Sosialurinarkiv
Sosialurin 1998-11-03, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 3. november 1998síða 10

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

tíðindablaðið Nr. 208 — 3. NOVEMBER 1998 Ísrael hevur altíð havt stóran áhuga í USA - og sambandið landanna millum hevur altíð verið tætt. Á myndini síggjast forsætisráðharri Ísraels, Benjamin Netanyahu og forseti USA, Bill Clinton savnsmynd Høgravend kollvelting í USA Í dag er miðskeiðisval til amerikonsku kongressina. Hetta valið er serliga spennandi, orsakað av gøluni um kynslívið hjá demokratiska forsetanum Bill Clinton. Tann stóri spurningurin er, um demokratarnir, orsakað av hesum, missa eina rúgvu av atkvødum til teir høgravendu republikanararnar, ella teir fara at fáa samkensluatkvødur JOHN JOHANNESSEN Tíðindamaðurin, Tom Buk- Swienty, hevði um miðjan oktobur eina grein í donsku Weekendavísini, ið við- gjørd: ávirkanina, ið Lew- insky-málið hevur á polit- iska lívið í USA. Greinin byggir á eina samrødu, ið blaðmaðurin hevði við sam- felagsvísindamannin Orlan- do Patterson Greinin er ein góð lýsing av politisku støduni í USA, og tå ið vit í dag hava mið- skeiðisval í USA, so hava vit valt, at umseta greinina og prenta hana niðanfyri USA Samfelagsfrødingurin og - granskarin á Harvard Uni- versity, Orlando Patterson, ið er nógv virdur á báðum síðunum av politsika lit- bandinum í USA, er saman við milliónum av ameriku- monnum skelkaður og vamlast við háttin, ið fyrst kanningardómarin Kenneth Starr og nú tann republik- anst domineraða stjórnin handfara Lewinsky-málið á Men andstødis mongum amerkiumonnum, so er pro- fessarin, ið er føddur og uppvaksin å Jamaica, ikki so likasælur, at hann bert er nøgdur vid at yppa uppgev- andi å akslarnar, yvir vånir- nar fyri rikisrættarsakini móti Clinton, ið nógv meira enn 80 prosent av ameriku- monnum, sambært mein- ingarkanningunum, eru í- móti. Tvgrturímóti hevur tann klæni, miðjaldrandi maðurin við geitabukka- skegginum og teim neistr- andi eygunum, í tíðargrein- um og sjónvarpssamrøðum, roynt at fáa amerikumenn at vakna Við Weekendavísina sig- ur hann í einari samrødu á skrivstovu hansara, við teirri Ófgóru útsjóndini yvir Cambridge í Boston -Tad eru fasistiskir partar í tí, ið hendir í Washington. Yrkislagið hjá kanningar- dómaranum, Kenneth Starr, er á markinum til tað fasis- tiska. Eg vil fara so langt, sum at siga, at hann hevur verið við til at seta í verk nakað, ið kundi endað við at gjørst til eitt høgrasinnad kvett ímóti Clinton, sum heilt kemur at broyta javn- vágina í amerkikonskum politikki. Hetta samstundis, sum, at hann hevur verið við til at bróta niður grundleggj- andi rætt borgaranna um privatliv teirra. Og sjálvt um Patterson er ein maður við einum hjart- aligum látri og einum merk- isverdum skemtingarsemi - vid sinum tiduliga Jamaica måldåmi spýtir hann dúg- liga út turrar skemtisøgur - so sær hann einki skemting- arsamt vid støduni i Wash- ington. - Vit eiga at vera á varð- haldi. Fyri fyrstu ferð í lang- ari tíð í amerikanskari søgu eru vit vitni til, at politikarar - og eru tað í hesum føri teir republikansku leiðarar- nir - síggja heilt burtur frá sjónarmiðinum hjá meirilut- anum av fólkinum. Politikk- ur í USA hevur altíð verið úrvalsligur á tann hátt, at tað sidabundid eru 10-15 pro- sent av fólkatalinum, ið eru veruliga politiskt virkin. Men hóast USA soleiðis í royndum hevur eina úrvals- liga politiska skipan, so hevur aðalkjarnin altíð verið lýðin hýrinum millum í- búgvarnar. Men tað er hon ikki í Lewinsky-målinum. Askoðanin hjá íbúgvunum verður sópað heilt av borð- inum. Patterson hevjar røddina og nýtir orð, ið ikki kunnu noktast at vera sterk, tá ið tey verða søgd um eitt land, ið dámar at reypa sær av at vera land friðarinnar: - Hendingarnar í Wash- ington minna meg á tey fyrstu Hitler-árini, har meir- ilutin av týskarunum bilsnir, men óvirknir og virkislamd- ir hugdu at, meðan Hitler og lítli bólkur hansara fingu fríar ræsur at yvirtaka pol- itiska valdið. Bráðlyntur slær hann út við ørmunum, hoppar lætt- liga í sofuni, hevjar røddina og spyr: -Hvussu ber tað til? Eg havi hugsað nógv um tað, og eg havi tosað nógv við starvsfelagar um tað, og frágreiðingin, ið vit mugu koma við, ljóðar soleiðis: Tað, ið vit eru vitnir til er, at ein ekstremistiskur bólk- ur hevur yvirtikið tað polit- iska háttalagið. Talan er um tann bólkin, hvers kjarnu- veljarar fyrst og fremst eru tann — moralski-republik- anski høgravongurin, sum, eins og vit vita, helst hevdi ynskt at sæð Clinton hongd- an. Hesin lítli bólkur av pol- itikarum roknar við, at tann breiði íbúgvaraskarin fer at vera líkasælur á miðskeið- isvalinum, soleiðis sum vanligt plagar at vera. Eft- irsum at moralsku kjarnu- veljarar teirra, ið eru serliga kveiktir, orsaka av kynsligu gøluni, uttan iva fara til at- kvødukassarnar, so tora rep- ublikanarnir at dúva uppá, at kvettroyd teirra í veru- leikanum fer at eydnast, hó- ast tað vanliga vamlið við sakini. Harafturat, so hava dem- okratarnir, sambært Patter- son, spælt ein merkis- verdan, óvirknan leiklut í Lewinsky-málinum. Orsgk- in til hetta er, at Clinton, ið hellir móti miðjuni - ja, hann er næstan høgrasinn- aður demokratur - aldri hev- ur verið tætt knýttur at van- ligu flokksskipanini hjá demokratunum, herímillum arbeidararørdsluni. Nógvir demokratiskir politikarar hava mangan kent seg sviknan av forsetanum. - Og nú, tå id forsetin hev- ur brúk fyri teimum, so eru tey, ikki yvirraskandi, tví- gildug móti honum. Gjegnumlýst privatliv Patterson metir, at tað ið er mest syndarligt við hesari gongdini er, at tá ið so nógv verður hugt at kynslívinum hjá forsetanum, so er hetta við til at bróta niður rætt einstaklingsins til egið priv- atlív. At hendan gongdin fer fram júst í USA, tað sær hann sum serliga speiskt. Rætturin at kunna halda privatlív sítt fyri seg sjálvan er ein av teimum uppruna- ligu frælsisgreiningunum hjá amerikumonnum, og er hesin rættur tískil ein av grundarsúlunum í amerik- onskum fólkaræði. Í USA er hugtakið per- sónligt frælsi, ið stødugt verður hálovað við skrál- andi vendingum, vorðið myndað av tveimum ein- dømis amerikonskum inn- skotum. Eitt av innskotu- num kemur frá pioner-tíðini (frontier experience). Teir „nýggju“ amerikumennirnir komu ofta frá kúgandi stýr- isskipanum ella ovfólking og vesaldómi. Teir komu til tað nýggja meginlandið, fyri at hava møguleika til at skapa eina tilveru, uttan at nakar blandaði seg. - Hetta innskotið kemur enn til sjóndar í sterku kenslu amerikumanna um, at teir hava rætt at vera teir sjålvir. Amerikonsk herróp