mikudagur 4. november 1998síða 10
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
10
KI BERTHOLDSEN
— Hetta er ein ólukka. Hetta
hevur ein ómetaligan týdn-
ing fyri Vág. So fara virkini
á heysin, verður tað ikki
lukkuligt
Jógvan Krosslá, býráðs-
formaður í Vági er í døpur-
huga um útlitini hjá vinnu-
lívinum í Vági. Teir, sum
eiga fiskavirkini í Vági,
rópa varskó og neyðarróp
Sum tað sæst á grein
aðrastaðni í blaðnum, hevur
tað almenna, legting og
landsstýrið, syrgt fyri, at
kappingin í fiskivinnuni er
so avlagað, at nógv av
virkjunum hava ongan
møguleika at standa, seg,
men eru so logandi á veg á
heysin
Tað, sum ger kappingina
so avlagaða, er, at tað al-
menna hevur stuðla summ-
um virkjum so dyggiliga
igjøgnum Fiskavirking,
Framtaksgrunnin og Sand-
oyarætlanina, at tey hava
ongar, ella at kalla ongar
rentur og avdráttir at betala.
Avleiðing er, at øll hini
virkini, sum ikki eru uppi í
hesum almennu stuðuls-
skipanunum, og sum tí
skulu betala fullar rentur og
avdråttir av íløgunum, hava
ongan møguleika at klára
seg
Millum tey virki, sum
fíggja seg sjålvi, eru øll tey
fimm fiskavirkini í Vågi.Og
stødan hjá teimum er nú so
vónleys, at næsta summar
eru tey øll farin á heysin,
hendir ikki okkurt.
— Tað verður ein vanlukka
fyri Våg, sigur Jégvan
Krosslå, býráðsformaður i
Vági.
Vit spurdu hann, hvørjar
avleiðingar tað fer at fáa fyri
Vågsbygd um øll fiskavirk-
ini í Vági fara á heysin.
Eini 60 fólk
Hann sigur, at fara virkini á
heysin, verður stødan í Vági
akkurát líka ring aftur, sum
hon var tey ringastu kreppu-
árini.
tíðindablaðið <
Hann sigur, at tilsamans
er ikki sért arbeiði á hesum
virkjunum, og tað hevur
hartil víst seg at vera nokk
so stødugt arbeiðið.
— Tilsamans arbeida eini
60 fólk á hesum virkjunum
og tey fáa milliónaupp-
hæddir í lén um árið. So
umframt, at tey kasta væl
av sær í kommunukassan í
skatti, føra tey nógv annað
virksemið við sær, tí peng-
arnir fara í umfar í lokal-
samfelagnum.
Somuleiðis hevur fiski-
vinnan stóran týdning hjá
teimum virkjum, sum veita
skipunum og virkjunum
ymsar tænastur.
Býráðsformaðurin sigur,
at hóast virkini hvert sær
eru smá, muna tey væl sam-
anlagt.
Hann sigur, at honum
dámar onki serligt gondina
í fiskivinnuni.
— Fyrst legði Fiskavirking
tað stóra flakavirkið í Vági
stilt. Síðani brutu menn
rygg fyri at fáa virki á fótur
soslalturin
aftur. Hesi virkini hava ein
stóran part av æruni fyri, at
Vágsbygd er við at fóta sær
aftur.Og tey vóru við til at
geva vágbingum lívsviljan
aftur, tí tey sóu, at tað bar
til og at lat var ikki stein-
deytt.
— Men verða tað nú upp-
aftur onnur viðurskifti sum
gera, at heldur ikki hetta ber
til, kann alt gera tað sama,
sigur Jógvan Krosslá.
Hann sigur, at tað kann
neyvan vera kostnadarstød-
ið, sum beinir fyri hesum
virkjunum
— Virkini, sum nú eru í
Vági, eru sera bílig og verða
rikin so bíliga, sum yvir-
hevur til ber. So ber hetta
ikki til, veit eg ikki.
Hann sigur, at tað er nógv
fyri, at tað almenna skal
taka møguleikarnar frá pri-
vatu vinnuni at virka við at
skjóta milliónir inn í summi
virki, meðan onnur onki fáa.
— Tá ið tað almenna ger
slíkan mismun á virkjunum,
er tað heilt ómeguligt hjá
Nr. 209 — 4. NOVEMBER 1998
Ein vanlukka fyri Vagsbygd
Fara fiskavirkini á heysin, verður tað ein vanlukka, tí so verður aftur líka óskukalt í Vági, sum tað var tey ringastu
kreppuárini, sigur býráðsformaðurin
teimum at klára seg, sum
ikki eru sanerað, ella fáa
rakstrarstuðul, ella hava
fingið almenna hjálp til
fløgurnar.
— Tað verður nógv tosað
um fría kapping og frítt fyri-
takssemi. Ti er tað løgid at
síggja, at sjálvt tað almenna
gongur á odda at føra tann
beint øvugta politikkin, tí
tað, sum verður ført nú, er
planbúskapur við lít.
— Virkini í Vági eru bygd
so bíliga, og tey verða rikin
so bíliga, at tey áttu at kunna
kappast við hvgnnsum helst
Hann sigur, at tað er iva-
samt, hvat kommmunan
kann gera fyri at hjálpa
virkjunum.
— Men álvaratos, eg helt
vit høvdu landspolitikarar í
oynni, sum røktu okkara á-
hugamál. Og tað skuldi ikki
verið nakar politiskur trup-
ulleiki tí økismenning er eitt
greitt, politiskt mál, sum tað
stendur í sjálvum sam-
gonguskjalinum, sigur
Jógvan Krosslá.
— Fyrst forkom Fiskavirking
flakavirkinum í Vági. So
brutu menn rygg fyri at fáa
gongd aftur á fiskivinnuna.
Og ber hetta ikki til, kann
alt gera tað sama. Men tað
líkist ongum, at tað al-
menna skal ganga á odda
at forkoma tí fría fyritaks-
seminum, sigur Jógvan
Krosslá, býráðsformaður í
Vági
Hetta kann ikki ganga
— Teir, sum hava fiskavirkini í
um stóðuna. Og nú tykist sum um málið verður reist á politiskum stigi
ÁKI BERTHOLDSEN
— Tað kann ikki ganga i
longdini, at tað almenna
skal vera atvoldin til, at
fleiri fiskavirki skulu fara á
heysin. Nú má landsstýrið
taka málið upp. Ger lands-
stýrið ikki tað, má løgtingid
taka um endan
— Henrik Old, løgtings-
maður úr Vági sigur, at hann
fekk nógv burturúr fundi-
num, sum virkisleiðarar í
Vági høvdu við løgtings-
menninar úr økinum nú um
vikuskiftið
Teir, sum hava fiskavirk-
ini í Vági høvdu boðsent
løgtingsmonnunum år
syðru helvt i suðuroy á fund
leygarkvøldid at greiða
teimum frá teirri ólukkuligu
stødu, sum fiskavirkini, ið
eru uttanfyri tær almennu
skipanirnar, Fiskavirking,
Framtaksgrunnin og Sand-
oyarætlanina, eru komin í.
Sum greitt frá aðrastaðni
í blaðnum, hevur tað al-
menna avlagað kappingina
í fiskivinnuni út avallan leið
við at pumpa hundraðtals
milliónir í stuðuli í ávís
virki, meðan onnur eru við
sviðusoð
Tað hevur ført við sær, at
fiskavirkini, sum eru uttan-
fyri almennu skipanirnar,
ongan møguleika hava at
klára seg.
Stødan hjá teimum er so
hættislig, at næsta summar
eru tey øll farin á heysin.
Ikki minst er stødan hætt-
islig í Vági, tí har eru ølll
fiskavirkini uttanfyri tær al-
mennu stuðulsskipanirnar.
Og tað var hetta, sum
virkisleiðararnir í Vági ætl-
aðu at tosa við politikarar-
nar um
Kann ikki ganga
Henrik Old, sum var ein av
tingmonnunum, sigur, at tað
var ein góður fundur, har
teir fingu at vita, hvussu
landið lá.
Hann sigur, at roynt verð-
Móttaka
Í sambandi við, at Blái Krossur Føroya letur upp
nýggja kafé í Kongaggtu 8, Tórshavn, bjóða vit
blåkrosslimum, hjálparfólki, viðskiftafólki og gðrum
áhugaðum vælkomnum inn á gólvið
mikudagin 4. november millum kl. 14 og 17
Kafé Blákrossstovan,
Kongaggta 8, Tórshavn,
tif. 32 10 44
”- ” - -
* % .
-
&n
ur nú at fáa fund í lag imill-
um landsstýrismannin í
vinnumálum, Finnboga
Arge, og virkisleiðararnar í
Vági, har teir sleppa at
greiða honum frá støduni og
har teir fáa at vita frá hon-
um, hvat ætlanin er at gera
við trupulleikan.
Henrik Old sigur, at hann
er samdur við vágbingunum
í, at virkini uttanfyri tær al-
mennu stuðulsskipanirnar
eru við skerdan lut.
— Tað eru nógvir tvørleik-
ar, sum tey hava at dragast
við. Eitt er, at flutningurin
er trupul og dýrur.
— Men eitt annað er, at tað
er nógv sum bendir á, at tað
kemur minni og minni fisk-
ur um uppbodssøluna, og at
tað sostatt verður truplari og
truplari at fáa fatur á fiski-
num.Tað tykist sum um
meiri og meiri verður selt
beinleiðis.
Henrik Old sigur, at hann
fer at reisa fyrispurning í
tinginum um hesi viður-
skiftini.
Hann sigur, at tað má eis-
ini fáast greiði á, hvussu av-
lagandi tær almennu stuð-
ulsskipanirnar eru.
— Hann sigur, at tað er
neyðugt at lýsa málið út í
æsir. T.d. er neyðugt at lýsa
undir hvørjum treytum
Framtaksgrunnurin td.
fíggjar virki.
— Betala virkini rentur og
avdrátt eftir vanligum regl-
um, ella sleppa tey
ari enn virki annars,
aða ára flegts?
3
Vági, hava havt fund vid løgtingsmenninar úr syðru helvt í Suðuroy
— Henrik Old sigur, at tað
kann ikki vera meiningin,
at summi virki ótarnað
kunnu sleppa at ganga við
hallið ár um ár - samstundis
sum tey bjóða onnur virki
av í kappingini um råvør-
una.
Hann sigur, at í summum
fórum hevur hann varhugan
av, at tað er nettupp hetta,
sum ger seg galdandi.
Henrik Old sigur, at stød-
an er nú komin hartil, at tað
er neyðugt hjá politiska
myndugleikanum at taka
málið upp.
— Ger hann tað ikki,
mugu vit fáa løgtingid at
viðgera trupulleikan, sigur
Henrik Old.
Sinnaður at
Ein annar løgtinsmadur,
Hergeir Nielsen, sum er ein-
asti tingmadur úr Suður-
oynni í samgonguni, sigur,
at hann hevði fund við
landsstýrismannin í vinnu-
málum í gjáramorgunin.
— Landsstýrismaðurin
váttaði fyri mær, at hann tók
orðingarnar í samgongu-
skjalinum um gkismenning
í størsta álvara.
Hann segði seg m.a.
verða sinnaðan til at broyta
vidtøkurnar fyri Framtaks-
grunnin, tá ið hann kemur á
føroyskar hendur á nýggj-
árinum, soleiðis, at hann
eisini kemur at fevna um
økismenning.
— Eg hugsi mær til, at
Framjaksgrugnugn tå eis) i
mu
Henrik Old, sigur, at tad er
neyðugt at lýsa figgingar-
vidurskiftini hjå fiskavirkju-
num út í æsir ti tað kann
ikki ganga í longdini, tey
skulu vera ymiskt fyri í
kappingini um råvøruna,
sum summi fara á heysin av
teirri grund
kemur at stuðla teimum
virkjum í útjaðarunum, sum
longu eru stovnað, men sum
onga almenna fígging hava
fingið.
Hann sigur, at samgongan
má skunda sær, tí hon hevur
alla tíðina tað "hóttanina“
yvir sær, at andstødan tekur
málið um gkismenning í
egnar hendur, um tað dregur
út hjá samgonguni. Og tá
ið andstødan so leggur upp-
skot fram, er ringt hjá sam-
gongutinlimum at vera í-
máti, tí økismenning er fult
í samsvari við samgongu-
skjalið.
Annar sigur Hergeir Niel-
sen, at landsstýrið í dag ella
í morgin fer at leggja upp-
skot fyri tingið um at veita
virkjum flutningsstudul til
at føravirkadan fisk av
virkjum til avskipingar-
havn, har ikki er koyrandi
um sund ella fjør.
að skyldi gisipi hjálpt
støðuna. *