Sosialurinarkiv
Sosialurin 1998-11-03, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 3. november 1998síða 11

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 208 — 3. NOVEMBER 1998 eru sum kunnugt „Get off my bag“ ella „Don't fence me in“. - Hitt innskotið kemur frá trælahaldinum. Trælir og fyrrverandi trælir høvdu eina sterka kenslu av, at kroppar teirra høvdu verið misnýttir. Hjáveran av træl- ahaldinum í suðurstatunum fekk norðurstatsameriku- menninar at lýsa frælsi, sum „ikki at vera ein trælur“. Tað vil siga, at hava rættin at ráða yvir egnum kroppi, og gera tað við hann, ið einum lystir. Hesa týðing av fræls- ishugtakinum sær ein týðu- liga í bókini „Onkel Toms hytte", ið var tann størsta amerikanska metsølub6kin í 1800-talinum. Kjarnin í hesum báðum uppfatanunum av frælsis- hugtakinum, er rætturin til privatlív, og tað er júst hesin rætturin, ið er við at verða máaður burtur í USA - og ikki bert orsaka av almennu framsýningini hjá Kenneth Starr um kynslívið hjá Clinton. - Vit síggja eitt útbreitt rák ti einari máan av priv at- lívinum, ið nútíðar kapital- isman sjálv er við til at slóða fyri. Kapitalisman fær ikki verið til uttan dygt innbland í privatlivid hjá fólki. Hygg t.d. at gjaldskortskipanini her í USA - hon hevði ikki kunnað virkað uttan, at gjaldkortsfeløgini høvdu beinleidis atgongd til at vaka yvir brúksvanunum hjá fólki. Og hesir brúks- vanar kunnu heilt lættliga verða almannakunngjørdir, soleiðis sum tað nýliga hendi fyri guverngrin hjá okkum í Massachusetts. M6tstødumenn hansara høvdu fingið fatur í yvirlit- inum yvir gladkortsnýtslu hansara fyri eitt ár, og teir almannakunngjørdu yvir- litið. Tað kom til sjóndar, at hesin guverngrurin, ið lýsti við, at hann kundi skapað yvirskot á fíggjarlógum statsins, sjálvur hevði eina persónliga skuld á yvir 100.000 dollarar. Hetta skelkaði mong - hann av øllum! Men tað, ið skelkaði meg var, at tað ikki skelkaði fleiri, at yvirlit hansara yv- irhøvur kundi verða al- mannakunngjørt. Kann tað henda honum, so kann tað henda fyri okkum øll. Hetta lyndið, til at lív og vanar hjá amerikonskum í- búgvum verða meira og meira gjøgnumlystir, vindir upp å seg, sambært Patter- son, orsaka av at gerandis- dagurin hjá nútíðarmenn- iskjanum gerst alt meira og meira elektróniskur, og or- saka av, at tann fíggjarliga skipanin gerst alt meira fjøl- týdd. - Hendan fjøltydda skip- anin krevur alt fleiri upp- lýsingar. Tað eru í USA heilar fyritøkur, ið liva av at kanna bakgrundina og innkeypsvanar hjá fólki fyri gjaldkortsfeløgini. Kon- gressin hevur leingi roynt at viðtaka lógir, ið styrkja privatlívið hjá einstaklingi- num, men ferð eftir ferð hevur tað eydnast valds- miklum fyritøkum at fáa steðga hesum. hevur verið henni ótrúgvur Svert, kvinnur og vreiðir menn Aðrir tættir, ið máa burtur privatliv amerikumanna eru, sambært Orlando Patt- erson, tann alsamt meira gøluhugadi fjølmidlaheim- urin og at enda, men ikki minst, ovurstóra valdið hjá ríkisákæranum. Hann flennir, ristir van- trúgvin á høvdid og sigur við áherðslu: -Aðrenn Kenneth Starr kom upp í leikin, tá vóru vit mong, ið als ikki høvdu varhugan av, at almennir åkærar í USA hava so vittrøkkandi valds- heimildir. Hesum eru tað milliónir av amerikumonn- um, ið júst av álvara hava funnið útav. Sjálvandi hevur Starr eitt ávíst vald, orsaka av, at hann er óheftur kann- ingardómari. Kanningar hansara kunnu taka eins langa tíð og honum lystir, og ikki er nakað fíggjarligt loft viðvíkjandi kostnaði- num av kanningararbeiði hansara. Men arbeiði hans- ara sýnir hóast alt vanligu valdsheimildirnar hjá al- mennum ákærum, og vit vita nú, hvussu galið tað kann enda, tá ið hesar heim- ildir enda í hondunum hjá einum einaveldissinnaðum manni, sum Starr. Hugsun- arháttur hansara er ræðandi. Starr og atfinnarar móti Clinton endurtaka hesi orð, eins og vóru tey ein mantra: „Ja, forsetin leyg jú undir eiði, og lýgur ein undir eiði, so skal ein hålshøggast, lík- amikið hvat ein hevur logið um. Ein lygn er ein lygn. Lidugt!" Patterson andar djúpt og skerir sína áskoðan um hendan mátan fyri próv- førslu út í papp: -Tað kann bert undirgrava demokratiið at síggja vitnisfrágreiðing- ina í slíkum treytaleysum frødiheitum. Í veruleika- num kann skyldan at siga sannleikan koma í tvístóðu við rættin hjá tí einstaka at verja privatlív sítt. -Tað, ið tú sigur er, at ein, tá ið ein er í einari stóðu, ið brýtur niður rættin til privatlív, beinleiðis hevur eina borgaraskyldu at lúgva, og tískil gjórdi Clint- on rætt? - Ja, avgjørt. Og tað verð- ur - til alla lukku - enn góð- tikið av nógv teimum flestu almennu ákærunum. Tað verður vanliga ikki sæð sum ein brotsgerð, tá ið ein í borgarligum rættarmáli lýg- ur, fyri at fjala yvir privat- lívið: Tað hendir allatíðina, og teir almennu ákærarnir kundu valt at lagt eftir fólki, orsaka av hesum, men tað gera teir vanliga ikki, tí at teir vita, at tað er sidiliga skeivt. Tað er hesa íbornu kensluna av, at kenna á sær hvat sidiliga er rætt og hvat er skeivt, ið Starr brýtur nið- ur. Mitt í ræðsluni um, at USA måar burtur eitt grund- leggjandi = fólkaræðisligt frælsi, og at landið er í vanda fyri einum rættiligum kvetti frå tí ytsta høgra- vonginum, so sær Patterson, hósat alt, eisini orsøk til eitt sindur av bjartskygni. Við teirra ágangandi framferð- arhátti, so eru republikan- ararnir í vanda fyri, at triggir veljarabólkar minka um møguleika teirra at fáa eitt nýtt stórt fleirtal í báðum kømurum í kongressini á miðskeiðisvalinum. Hesir triggir, møguliga týðandi, veljarabólkar eru tey svørtu, kvinnurnar og teir sokallaðu “vreiðu hvítu mennirnir". Tey svertu hava avgjørt * verið hollastu stuðlar Clint- ons. Meiningarkanningar- nar í hesum etniska bólki- num vísa eitt framúrskar- andi úrslit fyri Clinton, Or- saka av einari fortíð sum trælir, og seinni undirmettir av teimum hvítu, so upp- fatar hesin bólkurin, meira enn nakar annar, rættin til privatlív sum heilagan. Upp ímóti 90 prosentum av teimum svertu stuðla forset- anum, og Patterson hevur lyndi at trúgva, at tað fer at eydnast teimum svertu pol- itisku leiðarunum at savna fleiri veljarar, enn vanligt er til miðskeiðisvalið. Ein annar veljarabólkur, ið kann kann verða savnað- ur til fyrimuns fyri demo- kratunum, eru kvinnurnar. -Tað er merkisvert, at so mangar kvinnur stuðla Clinton í hesum málinum. Frágreiðingin er, at tær, eins og tann svarti veljarabólk- urin, meta frágreiðingina hjá Starr at vera vanæran ímóti privatlívinum. Amer- íkanskar kvinnur duga at leggja tvey og tvey saman. Starr liggur tætt móti tí trú- arliga høgra. Tað trúarliga høgra roynir við teirra mót- stóðu ímóti friari fosturtøku at stýra rættinum hjá kvinn- unum at ráða yvir egnum kroppi. Hesa innrásina í egna kropp teirra ynskja nú- tímans amerikanskar kvinn- ur als ikki at góðtaka. Um kvinnurnar tískil meta fjøl- mentar til miðskeiðisvalið, so koma republikanararnir at missa atkvødur. At enda visir Patterson å, at mangir republikanskir politikarar kunnu verða tiknir á bóli í kjalarvørri- num av Lewinsky-máli- num. Tí tað kann ikki úti- hýsast, at teir sokallaðu “vreiðu hvítu mennirnir", ið hoyrdu til kjarnuveljararnar Forsetahjúni Hillary og Bill Clinton. Forsetafrúan er sera vælumtókt í USA, og hon hevur vart mannin, hóast hann alment hvur váttað, at hann hjá republikanarunum á miðskeiðisvalinum í 1994, fara at sita heima í sofuni í ár. - Hesin bólkurin er sam- ansettur av monnum í aldr- inum 25-45 ár. Um ein skal dóma eftir ti, ið hoyrist frå hesum bólki kring landið, so eru teir ræðsluslignir um almannakunngerðina = av kynslívinum hjá Clinton. Er tað nakað, ið teir ikki ynskja, so er tað, at kyns- vanarnir hjá teimum sjálv- um verða alment kendir. Eg haldi ikki, at hesin bólkur í staðin fer at atkvøda fyri demokratunum, men fleiri fara helst at lata vera at at- kvøda, eftir tad, id teir hava sæd henda i Washington. Rótutir trupulleikar Umframt at skoða Lewins- ky-málið, sum eina vanda- mikla gongd, við fasistisk- um udirtónum, so sær Patt- erson eisini gøluna, sum ein av seinastu kapittlunum í einum politiskum fyri- myndarskifti, ið fer fram í USA, og sum kemur at hava stóran týdning fyri framtíð- arinnar Amerika. - Trúgvi stuðul fólksins móti Clinton gjøgnum alla hendingagongdina vísir, at tíðarskeið stóra mansins av álvara er við at vera liðugt í USA. Patterson vísir á, at USA, hvers politiski aðalkjarni sidabundid hevur verið anglo-saksiskur, og sum hevur verið ávirkaður av puritanskari tankagongd, meinar, at forsetin eigur at vera moralska fyrimynd tjóðarinnar (role model). Undirskilt, at forsetin skal vera ein stórur, sterkur, hvít- ur, ærligur, dygdugur mað- ur. - Men hugtakið “role savnsmynd model" gevur ikki meining í einum etniskt samansett- um landi, sum USA. Ja, tað gevur ikki meining í einum landi, ið fevnir um eitt heilt meginland. Asiatiskir-am- erikanarar, meksikanskir- amerikanarar, hvítir prote- stantiskir amerikanarar og kaliforniskir brimfjalaríðar- ar koma ikki neyðturviliga at gerast samdir um eina felags moralska fyrimynd Patterson nikkar stillis- liga, hyggur hugsunarsamur niður í jørðina, men hevjar so røddina og andlitið og sigur - Breiði stuðul ameriku- manna ímóti Clinton, er fólksins opna yvirlýsing um, at tað ikki ynskir eitt upphevjað oddafólk, ið sig- ur teimum, hvat tað inniber at vera dygdugur. Breiða í- bugvarafjøldin ynskir skill- iga ein fólkavaldan, ið kann stýra og valda yvir politisku skipanini. Tað vil siga, ein "manager". Og sæð í hesum ljósinum, so er tað kanska als ikki so býtt at hava ein leiðara í teimum Hvítu Hús- unum, ið hevur rótutar priv- atar trupulleikar. Vit hava øll rótutar privatar trupul- leikar.