leygardagur 31. oktober 1998síða 17
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 207 — 31. OKTOBER 1998
bókasavn varð sett á stovn, sigur Martin
Næs.
Raðfesting
Í greinum, samrødum og hugleiðingum
hevur landsb6kavørdurin líka síðani fyrst í
åttatiårunum gjørt vart við avleiðingarnar
av, at vit ongan mentapolitikk hava í Føroy-
um. Tá landsstýrismaðurin í mentamálum
í 1995 setti nevnd at gera mentanarálit, var
Martin Næs ein av teim fimm, ið komu í
hesa nevndina.
Í greinasavninum Hver eigur flaggknapp-
in hugleiðir hann um føroyskan menta-
politikk og rekur fleiri staðni upp undir, at
føroyingar hava ilt við at gera íløgur í
royndir. Alt gongur so snórabeint í Føroyum
og her er ikki pláss fyri tilvildarligum hend-
ingum.
- Alt hevur nakað við raðfesting at gera.
Mentanarálitið varð skrivað við stórum
áhuga, men vit fingu greitt at vita, at tað
mátti ikki kosta nakað. Vit fingu ongan
løntan skrivara og arbeiðið skuldi gerast í
arbeiðstíðini hjá okkum. Álitið Avmarkaður
marknaður spurdist burtur úr og tað sum
tað kostaði var kostnaðurin av prentingini.
At tað varð givið út var gott, tí so endaði
tað ikki í eini skuffu.
- Um somu tíð var ein onnur nevnd sett,
hesa ferð at orða eitt álit um nýggjan komm-
unubygnað. Henda nevndin hevur havt 55
fundir, havt ein løntan skrivara, og verið á
uttanlandsferðum og kunna seg um viður-
skifti aðra staðni. Alt hetta her átti verið
heilt óneyðugt. Munurin, ið verður gjørdur
her, sigur ikki so lítið um raðfestingina.
Harvið ikki sagt, at mær ikki dámar komm-
unuålitid, tí tað geri eg. Tað leggur upp til,
at landið verður býtt upp í sjey øki, eins og
bókasavnslógin frá 1988. Sambært komm-
unuålitid hevur henda bókasavnslógin ikki
kunnað verið sett í verk, tí hon er ov frama-
søkin, tað vil siga ambisjøs. Og tað taki eg
sum eitt herðaklapp - hóast tað ikki er ætlað
sum eitt -, tí setir man sær ikki nøkur mål
kann man tað sama pakka saman. Tað ger
ikki petti, at vit seta ngkur mál, sum eru
høg at røkka.
- Hinvegin dugi eg ikki rættiliga at skilja,
hví kommunubólkurin sigur, at fólkabóka-
savnstænastan eigur at vera ein kommunal
uppgáva og samskipað við skúlabókasavns-
tænastuna. Tað er løgid, at slíkt verður
skrivað í eitt álit uttan at kommunubólkurin
hevur sett seg í samband við okkum, og
spurt hvørjar royndir vit hava. Kommunu-
bólkurin hevur ferðast Norðurlond runt,
men tey hava ikki givið sær stundir at hoppa
tvørtur um garðarnar í Føroyum og spyrja
seg fyri.
- Og hvat siga kommunurnar til, at fólka-
bókasgvynini skulu vera kommunal. Tað
verður tungt at reka bókasgvn um tey skulu
rindast 100% úr kommunukassanum. Sum
er fer alt fyrireikingararbeiðið á ymsu skúla-
bókasgynunum fram á Landsbókasavninum
og á Býarbókasavninum, og tað er stór-
arbeiði. Her er ikki rættiligt samsvar, sigur
Martin Næs.
Tann seinasta
Fíggjarlógin, sum nú verður samtykt, er
tann seinasta fíggjarlógin áðrenn vit fáa ein
orðaðan mentapolitikk. Og hóast tað verður
sagt í viðmerkingum í fíggjarlógaruppskot-
inum, at hækkingin eitt nú til bókasavns-
verkið er liður í mentanarpolitisku rað-
festingini er ilt at fáa eyga á henda góðan
viljan.
- Tað hava ljóðað tey boð, at vit fáa ein
orðaðan mentapolitikk ár 2000. Eg skilji
ikki, hví vit ikki kunnu orða hann um eina
viku. Vit hava havt mentanarálitið nú í tvey
ár og við tí, sum er hent síðani hava vit nóg
mikið at arbeiða út frá. Hava vit ein vilja
kunnu vit seta okkum mánadagin at orða
vin mentapolitikk. Hesum viðvíkjandi havi
eg hug at sitera ársins slagara: Gev mær
ketjupp í eitt hjørn. Tað er har mentanir.
altíð fer, hon verður kroyst út í eitt horn.
- Hækkingin er varin og lítil. Tað er
okkurt sum týðir uppá, at hetta eru føgur
orð og ikki nógv meiri enn tað. Vit kunnu
taka bókasavnslógina sum dómi. Hon hevur
tíðindablað
- Tað var eitt ódnartak i 1828 at seta eitt bókasavn á stovn. Tá settu fólk sær eisini høg
mál og tað eydnaðist, sigur Martin Næs
Sum tjóðbókasavn hevur Landsbókasavnið fleiri aðrar uppgávur enn eitt vanligt
fólkabókasavn. Umframt vanligt útlán av bókum verður m.a. eisini skrásett í
Føroyadeild savnsins alt tað tilfar, sum føroyskt er, ella sum hevur nakað við Føroyar
at gera
Hósdagin komandi 5. nov. eru 170 ár liðin síðani Føroya Landsbókasavn varð sett á
stovn
verið í gildi síðani 1988, men tað einasta
vit hava hoyrt um hana hesi árini er, at hon
er ov framasøkin. Vit hava gjørt nógvar
royndir at fáa myndugleikarnar at fáa eyg-
uni upp fyri tí neyðturviliga í, at lógin
sleppur at virka, men tað hevur gingið
ótrúliga tungt. Tí eri eg eitt sindur bangin
fyri, at ein orðaður mentapolitikkur bert
verður eitt eiti. Og tað er vandamikið
Hví rúmar okkara tilvit ikki, at vit gera
iløgur í óvissuna? = -
- Eg veit ikki hví. Í Íslandi duga tey at
vága og har satsa tey uppá mentanina. Í
seinastuni hevur so nógv verið tosað um ta
íslendsku fyrimyndina, men eg loyvi mær
at ivast í, hvussu nógv vit kenna til han:
Vit hava eitt sjónvarp sum sendir tíðinda
sendingina Grannar okkara hvert leygar
kvold, men har er aldri eitt brot úr Íslandi
við, og tað átti at verið nóg mikið til at
tikið alla sendingina upp til endurskoðan
Vit eiga eitt útvarp, sum ikki hevur sent
eina yrking í fleiri ár. Tað er okkurt galið
við mentapolitikkinum, soleiðis sum vit
praktisera hann. Ert tað ov dýrt, átti ein
sending hjá Elisi okkurt árið verðið tíkin
av skránni og so í staðin verðið send ein
sending við yrkingum triðja hvgnn mánaða
At vit ikki hava hoyrt eina yrking í út-
varpinum i 5-10 ár kann ikki forsvarast
- Allur føroyski tíðindaheimurin forsømir
mentanina. Tað kann vera, at onkur glotti
hómast av og á, men so køvir aftur av. Báðir
loftmiðlarnir vanta fólk, sum taka sær av
mentanini burturav, tað vil siga fólk, sum
leggja mentasendingarnar til rættis og gera
av, hvat skal sendast. Sum er er tað ógvuliga
tilvildarligt. Og nýggjur skaldskapur fær
als ikki rúm, sigur Martin Næs
Tilvildin ræður
Hví tað kortini grør um gangandi fót á
listarliga økinum, tá ið stødan er sum hor
er, sigur Martin Næs
- Á umsitingarliga økinum hava vit altid
havt lyndi til at kroysta mentanina út í ein
krók - vit kunnu bara taka bókasavnslógina
frá 1988 sum eitt dómi -, hon er samtykt av
Føroya Løgtingi, men at fáa sama løgting
at játta henni pening at virka fyri, tað er og
hevur verið ómetaliga torført. Men tíbetur
hava vit altíð átt listafólk, sum ikki síggja
alt í krónum og oyrum, spurningurin er
bara, hvussu leingi tey kunnu blíva við við
ti. Ti - og bara ti - kann man siga, at tað
grør um gangandi fót. Og ikki tí at tað frá
politiskari síðu hevur verið mett so umráð-
andi, at fólk arbeiða við list og mentan. Als
ikki! Tak íslendingar, teir eru stoltir av
sínari list og mentan. Teir stuðla og eggja
sínum egnu - ikki bara við pengum, men
eisini við pengum
- Skal tað almenna játta pengar so skal
tað hava okkurt við fisk at gera. Nútíðar-
menningin er komin til Føroya, men ikki
til tey sum seta saman fíggjarlógina, í
hvussu so er ikki, tá ið tað snýr seg um at
játta pengar til list, mentan og bókmentir
Eg havi kortini vónir um, at politikarar um
sita fyrsta ella næsta valskeið hava stórri
fatan og virðing fyri mentanini enn teir
gomlu politikararnir, ið mest sum bara
hugsa um havnir og vegir. Vit eru á veg við
at ríva okkum leys frá tí, hóast tað íkki
sæst aftur í fíggjarlógaruppskotinum. Um
tað bragdar í teim nýggju politikarunum
fáa vit svar uppá, tá ið vit fáa ein orðaðan
mentapolitikk
- Nú við endan á kreppuni hava vit fingið
eitt granskingarráð, sum fær bæði føroyskar
og útlendskar pengar at arbeiða við. Eitt
sindur hevur verið kjakast aftur og fram
um tað, men eftir øllum at dóma hevur tað
gingið lætt at fáa igjøgnum. Men tað sum
eingin hugsar um er, at vit skulu hava nakrar
stovnar og funksjónir í lagi fyri at kunna
taka ímóti granskarunum. Her er einki sam
svar millum teori og praksis, alt ov tilvildar
ligt, og tað er skuffandi í 1998 at uppliva,
sigur Martin Næs