fríggjadagur 6. november 1998síða 5
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 211 — 6. NOVEMBER 1998
tíðindablaðið S082lurfn
Rúna Sivertsen, løgtingskvinna:
Nevndarviðgerðin
ikki nog goð
- Avleidingarnar av, at eitt mál sum arvagranskingarmálið end-
aði í figgjarnevndini beinanvegin eru, at tað fekk ikki ta viðgerð
ta eigur. Arvagransking er ikki ein figgjarspurningur, tað er fyrst
og fremst ein etiskur spurningur, har vit skulu taka stóðu til nøk-
ur grundleggjandi viðurskifti, sigur Rúna Sivertsen, løgtings-
kvinna, sum mælir til at broyta tingskipanina.
TURIÐ KJØLBRO
Tá ið eitt uppskot verður
lagt fyri løgtingid, verður
tað vanliga beint í nevnd
eftir fyrstu viðgerð. Øll
fíggjarlógin til dømis, sum
fatar um hvønn krók í sam-
felagnum, fer bara í fíggjar-
nevndina. Tað er hetta,
Rúna Sivertsen, løgtings-
kvinna, hevur fýlst á síðani
hon kom í løgtingid á fyrsta
sinni, ti mál, ið ikki bein-
leiðis hava við búskap at
gera, men krevja aðra og
gjøllari umrødu, enda í
figgjarnevndini og fáa tí
ikki ngktandi viðgerð.
- Hetta koma serliga til
sjóndar, nú eykajáttanarlóg-
in kom fyri, har arvagransk-
ingarmálið var eitt av teim-
um. Eitt slíkt mál er sera
umfatandi og samansett og
krevur eina gjølla viðgerð í
trivnadarnevndini og
kanska eisini f mentanar-
nevndini, áðrenn tað kemur
í figgjarnevndina. Vit vóru
nøkur, sum beinanvegin
søgdu, at vit kundu ikki taka
undir við málinum. Tað
sýntist sum løgtingsf6lk úti-
lokandi hugsaðu um pengar
og tað Føroyar kunnu fáa
burtur úr peningaliga, tá ið
tað snýr seg um arvagransk-
ing. Málið fór aftur í nevnd
eftir aðru viðgerð, men eftir
triðju viðgerð varð broyt-
ingaruppskotið samtykt,
sum segði, at 100.000 krón-
ur skulu játtast til at gera
lógargrundarlag fyri arva-
gransking. Íslendingar hava
ta skipan, at avvarðandi
nevndir eisini viðgera mál-
ini, ikki bert figgjarnevndin,
sigur Rúna Sivertsen.
- Avleidingarnar av, at eitt
mál sum arvagranskingar-
málið endaði í fíggjar-
nevndini beinanvegin eru,
at tað fekk íkki ta viðgerð
ta eigur. Arvagransking er
ikki ein fíggjarspurningur,
tað er fyrst og fremst ein
etiskur spurningur, har vit
skulu taka stóðu til nøkur
grundleggjandi viðurskifti.
Í trivnadarnevndini sita
fólk, sum hugsa tann sosiala
og etiska vegin, í figgjar-
nevndini sita fólk sum hava
áhuga fyri búskapi, sigur
Rúna Sivertsen.
Íslendska fyrimyndin
Formansskapurin í løgting-
inum hevur verið í Íslandi
og vitjað formansskapin í
Altinginum. Eftir vitjanina
gjørdi Sjúrður Rasmussen,
sakførari á løgtingsskriv-
stovuni eina frågreiding, har
tað millum annað verður
sagt, at fíggjarmál verða
vidgjørd eitt sindur ødrvisi
í Íslandi enn í Føroyum av
tí, at fíggjarmál verða send
til ummælis hjá viðkomandi
evnisnevnd, áðrenn fíggjar-
nevndin letur frá sær álit
fyri at serkunnleikin á ver-
andi øki eisini kann siga
sína hugsan, so ikki bara
verður hugt fíggjarliga at
málinum.
- Hetta átti eisini verið
galdandi i Føroyum. Okk-
ara tingskipan er ógvuliga
óheppin í so máta og átti tí
at verðið broytt. Stýrisskip-
anin er nógv broytt, løg-
tingsfólkini hava fingið
nógv meiri at gera enn áður
og tí er lóggávurarbeiðið hjá
løgtingsfólki nógv meiri
enn fyrr. Løgtingsskrivstov-
an er nógv ment fyri at
fylgja hesum upp, men man
kann ikki siga, at politiska
viðgerðin í nevndunum er
ment tilsvarandi, sigur Rúna
Sivertsen.
- Eg havi ein varhuga av,
at tað eru aðrir tinglimir
sum hava somu fatan sum
eg hesum viðvíðkjandi og
vit eiga tí at fáa eitt kjak í
lag um hetta málið. Tað er
Tingskipanin eigur at verða broytt soleiðis, at øll mál verða
beind í avvarðandi nevndir áðrenn tey enda í figgjarnevnd-
ini, heldur Rúna Sivertsen, løgtingskvinna
ikki sørt ørkymlandi at sita
á síðulinjuni og hyggja at,
meðan hesi stóru málini
verða vidgjørd í fíggjar-
nevndini, mål, sum átti at
verðið vidgjørd í ødrum
nevndum áðrenn tey fara í
figgjarnevndina. Tað hevði
avgjørt verið betri fyri hvort
einstakt mál. Var málið um
arvagranskingina fyrst
verðið vidgjørt í trivnaðar-
neyndini hevði nevndin
kallað sidsemisnevndina
inn fyri at siga sína hugsan
og so segði gongdin í mál-
inum verið heilt ødrvisi. Í
løtuni situr figgjarnevndin
og arbeidir grein fyri grein
vid fíggjarlógaruppskotin-
um, og tað sigur seg sjålvt,
at limirnir í nevndini ikki
sleppa út í æsir í øllum mál-
um, sigur Rúna Sivertsen
Í dag verður fyrsta við-
gerð av lógaruppskoti, sum
Helena Dam á Neystabø
legði fyri tingið mikudagin
um vísindaetiska neyndar-
skipan og viðgerð av bio-
medisinskum granskingar-
verkætlanum
Føroyskir skúlanæmingar seta
kikaran á havumhvørvid
stendur á dagsskránni.
Um vikuskiftið taka tveir skúlaflokkar lut á
Norðurlandaráðsfundinum í Oslo við verk-
ætlanum um havumhvýrvið.
Tur KJøLBRO
Næmingar av Eysturskúl-
anum í Havn og studenta-
skúlanum í Hoydglum taka
um vikuskiftid lut á 50.
Norðurlandsráðsfundinum,
sum hesa ferð er í Oslo, við
spennandi undirvísingar-
verkætlanum.
Saman við næmingum úr
ødrum londum seta før-
oysku næmingarnir kikaran
á havumhvørvid í Saras Telt
- eitt upplysingartjald, sum
er sett upp uttan fyri Stór-
tingið í sambandi við 50.
fundin hjá Norðurlanda-
ráðnum.
At næmingarnir vísa fram
verkætlanir um havum-
hvgrvið er í sambandi við
verkætlanina Nordens Hav,
sum Norðurlandaráðið hev-
ur fíggjað í sambandi við,
at ST og UNESCO eru í
holt við herferðina Havsins
Ár 1998.
Endamálið við verkætlan-
ini Nordens Hav er at foku-
sera á hav og havumhvørvi
í frálæruni. Tí hava 20.000
lærarar í Norðurlondum
fingið ein faldara við hug-
skotum um, hvussu havum-
hvørvid kann takast við í
undirvísingina.
- Verkætlanin hevur ging-
ið sera væl. Havið er tveir
triðingar av jarðarflatuni og
er eitt tilfeingi, sum ikki
rættiliga verður virt. Áhugin
hjá teim ungu sigur okkum,
at havið í framtíðini verður
hægri raðfest, sigur Poul
Tang, danski samskiparin
av verkætlanini á Miðdepl-
inum fyri undirvísing i År-
hus.
Umframt verkætlanirnar
hjá skúlunum hevur tiltakið
Nordens Hav eisini verið
ein ørgrynna av verkætlan-
um um havumhvørvid í
Norðurlondum. Fyri at enda
tiltakið við sóma fara næm-
ingarnir og fiskimálaráð-
harrarnir í Norðurlondum at
royna at fáa eina protokoll
undirskrivaða, har tey lova
at arbeiða fyri einum góð-
um havumhvørvi í framtíð-
ini. Fiskimålarådharrarnir
hava eisini fund i sambandi
við Norðurlandaráðsfundin,
har eitt nú merking av fiski
OCEAN 98
Undir yvirskriftini OCEAN
98 verður 10. B á Eystur-
skúlanum við. Á framsýn-
ingini í Oslo sýnir flokkurin
eina undirvísingartilgongd,
ið tey gjøgnumførdu í 8.
flokki og sum tey kalla:
Havið, okkara matvøru-
framleiðari.
Tveir næmingar, Erik
Jespersen og Beinta Johan-
sen, og lærarin Evald Ras-
mussen fara til Oslo saman
við lærugreinarráðgevaran-
um Lissi Hansen. Tey seta
framsýningina upp, og vísa
Føroyar og havid rundan
um sum ein hin besta og
reinasta matvøruframleid-
aran.
Tey visa f myndum og
teksti eina undirvising i
trimum pørtum, har tey
fyrst fara å seidaberg, sidani
i livfrødistovuna at kanna
fiskin. Ur livfrødistovuni
verður farið í skúlakgkin,
har fiskurin verður skrædl-
aður og gjørdur til frikadell-
ur og sidani etin.
Annar parturin er umborð
å Magnusi Heinasyni, har
fyra næmingar saman vid
lærarum å livfrødiskeidi
síggja hvussu havrannsókn-
arskip okkara arbeiðir,
kanna ymisk fiskasløg, sum
manningin hevur tikið til
endamálið, og so flekja tey
fiskin og matgera við stokt-
um flaki, leyksmelti og epl-
um.
Triði parturin er á Biofar
í Kaldbak. Við gummibáti
verður farið av Magnus
Heinasyni og inn a Biofar,
har stjórin sigur frá, og
næmingar sleppa at royna
seg við mikroskopi. Síðani
umborð á Magnus Heina-
syni og til Havnar.
Vinnaraverkætlanin
Tað verða næmingarnir í
vinnubúskapi, Kári David-
sen og Dan Jacobsen um-
framt lærari teirra Holger
Arnbjerg, sum taka lut við
verkætlanini P/F Folax, ið
gongur út uppá at brúka
restirnar frá fimm teim stóru
laksavirkjunum í Føroyum
Råvøran fæst vid at heinta
hana og alt verdur savnad å
nyggja - fiktiva - virkinum,
har oljan verður pressað út
og send til Onglands fyri at
verða vidgjørd til kapslar.
Haðani verða teir seldir
gjøgnum handilsketuna
Matas til allan danska mark-
naðin, ið væntandi kunnu
selja alla framleiðsluna sum
er 90 tons og kapslarnar fyri
1000 krónur kilo. Yvirskot-
ið er sambært fíggjarætlan-
ini I mill. krónur fyrsta árið.
Harvið verður alt ruskið
frá laksavirkjunum brúkt,
ein umhvørvistrupulleiki
loystur og ein dýrur heilsu-
úrdráttur framleiddur til ein
framhaldandi vaksandi
marknað.