Sosialurinarkiv
Sosialurin 2003-12-30, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 30. desember 2003síða 4

‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

6 Nr. 245 - 30. desember 2003 Nr. 245 - 30. desember 2003 7 Nú skal Hin stuttligi flokkurin takast í álvara. Johan í Kolla- firði hevur fingið valevni allastaðni uttan í Sandoynni STUTTLIG VALEVNI Øssur Winthereig ossur@sosialurin.fo Johan í Kollafirði stillar sjálvur upp í Suðurstreymi og hevur fingið familjuna at hjálpa sær aðrastaðni. Konan stillar upp í Suður- oy, pápin í Norðoyggjum og sonurin í Norðstreymoy. – Eg havi gjørt eitt slogan, sum eg fari at brúka í valstríðnum: Eg haldi tað, sum hinir lova! – Politikarar geva val- lyfti, men halda tey ikki. Eg gevi einki lyfti uttan at royna at fáa tingini í gjøg- num, sum hinir lova, sigur Johan í Kollafirði. Og hesin politikkurin krevur, at veljarin hugsar seg væl um, hvussu atkvøtt verður á løgtingsvalinum, Tí logikkurin hjá Johan í Kollafirði er soleiðis: – Um tú ynskir tær ein tunnil og ein politikari lovar ein tunnil, so skalt tú ikki atkvøða fyri honum, tí hann heldur ikki sítt lyfti og so fært tú ongan tunnil. Men um tú stemmar upp á meg, so syrgi eg fyri at tú fært ein tunnil, tí tað var tað, sum politikarin sum lovaði........ Bandittar til fólk Floksformaðurin í Kolla- firði er útbúgvin pedagogur og tað heldur hann, gevur honum serligt hegni, sum politikari. – Eg fái bandittar til fólk. Og eg eri útbúgvin at fáa ein barnagarð at fungera. Tú skilur, hvat eg meini, ha? sigur Johan í Kolla- firði. Hann ásannar samstund- is, at hann alla tíðin skal ansa eftir ikki at verða keðiligur og tað kann vera trupult. Hin stuttligi flokkurin hevur eisini ein annan boðskap, sum er sprottin úr arbeiðinum at savna undir- skriftir til flokkin. – Eg møtti fleiri fólkum, sum søgdu seg ikki tora at skriva undir. Tað er synd og soleiðis eigur tað ikki at vera. Okkara politikkur er eisini, at øll skulu tora. Johan í Kollafirði hevur eisini kent tað eyðmýkjandi at biðja um undirskiftir frá fleiri hundrað fólkum, men tað krevur vallóg og val- skipan. Verjir seg móti ósigri Fyri at binda um heilan fingur og tryggja seg móti einum lemjandi ósigri á løgtingsvalinum, so hevur Hin stuttligi flokkurin út- tongkt eina møguliga for- kláring: – Um eg ikki veríð valdur so er standurin landinum ikki so ringur, sigur Johan í Kollafirði, sum hesa løtuna gloymdi at vera ordiliga stuttligur. Konan stillar upp í Suðri og pápin í Norðoyggjum Sjálvstýrisflokkurin aftur við í Suðuroy UPPSTILLING Hesiferð bar til hjá Sjálvstýrisflokkinum at gera lista í Suðroynni, so flokkurin stillar upp í øllum valdømum. Tey trý valevnini list- anum eru: Milson Berg, fiskimaður, Trongisvági, Sonni Djurhuus, lærari, Tórshavn og Rúni Ja- cobsen, stýrimaður, Tvøroyri. Sjálvsstýrisflokkurin í Eysturoynni er eisini lið- ugur við uppstillingina. Tey átta valevnini eru: Hjalmar Juul, Funningi, Jón Ellendersen, Oyra- bakka, Pauli Poulsen, Innan Glyvur, Kári P. Højgaard, Saltangará, Lasse Klein, Saltangará, Dánial Petur Hansen, Toftum, Kenneth Ras- mussen, Saltangará og Malan Mohr Dahl, Fuglafirði. Javnaðarflokkurin í Vágum liðugur UPPSTILLING Trý valevni eru á listan- um hjá Javnaðarflokk- inum í Vágm. Áður hevur Javnaðarflokkurin fingið annan mannin valdan í Vágum, men seinastu árini hava Sam- bandsflokkurin og Fólkaflokkurin fingið hvør sín valdan. Tey trý valevndini hjá Javnaðarflokkinum eru: Kristoffur Gaardlykke, Miðvági, Edvard Joen- sen, Sandavági og Ras- mus Niclasen, Sørvági. Anfinn bjóðar seg fram UPPSTILLING Fólkaflokkurin hevur altíð staðið seg væl í Norðoyggjum og listin hesuferð fer neyvan at broyta tað nógv. Anfinn Kallsberg stillar uppaft- ur, saman við løgtings- limum floksins. Listin sær soleiðis út: Petur Hans Joensen, Klaksvík, Anfinn Kalls- berg, Viðareiði, Jógvan við Keldu, Klaksvík, Jákup Mikkelsen, Klaksvík, Ólavur Poul- sen, Klaksvík og Rúna Sivertsen, Klaksvík. Ólavur Poulsen er nýggjur á listanum tvey fólkafloksnøvn, sum plaga at vera á listanum eru ikki við hesuferð. Tey eru Jógvan Edmund á Geilini, Svínoy og Kristian Fríðrik Olsen, Klaksvík. Í Eysturoynni eru hesi á listanum: Regin Ell- insgaard, Svínáum, Tummas í Garði, Strondum, Herborg Hansen, Glyvrum, Hanna Jensen, Norðra- gøtu, Kjartan I. Joensen, Leirvík, Jógvan á Lakj- uni, Fuglafirði, Ragnar S. Olsen, Søldafirði og Haldur Vang, Toftum. UPPSTILLING Miðflokkurin er liðgur við listarnar í Eystur- oynni og í Sandoynni. Í Eysturoy sær listin so- leiðis út: Jan Højgaard, Toftum, Sæunn Ólavs- dóttir Hansen, Saltang- ará, Arni Abrahamsen, Glyvrum, Bill Justinus- sen, Glyvrum, Jákup Andrias Jacobsen, Leir- vík, Kristian Martin Petersen, Fuglafirði og Vinjard Johansen, Eiði. í Sandoynni hevur Miðflokkurin trý val- evni: Petur Egholm Poulsen, Skopun, Dania Lamhauge, Skopun og Vagn í Geil, Havn Miðflokkurin í Eysturoynni og Sandoynni Johan í Kollafirði fær hjálp frá konu, syni og pápa at stilla upp til løgtingsvalið. Útvarp Føroya hevur somu valskrá, sum teir nýttu á løgtingsvalinum í 2002. Sjónvarp Føroya roynir sum nakað nýtt at varpa ljós á tey ymisku valdømini VALSTRÍÐIÐ Páll Holm Johannesen pall@sosialurin.fo Í dag er seinasta freist at lata vallistarnir inn. Upp- gávan hjá flokkunum at finna valevni til løgtings- valið 20. januar er loyst, og nú fara flokkarnir veruliga at brynja seg til eitt hart og óivað tætt valstríð. Ein týðandi partur av fyrireikingunum hjá flokk- unum er at gera av, hvørji valevni skulu sleppa framat í teimum ymisku valsend- ingunum, sum verða allan januar mánað. Leikluturin hjá føroysku fjølmiðlunum í valstríðun- um veksur fyri hvørt løg- tingsval, og valstríðið hesa- ferð verður vallað nakað undantak. Loftmiðlarnir Útvarp Føroya og Sjónvarp Føroya eru lidnir við at leggja valskránna. Stovnarnir hava eins og undanfarin løg- tingsval nøkur felags evni, meðan onnur evni víkja frá. Sama skrá Stjórin í Útvarpi Føroya, Jógvan Jespersen, sigur, at Útvarp Føroya hevur valt somu valskrá, sum teir høvdu á seinasta løgtings- vali. – Vit gjørdu eina nýggja skrá til seinasta løg- tingsval, og vit hava valt at satsa upp á tað sama hesa- ferð. Skráin vísti seg at rigga væl, og tí royna vit hana aftur, sigur Jógvan Jespersen. Útvarp Føroya leggur til brots fríggjadagin 9. januar, tá tað verður skipað fyri einum politiskum orða- skifti, har allir flokkarnir verða umboðaðir. Frá 10. til 17. januar er ein dagur sett- ur av til hvønn flokkin. Sjey flokkar stilla upp til løgtingsvalið 20. januar, og Útvarp Føroya hevur sett eina viku av sendingarnar um teir ymisku flokkarnar. Dagarnir eru skipaðar so- leiðis, at fyrrapart svara tvey umboð fyri hvønn flokk spurningum frá lurt- arum í eini beinleiðis send- ing. Klokkan 17.30 sleppa flokkarnir at hava eina framløgu av valskránni. Eftir tíðindini um kvøldið er sendingin ,Í andgletti, á skránni. Formenninir í teimum ymisku flokkunum skulu í hesi sending svara spurningum frá útvarps- fólki. Eftir hesa sending sleppa umboð fyri hinar flokkarnir at seta flokk- inum spurningum í eini beinleiðis útvarpssending. Jógvan Jespersen sigur, at umframt fokus á tann einstaka flokkin, ætlar Útvarp Føroya eisini at gera dagligar reportasjur kring landið, har lurtarin fær høvið til at hoyra, hvat rørir seg kring landið í døgunum undan løgtings- valinum Fokus á valdømini Sjónvarp Føroya hevur sett sjey kvøld á rað av til á valdømini. Hesar sending- arnar eru skipaðar so, at flokkarnar velja umboð fyri úr hvørjum valdømi at kjakast. Komandi leygar- kvøld verður fyrsta send- ingin. Úr Sjónvarpi Føroya verður sagt, at endamálið við hesum sendingum er at lýsa bæði lokalu og lands- dekkandi síðuna av polit- ikki. Umframt fokus á valdømini, fer Sjónvarpið eins og undanfarin løg- tingsval at skipa fyri send- ingunum Tinggáttin og For- manskjaki. Tinggáttini er skipað sum kjak millum formenninar í flokkunum og tveir journalistar úr SVF. Í sendingini, Formanskjak, skulu formenninir kjakast við floksformenninar úr hinum politisku flokkun- um. Felags fundir Sjónvarp Føroya og Útvarp Føroya fara hetta valstríðið at samstarva um stóra val- fundin í Norðurlandahúsin- um. Valfundurin í Norður- landahúsinum er settur til 18.januar, og tá er ætlanin at skifta orð um fimm høv- uðsevni. Evini hetta sunnu- kvøldið verða: Ríkisfelags- skapur og sjálvsstýri, Væl- ferð og trivnaður, Menning og skúli, Samferðsla og økismenning og Vinna og búskapur. Valkvøldið týsdagin 20. januar verður sum vant í Norðurlandahúsinum, og tá fara bæði ÚF og SVF at senda beinleiðis. Loftmiðlar brynja seg til valstríðið Ein lesandi føroy- ingur í Lund í Svø- ríki hevði um jólini familjuna á vitjan, og 1. jóladag ótu tey ræst kjøt. Hugnin fekk eina vend, tá fýra brandbilar komu í túnið, tí grannar høvdu klagað um royk ella eld. Talan var um ræstan royk, men hvørki grind ella eld JÓLAHENDING Dagfinn Olsen dagfinn@sosialurin.fo Ein lesandi føroyingur í í b ú ð a r b l o k k i n u m Studentlykkan í Lund í Svøríki hevði um jólini familjuna á vitjan. For- eldrini, bróðirin og kona hansara vóru á vitjan, og 1. jóladag ótu tey ræst kjøt, sum ikki er óvanligt í Føroyum, men kanska heldur forkunnugt í Lund. Familjan hugnaði sær, men eftir lítlari løtu bankaði heldur harðliga á dyrnar, og uttanfyri stóðu tveir brandmenn og úti í túninum stóðu fýra blinkandi brand- bilar. Tað vísti seg, at teir høvdu fingið fráboðan um eld á 3. hædd á Råby- vangen. – Søgurnar eru mangar um, at føroyskur matur er ikki so væl dámdur í londunum kring okkum, og tað gekk ikki long tíð, áðrenn vit fullu til ró og bara kundu flenna at støðuni. Og brandmenn- inir fingu boðið ein ræst- an bita, kjøt og riv, men takkaðu »Fy faaan, nej«, »Er det mat??«, og hildu so leiðina heim, frætta vit frá føroyingunum í Lund. Talan var ikki um eld, men bert ræstan royk. Jólasøga úr Lund: Brandbilar komu eftir røstum royki Loftmiðlarnir, Sjónvarp- og Útvarp Føroya, hava gjørt valskránna. Eins og undanfarin løgtingsval samstarva stovnarnir um stóra valfundin í Norðurlandahúsinum og sjálvt valkvøldið Mynd: Savnsmynd C M Y K 7 6