týsdagur 30. desember 2003síða 5
‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
8
Nr. 245 - 30. desember 2003
Nr. 245 - 30. desember 2003
9
Tað, sum er ókent og
øðrvísi, fær fólk at
aftra seg. Hetta man
vera galdandi fyri tey
flestu av okkum. Á
altjóða handikapp-
degnum, 3. desember,
skipaði tásitandi
landsstýrismaður í
almannamálum, Páll á
Reynatúgvu, fyri
framløgu og orða-
skifti í Almannaráðn-
um um viðurskiftini
hjá teimum brekaðu
við atliti til umstøður-
nar hjá hesum á
arbeiðsmarknaðin-
um. Dagurin varð
hildin í samband við,
at árið í ár, sum skjótt
er umliðið, er útnevnt
av altjóða samfelagn-
um at vera "Ár teirra
brekaðu" Stuttar
framløgur vóru, og
síðan var orðaskifti
um umstøðurnar hjá
teimum brekaðu á
arbeiðsmarknaðinum
HANDIKAPPDAGUR
Vilmund Jacobsen
vilmund@sosialurin.fo
Tað var Páll á Reynatúgvu,
sum beyð vælkomin og
vísti á, at altjóða handi-
kappdagur er á hvørjum
ári, men í ár er eitt serstakt
høvi, tí árið er útnevnt av
altjóða samfelagnum at
vera ár teirra brekaðu.
Føroyar fyri øll
– Stýrisbólkurin fyri "Ár
teirra brekaðu" valdi at seta
ein áhugaverdan spurning á
plakatina, sum varð gjørd
fyrr í ár. Eitt spurnartekin
varð sett eftir útsøgnina:
Føroyar fyri øll?
Páll helt, at hetta var ein
fyndigur máti at gera vart
við viðurskifti teirra brek-
aðu.
– Hetta er jú ein grund-
leggjandi spurningur, tá ið
vit røða um viðurskiftini
hjá teimum, sum ikki
kunnu luttaka í samfelagn-
um sum heild á jøvnum føti
við okkum onnur.
Og landsstýrismaðurin
helt fram:
– Eru Føroyar fyri øll?
Nei, svara óiva tey flestu.
Enn vantar nógv í fyri, at
samfelagið
verður
nóg
rúmligt – eisini fyri tey,
sum eru eitt sindur øðrvísi
skapt enn tann stóri hóp-
urin.
Páll segði, at Almanna-
ráðið hevði bjóðað til hend-
an fundin fyri at taka
saman um tey tiltøk, sum
hava verið fyriskipað í hes-
um árinum.
Hann segði seg fegnast
um tey tiltøk, sum Stýris-
bólkurin fyri "Ári teirra
brekaðu" og MBF og tess
limafeløg hava tikið stig til
í árinum.
Nógvir fordómar
Almenni arbeiðsmarknað-
urin, arbeiðsgevarasíðan og
Almannastovan vóru eisini
umboðaði á fundinum í
Almannaráðnum hendan,
3. desember.
– Hvussu kunnu vit
tryggja fólki við skerdum
førleika
atgongd
til
arbeiðsmarknaðin?
Landsstýrismaðurin vísti
á, at forðingarnar hjá fólki
við
breki
á
arbeiðs-
marknaðinum bæði eru
praktiskar, men hesar hava
eisini sín uppruna í for-
dómum – og fordómar taka
seg ofta upp, tá ið fólk ikki
hava nóg nógva vitan um
tey
viðurskifti,
sum
fordómarnir snúgva seg
um.
– Tað, sum er ókent og
øðrvísi, fær fólk at aftra
seg, soleiðis at hesi síggja
forðingar
heldur
enn
møguleikar. Hetta man vera
galdandi fyri tey flestu av
okkum
–
bæði
tann
"normala" hópin, um eg
kann loyva mær at brúka
eitt slíkt orð og fyri tey,
sum ikki finna sær pláss í tí
"normala" hópinum, tí tey
bera brek.
Samfelag fyri øll
Páll segði seg vóna, at
fundurin kundi verða eitt
stig á røttu leiðini fram
ímóti
einum
rúmligari
arbeiðsmarknaði.
– Vit fara at umrøða tey
tiltøk, sum eru hildin í
skjótt farna árinum, og vit
fara undir eitt arbeiði at
virka fyri einum rúmligari
arbeiðsmarknaði. "Ár teirra
brekaðu" er næstan farið
aftur um bak, men arbeiði
at betra um kor teirra
brekaðu heldur fram. Vit
koma ongantíð á mál, men
vit eiga at gera okkara besta
fyri at nærkast málinum,
sum er eitt samfelag fyri
øll,
segði
Páll
á
Reynatúgvu.
At síggja forðingar heldur
enn møguleikar
- Nógv halda, at tað
er hugsjónarliga at
fara á húsagang, um
vit skulu lóggeva fyri
eitt nú, at allir borg-
arar hava rætt til
skúlagongd, útbúgv-
ing, almennar bygn-
ingar, tíðindatænastu
ella annað. Men, sum
er, sær tað út til at
vera neyðugt, segði
Marjun Sigurðsdóttir
HANDIKAPPDAGUR
Vilmund Jacobsen
vilmund@sosialurin.fo
Á
fundinum,
altjóða
handikappdagin, 3. desem-
ber, tók Marjun Sigurðs-
dóttir, formaður í Meg-
infelag teirra Brekaðu,
saman um virksemið hjá
limafeløgum MBF’s í ári
teirra brekaðu.
Hon vísti á, at tað var
landsstýrismaðurin í al-
mannamálum, sum hevði
útnevnt árið 2003 at vera
ár teirra brekaðu í Føroy-
um, eins og gjørt er í meg-
inpartinum av Evropu.
– Í høpi Sameindu Tjóða
verður arbeitt við at end-
urskoða sonevndu fyri-
myndarreglurnar. Ætlanin
er at gera reglurnar bind-
andi fyri tey lond, ið hava
skrivað undir sáttmálan – í
staðin fyri sum nú, at hesi
viðurskifti hvíla á tann
góða viljan.
Marjun segði, at eitt
høvuðsevni í alheimskjak-
inum hevur verið, um
neyðugt er við serligari
verndarlóg ímóti manna-
muni millum fólk við før-
leikatarni og onnur, eins
og gjørt er, tá ið talan er
um kynini.
– Nógv halda, at tað er
hugsjónarliga at fara á
húsagang, um vit skulu
lóggeva fyri eitt nú, at allir
borgarar hava rætt til
skúlagongd,
útbúgving,
almennar bygningar, tíð-
indatænastu ella annað.
Men, sum er, sær tað út til
at vera neyðugt.
Marjun greiddi frá, at
ein stýrisbólkur varð settur
í februar at skipa fyri og
veita stuðul til tiltøk, sum
høvdu samband við ár
teirra brekaðu. Bólkurin
umboðaði Almannaráðið,
Mentamálaráðið, almenn-
ar og privatar arbeiðsgev-
arar, fakfeløg, Ráðið fyri
brekað og Meginfelag
teirra Brekaðu.
– Stýrið hevði sín fyrsta
fund, 18. februar, og til
hendan fundin hevði MBF
gjørt eitt yvirlit við hug-
skotum við eitt nú hesum
yvirskriftum:
Strategi,
upplýsandi tiltøk, mentan-
arlig tiltøk, kanningartil-
tøk, landsumfatandi herfer
við bussi ella báti, handi-
kappolitisk tiltøk, fyri-
skiparar og gongdsetarar.
Marjun
reisti
síðan
spurningin, hvussu árið
hevur hildnast?
– Grundleggjandi kunnu
vit siga, at flest øll feløg,
sum eru limir í MBF, hava
verið sera virkin, og eru
komin kring alt landið.
Nógv fólk eru eisini komin
til flestu tiltøkini, sum
hava
verið
áhugaverd,
bæði fyri almenningin,
fakfólk, avvarðandi og tey
førleikatarnaðu.
Hon segði, at skjótt
gjørdist greitt, at limafel-
øgini í mest møguligan
mun eiga at leita út, har
nógv fólk eru, og hetta
eigur at gerast bæði í
álvara og gaman.
– MBF hevur skipað fyri
tiltøkum á flestu stevnum í
landinum, eitt nú við
fyrilestrum,
framsýn-
ingum, tónleiki, fólka-
fundarrøðum og øðrum. Á
øllum stevnum høvdu vit
teknmálstulking, bæði til
røður og eitt nú til sang-
tekstir. Í summum førum
høvdu vit eisini ávirkan á,
hvørjir
sangir
vórðu
sungnir, og kórini á stevn-
unum sungu eyðkennis-
sangir hjá teimum ymisku
áhugafeløgunum.
Marjun segði, at MBF
lærdi nógv av at luttaka á
stevnunum.
– Kommunurnar vóru
sera fyrikomandi og hava
betrað um atkomuna í
teirra bygdum.
Hon vísti á, at kommun-
ur hava av sínum einting-
um sett mál á dagsskránna,
har førleikatarnað hava
verið ein náttúrligur partur.
MBF hevur havt meira
samstarv
við
komm-
unurnar uttanfyri Havnina,
ikki minst Fuglafjørð og
Klaksvík, sum hava verið
sera fyrikomandi.
Sum heild, helt Marjun,
at tiltøkini, sum hava verið
á stevnunum kring landið,
hava fingið fólk at hugsa,
og hetta hevur so aftur ført
við sær, at ábøtur eru
framdar.
– Ferðin hjá psykiatri-
bussinum til framhalds-
skúlar, miðnámsskúlar og
til almenningin var væl
komin. Skrúgongan hjá
Sinnisbata fekk eisini góða
undirtøku, umframt at
almenn tiltøk, fyriskipað
av teimum ymisku feløg-
unum, hava verið væl
vitjað.
Marjun segði, at evnis-
vikan í fólkaskúlanum var
eisini væleydnað, har fleiri
enn 40 skúlar av umleið 60
luttóku, og somuleiðis
eydnaðist tiltakið í ítrótt-
arhøllini á Hálsi væl; har
komu fleiri enn 1300 børn.
– Skal eg gera eina
varisliga meting um, hvat
kemur at seta síni spor í
nærmastu framtíð, verður
tað í fyrsta lagi atkoman til
almennar og privatar bygn-
ingar. Tað verður kanska
eisini náttúrligt, at øll hava
rætt til kunning, upplýsing
og útbúgving.
Hon helt, at tað helst
kemur at taka eitt sindur
longri tíð, áðrenn tey ym-
isku økini kenna sektor-
ábyrgd, og til arbeiðs-
marknaðurin er til reiðar at
taka ímóti førleikatarn-
aðum.
– At fáa føroyskt ljóð á
talandi teldu, teknmáls-
tulking til aktuellar send-
ingar, myndaskíggja á far-
telefonir og miðnámsskúla
til menningartarnaði verða
mál, sum koma at verða
varðar í framtíðini.
Marjun
Sigurðsdóttir
helt tað vera sera týdning-
armikið, at størri fatan er
millum fakfelagsfólk og
áhugafeløgini.
At enda nevndi formað-
urin í MBF, hvat tey
ymisku limafeløgini hava
avrikað í árinum, sum nú
er um at verða liðugt.
Eitt sera virkið ár hjá MBF
- At fáa føroyskt ljóð á talandi teldu, teknmálstulking til aktuellar sendingar, myndaskíggja á
fartelefonir og miðnámsskúla til menningartarnaði verða mál, sum koma at verða varðar í
framtíðini
Mynd: Vilmu nd Jacobsen
Leiðarin á arbeiðs-
marknaðardeildini
hjá Almannastov-
uni, Marjun Berg,
heldur, at tað gong-
ur rætta vegin við at
fáa fólk við skerdum
vinnuførleika út á
arbeiðsmarknaðin
HANDIKAPPDAGUR
Vilmund Jacobsen
vilmund@sosialurin.fo
Marjun Berg, sum er leið-
ari á arbeiðsmarknaðar-
deildini á Almannastov-
uni, segði eisini nøkur orð
á fundinum í Almanna-
ráðnum, altjóða handi-
kappdagin, 3. desember.
Hon greiddi frá, hvat
Almannastovan
hevur
gjørt fyri at fáa fólk við
breki
út
á
arbeiðs-
marknaðin.
– Upprættað er deild
við stórari ekspertisu á
Almannastovuni við leið-
ara, sum hevur hetta økið
um hendi.
Hon segði, at politiskt
hevur hetta økið verið
ovarliga raðfest.
– Í samgonguskjalinum
fyri 2002-2006 stendur, at
almannaverkið saman við
pørtunum
á
arbeiðs-
marknaðinum
skal
tryggja fólki við skerdum
arbeiðsførleika atgongd
til útbúgvingar ella ar-
beiðsmarknaðin.
Marjun segði, at veg-
leiðing um vard størv
varð gjørd á vári 2002, og
innan langa tíð sær ein
vegleiðing um endurút-
búgving dagsins ljós.
– Heystið 2002 luttók
Almannastovan
á
al-
mennari ráðstevnu um
trivnaðar-og heilsumál í
Norðurlandahúsinum.
Her varð kunnað um hug-
takið um "rúmliga ar-
beiðsmarknaðin",
og
hvørjar stuðulsskipanir
eru, ið kunnu hjálpa til at
geva persónum við skerd-
um vinnuførleika fótafesti
á arbeiðsmarknaðinum.
Hon segði, at Almanna-
stovan hevur hildið tveir
kunningarfundir við fak-
feløgini, og somuleiðis
hevur stovnurin havt tveir
fundir við Vinnuhúsið.
– Á hesum fundum eru
arbeiðsgevarar kunnaðir
um, hvørjir stuðulsmøgu-
leikar eru.
Marjun segði, at Al-
mannastovan eisini hevur
hildið fyrilestrar, eitt nú í
hølunum hjá MBF, og at
stovnurin hevur neyvt og
støðugt
samband
við
meginfelagið.
– Í august var Almanna-
stovan á eini kunningar-
ferð um alt landið, har
samstarvspartar
vórðu
innbodnir.
Hon vísti á, at tá varð
eisini kunnað um møgu-
leikarnar eftir forsorgar-
lógini at stuðla fólki við
skerdum vinnuførleika.
– Almannastovan hevur
neyvt samstarv við Alv-
skúlan við Áir og við Alv-
virksemið í Smiðjugerði.
Bæði skúlin og virksemið
í Smiðjugerði eru "stovn-
ar" fyri fólk við skerdum
vinnuførleika.
Marjun Berg helt, at tað
gongur rætta vegin.
– Í ár 2000 vórðu stovn-
að trý vard størv, í ár 2001
var talið 8, í ár 2002 19,
og higartil í ár eru stovnað
20 vard størv, segði hon.
Fleiri vard
størv
Marjun Berg heldur, at tað gongur rætta vegin. - Í ár 2000
vórðu stovnað trý vard størv, í ár 2001 var talið 8, í ár 2002
19, og higartil í ár eru stovnað 20 vard størv, sigur hon.
Mynd: Vilmund Jacobsen
- Vit koma ongantíð á mál, men vit eiga at gera okkara besta fyri at nærkast málinum, sum er eitt samfelag fyri øll, segði Páll á
Reynatúgvu á fundi í Almannaráðnum altjóða handikappdagin. Mynd: Vilmund Jacobsen
C
M
Y
K
9
8