Sosialurinarkiv
Sosialurin 1998-11-05, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 5. november 1998síða 9

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 210 — 5. NOVEMBER 1998 andum arvaeginleikum er blandað uppí. Ottin er ógrundaður Tað, sum nógv fólk ræðist, er at okkara innastu loyni- dómar skulu avdúkast fyri gllum og at slíkir upplýs- ingar kunnu koma í skeivar hendur. Men tað heldur Pál Weyhe ikki. -Granskar eru fullkomi- liga líka glaðir við hverjir einskaklingar hava latið tær og tær royndirnar. Dul- nevndar royndir eru væl brúkiligar. Tað, sum hevur tydning er, hvat úrslitini vísa. Tí heldur Pál Weyhe, at óttin fyri at allir føroyingar skulu verða úrlætnir er ógrundaður. - Hinvegin hevur ein og hver fullan rætt at síggja allar upplýsingar um seg. Tað hevur eisini verið mutað harðliga ímóti, at nú skal øll ættartalvan hjá før- oyingum skrivast inn á teldu fimm ættarlið aftur eftir kirkjubókunum. Men tað sigur Pál Weyhe er ikki neyðugt. - Tað hevði verið eitt hent hjálpitól, men er avgjørt ongin fortreyt fyri arva- gransking. Tað ber eisini til at spyrja fólk beinleiðis, hverjir forfedrar teirra eita. -Tað vil siga, at koma læknar fram nøkur fólk við somu sjúku, ber til at spyrja tey, hvørjir forfedrar teirra eru fyri at vita, um tey eru í slekt. Annars skilir hann ikki, hví nettupp ættartalvan hjá føroyingum skal vera tað eyma punktið. - Tað hevur í nógv ár verið at kalla eitt alment ítriv at kanna slag og slekt og at geva tað út í bók. -- - Kring landið sita hundrað- tals fólk og granska ættar- talvur og tað verður skipað fyri ættarveitslum í heilum. - Pål Weyhe sigur, at tað tí kemur honum eitt sindur dátt við, at nettupp spurn- ingurin um ættartræið skuldi elva til slíka mót- stóðu. Men ætlanin er sjálvandi at tryggja, at upplýsingar ikki enda á skeivum hond- um. Onki ólógli Undir viðgerðini av arva- granskingini í Føroyum varð spurningurin reistur um arbeiðið longu var farið ígongd, uttan at nakar visti av, tí biðið var um løn til fólk í seks mánaðar, hóast bara tveir mánaðir eru eftir av árinum. Men tað avsannar Pál Weyhe. - Tað er onki farið ígongd ólógligt. Tað ber ikki til at fara undir eitt gransking- ararbeði uttan at gera eitt ávíst forarbeiði. -Ein grund til, at biðið er um løn til fólk í seks mán- tíðindablaðið S0S/2lufn Arvagransking er eitt av teimum fáu økjunum, har í fóroyingarveruliga kunnu gera seg galdandi, og Tad er óetiskt ikki at brúka hetta høvi at finna út av ymsum sjúkum, sum hava verið eitt forbannilsi hjá mannaættini ígjógnum allar tíðir. Arvagran sking fer eisini at skapa eitt sterkt granskingarumhvørvid í Fóroyum m.a. á laboratorii-økinum. Og tað kann vera ein fyrimunur á nógvum øðrum økjum eisini, sigur Pál Weihe aðir, er, at uppritið í sam- bandi við umsóknina varð skrivað í summar. - Somuleiðis hava vit brúkt nógva tíð at fyrireika málið. M.a. hava vit havt ein ráðgevara, Andrew Hicks, sum er doktari í mýlskari livfrødi. - Somuleiðis er pengar lagdir út til løn til Hicks, doktara, sum hevur gjørt tað fyrireikandi arbeiðið. Teir pengarnir eru tiknir av granskingarjáttunum, sum vóru tøkar í sambandi við onnur granskingarendamál. Vónin var at sleppa undir arbeiðið í heyst, sigur Pál Weyhe. Takast í álvara Men nú gekk ikki sum ætlað hjá Pál Weyhe og Helnu Dam á Neystabø. Løgtingid vildi ikki játta pengarnar til arvagransk- ingina í fyrstu syftu. Fyrst skal tað neyðuga lógar- verkið gerast og tað neyð- uga kjakið vera. Pál Weyhe viðgongur, at hetta var eitt bakkast. Men hann heldur ikki, at talan er um eitt álvarsligt bakkast. - Grundin til, at íslendska fyritøkan DeCode er hugað at gera samstarvsavtalu við føroyingar, er, at tá ið gransking fer fram i tveim- um økjum, sum eru næstan lika, ber tad til at koma skjótari fram til úrslitini við tað, at granskingarnar í báð- um londum koma at styðja uppundir hvgrja aðra. - Tað vil siga, at gansk- ingin av somu sjúkum má fara fram í báðum londun- um um somu tíð. Annars kemur annar parturin at bíða eftir hinum og so er tann fyrimunurin farin - Og nettupp tíðarspurn- ingurin hevur stóran týdn ing í arvagransking, tí tað gongur skjótt fyri seg Pál Weyhe sigur, at vanliga verður roknað við, at tað tekur ikki meiri enn fimm ár, áðrenn tær flestu stóru sjúkurnar eru kort lagdar. - Skulu vit vera við, ber kki til at drála leingi Hinvegin mugu staðlesta, at tað er ivi øgtinginum og millum fólk im arvagranskingina. 7 nugu vit taka til eftirtektar g lara undir eina miovi IDDpiySsing, um Ccruilgå Snyr seg um vat malið o hóast tidarspurnin urin als ikki er uttan týdn ng, eiga vil at geva okkum stundir at lýsa málið út esir so at tað er full semja im tað, vit gera Tað er nevniliga Ogjør- ligt at fara undir slíka gransking, uttan at viður- skiftini eru púra greið. Tað ber ikki til at fara undir slíka samfelagsliga gransking uttan at hon hevur fulla und- irtøku hjá landsins myndug- leikum og ímillum tað fólk- ið, har granskingin skal fara fram. Pál Weyhe heldur tó ikki, at tað nýtist at taka so langa tíð. Talan er efitr hansara tykki ikki ikki um eitt kjak, sum er serliga torskilt Tó er hann sera nøgdur við, at ongin enn hevur mut- að ímóti tí grundleggjandi spurninginum um, at vit skulu granska í Føroyum. - Heilt frá høgru til vinstru í tinginum talaði ongin ímóti gransking og tað var gleðiligt at hoyra, heldur Pál Weyhe. Pál Weyhe haldur, at tað hevði borið væl til at farið undir slíka arvagransking, uttan at lógin varð kunn- gjørt. -Vit hava Helsinki-sátt- málan at halda okkum til. Og vit hava eina siðsemis- nevnd í Føroyum, sum skal geva loyvi til slíka gransk- ing - uttan at nakað bein- eiðis lógargrundarlag er undir nevndunum Pál Weyhe sigur, at gransking er ikki nakað nýtt í Føroyum. Men talan hevur higartil verið um avmark- aðar verkætlanir Men siðsemisneyndin hevur sjálvandi givið loyvi til hverja einstaka ætlan sær, annars hevði arbeiðið ikki kunnað farið igongd. M.a. verður í løtuni gransk- að innan sálarligar sjúkur. Og m.a. er sekt um loyvi at gera kanningar viðvíkjandi parkinson-sjúkuni. Tey, sum hava sjúkuna verða spurd, um tey vilja vera við. Vilja tey tað, lata tey eina blóðroynd og verða spurd um ættarviðurskiftini. - Tað, sum nú var ætlanin, var at fara undir meiri mið- vísa gransking í stórri máli- stokki av fleiri sjúkum, sig- ur Pál Weyhe. Sosialurin 2 i morgin: Spurningar og svar um arvagransking í ai < Sumb, + Kenn teg sjålvan og siggj møguleikarnar í lívinum Í kvold verður almennur fyrilestur í skúlanum í Sumba, har Diana Borgnýardóttir fer at tosa um ymisk famiuljumál. Fyrilesturin verður klokkan sjey í kveld og hann ber heitið "Kenn teg sjálvan og síggj møguleikarnar í lívinum". Diana BorgnyardGttir er råsevnis og familjuráð- gevari. Men fyrilest- urin í kvøld hevur lítið og onki við rúseynis- misbrúk at gera og hann vendir sær til øll fólk. Ti í fyrilestrinum verður nomid vid nógv ymisk evni. - Fyrilesturin fevnir um mangt og hvat. Fg fari at tosa eitt sindur um at duga at greiða frá tí, ein hevur uppá hjartað. Diana Borgnýardóttir sigur, at tá ið vit verða mísskilt, er tað ikki altíð tí, at tað er okkurt galið við hinum. Tað kann eins væl verða tí, at vit íkki duga at greiða tí, vit ætla at síga. Hon fer eisini at tosa eitt sindur um talitek- nikk, tað er um, hvussu ein ber seg at vitð at fáa fólk at lurta eftir tí, ein hevur at siga. - Ein trupulleiki, sum mong hava, er, at vit gera ikki altíð tað sum vit kundu hugsa okkum at gjørt. Grund- in til tað er mangan, at vit hava ymsar sannføringar innan í okkum sjálvum um, at vit duga ikki, vít klára tað ikki, ella vit kunnu ikki. - Eitt klassikst dømi er fólk, sum skulu til provtøku og frammanundan ikki ivast f, at hetta klåra tey ikki. Slikar negativar sannføringar forða ofta fólki í at gera tað, tey hava hug til - og evni til, og tað er spell. Diana Borgnýardóttir fer eisini at tosa eitt sindur um uppaling, um sam- skiftið ímillum børn og vaksin Tað er barnaverndin í Sumba, sum skipar fyri fundinum. Tey í barnaverndini siga, at tey hava verið á skeið hjá Dianu Borgnýardóttir og tey eru so hugtikin av tí, hon hevur at føra fram, at tey halda, at øll eiga at fáa lut í tí. Tað er sjálvandi ókeypis at fara til fyrilesturin.