mikudagur 4. november 1998síða 2
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
| Jan Muller Jonhard Hammer
| Blaðstjóri: Blaðfólk:
| Eiríkur Lindenskov tA
siðar: Sd >
internet: www.sosialurin.fo SM ur Tróndarson | Turið Kjølbro
Niclas Johannesen
ítróttarskrivari:
Emil L. Jacobsen
Myndamenn:
Jens Kristian Vang
Alvur Haraldsen
Gransking
Oddagrein
EITT gott må sigast um granskingarupp-
skotið hjá Helenu: tað skapti eitt neyðugt
kjak um gransking her á klettunum.
EITTHVORT framkomið samfelag hevur
eitt granskingarumhvørvi fyri neyðini.
Hetta skapar gróðrargrundarlag fyri lang-
siktaðari sunnari menning. | veruleikanum
hava vit í fleiri ár havt fólk við forleika og
áræði at granska. Nakað er komið burtur
úr á tí mentunarliga og náttúruvísindaliga
økinum.
STØRSTA forðingin hevur verið peninga-
mangul. Nú sær út at verða oðrvísi. Ut-
lendingar hava nú áhuga í at seta pening
í foroyska gransking. Hetta hevur sínar
avgjørdu fyrimunir. Men pengar skulu
handfarast við skili. Eisini granskingar-
pengar. Higartil hevur tað oftast verið so,
at ein stovnur sjálvur hevur sekt sær
stuðul til gransking av einum og hverjum
slag — ofta rakstrarískoyti til stovnin — og
so hevur verið granskað. Neyvan hevur
nekur skipað granskingarmynd verið til
staðar
NU sær út til — m.a. takkað verið nøkrum
vaknum tingmonnum — at føroysk gransk-
ing fær skipaðar umstoður. Landsstýris-
maðurin í granskingarmálum skal nú
koma við neyðugum lógum fyri okið, og
aftan á tingviðgerð skuldi so verið greitt.
Hetta tekur sína tíð, men tann tíðin, ið er
neyðug, má brúkast, tí her er talan um
arbeiði við longum sjónarringi og harvið
stórum skaðavirkningi, um ikki rætt verður
atborið.
ENDAMALINI við føroyskari gransking
eiga at vera fleiri. Fyrst og fremst skal
miðjast ímóti einum vísindaligum úrsliti,
ið antin kann gagna einsamalt ella sum
partur í einari heild. | oðrum lagi eigur
hon at geva samfelagsligt gagn. Tað ger
hon, um hon mennir tað fólk, ið arbeiðir
við gransking og fær vælútbúgvið fólk til
landið. Í triðja lagi má miðjast eftir, at
gransking gevur eitt vinnuligt úrslit fyri For-
oyar. Hetta seinasta kann blíva ein trupul-
leiki. Vit hava tíverri ikki traditión fyri, at
vinnufyritøkur í størri mun sleppa upp i
vísindaligar granskingarverkætlanir.
UM vit hyggja at hevuðsvinnuni, so er ein
múrur av mistrúgv ímillum vinnu og vís-
und. Hetta er spell. Vónandi verður hetta
broytt sum frá líður. Her er ein stór upp-
gáva hjá vísindastovnum og gransking-
arráði at syrgja fyri at hava áhugaðar
vinnufyritøkur við í granskingarætlanum,
soleiðis at hesar fáa innlit í og møguligt
gagn av gransking, ið fer fram í okkara
landi. Hetta verður gjørt í ollum ødrum
londum, so hví ikki 7 i
um, so hvi ikki her? Sosialurin
-
Sosi
Bústaður: 26. Arg
Argjavegur 26, Argjum
Postadr: Postsmoga 76,
110 Tórshavn
i, uppseting og prent:
alurin
Telefon: 311820
Teletax. 314720
e-mail:
post & sosialurin. fo
Jú fleiri folkatingsmenn…
Jú fleiri Nyruppar og fólka-
tingsmenn teir senda - ella
tit bjóða hendanvegin, jú
meira fullveldissinnað verði
eg, og vóni eg at øll, og
kanska fleiri enn tey, ið
valdu tjóðveldisflokkin við
seinasta val - hava tað
somuleiðis
Hví eru teir so altråir at
koma hendanvegin við
>skrekkkampanju<? Okkurt
býr undir hjá teimum, og
okkurt síggja teir seg kunna
brúka Føroyar til, um ikki í
dag so eitt sindur seinri.
Hvat í verðini skulu teir
annars við Føroyum, - tann
vanligi danskarin, sum bert
hevur fingið inn í høvdid,
at vit brúka teirra skattapen-
ing, ynskir okkum har sum
piparið grør, - samb. fitta
lesarabrævið: »Danmark
bør kappe navlestrengen til
færingerne. De har - på kre-
dit - lavet en infrastruktur,
der efter danske forhold
svarer til en sekssporet mo-
torvej ud til »Lars Tynd-
skids hønsehus«, undir-
skrivad av Th. Brobjerg,
Birmavej 25, København S
Oli Breckmann segði
undir viðgerðini, Føroyar
sum fullveldi: >Vit hava
ikki ráð, at hava samband
við Danmark<. Eg veit ikki,
hvussu hann meinti tað,
men ádú, sum hann hevði
rætt. Vit hava nú ár eftir ár
kopierað Danmark, sum er
innanfyri EU. Tað verður ov
nógv at viðgera øll kopiin:
- MYG 'ið - samtíðarskattin
- karensdagar - Idehúsbygn-
ingar - stjórarnir hjá F. Nor-
mann Christensen - Tele-
danmark o.s.v. men lat meg
bara, eftirsum ein maður í
fimmaranum gjørdi grin við
posthúsinum, sum føroy-
ingar hava yvirtikid og ikki
megnaðu at fáa at geva yvir-
skot - taka tað sum dómi.
Posthúsið er eftir mínari
hugsan so peredanskt og
EU'skt, sum tað kann verða,
tó undantikið at adressukort
o.a. eisini hava føroyskan
tekst. Skal tå hava ein pakka
frá posthúsinum, fær tú
fyrst eina grøna fráboðan -
síðani eina gula við toll,
MVG og Gatt tolli - (hvat
er t.d. gatt tollur? er tað nak-
að føroyskt?) - so kanst tú
fáa pakkan, um hann kostar
minni enn 3.000 kr. annars
skal tú útgreina hvønn ein-
asta lut í nettovekt til toll-
avgreiðsluna. Eg hevði
einaferð samlað evningslut-
ir (skúli), so sum blýantar,
penslar, litir, viskileður o.a.
undir eina vekteind, men
fekk tað sørindansemeg aft-
ur í høvdid - rættað, har tað
nú stóð nakað soleiðis: 2,7
kg. av viskileður - 1,9 kg.
blýantar o.s.fr. Eg kundi
hugsa mær, at sæð tann før-
oyingin, sum fór at skriva
Jú fleiri Nyruppar og fólkatingsmenn teir senda - ella tit bjóða hendanvegin, jú meira
doktararitgerð um, hvussu
nógv viskileður føroyingar
hava nýtt, síðan Danmark
kom inn í EU. (Hetta er av-
gjørt eingin ábreiðsla til
tykkum, sum arbeiða á post-
húsinum, tvgrturímóti haldi
eg hetta vera óneyðugt
»putl«, sum verður lagt
omaríá tykkara veruliga
neyðuga arbeiði).
Hyggið her: »Bønin Faðir
vár, hevur 50 orð, tey 10
boðini og amerikanska
mannarættindayvirlýsingin
hava 300 orð. Men eitt EU-
direktiv um KARAMEL
framleiðslu, hevur ikki færri
enn 26.911 orð. Jú! tú læs
rætt! karamellur (fløtakara-
mellur). Hetta kann man
kalla proportiónskeiking.
Skulu vit hava eitt før-
oyskt posthús, skal tað vera
føroyskt, og tá hevði tað
óivað givið yvirskot - eitt
adressukort við einum
pakka til Australien, og
pakkin hevði komið líka
skjótt fram, sum nú við 4
kopium aftrat. Hvor krevur
annað? Vit eru ikki í EU og
hava onga orsøk at nýta EU
direktiv, við so villum
bureaukratiið, sum koyrir
vanliga Palleba um koll av
strongd, harafturímóti eiga
vit at vísa, at vit eru eitt fólk,
ið vil hava okkara egnu
skipan, og íkki altíð
>bogna< undan og taka upp
tað ið DK og EU krevja.
Hvussu ofta hava vit ikki
broytt okkara FØ, tí tað ikki
passaði hinum londunum.
Gera íslendingar sovorðið?
Ja, um teir so gera, so standa
vit sterkari við at vísa okk-
fullveldissinnað verði eg,sigur Elin Dahl Johannesen
um við pannuni hægri uppi
Hetta við >at man má fyri
at kunna selja, keyp aog
verða uppii«, er ivaleyst
bara nakað, vit billa okkum.
Danmark og Brussel eru
ikki einastu stød, ið keypa
og selja, og fyri alt tað, so
liggja Føroyar so mitt fyri,
sum nakað annað land, í
fríðum reinum sjógvi. Eg
havi t.d. hoyrt frá svenskum
tjóðbankastjóra, at føroy-
ingar høvdu staðið seg best,
um vit hava haft okkara
egna gjaldoyra. Hvussu
nógvir føroyingar munnu
vera samdir við hann?
Skulu vit hava fullveldi,
mugu vit liva føroyskt, og
tá høvdu vit livað væl verið
vís í tí... Kærleikin til móð-
urlandið telur meira, enn at
búgva í glæstriborg við ein-
um Mercedes uttanfyri.
Ein grikskur filosoffur
spákaði sær ein dagin á
markedsplássinum í Athen.
Aftaná at hava eygleitt allar
vørurnar, ið vóru til sølu
segði hann: >Sum tað eru
nógv ting í verðini, sum eg
saktans kann vera fyriutt-
an<. Og ein dagur í SMS
eigur at vekja somu fatan
okkara millum. Tað eru so
mong ting, vit kundu ynskt
okkum at átt; men vit kunnu
meira enn so vera tey fyri-
uttan og liva lukkuliga hóast
alt.
Okkurt vinnandi er við
lítlu Føroyum, verið vís í tí,
annars høvdu ikki allir hig-
artil fólkatingsmennirnir
verið her, og leggið til mer-
kis, smáhóttanirnar!! Eingin
vetrartyrluflúgving, stórt
avgjald til føroyingar, ið
flýta til DK við bili. Tað
kemur meira, tað eri eg vís
í, men tað ræður um at vera
vakin og lurta.
Eg skal enda við at siga,
sum omma segði við abba:
»Gevst ikki Jóannes< -
»Gevst ikki Høgni«.
Jóannes bóndi var gamal
og doyði stutt áðrenn fyrstu
loysingina í 1946 - tú ert
ungur og vitugur, og hevur
nógv fólk aftanfyri teg, sum
vit vóna ikki fara at svíkja
nú. Tað harmar meg, at tínir
lestrarvinir úr DK, stinga
teg í ryggin í bløðunum,
ístaðin fyri at tosa við teg
og rætta tær eina hjálpandi
hond.
Elin Dahl Johannesen
Lesið
eisini
Sosialin
á Inte-
WwWw.sosialurin.fo