hósdagur 19. november 1998síða 11
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 220 — 19. NOVEMBER 1998
in.
- Mær dámar væl at
koyra, men spurningurin er,
nær tú troyttast av at koyra
í kava og ísi um veturin. Tað
er strævið, so eg fari kanska
at arbeiða aftur sum snikk-
ari næsta ár.
Eini tvey ár afturat
Fyribils hava Zacharias og
Camilla avgjørt at búgva í
Anchorage í eini tvey ár aft-
urat, og herfyri keyptu tey
eina íbúð. Um tvey ár fara
tey at taka støðu til, um tey
fara at flyta til Danmarkar
Føroya.
Zacharias dylur ikki, at
fyrstu tíðina saknaði hann
familju og vinir, og torført
var at práta við fólk, men,
sigur hann, tað gekk skjótt
at koma eftir málinum. Og
tá eingin annar føroyingur
var í nánd, var bara at tosa
enskt.
Hann sigur, at fólk koma
nógv saman. Tað er ikki
óvanligt, at fólk fara saman
út at bowla, út at eta ella á
vertshús. Um summarið
fiska tey ella gera túrar í
tíðindablaðið
náttúruni.
Um veturin er alt meiri
fridarligt, men tá eru møgu-
leikar at fara til konsertir,
sjónleik, biograf og tílíkt.
Hann sigur, at mentunarlív-
ið er fjølbroytt, og tey
kendu orkestrini - t.d. Aero
Smith - hava eisini fingið
eyga á Alaska.
Kveldið líður. Saman við
Camillu og Zachariasi hava
vit verið á eini matstovu og
etið. Føroyska ferðalagið
skal tíðliga næsta morgun
við flogfari norður til
Prudho Bay og Barrow, so
vit seta kós móti Capt. Cook
Hotel í hinum endanum í
Anchorage.
Vit siga Camillu og Jógv-
an Zachariasi farvæl, og tey
lata heilsa familju og kenn-
ingum.
Náttúran og havið eru rík
í Alaska. Laksur og
kongakrabbi eru partur
av vinnuinntókunum hjá
nógvum av íbúgvunum,
serstakliga
upprunafólkinum.
Høvudsstadurin Anchorage liggur í sera vøkrum umhvørvi