fríggjadagur 6. november 1998síða 3
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 211 — 6. NOVEMBER 1998
tíðindablaðið S0S2alVín
3
Dygd komin á hillarnar
Fóroya Galvaniseringsvirki er farið undir at framleiða
seym, ið ber heitið »Dygd« til fóroyska marknaðin
JOHN JOHANNESSEN
Tað eru aftur klaksvíkingar,
ið eru farnir undir at gera
seym. Hesir framfúsnu
klaksvíkingarnir, ið hava
leigað gamla seymvirkið frá
P/F Skarðhamar, eru Borgar
Biskupstød og Oli Hans
Biskupstød.
Hesir bådir eru fyribils
teir einastu, ið arbeiða á
Føroya Galvaniseringsvirki.
Fyrstu pakkarnir av
Dygd
Fyri mánaði síðan, tá byrj-
aðu Borgar og Óli Hans at
framleiða seym í ymiskum
støddum, og nú hava teir so
selt teir fyrstu pakkarnir av
Dygd. Hesir eru seldir til
nakrar av timburhandlunum
i Føroyum. T.d. hava Varpið
í Klaksvík og Balslev í
Havn keypt nakað fitt av
seymi.
Men tó eru ikki allir timb-
urhandlarnir sinnadir at
keypa Dygd, h6ast dygdin
er f lagi. Trupulleikin er, at
timburhandlanrnir fåa
seymin biligari frå stórfyr-
itøkum í grannalondum
okkara.
— Orsgkin til hetta er, at
seymurin ofta verður keypt-
ur saman við gðrum, og so
fáa handlarnir ein samlaðan
avsláttur, sigur Borgar Bisk-
upstød.
— Men halda tit, at tit
kortini fara at klåra kapp-
ingina vid størfyritøkurnar?
— Tad er ringt at siga. Vit
ætla okkum ikki at våga ov
nógv. Vit eru bert farnir
undir eina roynd, og vóna
tað besta. Tað er ikki ráðiligt
at leypa framav; tá er betur
at føla seg spakuliga fram.
Ætla eisini undir
aðra framleiðslu
Spurdur um ætlanin eisini
er at fara undir aðra fram-
leiðslu, svarar Borgar Bisk-
upstød:
— Jú, vit hava hugsað um
at byrja at gera múrakker
longu í næstu viku, og
seinni er so ætlanin at fara
undir framleiðslu av sink-
blokkum. Vit hava jú longu
gjørt okkum eina goymslu
av seymi, so væl ber til at
fara undir aðra framleiðslu.
Krevst ikki onnur útgerð,
tá ið tit skulu gera sink-
blokkar og múrakker?
— Øll útgerð, ið okkum
nytist er å virkinum, so talan
er ikki um stórílggur, tá ið
vit fara undir nýggja fram-
leiðslu. Harafturat, so hava
vit ikki keypt maskinurnar
á virkinum. Vit bara leiga
bygningin og útgerðina, og
so fáa vit at síggja, hvussu
gongst.
Nú, tå ið tit kalla tykkum
Føroya Galvaniserings-
virki, merkir tað so, at tit
galvanisera ymiskar lutir
fyri fyritókur og einstakling-
ar?
— Ja, vit galvanisera fyri
fyritøkur og einstaklingar.
Men ikki ber til at galvani-
sera Ov stórar lutir enn. Or-
søkin til hetta er, at vit bert
nýta tann lítla galvaniser-
ingspottin enn. Tað er ov
Føroysku fyritøkurnar, sum hava havt samband við japansku tunfiskaskipini fáa rós frå
skiparunum fyri framúr góða tænastu, sigur Guttormur Djurhuus
Klaksvíkingar eru aftur farnir at gera
handlarnar
kostnaðarmikið at fylla tann
stóra, tá ið vit ikki hava so
nógv at gera. Til tann stóra
pottin krevst ein rúgva av
sinki og saltsýru, og hetta
er ikki bíligt. Eg haldi, at
tað er av stórum týdningi,
at vit fyrst og fremst hugsa
um seymin, so kann alt hitt
koma aftaná.
Ikki á útlendska
marknaðin enn
Borgar á Biskupstød sigur,
at ætlanin er ikki at royna
seg á útlendska marknaðin-
um enn, sjálv um dygdin á
seymi teirra er eins góð og
á tí útlendska. Hann heldur
tað vera av størri týdningi
at føla seg fram å ti føroyska
marknadinum fyrst.
| Japonsku tunfiskaskipararnir:
Sera høgt tænast-
ustødi í Føroyum
—Japansku skipararnir eru ovfarnir av høga tænastustød-
inum hjå føroysku tænastuveitarunum, sigur Guttormur
Djurhuus, sum hevur umbodad føroysku myndugleikarnar
å fleiri tunfiskaskipuym i år
JAN MULLER
Nú japonsk tunfiskaskip eru
vorðin alt meira vanlig her
um okkara leiðir og avtalur
eru gjørdar um veiðu á før-
oyskum øki, er greitt, at tað
oftani eru boð eftir tænastu-
veiðingum av ymsum slag
í landi.
Guttormur Djurhuus, sum
hevur umboðað føroyskar
myndugleikar umborð á
fleiri av tunfiskaskipunum,
sigur, at japonsku skipar-
arnir eru ovfarnir av tí høga
stødinum, sum føroyskar
tænastuveitingar eru å.
— Teir hava sera rósandi
orð um føroyska tænastu-
stóðið, hvat skipatænastu
viðvíkur. Hetta haldi eg, at
ein eigur at leggja sær í
geyma havandi í huga eina
komandi oljuleiting við Før-
oyar. Har nettup tænastu-
veitingar á einum høgum
stødi eru av so stórum tydn-
ingi.
Tá skipin: hava havt trup-
ulleikar av onkrum slag, tá
teimum hevur tørvad eyk-
alutir ella tey hava havt
brúk fyri vørum av ymsum
slag, so hava tey nærum al-
tíð kunnað fingið hetta í før-
oyskari havn
Ikki nég mikid, at danska Figgjareftirlitid fekk toyggid i
sambandi vid fóroyska bankamálið. Nú er komið fram, at
Fíggjareftirlitið eisini hevur svikið í Hafnia málinum -
eftir óllum at døma eftir áheitan frå Peter Straarup,
stjóra í Den Danske Bank
SVEINUR TRÓNDARSON
Bankamálið, tað er okkara
egna vit nú tosað um, stend-
ur nú og bíðar eftir um rætt-
armálið millum Landsstýri
og Den Danske Bank verð-
ur fuglur ella fiskur.
Fíggjareftirlitið fekk, sum
øllum kunnugt, av grovfil-
uni f frågreidingini frå
kanningarnevndin, men tað
er eftir øllum at dóma ikki
seinasti kritikkurin vit koma
at hoyra um henda stovn.
Tá danskir fíggingar-
stovnar við Den Danske
Bank og Peter Straarup á
odda royndu at bjarga Hafn-
ia, sum var komið í álvars-
ligar fíggjarligar trupulleik-
ar, var felagið so illa koyr-
andi, at Fíggjareftirlitið
hevði ætlanir um at steðga
Hafnia.
Men Peter Straarup, stjóri
í Den Danske Bank steðg-
aði hesi ætlan og fekk í
staðin túsindvís av smáinv-
estorum og fleiri pensións-
kassar at gera fløgu í fyri-
tøkuna, sum tó fór so log-
andi á heysin bert stutta tíð
eftir
Hetta er komið fram í ein-
um rættarmálið, sum ein
einsamallur investor hevur
reist í sambandi við Hafnia
málið.
Hann og sakførari hans-
ara hava fingið fatur á loyn-
iliga stemplaðum skjølum
frá Fíggjareftirlitinum og
tey skjølini vísa, at hevði
eftirlitið hildið fast við sína
ætlan, so høvdu mangir tús-
und danir og pensiónskass-
arnir við spart uml. tvær
Figgjareftirlitið í mótvindi
mia. krónur
At ætlanin hjá Fíggjar-
eftirlitinum var forpurrað
hevði við sær, at eitt nå Den
Danske Bank, spardi eina
rúgvu av pengum, sum aðrir
danir so vórðu noyddir at
gjalda í staðin, søgdu
danskir tíðindastovnar í
gjár.
Eingin teirra hevði tó
nakað boð um hvønn tydn-
ing hetta fær fyri Fíggjar-
eftirlitið, tí mugu vit bíða
eftir.