Sosialurinarkiv
Sosialurin 1998-11-06, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 6. november 1998síða 7

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 211 — 6. NOVEMBER 1998 eini fyrtgku og konan lærari á universitetinum. Svanna gekk í privat- skúla, men hann var einki at reypa av. Skúlaviðurskift- ini eru vánalig, men kortini heldur Svanna, at hon lærdi nógv hetta árið. — Eg gekk í privatskúla, har vanlig børn gingu. Tað ørkymladi tey ikki sørt, at eg hevdi privatbilførara, sum koyrdi meg til og frå skúla. Honduras hevur sosialist- isk stýri, og seinastu árini hevur stjórnin gjørt nógv fyri at menna samfelagið. Har verður framleitt kaffi, sukur og sigarir, sum serliga eru væl umtóktar, nú prís- urin á cubasigarum er nógv hækkaður, sigur Svanna frá. Framleidsi og tól . eru oydilø; — I fjør greiddi stjórnin i- búgvarunum, sum áður ikki hava goldið skatt, at neyð- ugt var at fara undir skatta- skipan, fyri at menna sam- felagið. — So mikið syrgiligari er tað nú, at alt, sum er bygt upp seinastu árini, er skolað burtur av ódnini. Jørdin er oydiløgd, og tað fer at taka drúgva tíð at byggja landið uppaftur, sigur Svanna. Hon hevur verið í býnum, har Hansi nú býr, og sigur frá, at býurin er ovarlaga í einum stórum dali. — Ein lítil bygd er niðast í dalinumvið áarmunnan, har umleið 7000 fólk búgva Hann er skolaður burtur, og tað eru stór landøki eisini aðrastaðni í landinum. — Hvussu kennist tað at verða áskoðari til vanlukku- liga stóðuna í landinum, sum tú hevur tilknýti til? — Tað virkar ótrúliga ræð- andi, og tú hugsar um hetta alla tíðina. Eg havi roynt at fylgt við á Internetinum og í BBC. Annað fært tú ikki gjørt, sigur Svanna, sum heldur, at hon hevur lært nógv av at fara burtur, við at læra onnur f6lkasløg at kenna, og teirra viðurskifti. — Tá virðismetir tú alt meira tað herheima, og er takksom, at vit ikki kenna til slíka neyð, sigur Svanna, sum nú gongur í Studenta- skúlan í Hoydglum. Hugsar ødrvisi I frítíðini arbeiðir hon í Horninum í SMS og vísir á hending, sum hon annars ikki hevði gáað eftir, áðrenn hon fór burtur. — Ein dagin komu nakrir hálvvaksnir dreingir inn í tíðindablaðið SOSlalnn kioskina. Ein teirra misti eina krónu á gólvið, og teir fóru undir at sparka hesa krónuna millum sín. Tá teir góvust við hesum spælinum, fóru teir víðari, men tóku ikki krónuna við sær. — Tá kom eg í tankar um, at ein litur av mjólk í Hond- uras kostar eina krónur, og at hesir dreingirnir ikki virðismettu krónuna so frægt, at teir tímdu at bukka seg niður eftir krónuna. — Tú virdismetir alt meira, tá tú hevur sæð, hvussu onnur fólkasløg liva, og hvussu nógv vit hava her- heima. Tað verður tú takk- som fyri á gðrvísi hátt, tá tú kennir munin, sigur Svanna Højgaard Joensen. Svanna hevur tikid hesa myndina å fritidaroynni The Bay Islands, sum var eitt hitt best umtøkta stað- ið í Honduras, men har eru øll húsini skolað burt- ur Fiskiveiðuavtala millum Føroyar og ES endurnýggjað Fiskiveiðuavtala millum Føroyar og ES fyri 1999 vard undirskrivad tann 4. november 1998 í Brussel aftanå samrådingar f tveir dagar. Partarnir samdust um, at sama avtala, sum er gald- andi fyri 1998, verður gald- andi í 1999. Fiskiveiðiavtalan millum Føroyar og ES hevur verið á sama stødi í fleiri ár. fyri Føroyar eru makrelfiski- skapurin, rækjuveidan i Eysturgrønlandi, — svart- kjaftafiskiskapur í ES sjógvi og føroysk ídnaðar- veiða í Norðsjónum týdn- ingarmestu partarnir í sátt- málanum. Føroyar nýta ikki allar møguleikar fyri veidu, sum eru í ES avtaluni. Makrel- urin og rækjurnar og lodnan við Eysturgrønland verða fiskað. Harafturímóti hevur lítið verið fiskað av rossa- makreli og ikki nógv av ídn- aðarfiski. Tó er nakað av meir fiskað av ídnaðarfiski (nebbasild) seinastu tvey árini. Sum heild fiskar ES bert ein lítlan part av teimum kvotum, sum ES fær í av- taluni í føroyskum sjógvi. Serliga er at nevna konga- fiskur, upsi og svartkjaftur. Tey 500 tonsini av toski og hýsu, sum ES fær, verða vanliga fiskað. Partarnir vidgjørdu eisini mál, sum annars hava stóran týdning fyri fiskiveiðusam- starvið millum Føroyar og ES, og sun eisini eru knytt, Pi | at altjóða fiskiveiðuviður- skiftum. Her var serliga fiskiskapurin eftir makreli og svartkjafti vidgjørdur. Makrelveidan Sum væntad var spurning- urin um makrelfiskiskapin aftur ta truplasta málið í samráðingunum hesaferð. Hesin fiskiskapur føroyinga og tey fiskirættindi, sum Føroyar loyva gðrum tjóðum at njóta í fóroyskum sjógvi, hevur verið tað trup- lasta málið í samráðingun- um millum Føroyar og ES seinastu árini. Hetta hevur eisini í fleiri fórum verið vidgjørt í ødrum samráðing- um, har Føroyar og ES hava tikið lut um fiskiveiðumál, t.d. í NEAFC. Føroyar til- skila sær rættindi sum strandaland, og at skipanin av hesum fiskiskapi eigur at verða framd innan fyri NEAFC ella ímillum strandalondini. Vísandi á, at grundarlag er fyri makrelveiðu í før- oyskum sjógvi, hava Føroy- ar seinastu árini lagt dent á at verða viðurkent sum strandaland = viðvíkjandi makreli. Noreg og ES, sum eisini eru strandalond, hava verið trek til slíka viður- kenning. Sum strandaland meta Føroyar seg at eiga at vera við í tí forum, sum tek- ur avgerð um heildarkvotu og býtið av henni - tað veri seg innan fyri NEAFC fyri altjóða sjógv ella fyri fiski- skap innan fyri fiskimørk hjá strandalondum. Hetta merkir, at Føroyar ikki góð- taka, at Noreg og ES taka avgerð um makrelfiskiskap- in, uttan at Føroyar eisini eru við. Til tess at leggja dent á samvinnuna við Russland hava Føroyar ta stødu, at makrelfiskiskap- urin skal verda vidgjørdur innan fyri NEAFC ella i ødrum lagi millum stranda- londini oig Russland, usm fiskar munandi nøgdir i al- tjóða sjógvi. Í váttaðu frágreiðingini frá samráðingunum viður- kennir ES Føroyar sum strandaland, men vísir sam- stundis á, at hetta eisini áleggur Føroyum saman við ødrum strandalondum at umsita makrelstovnin skyn- samiliga. Her verður sipað til samvinnuna millum Før- oyar og serliga Russland, sum ES metir ikki er i tråd vid verandi fiskiveiduavtalu millum Føroyar og ES. Føroyar og ES samdust um saman við ødrum strandalondum og i sam- starvi innan fyri NEAFC at finna fram til eina felags umsiting av makrelfiski- skapinum i 1999 skjótast gjørligt. Stig eru tikin til fund millum ES og Føroyar undan NEAFC ársfundin- um um 10 dagar, eins og hildið verður fram at við- gera henda spurning saman við ødrum londum á NEAFC ársfundinum. Partarnir vóru á einum máli um, at tað er átrokandi, at fiskiskapurin eftir svart- kjafti í altjóða kemur undir altjóða umsiting. Rækjuskipini Onnur mál, sum vórðu við- gjørd vóru t.d. møguleiki hjá føroyskum skipum, ser- liga rækjuskipum, at kunna keypa kvotur í grønlendsk- um sjógvi frá skipum í ES londum. Hetta mál hevur verið frammi fyrr, men ong- in loysn er enn funnin. Semja var um at halda fram við at kanna møguleikarnar. »Føreyar heittu á ES-um, at broytingar verða gjørdar í treytunum fyri atgongd hjá føroyskum makrel- og svartkjaftaskipum at koma í ávís øki í ES sjógvi. ES vildi ikki ganga hesum ynski á meti, men var sinn- að fyri, at hetta ynskið verð- ur vidgjørt undir næstu ár- ligu samráðingum í 1999. Tó vóru broytingar gjørdar viðvíkjandi talinum av skip- um sum kunnu fáa loyvi at fiska brisling í ES sjógvi A fundinum løgdu Før- oyar dent á samstarvið, sum er millum Føroyar og ES í ymiskum altjóða fiskiveiðu- nevndum sum NEAFC, NAFO, NASCO umframt å samstarvið viðvíkjandi nordurhavssild. Føroyar kunnadu ES um tunfiski- skapin i føroyskum sjóg“ og mæltu til samstarv innar fyri altjóða fiskiveiðu- nevndina fyri tunfiskiskapi ICCAT. Samráðingarnar vóru á embætismannastigi og í før- oysku samrådingarnevndini vóru Andras Kristiansen, deildarstjóri (samráðingar- leiðari), Ulla S. Wang, full- trúi, Esther Dahl, ES-um- boðsmaður, Djóni Weihe, Fiskiveiðueftirlitið, Jóhan Christiansen, Felagið Idn- aðarskip, Jóhan Joensen, Felagið Rækjuskip og Eiler Jacobsen, Felagið Nótaskip stendur í tíðindaskrivi frá Fiskimálastýrinum Okeypis ráðgeving og óbindandi tilboð verða givin upp á vindeygu, hurðar og havastovur úr plasti ella aluminium ALUMINIUM "á OG PLASTVIRKIÐ P/F Tlf. 31 8796 * Fax 31 8746 Í Svanga 23 = FR-100 Tórshavn Verkstaðið er í Getudali