Sosialurinarkiv
Sosialurin 1998-11-06, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 6. november 1998síða 2

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

mr - laðstjóri: Marknaðarleiðari: A Jonhard Hammer Blaðstióri: Blaðfólk: Eiríkur Lindenskov Dagny Joensen, Sveinur Tróndarson Turið Kjølbro Barentshavið Oddagrein DAPURSKYGDU tidindini um útlitið fyri fiskiskapin í Barentshavinum koma ikki væl við hjá okkum. SÍÐAN toskafiskiskapurin við Grenland steðgaði, hevur Barentshaivð verið álitið hjá storsta parti av langfaraflotanum. Sum við ødrum fiskiskapi, so hava verið mis- jøvn år men samstarvið eystureftir, serliga við Rusland, hevur verið serstakliga gott, so sæð yvir eitt 20 ára tíðarskeið er Oføra væl komið burtur úr á hasum leiðum. KOMANDI skerjingar í kvotum koma at raka okkum eisini. Hvussu nógv velst millum annað um okkar dugnaskap at samráðast. Norðmenn hava altíð verið truplir at hava við at gjørt. Avmarkingarnar í Barentshavinum kunnu kanska gera, at nøkur av teirra skipum leggja um til veiðu av oðrum fiskasløgum, ið vit hava ov nógv av ella ikki gagnnyta. Lat okkum vóna tað, tí í Noregi hava vit einki goodwill hjá mynd- ugleikunum. OÐRVÍSINI er í Ruslandi. Har hava vit vinfólk og goodwill so tað forslær. Núver- andi fiskimálaráðharri hevur mangar vinir her. Russarar vilja vónandi hava meira svartkjaft aftur fyri tosk. Tað mugu teir so fáa - vit gera lítla nyttu av hesum fiski. Samstarvið við Rusland er eitt gott domi um úrslit av einum langsiktaðum uttanrík- ispolitikki. Spírin bleiv lagdur fyri einum 25 árum síðan av Atla Dam. Síðan hevur gróð um gangandi fót. Ein kuril var tó á tráðnum, tá foroyingar brutu sáttmálan um Barentshavið, við at foroyskir reiðarar gjørdu trolarar undir hentleikaflaggi út til fiskiskap í loynikrókinum. Tá góvu russ- arar okkum 4000 tons minni um árið enn vit áttu sambært siðvenju. Hettar var á heysti 1994 so hesi fýra árini hava vit haft 16.000 tons minni, enn vit kundu haft, um vit hildu okkum burtur frá ævintýrinum í IOyYNIKrOKINum IKKI tí tað bleiv varskógvað bæði á hes- um stað og aðrastaðni um hesar avleið- ingar sum fóru at koma. Einki hjálpti tá. Vónandi hava vit lært, at alt fær konse- kvensir við tíðini, tá ið um uttanríkismál ræður. NÚ fáa vit so at síggja, hvussu leikur fer, men eitt positivt er tó, og tað er, at svíkir Barentshavið, so verður toskaprísurin ver- andi á einum høgum stødi. Við rímiligum fiskiskapi við heimastrendur er hettar eitt plástur á sárið fyri fiskivinnuna sum heild. Sosialurin Niclas Johannesen ítróttarskrivari: Emil L. Jacobsen Myndamenn: Alvur Haraldsen Jtgevari, uppseting og prent: Sosialunn Bústaður: Argjavegur 26, Argjum Postadr: Postsmoga 76, 110 Tórshavn — — Telefon: 311820 Telefax. 314720 e-mail: post & sosialurin fo Føroyskt sjonvarp Í åhugaverdari sending hjá Ginnu Midjord í Utvarpi Føroya varð fríggjakveldið kjakast um ungdómstilfar í føroysku miðlunum. Allir miðlanir, blød, útvarp og sjónvarp, vóru umboðaðir. Harafturat var ein luttakari við, sum var serkøn í inter- neti og margmiðlum. Mikið áhugavert. Sendingin var endursend týsdagin og Sosialurin hev- ur grein, sprottin úr sama evni mikudagin. Tað hevur mangan undra meg, at ein so sterkur miðil sum Sjónvarpið aldri hevur tikið føroyska ungdómin í álvara. Eg meini á heim- ligum botni. Tað ber ikki til at skjóta seg undir, at øll eru ungdommilig, at flestu ung eisini finna frægd í tíðind- um og dáma at hyggja at Baywatch og X-Files. Skal sjónvarp rekast eftir hesum parametrum, hava vit ivaleyst bara teknifilm eftir. Originalan Disney teknifilm frá 1935 til 1967. Tað fært tú helst fólk flest at verða samd um, fert tú at spyrja. Men flyta vit fjøll við tí? Tæna vit tjóðini best við tí? Skapa vit ein heim- stað hjá ungdóminum í sterkasta miðli okkara við tí? Ikki haldi eg tað Í umrøddu sending hjá Ginnu Midjord, nevndi sjónvarpsstjórin nøkur tól, ið skuldu prógva, hvussu dýrt tað var at gera sjónvarp til føroyskan ungdóm. Hundrað túsund krónur fyri sendingina. Fýra hundrað túsund í eina mánað. Eina millión og tvey hundrað tús- und fyri árið. Hasum stóli- num hevði eg fegin vilja sitið í. Tað tykir mær, at hesar upphæddir verða nevndar við eittans endamáli. Nevn- iliga at prógva fyri føroya fólki, at tað ber ikki til at gera føroyskt ungdómstilfar at nýta í sjónvarpi. Utlitin verða so í hvussu er ikki teknaði við bjørtum litum. Fyri trimum árum síðani var eg boðsendur av fyri- tóku í Havn, sum átti alt- skyns digitala videoútgerð, sum ofta stóð fyri onki. Mestu årtøkuna fær fyritøk- an, tá eins og nú, við at gera lýsingar. Til tess at fáa stórri nyttu úr digitalu videoút- gerðini, setti fyritøkan sær fyri, at gera uppskot til ung- dómssendingar, at selja Sjónvarpi Føroya. Mín leiklutur var at fram- leiða t.e. koma við uppskot- inum, finna heitið á send- ingini, skapa leiklutin hjá vertunum, skipa innihaldið og knýta sambond við álít- andi leveranderar. Til hverja sending, árið, ella í hvussu er veturin, í kring. Uppskotið var liðugt eftir stuttari tíð og var hin 8. februar 1996 sent Sjónvarpi Føroya. Samlada tilbodi frå hesi fyritøku i Havn, fevndi um 20 sendingar å 30 minuttir fyri 540.000 krónur. Tað er í meðal 27.000 krónur fyri hvørja sending. Sjey og tjúgu túsund. Gamaní eru trí ár liðin og kanska var hetta tilboð nak- að skallut. Men í hvussu er var tað hugsað á føroyskum stødi og ætlað sum ein ung- dómsproduksjón á heimlig- um botni. Alt hevur sína byrjan. Eg havi sett meg í sam- band við somu fyritøku, at kann eftir, um eg mnnist skeivt. So var ikki. Upplýst var harafturat, at fyri bert fáum døgum síðani hevur sama fyritøka sent nytt upp- skot til Sjónvarp Føroya. Aftur snyr tad seg um at gera ungdómstilfar, har ung medvirka og sjálvi seta karmarnar. Nú, trý ár seinni, ljóða prísirnir soleiðis: Pris- ur fyri eina ungdómssend- ing 35.000 kr. Fimm og tredivu túsund krónur. Vil Sjónvarp Føroya lata eitt fólk, t.d. fotograf, til send- Birgir Kruse, útvarps- maður og lærari ingina, so er framleiðslu- prísurin 29.000 kr. Níggju og tjúgu túsund krónur. Til- boði er sent Sjónvarpi Før- oya hin 20. oktober í ár. Fyri hampulig heits skyld skal eg nevna, at sjálvur eri eg ikki á nakran hátt knýttur at aktuella tilboðnum, tíans- heldur fyritøkuni. Helt bert, at føroya ungdómur hevur krav uppá at fáa innlit í hesi viðurskifti. Og ikki minst at tað ber til at liva í Føroyum. Blíðar kveður Birgir Kruse Lesarabrøv: Torsvøllur og rennibreytin FS Á # Ætlanirnar at byggja eitt landsstadion í Havn hava fingið í kók seinastu dagarnar. DSF (frælsur ítróttur) hevur verið við í Tórsvallarætlan- ini frá byrjanini og tók fult undir við uppskotinum, sum varð víst alment fram í list- askálanum fyri trimum ár- um síðani. Hendan ætlan hevur stór- an áhuga hjá frælsa ítrótti- num í Føroyum, tí henda ætlan fevnur um, umframt ein grasvøll, eina rennibreyt og onnur hgli. sum allur ít- róttur hevur áhuga í. Her hugsi eg um tey vanaligu og alt ov smáu hølisvidur- skifti í ISF-húsinum i Gund- adali. Nevndin sum Tórshavnar býráð setti til at útvega pen- ing til Tórsvallarprojektið er nú komin við einum upp- skoti, sum ikki hevur nakað við upprunaætlanina at gera og ivasamt er, um býráðið og Landstýri hava játtað pening (30 % hvør partur) til annað enn upprunaætlan- ina. Ætlanin, sum er nevnd í Sosialinum 3. november 1998, lýsir bert tørvin hjá tveimum båltfeløgum i Tórshavn fyri einum gras- velli. Frælsur ítróttur er nevndur sum triði og síðsti partur av ætlanini. Eg kenni ikki umsóknina viðvíkjandi hesum alternativa >Tórs- vølli«, sum skal viðgerast á býráðsfundi 5. novemb- er1998, men eg havi frætt, at umsóknin fevnir um eitt loyvi til at gera útgraving- ararbeiðið til grasvøllin og áskoðarapláss Eg heiti á byrådslimirnar og landsstýrismann innan hetta gkið um at gera sítt til, at grivið verður út fyri eini rennibreyt samstundis Grótið kann brúkast til ætl- aðu havnaútbygging Samstundis vil eg takka býráðnum fyri gkið, ið er gjørt ul frælsan og annan ítrótt við Eysturskúlan Kastigreinirnar innan frælsa ítrótt hava nú fingið rími- ligar umstødur í Føroyum. Langt er á mál áðrenn vit eru á sama stødi sum grann- alond okkara innan frælsan ítrótt, men kemur renni- breytin ikki í samband við einari landsstadionætlan í Tórshavn, verður vónleyst at menna hesa ítróttargrein. Við ítróttarkveðu Hjalti Gunnarstein Formaður DSF (Frælsur ítróttur)