Sosialurinarkiv
Sosialurin 1998-11-04, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 4. november 1998síða 9

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 209 — 4. NOVEMBER 1998 Lista- og handverks- Ayoe Bjergbakke SD STAK tíðindablaðið 3082 skúli setast á stovn Ein arbeiðsbólkur við Birgiri Kruse sum formanni er settur at gera álit um, hvussu undirvísingin í ætlaða lista- og handverks- skúlanum verður skipað, og hvar skúlin skal liggja. Álitið skal verða liðugt til várs og skúlin fara í gongd komandi ár. ere - At seta lista- og handverksskúla á stovn er liður í eini heildarætlan á skúlagknium, har vit skulu finna út av, hvat eigur at verða gjórt á ókinum, tá ið tað ræður um ungdóms- útbúgving, sigur Hensar Ellingsgaard úr Undirvísingar- og mentamálastýrinum. TurID KJØLBRO Hann hevur fleiri ferdir ver- ið uppi og vent, var við í sonevnda skúlapakkanum á sinni, men so spurdist ikki meir burturúr. Nú eru itøki- lig stig tíkin til, at ætlan verður til veruleika. Fyrsta dagin fer ein arbeiðsbólkur settur av Undirvísingar- og mentamálastýrinum undir at gera eitt álit um ein fram- tíðar lista- og handverks- skúla. Og gongst sum Hens- ar Ellingsgaard í Undirvís- ingar- og mentamálastýrin- um ætlar, fer ein slíkur skúli av bakkastokki antin við byrjan av næsta skúlaári ella í seinasta lagi við ársbyrjan ár 2000. Í hvgnn mun ætlaði lista- og handverksskúlin verður tengdur at Húsarhaldsskúl- anum í Klaksvík, sum eisini hevur handarbeiðsundirvís- ing, er óvist enn. Umboð fyri Handsarbeiðsskúlan sit- ur í arbeiðsbólkinum um- framt umboð fyri Klaksvík- ar býráð. - Hesi viðurskifti eru ikki greið fyrr enn arbeiðsbólk- urin er liðugur við álitið, men tað er greitt, at tað verður lagt upp til úr Klaks- vík, at ein slíkur skúli verð- ur í Klaksvík, sigur Hensar Ellingsgaard. Roynd Síðani januar í 1995 hevur verið skipað fyri undirvís- ing í handarbeiði í Klaksvík sambært løgtingslég frá 1983 um frítíðarundirvís- ing. Henda undirvísingin hevur verið ætlað sum ein roynd at finna út av, um grundarlag er fyri at skipa hana í hesum líki. Ætlanin hevur ongantíð frá Undir- vísingar- og mentamálastýr- inum verið at hildið fram við hesi undirvísing sam- bært umrøddu løgtingsl6g. Hvussu undirvísingin í nýggja lista- og handverks- skúlanum verður skipað, og hvørji viðurskifti hon fer at byggja å, eru mål, sum ar- beiðsbólkurin fer at arbeiða við. Men frá Undirvísingar- og mentamálastýrinum er greitt, at høvudsdenturin verður føroyskt tilfeingi. - Tað er av alstórum týdn- ingi at menna føroyska list og listahandverk við atliti at okkara egna umhvørvi, tilfeingi og sidaarvi. Tað merkir kortini ikki, at ein slíkur skúli verður leysur av tí, ið rørir seg uttan um okk- um, tí annars verður út- búgvingin ov avskorin. Vit eiga at menna okkum í samstarvi við onnur, men høvudsdenturin eigur at verða lagdur á tað vit eiga í samfelagnum. Føroyingar hava fgjøgnum øldir drúgv- ar royndir í handligum virk- semi av ymiskum slag og ymiskum listagreinum, og tí eiga møguleikar at vera kannaðir um tað ber til at seta í verk eina skipaða undirvísing á økinum leysa av frítíðarundirvísingini. At seta lista- og handverks- skúla á stovn er liður í eini heildarætlan á skúlagkin- um, har vit skulu finna út av, hvat eigur at verða gjørt á gkinum, tá ið tað ræður um ungdómsutbúgving, sig- ur Hensar Ellingsgaard. Nógv at taka steðu til Arbeiðssetningurin hjá ar- beiðsbólkinum verður at taka stóðu til, um undirvís- ingin skal verða skipað sum grundskeið og víðkað skeið, har næmingarnir bæði læra grundleggjandi arbeiðs- hættir, ogna sær verkligt og fakligt innlit, samstundis sum næmingarnir fáa høvi til at ogna sær nágreiniliga vitan um ávís evni og ávísa lærugrein. Bólkurin skal eisini við- gera um undirvísingin skal geva ávís rættindi til víðari útbúgving í list og lista- handverki, og hvgrjar læru- greinir útbúgvingin skal fata um. Spurningurin er eisini, hvussu undirvísingin skal verða skipað, sum vikuskeið ella styttri skeið. Og um hon skal verða sam- skipað við framhaldsdeild fólkaskúlans, soleiðis at ein slíkur skúli kann bjóða næmingum fólkaskúlans verkliga og åstødiliga undir- vísing, ið kann fara fram eins væl í skúlanum og utt- an fyri skúlan. Ella um und- irvísingin eigur at verða skipað í sjålvstødugum skúla ella saman við aðrari undirvísing. Arbeiðsbólkurin, ið skal gera álitið, er um at vera mannaður. Formaður í bólk- inum er Birgir Kruse, lærari og lærugreinaráðgevi. Hini eru Katrin Joensen, hand- arbeiðslærari, Dávur Winth- er fyri Klaksvíkar býráð, og Tita Winther fyri felagið Føroyska Listafólk. Hver fer at umboða Føroya Læru- råd er ikki heilt greitt enn. i vår Undirvisingar- og menta- málastýrið miðar ímóti, at arbeiðsbólkurin verður lið- ugur við arbeiðið tíðliga komandi vár. Í fíggjarlógar- uppskotinum fyri næsta ár eru pengar ikki settir av til ein lista- og handverks- skúla. - Pengar eru í skipanini í og við at frítíðarundirvís- ingin ræður yvir eini játtan. Í øllum fórum fyrsta hålv- árið, um skúlin byrjar við skúlaársbyrjan næsta ár, kundi peningur verið fingin til vegar av teirri játtanini, sigur Hensar Ellingsgaard. Ein nevnd hevur áður ar- beitt við setninginum at fyrireika lista- og hand- verksskúla, men einki itøki- ligt spurdist burtur úr tí. Og ein itøkilig roynd er áður gjørd við einum lista- og handverksskula, nevniliga å Sandi. Tað datt niður fyri, tí næmingargrundarlagið var ov lítið og kostnadyrin ov dýrur. Hensar Ellings- gaard stúrir kortini ikki fyri, at sama kann henda aftur. - Tað hevur verið tosað um ein listaskúla í nógv ár, hann hevur høga raðfesting, forarbeiðið er gjørt og nú fer ein arbeiðsbólkur til verka, sum skal taka stóðu til nøkur itøkilig viðurskifti. Arbeiðsbólkurin skal verða liðugur við álitið móti vári og vit miða ímóti at seta skúlan á stovn næsta ár, sigur Hensar Ellingsgaard at enda í viðtali. A Í dag, 4. nov. verður Ayoe Bjergbakke, deildarsjúkra- systir á Hoved-orto Center á Ríkissjúkrahúsinum 60 ár. Føroyingar, ið hava verið í sjúkragrindum á Ríkis- sjúkrahúsinum kenna ivaleyst hesa kvinnuna, ið hevur veitt mongum ein ugga Sum barn og ung búði hon í Føroyum og hon hevur síðani varðveitt sambandið, serliga við barn- dómsbýin Tvøroyri. Sambandið vid Føroyar fer eisini fram á sjúkrasystrafakliga økinum, tá ið føroyskir rn starvsfelagar ella sjúkrasystralesandi eru i Danmark Ayoe Bjergbakke var útbúgvin sjúkrasystir í 1961 av sjúkrasystraskúlanum i Glostrup. Hon gjørdist deildarsjúkrasystir í 1980 á tåverandi Ortopediska Hospital í Keypmannahavn. Síðani 1985 hevur Ayoe Bjergbakke verður deildarsjúkrasystir á ortopedisk- skurðdeildini á Ríkissjúkrahúsinum Rættleiðing Í grein í blaðnum í gjár um nýggja áhugafelagið, sum ættargranskarar hava stovnað, er ein lítil misskiljing komin í, tá sagt varð, at lógin, sum Føroya Landsskjalasavn arbeidir eftir, ikki heim- ilar skráseting av tilfari í ættargranskingarhøpi. Virkandi stjórin á Lands- skjalasavninum, Kirstin Eliasen, hevur vist okk- um á, at tað lógin fyri Landsskjalasavnid forð- ar fyri er, at persånligt tilfar um fólk ikki er at- geingiligt fyrr enn tað er 80 ár. Bert ein sjálvur hevur atgongd til hesi skrásettu viðurskifti og tí kann tað ikki almanna- kunngerast. Í lógini stendur, at øll hava atgeingi at savns- eindum, sum stovnar hava avhent landsskjala- savninum, tå eindirnar eru 30 ára gamlar. At- geingifreistin er 80 år fyri savnseindir av per- sónligum slag, tað vil siga sum innihalda per- sónligar upplýsingar. Somuleiðis stendur, at tann, ið fær atgeingi at savnseindum, sum íkki eru beinleiðis atgeingi- ligar, hevur ikki loyvi uttan heimild at al- mannakunngera, lata víðari ella nýta upplýs- ingar, sum eru givnar í trúnaði, og sum viðkom- andi í hesum sambandi hevur fingið Kunnleika tíl. Ein upplýsing er giv- in í trúnaði, tá hon í lóg ella aðrari galdandi áset- an er ásett at vera tað, ella tá tað annars er neyðugt, at hon verður hildin loynilig av týðandi fyriliti fyri almennum ella privatum áhugamál- um. blaðf. Lesið eisini Sosialin á Internetinum www.sosialurin.fo