fyri
hetta økid so góða tænastu sum til ber, men
sjálvandi merkir hann eisini, at vit eru hart
spent. Varð lógin fylgd áttu allir borgarar
at havt møguleika fyri at koma á staðið at
velja bøkur sjålvir. Men veruleikin er tann,
at bara bókasgvnini á teim størru plåssunum
hava opið hvgnn dag, tey smáu hava bara
opið nakrar fáar tímar um vikuna, og tað er
ikki nóg gott, sigur Martin Næs.
Ein máti at røkka út til so nógvar brúkarar
sum til ber er mobil bókasavnstænasta.
Hetta royndi Landsbókasavnið í átta ár við
einum bókabussi við sera góðum royndum,
men av fíggjarávum var henda tænastan
løgd niður í 1993. Tað snýr seg ikki um tær
stóru fløgurnar at fáa hesa tænastuna í verk
aftur. Nýggjur bussur má útvegast, hann
kostar um 2 mill. krónur og raksturin kostar
millum hálva og eina mill. krónur um árið
- Vit hava ikki slept vónunum um at fáa
ein bókabuss aftur. Tað stendur frammalaga
í raðfestingini og var eitt av ynskjunum hjá
okkum til játtanina næsta ár, sigur Martin
Næs.
Miðnámsskúlarnir gloymdir
Føroya Landsbókasavn arbeiðir eftir trim-
um ymiskum lógum. Lógini fyri Lands-
bókasavnið frá 1952, lógini um fólka-,
skúla- og meginbókasgvn frá 1988, og
fólkaskúlalógini frá 1997, sum krevur bóka-
savn á hvgrjum skúla. Og tað skert ikki
burtur, at lógirnar grípa inn í hvgrja aðra
uttan tó at ngkur teirra nemur við ein tann
størsta brúkarabólkin hjá bókasgynunum.
- Miðnámsskúlarnir verða ikki nevndir í
nakrari lóg og tað er eitt ordiliga glopp.
Tað má vera ótolandi at arbeiða á einum
miðnámsskúla og ikki hava eitt vælvirkandi
bókasavn. Vit merkja hvgnn dag allan dagin
høpileysu støðuna hjá skúlunum, ið einki
bókasavn hava. Í gllum fórum átti ein
grundstovnur av bókum verið á skúlunum.
- Í mentanarálitinum Avmarkaðum
marknaði verður sagt, at tað er neyðugt at
endurskoða alt lógarverkið, sum nemur við
bókasavnsverkið, og antin gera lógirnar
soleiðis, at tær passa til hvørja aðra ella
gera eina lóg, sum nemur alt gkið. Tað
nyttar einki at hava eina lóg sum er so góð,
so góð, men sum ikki virkar í verki, sigur
Martin Næs. ,
- Samfelagið setir eisini krøv. Utbúgv-
ingar verða settar á stovn, nýggjar vinnur
koma, granskingin, ið kemur í kjalarvørr-
inum á Granskingarráðnum, og í gllum
hesum er eitt gott bókasavnsverk eitt neyð-
ugt amboð.
Nógvar framtíðar brúkarar
Nýtslan av bókasgynunum veksur alla tíð-
ina, men hon er broytt nógv síðani kunn-
ingartøkni kom inn í myndina.
- Brúkararnir krevja meiri av okkum nú
og fyrispurningarnir kunnu vera rættiliga
sniðfundigir og fløktir. Teir skulu helst hava
fyrispurningarnar svaraðar her og nú, men
tað er ikki altíð, at teir eru so skjótir at
loysa. Og enn er alt á savninum ikki skrá
sett. Tí kann tað taka tíð at svara einum
fyrispurningi, sigur Martin Næs.
- Teir yngru brúkararnir, tað vil siga
skúlanæmingar, brúka bókasavnið meiri
professiónelt í dag enn fyrr. Tað kemst av,
at nógvir av lærarunum hjá teimum hava
brúkt bókasavnið nógv í teirra útbúgving.
Og tað smittar av á frálæruna. Ættarliðið
av lærarum, sum hevur tikið við á mið-
námsskúlunum, eru vanir at brúka bóka-
søvn sum skrivstovu ella laboratorium. So
kunnu vit ímynda okkum, at vit eiga nógvar
framtíðar brúkarar, sigur Martin Næs.
Stórt tak
Bókasavnsmálið varð yvirtikid sum før-
oyskt sermál við heimastýrislógini. Føroya
Landsbókasavn - Færgernes Amts Bibliotek
- varð stovnað 5. nov. í 1828 eftir åheitan
frá bókavinum og vælvildarfólki. Tá búðu
6000 fólk í Føroyum og bara tvær bøkur
vóru til á føroyskum. Hósdagin komandi
eru sostatt 170 ár liðin síðani stovningar-
dagin.
- Tað hevur verið eitt ódnartak tá í 1828
at seta eitt bókasavn á stovn. Men eg rokni
við, at takið hevur ikki verið minni 100 ár
seinni, tá ið bókasavnshúsini vórðu bygd á
Debesartrød, har Oljufyrisitingin nú hevur
innivist. Tað lá so einsamalt leingi og hevur
eftir øllum at dóma virkað dominerandi í
býarmyndini. Tá settu fólk sær eisini høg
mál og tað eydnaðist.
- Ein orsøk til, at Landsbókasavnið varð
sett á stovn fyrst í farnu øld var, at embætis-
menninir saknaðu at hava okkurt at lesa.
Teir høvdu samband við fólk aðra staðni,
sum hava savnað bøkur og tær fyrstu bøk-
urnar á savninum vórðu latnar sum gávur.
Tað eg veit, tóku fólk væl undir við at