Sosialurinarkiv
Sosialurin 1998-11-19, síða 3
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 19. november 1998síða 3

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

SO LL: A Nr. 220 — 19. NOVEMBER 1998 tíðindablaðið SOSlalun 3 Byggir hús á Bodaneshamri Høgni Mikkelsen, størsti einstaki byggiharri í Fóroyum, hevur keypt eina tróð á Boðaneshamri, har hann ætlar at byggja eini 22 - 24 hús. Fólk hava longu víst áhuga og tað er ei at undrast á, tí húsini koma at liggja væl fyri við góðum útsýni yvir Nólsoyarfjórð. Høgni Mikkelsen er sjónliga fegin um stuðulin, ið hann fær heimanífrá, og tað hendir meira enn so, at mamma Høgna bakar teimum 7 monnunum í fyritókuni pannukókur Høgni Mikkelsen ætlar sær ikki at ganga hendur í DAGFINN OLSEN Í harðari kapping við onnur, eydnaðist Høgna Mikkelsen at ogna sær eina 11000 fer- metra stóra tréð á Boðanes- hamri. Keypsprísurin var 3,1 millión krónur. Rættuliga nógv høvdu áhuga í at bjóða uppá trødna, men tað eydnaðist Høgna Mikkelsen at fáa trødna, ið hann ætlar at stykkja út. Síðani ætlar hann at byggja randarhús og nøkur vanlig sethús á Boða- neshamri. lumma i framtíðini Mynd: Jens Kr. Vang Talan verður um eini 22 - 24 hús. Farið verður tó ikki undir arbeiðið á Boðaneshamri beinanvegin, tí fyrst skal Høgni gera seg lidnan við húsini, sum hann í løtuni ger uppi á Løgmansbreyt. Har hevur hann reist 12 hús. Ætlanir eru um at fara undir 2. byggistig, ið telur eini 13 hús. Bílig Høgni sigur, at áhugin er stórur, so kanska verður eisini farið undir 3. byggi- stig. Um hetta verður veru- leiki, so hevur hann til ta tíð reist 38 hús á Løgmans- breyt Húsini í fyrsta byggistigi á Løgmansbreyt kosta úr 800.000 krónum og upp í 970.000 krónur. Væntandi verða tey í 2. byggistigi nakað dýrari, men hetta metir Høgni at vera tað bí- ligasta, ið hús í Havnini kunnu fáast fyri í dag. Gott bakland Høgni greiðir frå, at hann hevur gott fólk afturat sær. Eisini fær hann sera góðan stuðul heimanífrá og tað er hann sjónliga glaður fyri. — Bæði foreldrini og daman bakka meg 100% upp. Pápi mín koyrir fleiri ferðir um dagin niðan at vita hvussu gongur og tað hendir meira enn so, at mamma hevur gjørt kaffi og pannikøkur til okkara, sigur Høgni, ið er sera fegin um góða stuðulin. Høgni Mikkelsen hevur 7 mans í arbeiði, umframt múrarar, rørleggjarar og aðrar. Keypti í kapping við almenna fyritøku Høgni Mikkelsen hevur ilt við at góðtaka, at Húslánsgrunnurin kappbjóðar við privatar og soleiðis pressar prísirnar uppeftir. DAGFINN OLSEN Høgni Mikkelsen hevur keypt eina trød å Bodanes- hamri fyri 3,1 millión krón- ur. Hann ætlar at byggja randarhús og vanlig sethús á trødna. Høgni Mikkelsen er tó sera misnøgdur við, at hann kom at liggja f hardari kapp- ing vid Húslánsgrunnin um at fåa trødna. - Húsini á Bodaneshamri verða dýrari, enn tey eg í løtuni smíði uppi á Løg- mansbreyt og ein av orsøk- unum til hetta er, at trødin gjørdist so dýr, sigur Høgni Mikkelsen. Almenn fyritøka - Og ein av orsøkunum til, at hon gjørdist so dyr er, at ein almennur grunnur ella fyritøka, Húslánsgrunnurin, kappbjóðaði, sigur Høgni Mikkelsen. Høgni Mikkelsen hevur ilt við at góðtaka, at tað al- menna soleiðis pressar prís- irnar uppeftir. - Fyrr skyldaðu fólk ofta uppá, at tað vóru bankarnir, ið pressaðu prísirnar upp, men nú er tað so tað al- menna, sum pressar prís- irnar uppeftir, sigur Høgni Mikkelsen misnøgdur. Hann er t6 ikki bangin fyri, at hann ikki sleppur av vid húsini, ið hann ætlar at byggja á Boðaneshamri, tí økid liggur væl fyri og út- sýnið er gott. - Longu nú hava eisini fleiri víst ætlaðu byggingini áhuga, sigur Høgni Mikk- elsen. Tað eydnaðist okkum tí- verri ikki at fáa eina við- Høgni Mikkelsen og Húsalánsgrunnurin kappbjóðaðu um trødna á Boðaneshamri Mynd: Jens Kr. Vang merking frá Húsaláns- grunninum, áðrenn blaðið fór til prentingar. Vónandi eydnast tað til næsta blað. — KVØLD vid livandi tónleiki Leygarkvóldið 21/11 1998 Fleiri ymisk sløg av búffum, so sum: T-Bone, tournedos, filetbúffar, entre- cote og heil- steikir rr Sjålvtøkuborø vid forrættum og dessertum „Fyri hvónn kr. 175.-