Sosialurinarkiv
Sosialurin 2003-12-30, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 30. desember 2003síða 2

‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

2 Nr. 245 - 30. desember 2003 Nr. 245 - 30. desember 2003 3 ÚTBÚGVING Tíðindaskriv Týsdagin tann 6.januar 2004 kl 19.30 skipa Altjóða Skrivstovan saman við lestrarvegleiðarunum á Studentaskúlanum og HF- skeiðnum og á Handils- skúlanum á Kambsdali fyri kunningarfundi um viðari útbúgvingar uttan fyri Danmark. Tiltakið verður í Stu- dentaskúlahøllini á Kambs- dali og er alment og ókeyp- is. Allir nærmingar við mið- námssularnar, tað veri seg studentaskúla, HF, HHX ella HTx, eins og onnur áhugað í víðarigangandi út- búgvingum uttanlands eru væl komin. Freistirnar til nógvar út- búgvingar nærkast, um tú hevur hug at fara undir lestur eftir summarfrítíðina. – Tí hava vit í forleingilsi av »Markleys Útbúgving« í desember í ár fingið nøkur føroysk lesandi í útlandin- um at greiða frá um ymsu útbúgvingarnar, meðan tey eru heima í jólafrí, sigur Altjóða Skrivstovan í tíð- indaskrivi. Nakrir (4-5) føroyingar, sum allir eru undir útbúgv- ing uttanlands, fara m.a. at greiá frá. 1. um sínar tankar og ætl- anir við at fáa sær útbúgv- ing uttanlands 2. um mannagongdin, tá tey søktu, og fíggjarligu viðurskiftini í sambandi við lesturin 3. fyrsta tíðin í útland- inum 4. um góð og trupul við- urskifti undir lestrinum, bæði av fakligum og sosial- um slag 5. hugsanir í sambandi við at venda aftur til Føroy- ar Eftir at studenternir hava greitt frá sínum hugsanum verður høvi at seta teimum spirningar og at hava orða- skifti um útbúgvingar- viðurskifti. Síðani fer leiðarin á Al- tjóða Skrivstovuni í Havn, Holger Arnbjerg, at greiða frá møguleikunum at lesa partvís ella burturav uttan fyri Danmark. Hann fer at viðgera mannagongdina í sambandi við umsóknina, fíggjarviðurskifti og onnur praktisk viðurskifti í hesum sambandi. Tey som fara at taka lut eru: Eiler Fagraklett, 24 ár, fra Kollafjørður, lisið 2 1/2 ár - BA (Hons.) Advertising and Marketing á Lancaster University. Ása Johannesen, 20 ár, úr Tórshavn, lisið 1/2 ár - BSc(Hons) Animal Behav- iour & Welfare á Myers- cough College, University of Lancashire í Preston. Maiken Poulsen, 43 ár, úr Tórshavn, lisið 3 á Fróð- skaparsetri Føroya og 1/2 ár sum skiftisstudentur við Stockholms Universitet í norðurlendskum, serliga føroyskum máli og bók- mentum. Ditte M. Joensen, nýút- búgvin frá fra Academia Italiana, Firenze - æi Graphic design & Visual Communications Fyrireikarar eru: Lestrarvegleiðararnir við skúlarnar á Kambsdali: Óli Wolles, Turið Thomsen, Karl Olsen og Maria Greg- ersen. Altjóða Skrivstovan ved Holger Arnbjerg - ask@ask.fo - Tlf. 322065 Tey, sum ætla at skipafyri nýggjars- báli, skulu hava loyvi frá avvarðandi kommunu, áðrenn kynt verður. Og ikki er heldur loyvt at brúka bálið sum ruskpláss NÝGGJÁRSHALD Edvard Joensen Nýggjársbálini,sum kynd verða kring landið, skulu øll fráboðast avvarðandi kommunu í so mikið góðari tíð, at formligt loyvi kann gevast at hava bálið. Hesum boðar Heilsu- frøðiliga Starvsstovan frá í tíðindaskrivi, sum sent er út millum jóla og nýggárs. Tað er bert loyvt at brenna burturkast, sum ikki dálkar, sigur Heilsufrøði- liga Starvsstovan. Og dálkandi burturkast kann vera so mangt. Eitt nú viðgjørdur viður. Tað verið seg trykkinpregneraður ella málaður. Slíkt má ikki koyrast á bálið, tí tað kann geva dálkandi og vanda- miklan royk frá sær, sigur starvsstovan. Hinvegin er nýggjárbálið eitt gott høvi til at sleppa sær av við jólatræið og alt pappírið, sum ivaleyst ligg- ur eftir frá jólapakkunum. Men at tøma kjallaran ella bilhúsið er eingin loysn. Tað er beinleiðis ólógligt, skilst á tíðinda- skrivinum, Heilsufrøðiliga Starvsstovan hevur sent út. Men tað er ikki bara at skipa fyri og brenna sjávt bálið.Tann sum ábyrgdina hevur av hesum, hevur eisini ábyrgdina av, at leivdirnar verða tiknar upp- aftur og fyribeindar á nøkt- andi hátt. Tað er meira enn so komið fyri, at fólk hava sitið við ampa nýggjár- saftan, tá rúgvurnar eru farnar at vaksa uttan fyri húsini. Hugt og lurtað hevur veerið eftir veður- vánunum, og mett hevur verið um, hvussu vindurin nú man fara at skikka sær. Tað liggur eisini tí, sum skipar fyri, til ábyrgdar at syrgja fyri, at ikki óneyð- ugur ampi og ella vandi stendst av slíkum bálum. Hetta er eisini ein góð orsøk til, at kommunan skal geva loyvi tila t hava bálið og gera av, hvar eitt slíkt kann leggjast. Loyvi krevst til nýggjársbálið Tøkk Vit takka øllum hjartaliga, sum sýndu samkenslu, tá okkara kæri maður, pápi og abbi Andrass Hansen andaðist og varð jarðaður. Tøkk til tykkum øll, sum vóru um hann undir hansara longu sjúkralegu. Ein serstøk heilsan til starvsfólkið á B6. Tøkk til Svenning á Lofti fyri sang og troystarrík orð. Hjartaliga takka vit øllum, sum hjálptu til við jarðarferðina og ervinum. Eini gleðilig jól og gott nýggjár ynskist tykkum øllum. Óluvá, Súsanna, Jensina og lítla Óluvá Tøkk Vit takka hjartaliga øllum tykkum, sum sýndu samkenslu, tá ið elskaði pápi, verpápi og abbi okkara Petur Z. Hentze andaðist og varð jarðaður. Tøkk fyri blómur, kransar og gávur og til øll tykkum, ið á ymiskan hátt hjálptu til áðrenn og aftaná jarðarferðina. Marita, Dania, Hans Pauli og Karolina v/ fam. Tað liggja nógvar treytir við at brenna bál á nýggjárinum. Loyvi skal fáast frá kommununi, áðrenn kynt verður Kunningarkvøld um útbúgvingar uttanlands á Kambsdali Politistøðirnar kring landið lata sera væl at jóladøgunum, sum júst eru farnir afturum bak LØGREGLUTÍÐINDI Ingrid Bjarnastein ingrid@sosialurin.fo Tað hevur ikki verið nógv hjá politinum at gera um jólini. Politistøðirnar kring landið hava ikki havt meira at gera enn vanligt er, sjálvt um nógv fólk hava verið í býnum. Í høvuðsstaðnum hevur verið rættiliga friðarligt. Leygarkvøldið var onkur tó farin til hendurs uppi við Badmintonhøllina, men tað kom skjótt í rætt lag aftur. Annars lata hinar politi- støðirnar somuleiðis væl at jóladøgunum. Eini tveir førarar eru tiknir fyri sprit- uskoyring, og í Suðuroynni var ein lítil eldur í einum sethúsum. Har var tó lítil skaði. Politiið í Havn upplýsir eisini, at tað eru fleiri, sum hava ringt yvir alarmsentr- alin, tí tey eru dottin og komin til skaða í hálkuni. Kavin sum um jólini legðist kring landið hevur ført til nøkur ferðsluóhapp. Lukku- tíð er ongin komin álvarsliga til skaða FERÐSLA Ingrid Bjarnastein ingrid@sosialurin.fo Nógvir bilar hava koyrt seg í óførini í kavanum, sum legðist nú um jólini. Av politistøðini í Havn verður upplýst, at eini fýra bilar vóru farnir útav á Hjalla. Og vóru øll óhappini or- sakað av hálku og vánalig- um koyrilíkindum. Sjálvir bilarnir fórust illa, men ongin álvarsamur persóns- skaði hevur verið. Somuleiðis í Suðuroynni hava fleiri smærri ferðslu- óhapp verið um jólini. Millum annað fór ein bilur útav vegnum í Lopra. Har fór bilurin í knús og førarin varð fluttur á sjúkrahúsið. Hann fekk tó ongan skaða. Friðarlig jól hjá løgregluni Nógv hálkuóhapp kring landið C M Y K 3 2