fríggjadagur 6. november 1998síða 6
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
6
tíðindablaðið SCS2lurn
Nr. 211 — 6. NOVEMBER 1998
Ræðandi dagar hjá familjuni á Toftum:
Stødd i Honduras
tå Mitch herjadi
— Vit bardust við okkum sjálvi, tå ódnin herjaði, tí vit
ndu einki gera, sigur
Sally Davidsen, mamma 17 ára gomlu Hansi, AFS næmingur í Honduras.
Familjan hevur seinastu dagarnar livað í ótta, og mistu eitt skifti samband
við dóttrina
DAGNY JOENSEN
Jens Kr. VANG
9000 fólk hava latið liv i
Midamerika, og meir enn
ein mió. fólk eru vorðin
heimleys. Stór eki eru skol-
að burtur í ógvusligari vatn-
flóð og áarlopum
Tað er úrslitið av ódnini
Mish, sum hevur herjað i
Guatamala, Honduras og
Nicaragua í seinastuni
Vit hugsa kanska ikki so
nágreiniliga um tað, tá vit
síggja myndirnar og tíðind-
ini í sjónvarpinum, um ódn-
ir sum herja í ymsum heim-
spertum
Hjá familjuni Sally og
Niclas Davidsen á Toftum,
er stødan ein onnur. Dóttur
teirra Hansi er stødd í San-
pedrosula, sum er næst-
stersti byur í Honduras, har
hon gongur í 10. flokki
Tey hava ikki havt frið á
sær hesar dagar, meðan
ódnin herjaði, og tey vistu
um ótryggu støðuni hjá
dottrini
Veit væl vid hjå Hansi
Sally Davidsen sigur bein-
anvegin vit ringja til henn-
ara, at alt veit væl vid hjå
déttrini
— Vit ringdu til Hansi
mikukvøldid i farnu viku
tá vit frættu um ódnina, men
tá visti alt væl við hjá Hansi
og familjuni, hon býr hjá,
sigur Sally Davidsen
Familjan á Toftum royndi
at ringja aftur hóskveldið,
tå steðan sambært tidind-
unum var vandamikil, men
tá var einki telefonsamband,
og familjan kendi seg full-
komiliga hjálparleysa.
— Fríggjamorgunin ringdi
Hansi til okkara og segði,
at vandi var fyri áarlopi, og
at tey fóru at flyta, men at
hon ikki visti, hvar tey fóru.
Einki hoyrdist aftur frá
Hansi fyrr enn mánanáttina,
tá hon ringdi og segði, at
tey ikki fluttu kortini.
Húsini tey búgva í eru væl
bygd og bert eitt ára gomul,
og hóast fólk í grannalagn-
um vóru flutt, so vórðu
familjan og Hansi verandi
heima.
Hansi hevur verið í Hond-
uras frá 7. august, og býr
hjá familju, sum eigur 11
ára gamlan son. Hon skal
ganga í skúla har í eitt ár.
Hon hevur góðar umstød-
ur, og maðurin arbeiðir á
maskinfyritøku, og tey eru
væl fyri.
— Hvussu kennist tað hjá
tykkum, ikki at vita hvussu
stóðan er, har dótturin er
stødd undir slíkum umstød-
um?
— Vit berjast við okkum
sjálvi, og kunnu bert bíða
eftir at frætta frá henni. Vit
kunnu einki gera, sigur
Sally Davidsen
Tá familjan einki færrti
frá fríggjadag til mánadag,
og eingin myndugleiki ven-
di sær til teirra, ringdu tey
til AFS skrivstovuna í Dan-
mark
Frættu einki meðan
ódnin leikaði
Har fingu tey at vita, at einki
nýtt var at frætta, men at
familjan fekk boð beinan-
vegin, tá tey frættu úr Hond-
uras - eisini um tað var á
miðjari nátt.
— Tað var ein uggi hjá
okkum. Hansi er ikki bang-
in av sær, og vit kendu tað,
tá vit tosaðu við hana, at
hon ikki kendi seg ótrygga.
Hon hevur, frá hon var smá-
genta sagt, at hon vildi
sleppa burtur í onnur lond
sum AFS næmingur. Tá tíð-
in kom, og hon skuldi fara,
var einki meira tosað um,
hvort hon skuldi fara ella
— Henni dámdi ikki so
væl í Honduras í fyrstuni,
tí skålabøkurnar vóru våna-
ligar og tey tosaðu bert
spanskt. Nú hevur hon lært
seg málið, og dámar væl at
ganga í skúla, eins og fam-
iljan, sum hon býr hjá, er
góð við hana.
Familjan á Toftum ringir
vanliga til dóttrina einaferð
um mánaðin.
Stórur munur á ríkum
og fátækrum
Serliga nógv hevur hon
tosað við tey heima heima
um, hvussu fátækrasligt alt
er, og hvussu ringar um-
støður fólk hava, og hvussu
stórur munur er á ríkum og
fátækum.
— Hon var kortini væl fyri
nú hon ringdi heim mána-
náttina. Tá skuldi hon fara
við í hjálpararbeiðnum at
geva teimum fátækru mat
og klæðir, sigur Sally Dav-
idsen.
Hansi Davidsen skal eftir
ætlan vera í Honduras hetta
skúlaárið, men ivasamt er,
hvussu umstødurnar eru
viðvíkjandi skúla o.g. eftir
ódnina.
Sally Davidsen sigur, at
tey ikki vilja ringja ov ofta,
fyri ikki at órógva dóttrina,
men at AFS í Danmark hev-
ur váttað, at tey hava eyguni
eftr tí sum hendir í land-
inum, og at AFS eisini hev-
ur tryggjað familjuni, at
einki hendir skúlanæming-
unum, og at teir verða flutt-
ir, um vandi er á ferð.
Hansi Davidsen er 17 ára gomul og gongur í 10. flokki í
Sanpedrosula, sum er næststórsti býur í Honduras. Fam-
iljan hennara á Toftum frætti einki frá dóttrini í fleiri
dagar, meðan ódnin Mitch herjaði
Svanna Højgaard Joensen, var AFS næmingur í Honduras:
- Tú virðismetir
alt meira heima
At fara burtur í onnur lond at ganga í skúla, og uppliva
hvussu onnur følksløg liva, fær teg at verða takksom fyri
tað, sum tú kemur frá, sigur Svanna H. Joensen, sum hev-
ur stóra samkenslu við fólkini í Honduras, har hon gekk í
skúla í fjør
DAGNY JOENSEN
JENS KR. VANG
BBC og Internetid hevur
verid væl vitjad av Svannu
Højgaard Joensen seinastu
dagarnar, og hon harmast
útlitini í landinum, har hon
var í fjør.
Umframt at fólk í mió.
tali eru vorðin heimleyst og
fleiri túsund eru deyð, hevur
landið stórar trupulleikar at
berjast við, nú samfelagið
er vorðið lamið, sigur
Myndin er frá El Pigacho Desde, ein vanligur býur í Honduras,
múgvandi búgva ovarliga og tey fátækru við áarbakka,
i eru skolað burtur av ódnini
Svanna Højgaard Joensen, studentasklanæmingur, var
AFS næmingur i Honduras i fjør
Svanna Højgaard Joensen.
Hon var eisini 17 åra
gomul, tå hon í 1997 fór til
Honduras sum AFS næm-
ingur. Hansi og Svanna eru
vinkonur og trimenningar,
og tað var eisini orsøkin til,
at Hansi júst fór til Hond-
uras at ganga í skúla.
Hon búði í Tegucigalopa,
sum er høvudsstadurin í
Honduras, har hon búði hjá
ríkari familju, sum áttu trý
børn. Maðurin var stjóri í