Sosialurinarkiv
Sosialurin 2003-12-30, síða 3
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 30. desember 2003síða 3

‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

4 Nr. 245 - 30. desember 2003 Nr. 245 - 30. desember 2003 5 Prísirnir eru lækkaðir eitt sindur, men fiski- skapurin hevur verið góður, so sum heild hevur tað gingið gott FISKISKAPUR Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo Sum heild hevur 2004 verið eitt gott ár hjá okkara fiskimonnum. Tað er tann stutta niður- støðan, sum Óli Jacobsen, formaður í Fiskimannafel- agnum, hevur at bera fiski- monnum, tá ið teir hittast á landsfundi í morgun. Einir 100 fiskimenn plaga at verða á árliga landsfundinum hjá Fiski- mannafelagnum, har teir fara at viðgera ymisk viður- skifti, sum hava týdning fyri teirra viðurskifti, bæði á sjógvi og landi. Formaðurin í Fiski- mannafelagnum sigur, at tað er ógvuliga misjavnt, hvussu árið í ár hevur hiln- ast hjá okkara fiskimonn- um í teimum ymsu skipa- bólkunum. Men sum heild hevur hetta verið eitt gott ár hjá fiskimonnum, sigur hann. – Árið í fjør var eitt sera gott ár. Í ár hevur tað ikki gingið heilt líka væl, men kortini má sigast, at sum heild hevur 2003 verið eitt gott ár, sigur Óli Jacobsen. Hann sigur, at fiskiskap- urin hevur verið góður, men at prísurin ikki hevur hildið sama støðið, sum í fjør. Men tað er sjálvsagt ógvuliga ymiskt, hvussu tað hevur verið hjá teimum ymsu skipabólkunum. Hjá Rækjuskipanum hev- ur verið heilt galið og tað er tann skipabólkur, sum er ringast fyri. Hjá teimum, sum manna rækjuflotan, hevur miðal- hýran ikki verið meiri enn 1.200 krónur upp á mannin um dagin. Til samanberingar kann nevnast, at ein dagløn hjá einum arbeiðsmanni á landi er 865 krónur fyri átta tímar við sáttmálasettari tímaløn. Línuskip skara framúr Hinvegin sigur Óli Jacob- sen, at ísfiskalínuskipini hava havt eitt sermerkt gott ár og tað er tann skipabólk- urin, sum skarar framúr. – Samstundis er støðan hjá ísfiskalínuskipunum í ár, besta dømi um, hvussu óútrokniligur fiskiskapur er. – Vanliga plaga tey at fiska væl um várið og um heystið, men um summarið hevur ikki borið ti. Men nú er tað fullkomiliga broytt, so at tey eisini hava fiskað væl í summar. Hann sigur, at hetta sæst aftur manningahýrunum hjá ísfiskalínuskipunum, har hvør maður hevur for- vunnið yvir 1.800 krónur um dagin í ár í miðal. Hetta er tríggjar ferðir so nógv sum fyri 10 árum síð- ani og setir eina tjúkka striku undir tað undur, sum línuskipunum hevur verið fyri hesi síðstu árini. Fyri nøkrum árum síðani var tað bara undantak, at hýran fór upp um minstuløn, men nú er hetta besti skipabólkur av ísfiskaskipunum og teir hava havt ein fiskiskap, sum ongin tordi at droyma um fyri nøkrum heilt fáum árum síðani. Samstundis er hetta eisini eitt dømi um, hvussu full- komiliga óálítandi met- ingarnar hjá fiskifrøðing- unum er, tí ongar av teirra metingum hava hildið. Eisini hjá teimum stóru lemmatrolarunum, hevur tað gingið rættiliga væl í ár, tí har hevur manningapart- urin verið góðar 1.600 krónur upp á mannin um dagin og tað er ein lítil lækking afturímóti í fjør. Og hjá partrolarunum, sum fiska upsa, hevur talan verið um eina afturgongd, so hjá teimum hevur inn- tøkan verið góðar 1.500 krónur uppá mannin í miðal um dagin. Hjá garnaskip- unum er hýran 1.400 krón- ur í miðal um dagin. Men best av øllum eru enn sum áður nótaflotin. Teir, sum sigla við nóta- skipum, hava í ár forvunnið 3.000 krónur í miðal um dagin. – Tað er, tá ið tað gongur illa, at tað er brúk fyri einum virknum vinnupolit- ikki. Men rækju-skip- ini eru eitt gott dømi um, at í Føroyum er ongin vinnupolitikk- ur, sigur Óli Jacobsen RÆKJUKREPPA Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo Tað er gamaní at vera frelstur í góðum tíðum. Hetta er skoðsmálið, sum føroyskir politikarar fáa frá formanninum í Føroya Fiskimannafelag. Og hetta skal sjálvsagt skiljast í fluttari merking. Tí tað, hann hugsar um, er kreppan í okkara rækju- vinnu. – Tað er gamaní hava eina greiða støðu til, at vinnan ongan studning skal hava, tá ið tað gongur væl. Men tað er tá ið tað gongur illa, at vit hava brúk fyri einum virknum vinnupolit- ikki. Og tað er her, at Óli Jacobsen heldur, at okkara politikarar hava svikið. – Støðan er tann, at teir vilja ella tora ikki so mikið sum at viðgera kreppuna, sum rækjuvinnan er í og tað er her hetta, sum er átalu- vert, heldur formaðurin í Fiskimannafelagnum. Hann heldur, at tað minsta kravið kundi verið, at politikarar tóku støðuna hjá rækjuvinnuni upp til veruliga viðgerð. – At nokta fyri at viðgera støðuna hjá rækjuvinnuni, kann vera ein politisk støða í sær sjálvum. – Men tað, sum er at fýl- ast á, er, at í løtuni vita rækjumenn ikki, um teir eru keyptir ella seldir. Ein dagin sigur ein politikari í samgonguni, at teir fara at viðgera støðuna hjá rækju- vinnuni, men dagin eftir sigur onkur annar, at tað fara teir ikki. Ein dagin sig- ur ein politikari í samgong- uni, at samgongan fer at lata rækjuvinnuni stuðul, men dagin eftir verður hetta avsannað av einum øðrum umboði fyri rækjuvinnuni. – Tí veit rækjuvinnan ikki, hvar hon flýtur og tað er átaluvert, heldur Óli Jacobsen. Og nú hendir so onki, fyrrenn nýtt landsstýrið er skipað, og, hvar rækjuflotin er tá, er ikki gott at vita. Ikki altíð skilaleyst Óli Jacobsen vísir á, at tað er ikki sagt, at tað altíð er skilaleyst at lata stuðul. – Grundarlagið undir Norrønu er studningur, tí hon er undir FAS- skipan- ini, har Smyril Line fær ein fittan part av hýrunum til manningina endurrindaða. Sjálvt AP Møller og aðrir, útendskir stórreiðarar, fáa stuðul, tí tey, sum sigla við teirra skipum, betala als ongan skatt fyri at reiðarin skal sleppa bíligari í hýr- um. Í so máta kunnu vit siga, at bæði AP- Møller og aðrir stórreiðarar fáa eisini stud- ning frá føroyska samfel- agnum, tí nógvir føroyingar sigla við teirra skipum, utt- an at betala skatt í Føroy- um. – So studningur er als ikki ókendur í Føroyum, men á øðrum økjum, eru politikarar hvørki til at høgga ella stinga í og tað er nokk so óskiljandi, heldur Óli Jacobsen. Óli Jacobsen heldur tí, at Landsstýrið skuldi havt tik- ið støðuna hjá rækjuflotan- um til viðgerðar. – Støðan hjá rækjuvinn- uni skuldi verið gjørd upp, so at greiða fæst á, hvat vinnan kastar av sær til samfelagið. Tað arbeiðið hevur felag- ið rækjuskip longu gjørt og politikarar eiga at gera sær greitt, hvat skal til, fyri at rækjuvinnan kann hóra eitt ár, ella tvey afturat, til kreppan er av. – Men so langt eru politikarrnir ongantíð kom- nir, sigur formaðurin í Fiskimannafelagnum. Aftur eitt gott ár hjá fiskimonnum Tað er gamaní at vera frelstur í góðum tíðum Nótabátar, sum Christian í Grótinum hava gjørt tað sera gott í ár og teir eru tann skipabólkur, sum hevur staðið seg allarbest í ár Árið í ár setir eina tjúkka striku undir tað undur, sum ísfiska- línuskipunum hevur verið fyri, sigur Óli Jacobsen C M Y K 5 4