hósdagur 19. november 1998síða 2
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
| 8
Tingfundirnir út til
fólkið - frålikt tiltak
Oddagrein
SJÓNARP FØROYA hevur saman við formans-
skapinum á Føroya Løgtingi gjørt av - fyribils sum
ein roynd - at senda tingfundirnar beinleiðis út til
Feroya fólk. Í fyrstani verður bert ljóðið at hoyra,
men sum frálíður verður eisini mynd úr tinginum.
Hetta er eitt frálíkt tiltak og skulu bæði sjónvarpið
og tingleiðslan hava rós fyri hetta skilagóða stig.
Í eini tíð har álitið á ikki bert politikararnar men
eisini á alla ta politisku skipanina sum heild hevur
verið sera lítið og ringt, er tað bæði rætt og gott,
at stig verða tíkin til tess at bøta um hetta vána
álit. Beinleiðis sendingar úr tinginum kunnu vera
við til at byggja uppaftur álitið á okkara politisku
skipan. Tað er greitt at skulu vit føroyingar til at
taka sterri ábyrgd av okkum sjálvum, so er alt-
avgerandi, at kluftin millum politikararnar og vanlig
fólkið má verða fylt uppaftur. Tað er vissuliga
neyðugt at byggja brúgv millum tingið og so fólkið,
nú eftir at so nógvar brýr vórðu brendar í 80-
unum og í 90-unum við.
EIN kann so spyrja, hvussu beinleiðis sendingar
úr tinginum kunnu beta uppá mista álitið! Sjálvandi
skal hetta hetta takast við fyrivarni. Her er talan
um nakað nytt, sum vit mugu venja okkum til.
Hetta krevur avgjørt nakað av tingmonnum og
somuleiðis at okkum aðrum, sum lurta. Tvs. at
sendari og móttakari mugu vera í lagi. Samskiftið
má vera í lagi.
TAÐ at øll fólk her á landi kunnu hoyra og síggja
tingmenn, hverja ferð teir vísa seg og opna munnin
í tinginum er ein rættiliga stór broyting fyri ikki at
siga kollveltandi broyting. Tað kann hava sínar
byrjunartrupulleikar, men vit mugu síggja hetta
sum eitt stórt framstig fyri demokratiiið. Hetta kann
vónandi hækka stoðið í orðaskiftinum, tað vil helst
gera, at tingmenn fara at brúka meiri tíð og orku
til at seta seg inn í málini osfr. Men hetta má
heldur ikki blíva so stivt, at tingmenn ikki tora at
vera seg sjálvir. Tað má ikki blíva so, at tingmenn
tá bráddliga gerast robottar. Tað er týdningarmikið
fyri viðgerðina, at tingmenn sleppa at siga tað,
sum bylgist innan í teimum og harvið eisini av-
spegla tað, sum fólk í teirra valdømi siga og hugsa.
Men hinvegin kann hetta eisini hakka stoðið í
orðaskiftunum og viðgerðunum.
HIN parturin í hesum er iurtarin og hyggjarin, ella
um tú vil veljarin. Nettup hetta at vit eru eitt lítið
samfelag, har tað er so stutt millum tey ymsu
liðini í samfelagnum, at informatiónirnar koma so
skjótt út til eitt og oll, er ein ótrúligur fyrimunur -
fyrimunur fyri at kunna troyta og menna demo-
kratiið. Beinleiðis varpingin av orðaskiftum úr ting-
inum setir so sanniliga eisini krøv til lurtaran,
nevniliga at hann sohvert kunnar seg við viður-
skiftini, og her eru so allir miðlarnir av alstórum
týdningi, at teir eru við til at upplýsa fólk um málini
og so eisini fylgja teimum upp. Kann umredda
tiltak fáa vanliga fólkið at vísa storri áhuga fyri
samfelagsligum málum, sum í veruleikanum merk-
ir at vísa áhuga øllum ti, sum viðkemur einum
sjálvum, so hevði verið nógv vunnið.
SAMANUMTIKIÐ er hetta eitt avbera gott tiltak.
Vit kunnu vera so heppin, at vit fáa, hvor veit,
kanska tað mest uppbyggjandi og mennandi orða-
skíftið í nøkrum demokratii yvirhøvur, og har eitt
av lyklaorðunum er nettup tann so stutti teinurin
millum sendara og múttakara. Við hesum dregur
tú eitt heilt fólk upp í ikki bert orðaskifti, og Við-
gerðina av stórum málum men av ollum gerandis
málum, sum so aftur viðvíkja okkum øllum. Latið
okkum síggja nakað positivt í hesi royndini okkum
øllum til gagns. Og ikki minst tinginum til æru, tí
tað eru í síðsta enda vit oll, sum hava valt tingsins
umboð. Sosialurin
laðstjóri:
Einkur Lindenskov
Marknaðarleiðari:
Jonhard Hammer
Joensen,
Niclas Johannesen
ítróttarskrivari:
Emil L. Jacobsen
! 26, Argjum
Postadr: Postsmoga 76,
110 Tórshavn
Telefon: 311820
Telefax. 314720
e-mail:
post &sosialurin fo
Lesarabrøv:
Føroyingur i utlegd
Eg sat og lurtadi eftir einum
føroyingi i útlegd, ið tosaði
í Útvarpinum.
Hesin føroyingurin tosaði
føroyskt, og greiddi frå
ymiskum, ið hann mintist
frá tí tíðini, hann búði her
heima.
Minnist meg rætt, hevur
hann mest sum alla sína tíð
búð í Danmark, hevur
danska konu og børnini øll
uppvaksin í Danmark, tey
máttu ikki vaksa upp í Før-
oyum, tí so vóru tey oyði-
løgd. Sum hann tosaði,
skilti eg, at hetta var ein
loysingarmaður, ein >tjóð-
skaparmadur«.
Tad eg festi meg vid, var
hvussu forhånisliga hann
tosadi um ymiskt, og serliga
»Eysturoynna« tad var nak-
að ræðuligt, nakað kola-
svart, sum man ikki tordi at
hyggja at, tað hevði so lítið
virði, at tað var ikki hyggj-
andi at.
Tað, ið meg argaði mest,
var hansara háðan móti
„eysturoyingum<. Hesin
maður var boðsendur at
taka ímóti eini sømdargåvu
frá mentamálaráðharranum
uppá 150.000 kr., fyri hvat?
Var tað fyri at verða tjóð-
skaparsinnaður, ella sum
føroyingur í útlegd ella
hvat? Hann hevur so ikki
lagt rygg til í Føroyum.
Eg haldi, at Signar á
Brúnni, mentamálaráðharri,
mátti sæð onkran av okkara
egnu líka væl skikkaðan.
Vit eiga nakrar av allarbestu
útróðrarmonnum her í
oynni, sum rógva líka vest-
ur um Mykines við smábát-
um, eitt nú Jonhar við
Glúpi, bara fyri at nevna
onkran. Skiparin á Boða-
steini ið hevur brotið upp
úr nýggjum, fyri ikki at tala
um skiparnar á >Tróndi í
Gøtu« ið fiskar 330-340
dagar um árið. Hettar eru
bert nakrir menn, ið høvdu
uppiborið eitt herðaklapp.
Eysturoyggin hevur klára
seg væl, so hon er einki at
gera gjøldur burtur úr.
Nei, skalt tú tosa um tjóð-
skap og loysing og at ráða
sær sjálvum, so skalt tú
hava danska løn, danska
konu og ikki um at tala
danska pensión, tá kanst tú
rópa hart og veipa við ørm-
unum.
Vinarligast
Dánjal H: asen
Føroyska dunnan í vanda
Føroyska dunnan er minni enn aðrar, men hevur nógv kjøt á. Sama er við
fóroysku gásini, ið m.a. danir fegnir vilja hava fatur á
DAGFINN OLSEN
Í hesum døgum verður nógv
tosað um arvagransking,
men ikki eru øll, ið bert
geva kjakinum um gransk-
ing og skráseting av føroy-
ingum gætur. Mong eru tey,
ið fáast við at verðveita ym-
isk sløg av fugli og djórum,
ið hava serføroyskan dám.
Ein teirra, ið vísir hesum
alstóran áhuga, er Arnfríð
Hentze í Vági. Sjálv fæst
hon m.a. við at halda kalkun
og dunnur. Sjálv vil hon
fegin hava fatur í føroysk-
um dunnum, men tær gerast
færri og færri og eru ringar
at fáa fatur í, heldur hon.
Arnfríð Hentze sigur, at
føroyska dunnan er í vanda,
nakrar eru á Garðinum uppi
í Hoyvík, ið er eitt slag av
livandi savni. Hon fegnast
um arbeiðið, ið Andreas
Reinert og onnur gera, fyri
at varðveita og skráseta før-
oysku dunnuna.
- Føroyska dunnan stavar
ivaleyst frá villdunnuni:
hon er minni enn aðrar, men
hevur nógv kjøt á, hon kann
hava allar litir og gongu-
Lesið
lagið er sum á villdunnu og
hon rótar nógv. Harumframt
verpur hon hvít egg, greiðir
Arnfríð Hentze frá.
Gásin
Eisini føroyska gásin tykist
vera í vanda, tí hon er
blandað so nógv við onnur
sløg. Føroyska gásin stavar
frå villgåsini. Hon fær
meira fødi nå enn ådur og
er tað Oivad tesvegna, at hon
eisini fær fleiri ungar nå -
eini 12 í móti eini 8 fyrr.
Undir krígnum vórðu m.
a. japanskar gæs blandaðar
uppí tær føroysku.
Velid peikar uppeftir å
føroysku gåsini og nevid
meira niðureftir og liturin
er mest morðreyður og grá-
ur.
Ein av góðu eginleiku-
num er eisini, at hon ansar
ungunum sera væl.
Arnfríð Hentze heitir á
fólk um at hugsa seg um,
áðrenn tey seta við, tí annars
kunnu t.d. hesir eginleikar
fara fyri skeyti.
Skráseta stammuna
Hon vísir á, at tað er av
eisini
Sosialin
å Netinum
www.sosialurin.fo
stórum týdningi at fáa skrå-
sett stammuna, so fólk t.d.
kunnu fáa egg og ungar.
Hetta arbeiði eru Andreas
Reinert og onnur í holt við.
Somuleiðis verður arbeitt
við at skráseta eitt nú før-
oysku kúnna. Eisini har er
bland komið í, eftir at byrj-
að varð at innflyta sáð úr
Noreg fyri einum 30 árum
síðani.
Arnfríð Hentze vísir á, at
m. a.danir fegnir vilja hava
hendur á føroysku gåsina,
tí nógv kjøt er á, hóast hon
er minni enn aðrar. Somu-
leiðis vísir hon á, at í Dan-
mark letur staturin nógvan
pening til arbeidd at varð-
veita ymisk donsk djóra- og
fuglasløg.
Arnfríð Hentze heitir á
fólk, ið fáast við slíkt, og
sum annars hava áhuga, um
at vísa arbeiðinum at varð-
veita føroysku dunnuna og
gásina ans og at seta seg í
samband við tey, ið fáast við
hetta arbeiði.
- Tað er spell, um slagið
ferst og 6ivad er eisini stórt
virði í hesum, sigur Arnfríð
Hentze.
ráðgeving og óbindandi tilboð
verða givin upp á vindeygu,
hurðar og havastovur úr
plasti ella aluminium
ALUMINIUM
OG PLASTVIRKIÐ P/F
Tlf. 31 8796 = Fax 31 8746
Í Svanga
23 + FR-100 Tórshavn
Verkstaðið er í Gøtudali
|
LL