mikudagur 4. november 1998síða 11
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 209 — 4. NOVEMBER 1998
tíðindablaðið 3082
DAGSVERK
PALESTINA
PALESTINA
Terji Nielsen
Alvur Haraldsen
Hevur tú tørv á einum fólki,
sum kann fara og lúka í urta-
garði tínum ein seinnapart,
vaska tær bilin ella á annan
hátt ganga tær til handa, so
møguleikin til staðar nú.
Mikudagin 11. November
bj6da næmingar f studenta-
skúlanum í Hoydølum seg
fram sum bíliga arbeiðsmegi,
ið bæði fyritgkur, stovnar og
privatfólk kunnu ogna sær
fyri ein dag.
.
5
Føroyski ungdémurin alt ov
dovin
Herfyri vóru tvær ungar
danskar gentur í Føroyum og
millum annað í Hoydglum
greiddu tær frá "Operation
Dagsværk". Nakrar gentur í
Hoydølum fingu áhuga fyri
hesum, og tær settu sær fyri at
skipa fyri einum dagsverksdegi
í Føroyum eisini.
Í farnu viku hitti Yngd fimm
av gentunum í einum lítlum og
roykfyltum rúmi á aðru hædd í
Nr. 28
4. nov. 1998
UNG 98:SOSIALURIN
Genturnar hava nýtt nógva tíð at
fyrireika tiltakið
einum av teimum gulu bygn-
ingunum í Hoydølum, og vit
spurdu tær, hvussu tað ber til,
at tær fóru í holt við at skipa
fyri tiltakinum, og hvat tiltakið
í veruleikanum snýr seg um.
Tað er serliga ein av gentun-
um, sum førir orðið, Elisabeth
nevnist hon, og hon sigur, at
ein av høvudsorsøkunum , til
at hon fór í gongd við at fyri-
reika tiltakið, var at provokera
ung í Føroyum. Hon heldur, at
ung í Føroyum er alt ov "dov-
in". Sum hon sigur, so "hava
vit bæði tíð og orku til yvirs,
men vit leggja alt ov lítið í,
hvussu tað gongur í umheim-
inum".
Høvudsorsøkin er tó, at tær
ungu genturnar í Hoydglum
fegnar vilja verða við til at
skapa fólkinum í Palestina
betri livikor, og tær eru tískil
farnar undir tiltakið.
Endamálið við tiltakinum er at
útvega pening, sum skal brúk-
ast til ymisk endamál í Palesti-
na. Millum annað er ætlanin at
byggja eina miðstøð fyri "tort-
uroffur", ein handverkaraskúli
stendur eisini ovarlaga á list-
anum og sjálvsagt onnur ting
við.
Næmingarnir í Hoydglum
greiða frá, at í Palestina er
stórur tørvur á handverkarum,
tí at tørvurin á fólki við slíkum
útbúgvingum er sera stórur.
Palestinensar hava antin eina
rættuliga høga útbúgving ella
als onga. Eitt orðatak sigur, at
gerst ein sjúkur í Palestina, so
er hjálpin altíð nær, tí at har
eru so nógvir læknar, men um
YNGD í dag:
- Ung og
fjólmiðlarnir
-Listar, útheimurin
ein skal hava skift eina tak-
plátu, so kunnu tað ganga
vikur, áðrenn tað eydnast at
fáa fatur á einum handverkara.
Minst 250 krónur
Dagsverksdagurin verður skip-
aður soleiðis, at eingin skúla-
gongd verður í Hoydglum
hendan dagin. Allur dagurin
verður settur av til "Operation
Dagsværk”, og teir næmingar,
sum ikki hava hug til at taka
lut í tiltakinum, verða skrásett-
ir fyri skulk.
Fyrireikingarbólkurin sigur, at
leiðslan á skúlanum, umframt
lærarar og starvsfólk annars,
hevur víst sera stóra vælvild,
sum tær eru sera takksamar
fyri
Gott og væl 500 næmingar eru
á studentaskúlanum í Hoydgl-
um, og í fyrireikingarbólkinum
vóna vænta tær, at gott 400
næmingar fara at taka lut í til-
takinum. Hvør næmingur skal
forvinna í minsta lagi 250
krónur, men ongantíð betur um
upphæddin er størri enn tað.
Ein av gentunum i fyrireiking-
arbólkinum, Mari Hamrá, sig-
ur, at fleiri fara sjålvsagt at
forvinna nógv meiri enn 250
krónur, og so er tað bert upp til
teirra samvitsku, um tey gjalda
250 krónur ella alla lønina til
sjálvt tiltakið.
Tær, sum eru við í fyrireiking-
arbólkinum, fara ikki sjálvar út
arbeiða, tí at tær sjálvsagt skul-
u verða á skúlanum og sam-
skipa tiltakið.
Hvat fara næmingarnir at
gera
Onkur, sum lesur hesi orð
hevur kanska hug at spyrja
hvat fyri arbeiði, ið næming-
arnir fara at gera. Til hetta siga
tær í fyrireikingarbóikinum, at
alt vanligt arbeiði verður gjørt
Tað kann verða reingerð, urta-
garðsarbeiði, uppruddan, máli-
arbeiði og so mangt annað
Eisini ber til at leiga sær ein
"butlara" fyri ein dag, sum
allan dagin gongur tær til
handa. Sjålvsagt er summi
ting, sum næmingarnir ikki
fara at gera, men tey eru ikki
verd at nevna å hesum sidum
f Danmark, har tiltakid eisini
verdur komandi mikudag, hava
tey royndir vid, at fólk
heitt å dagsverkarar at gera
bæði líkt og ólíkt, sum er púr-
asta burturi í vóni og viti
Fyritøkur, stovnar og privat-
fólk, sum hava áhuga í at fáa
fatur á einum ella fleiri dags-
verkara kunnu seta seg í sam-
band við skrivstovuna á stud-
entaskúlanum í Hoydølum og
spyrja eftir onkrum limi í dags-
verksbólkinum, og so skal tað
nokk fáast í lag. Skrivstovan á
studentaskúlanum hevur tlf.
nr. 312973 og fax nr. 318624.
Hvussu tiltakið fer at spæla av,
verður spennandi at síggja,
men Yngd ætlar sær so møg-
-uliga at vitja onkrar av dags-
verkarunum komandi mikudag.
00000000000 0000 000 00 00 0000 0000 0000006000 643 08