Sosialurinarkiv
Sosialurin 1998-11-06, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 6. november 1998síða 11

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 211 — 6. NOVEMBER 1998 taka, tá dómt verður í sam- bandi við nýggju reglurnar, sum teir kanska ikki kenna ov væl ella ikki hava vant seg við. Hann heldur eisini, at føroysku dómararnir sum heild eru ov lagaligir. — Eg var samdur við Jó- han Carl Dam, tá hann her- fyri segði, at tað ikki er nóg gott samstarv millum dóm- ararnar. Dómararnir tosa ikki nóg nógv saman, sigur Petur, men leggur afturat, at tað hóast alt er rættiliga tor- ført at savna allar dómarar- nar saman á einum stað, tí teir koma úr gllum pørtum av landinum, og allir hava eitt annað arbeiði og familju at røkja. — Tað er torført at savna dómararnar saman, og tí verður tað eisini torført at leggja eina felags linju, sig- ur Petur Hansen. — Summir dómarar dóma sera hart, og aðrir dómarar dóma alt ov lint. Eg havi valt at leggja meg upp at teimum, sum døma hart. Spælararnir mugu laga seg eftir dómarunum, og dóm- ararnir mugu sum heild vera harðari í síni døming, held- ur Petur, sum eisini vísir á, at ein dómari hevur ongan- tíð dømt betur enn sín sein- asta dyst. — Sjálvur dámar mær væl harðan fótbólt — enskan fót- bólt serliga — men takkling- ar aftanífrá og tílíkt, tað dámar mær ikki at síggja, og tað skal eisini revsast. Summi halda, at føroysku dómararnir geva alt ov nógv kort, men hevði tað borið til hjá dómarunum at sæð alt tað ljóta, sum fer fram á vellinum, ivist eg ikki í, at vit høvdu givið enn fleiri kort, sigur Petur Hansen, sum sostatt finst eitt sindur at spælarunum. — Spælararnir eru undir stórri trýsti enn vit, og summir dystir enda við at gerast rættiliga harðir. Tí mugu dómararnir royna at tosa meira saman, so spæl- ararnir vita, hvat teir kunnu vænta av dómarunum. Tað er meiri enn so komið fyri, at eg havi hugt eftir onkrum 1. deildardysti sum áskoðari og havi sæð eitt fríspark, sum eg hevði givið bein- leiðis reytt kort fyri, men har syndarin ikki fekk nak- að kort yvirhøvur. Vil ikki døma liðið hjá beiggjanum Tað slepst ikki undan, at fótbóltur ofta er samrødu- evnið í familjuni hjá Peturi. Eldri beiggi hansara er landsliðsspælarin = Hans Fróði Hansen, sum í ár hev- ur spælt við HB. Av tí sama sleppur Petur ikki at dóma, hóast hann sjálvur ikki í vast í, at hann hevdi klárað tað eins væl og nakran annan dyst. — Eg bleiv settur at dóma HB tríggjar dystir á rað í ár, men segði teir frá mær, tí beiggi mín spælir á liðnum, og tá er so skjótt, at fólk fara at tosa. Sjálvur veit eg, at eg hevði klárað at dømt, men tað loysir seg jú ikki. Tað stuttliga er, at HB vil hava meg at dóma, tá teir spæla... Næsta málið er at erast altjóða dómari að hevur gingið væl hjá Peturi Hansen í ár, og FSF, sum seinastu árini hevur roynt at lokkað yngri fólk til, so ættarliðsskiftið hjá dómarunum verður so lætt sum møguligt, hevur alla orsøk til at fegnast um unga leirvikingin. — Eg havi verid sera væl móttikin av hinum dómar- unum, og tað fegnist eg um. Serliga Niklas á Líðarenda, sum eg kenni væl og sum eisini býr nærhendis, hevur hjálpt mær sera nógv. Tað er sjálvandi eitt ávíst sálar- ligt trýst á dómarunum, ser- liga tá tú ert so ungur, men enn havi eg so ikki mist tíðindablaðið SOS—aln — Tað var so avgjørt ikki ætlanin hjá mær at koma so langt sum dómari upp á so stutta tíð. Tú kanst vera eitt sindur mótfallin vidhvørt, men tú fært góðan stuðul frá hinum dómarunum. Hevði eg ikki fingið tað, veit eg ikki, um eg hevdi dømt, sigur Petur Hansen, sum í løtuni livir av at smíða og annars ansar eftir seyði heima í Leirvík hugin at dóma, sigur Petur. — Tað var so avgjørt ikki ætlanin hjá mær at koma so langt sum dómari upp á so stutta tíð. Tú kanst vera eitt sindur mótfallin vidhvørt, men tú fært góðan stuðul frá hinum dómarunum. Hevði eg ikki fingið tað, veit eg ikki, um eg hevði dømt, sig- ur hann. Petur Hansen ivast ikki í, hvat næsta málið hjá honum nú er. — Tá eg av álvara byrjaði at dóma, setti eg mær sum mál, at eg skuldi vera 1. deildardómari, tá eg var 25 ár. Tað málið havi eg so rokkið nógv skjótari, enn eg hevði roknað við, og nú má næsta málið vera at gerast altjóða dómari. Har haldi eg, at tú skalt vera í øllum fórum 23 ára gamal, men tað verður so tað, eg fari at stremba eftir í framtíðini. Hevur altíð brosið við á vellinum Tað eru nógv sløg av dóm- arum. Summir vilja ikki hoyra eitt orð frá ngkrum og minna mest um krút- tunnur á tveimum beinum, tá teir eru á vellinum. Aðrir lata alt um seg ganga og síggja út til bert at vilja sleppa av aftur vøllinum sum skjótast. Og so eru aðr- ir, sum taka sær tíð at tosa við spælararnar og eisini hava yvirskot til eitt lítið bros av og á. — Eg royni altíð at hava brosid vid mær, tå eg dømi. Tað skal sjálvandi ikki ger- ast ov nógv av við tí, tí tað kann eisini gerast ov nógv av tí góða, sigur Petur Han- sen. Tað var helst danski dóm- arin Peter Mikkelsen, sum undir HM-endaspælinum í Italia í 1990 førdi hetta at brosa nógv og síggja frynt- ligur og fyrikomandi út á vøllinum (men framvegis við myndugleika) inn í fót- bóltsdómingina. Síðani tá eru alsamt fleiri dómarar farnir at nýta hetta sum ein avvåpnandi hátt at sissa uppøstar spælarar. — Tad kann koma væl vid onkuntid, tå onkur spælari vindur seg upp og vil hava frispark. Gev honum eitt lit- ið bros og rist á høvdinum, og so noyðist hann at brosa aftur, tí hann veit, at tað er nakað tvætl, hann kemur við, sigur Petur, sum eisini leggur dent á, at brosið ikki skal nýtast ov nógv, tí so TB hevur júst lagt seg á odda 2-1 móti NSI. Petur Hansen roynir at leggja ein dempara á gleðina hjá tvøråmonnum og fáa dystin í gongd aftur Mynd: Alvur Haraldsen tekur eingin teg í álvara, tá avtornar. — Ég hitti Peter Mikkel- sen, fyrstu ferð eg var niðri á dómaraskeiði, og hann greiddi mær eisini frá týdn- inginum, tað hevur, at dóm- arin er í góðum lag. Ikki góður við nakran Petur Hansen verður 21 ár nú í desember. Síðani hann í 1997 varð liðugur við HH- útbúgvingina, hevur hann m.a. arbeitt sum lærari og á Hotel Føroyum, har hann var inntil fyri einari viku síðani. Í løtuni livir hann av at smíða og ansar annars Fr eftir seyði heima í Leirvik LÍF kom ikki upp í 1. deild á hesum sinni, men felagið hevur so ein av fremstu dómarum í landinum eisini komandi ár — Tá eg eri heima saman við familju og vinfólkum, tosi og tvætli eg nógv. Tá eg fari á vøllin sum dómari, eri eg kaldur og róligur. Tá eri eg ikki góður við nakr- an Niklas á Líðarenda: EMiL L. JACOBSEN Ein av okkara royndastu fótbóltsdómarum i dag er Niklas á Lidarenda úr Gøtu, sum byrjaði at dóma í |. deild i 1979 Hann var av fyrstan tíð ein av teimum, sum helt Peturi Hansen til at døma, og sum hevur hjålpt honum væl. — Eg havi alt gott at bera Peturi. Hann hevur rætta verumáta og hevur eisini ein góðan fyrimun við tað, at hann er so stór- ur. Vit hava ofta tosað um menn sum Bo Karlsson og Kím Milton Nielsen — stórir menn, sum hava myndugleika. Hetta hev- ur Petur við sær, og hann hevur stutt sagt ta røttu útstrálingina til at vera dómari, sígur Niklas á Líðarenda, sum ikki ivast í, at ungi leirvíkingurin hevur eina góða framtíð sum dómari, um rætt verður atborið, og um hann sjálvur vil. — Vandin er kanska, at hann er so ungur og longu nú fær harðar upp- Hann hevur rottu útstrálingina | gávur á seg. Tí eiga vit eisini at fara vari:ga fram, tá vit skulu avgera, hvørj- ar dystir hann skal dóma, tí tað er eingin ivi um, at tað kann ganga skjótt niður eftir hjá ungum og | lutfalsliga Ørøyndum dómarum, um tað fer at ganga ímóti. Tað hava vit fleiri dómi um, sigur Nik las á Líðarenda. — Í dag eru teir flestu dómararnir farnir um tey 40, og vit hava brúk fyri yngri kreftum, so vit fáa eina stórri breidd í dóm- arahópin, sigur hann. Niklas á Líðarenda iv- ast ikki í, at Petur Hansen hevur møguleika fyri at gerast altjóða dómari — men ikki enn. — Hann er nakað ungur enn, og dómararnir hjá FIFA skulu eisini hava rokkið ein ávísan aldur, áðrenn teir kunnu gerast altjóða dómarar, men um hann sjálvur hevur hug og áræði, ivist eg ikki í, at hann hevur góðar møguleikar fyri at gerast altjóða dómari. Tað er upp til hann sjálvan.