Sosialurinarkiv
Sosialurin 2003-12-30, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 30. desember 2003síða 6

‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

10 Nr. 245 - 30. desember 2003 Nr. 245 - 30. desember 2003 11 So fingu vit tað staðfest við sjeytummaseymi: Føroyar hava eitt tað hægsta skattatrýstið í Europa. Ein kanning, sum grannskoðanarfyritøkan PriceWater Coopers hevur gjørt av skattaviðurskiftunum í EU vísir, at beinleiðis skatturin á lønunum er ógvuliga ójavnur frá einum landi til annað. Millum løntakarar í EU er danskarin tann, ið hevur minst eftir, tá ið skattavaldið hevur fingið sítt. Samanbera vit persónsskattin í Føroyum við donsku kanningina sæst, at føroyski skatturin er uppaftur hægri enn tann danski. Skatturin er roknaður fyri einstakan løntakara. Hetta verður upplýst í seinasta tíðinda- brævinum frá grannskoðararvirkinum Rasmussen & Weihe. Í tíðindabrævinum er yvirlit yvir lønarinntøkuskattin í 15 EU-londum og so Føroyum eisini. Fyri eina inntøku uppá 250.000 kr. er meðalskatturin í EU 19,5, meðan hann í Føroyum er 40,1%. Fyri inntøkur uppá 500.000 kr. er meðalskatturin í EU 29,5% og í Føroyum 48,1%. Og fyri inntøkur uppá 750.000 kr. er skatturin í EU 36,6% og í Føroyum 50%. Hetta eru skelkandi tøl. Og eiga eisini at siga okkum øllum nakað, nú tað stundar til løgtingsval. So gott sum somu flokkar hava stýrt landinum seinastu 6 árini. Flokkar, sum annars hava havt í síni stevnu, at skattatrýstið skuldi lækka. Væl hava vit fingið einstakar skattalækkingar, men tær muna einki í tí stóra leypinum, tá hugsað verður um, at meðan givið verður út við vinstru hond verður tikið innaftur við hinari. Nú vit hava verið vitni til, at samgongan, sum hevur sitið, hevur lagt upp til at hækka avgjøld á fleiri økjum, so er greitt, at tað er bara steinur omaná eina tyngjandi skattabyrðu, sum nú vísir seg at vera ein hin størsta í Europa. Hóast vit øll vita, at skattapengar skulu til fyri at varð- veita vælferðarsamfelagið, so má skattatrýstið ikki gerast so høgt, at tað tekur motivatiónina frá fólki. Tað má ikki gerast so stórt, at tað drepur hugin og initiativ. Tað er so eitt. Nakað annað er spurningurin, hvat vit fáa fyri okkara skattapengar. Vit mugu við røttum kunna spyrja, um okkara stýrandi hava dugað at húsast við mongu skattapengunum, teir hava tikið inn í lands- kassan. Og svarið verður í mogunum førum eitt greitt nei. Lat okkum bara nevna heimahjálpina og ymsar sosialar veitingar, sum samgongan valdi at skerja. Vit minnast, hvussu eitt nú reingerðin varð tikin frá teimum gomlu, ein ótilgevilig gerð, sum í sær sjálvum átti at verið nóg mikið hjá mongum veljara til at vent sam- gonguflokkunum bakið til komandi val. Tað er hugstoytt at frætta, at vit við so høgum skatta- trýsti ikki megna at varðveita eina so týðandi almenna tænastu, sum heimahjálpin er. Soleiðis sum samfelags- tilgongdin er, so átti nettupp hetta økið at verið raðfest uppaftur meira. Og nú brúkaragjøld eisini eru vorðin partur av samfelags"menningini", er rætt at spyrja, nær hesi gjøld eisini gerast partur av tí, sum í dag er almenna trygdarnetið við heimahjálp, sjúkraviðgerð ol. DAGSINS MEINING Sosialurin Føroyar hægsta skattatrýst VIÐMERKINGAR Sosialurin Stovnaður: 1927 Ábyrgdarblaðstjóri: Jan Müller jan@sosialurin.fo Blaðstjóri: Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Fíggjarleiðari: Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Marknaðardeild: lysing@sosialurin.fo Finnbjørg Nattestad finnbjorg@sosialurin.fo Durita Simonsen durita@sosialurin.fo Blaðfólk: Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo Eyðun Klakstein eydun@sosialurin.fo Edvard Joensen edvard@sosialurin.fo Heri á Rógvi heri@sosialurin.fo Ingrid Bjarnastein ingrid@sosialurin.fo Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Solby Eliasen solby@sosialurin.fo Dagfinn Olsen dagfinn@sosialurin.fo Ingi Rasmussen ingi@sosialurin.fo Magnus Gunnarsson maggi@sosialurin.fo Ítróttur: Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Myndamenn: Álvur Haraldsen alvur@sosialurin.fo Jens Kristian Vang jensk@sosialurin.fo Sosialurin í Norðoyggjum: Postsmoga 231 Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík tel. 458686 fax 458687 e-post: klaksvik@sosialurin.fo Sosialurin í Suðuroy: tel. 375364 fax 375464 tel. 220727 e-post: aki@sosialurin.fo e-post: dagfinn@sosialurin.fo Sosialurin í Eysturoy: Postsmoga 143, Saltangará tel. 447820 fax 449520 tel. 228909 e-post: vilmund@sosialurin.fo Sosialurin í Vágum: 360 Sandavágur tel. 333820, 220507 fax 333720 e-post: edvard@sosialurin.fo e-post: vagar@sosialurin.fo Uppseting/prent: Uppseting: Hestprent Prent: Prentmiðstøðin Útgevari: Sp/f Sosialurin Avgreiðsla: Mán.-frí. 8-16 Argjavegur 26, Tel. 341800, Fax 341801 Postadressa: Postboks 76, 110 Tórshavn E-mail: post@sosialurin.fo lysing@sosialurin.fo lysingartorg@sosialurin.fo varp@sosialurin.fo Blaðið verður prentað mánadag-fríggjadag klokkan 1400 Lýsingar Freistir: Tekstlýsingar Størri lýsingar Lýsingartorgið Heilsanir Týsdagsblaðið Mán.kl. 10 Frí. kl. 15 Frí. kl. 12 Frí. kl. 12 Mikudagsblaðið Týs. kl. 10 Mán. kl. 15 Mán. kl. 12 Mán. kl. 12 Hósdagsblaðið Mik. kl. 10 Týs. kl. 15 Týs. kl. 12 Týs. kl. 12 Fríggjadagsblaðið Hós. kl. 10 Mik. kl. 15 Mik. kl. 12 Mik. kl. 12 Leygardagsblaðið Frí. kl. 10 Hós. kl. 15 Hós. kl. 12 Hós. kl. 12 Størri lýsingar, sum nógv arbeiði stendst av, mugu vera inni í góðari tíð og áðrenn ásettu freistir. Framíhjápláss má umbiðjast í góðari tíð. Stødd: Ein heil síða í Sosialinum er 254 mm breið og 346 mm í hædd. Breiddin á einum teigi er 39mm og rúmið millum teigarnar er 4mm. Innsent tilfar Fult navn skal vera undir innsendum tilfari. Innsendar greinar, har blaðleiðsl- an ikki er kunnað um bústað og telefonnummar, verða ikki settar í blaðið. Elin Lindenskov valevni Javnaðarfloksins Í Suðurstreymoy er ansing- artrupulleikin hjá barna- familjunum um at verða loystur. Hetta tí Javnaðar- flokkurin alla tíðina hevur trokað á fyri at fáa loyst trupulleikan. Trýstið frá Javnaðar- flokkinum hevur virkað so væl, at sjálvt teir borgarligu flokkarnir nú taka undir við okkum. Væntandi hava øll børn í Tórshavnar kommunu til- boð um ansingarpláss í 2004. Fyri at tryggja barna- familur, vil Javnaðarflokk- urin lógfesta rættin til barnaansing, tað sum tey í Danmark kalla ansingar- trygd. Eisini halda vit, at systkinaravsláttur eigur at verða veittur familjum við fleiri børnum. Tí vil Javn- aðarflokkurin virka fyri at lógfesta systkinaravsláttur í barnaansingini um alt landið. www.lindenskov.com Jógvan Arge Valevni Tjóðveldisfloksins í Suðurstreymi Nú skal støða aftur takast til framtíðina. Veljararnir skula avgera, hvørja leið Føroyar fara tey komandi árini. Tjóðveldisflokkurin heldur kósina. Vit halda fram starvið fyri einum sjálvbjargnum og sjálvber- andi Føroyum, har føroy- ingar ráða í egnum landi. Vit vilja taka ábyrgdina av landinum og skipa so- leiðis fyri, at fólkið og vinnulívið fáa umstøður at menna seg til eitt gott lív í einum sunnum samfelag. Við dyggari stýring hava vit syrgt fyri, at tann al- menna skuldin er minkað munandi. Føroyingar eiga so mikið á kistubotninum, at einstøk búskaparlig nos ikki kollrenna samfelagið alt á sama hátt, sum vit fyrr hava sæð. Vit tala eisini fyri greið- um skilnað millum alment og privat og stevna fram ímóti, at gjørt verður upp við tær donsku kreppu- loysninar í vinnulívinum. Meðan fólkaflokkurin hevur sitið á allari vinnuni, hevur tann frílynti flokkur- in bara dusað sær oman á donsku loysnunum, sum við skattaborgarans peng- um hava spent landskassan fyri vinnulívið aftur. Føroyska samfelagið er í roynd og veru í somu støðu sum í fýrsunum, tá lands- kassin hefti fyri øllum váðanum í vinnulívinum - og at endanum fór av knór- anum. Við kreppuloysnunum stendur landið í dag fyri 65 prosentum av eginpening- inum í vinnulívinum. Á henda hátt er so at siga allur váðin í vinnulívinum fram- vegis hjá landskassanum. Tað kann ikki halda fram. Vit vita av royndum, at ein landskassi, sum stendur fyri so stórum váða, er vandamikil fyri hvønn einstakan borgara, og at eitt vinnulív, sum ongan váða hevur, fær ikki ment seg. Tað stendur bara og tøvur upp í saman og tekur seg ikki fram. Tjóðveldisflokkurin leggur áherðslu á, at sam- felagið og vinnan koma burtur úr hesum darvandi hafti til frama fyri okkum øll og eina bjarta framtíð. Setið tí X við E Eyðgunn Samuelsen valevni Javnaðarfloksins í Norðoyggjum Eitt vælferðarsamfelag sum okkara eigur at raðfesta børnini høgt. Týdningar- mesta fortreytin fyri hesum er ein góð barsilsskipan, og ikki tað misfostur, ið frá- farandi samgonga ætlaði at seta í verk. Barnsburðarfar- loyvi í eitt ár við løn er minsta kravið. Eisini skal samfelagið eggja báðum foreldrum til at vera saman við børnunum. At skapa karmar so bæði foreldur fáa ein part av farloyvinum saman hevði verið ein góð byrjan. Lagaligar skipannir á a r b e i ð s m a r k n a ð i n u m meðan børnini eru smá, til dømis fyrstu trý árini, fyri bæði foreldrini, eigur at vera kannað. Í triðja lagi eiga politik- arnir at lóggeva fyri, hvussu nógv børn og foreldur kunnu útsetast fyri av reklamuágangi, har ein- asta endamálið er, at børn- ini skulu gerast forbrúk- arar, ongantíð ov tíðliga. Hetta er ikki lætt at seta í verk, men er viljin til stað- ar, so ber til at gera lóg- gávu, ið verjir foreldur og børn ímóti sølufremjandi tiltøkum frá virkjum, ið framleiða brúksvørur ser- liga til børn. Tað góða samfelagið hevur ein familjupolitik, ið setir børnini í hásæti, og tað hevur tú trygd fyri um tú velur Javnaðarflokkin. Ansingartrygd skal lógfestast Burtur við kreppuloysnum Familjupolitikkur í tí góða samfelagnum – Grunnurin kann møguliga verða partur av framtíðarloysnum fyri Suðuroynna Johan Dahl Løgtingsmaður fyri Sambandsflokkin Hetta ljóðar fyri mong- um kanska sum skurran í oyrunum - SUÐRIAR- GRUNNURN - men hugsið eitt sindur fram- um skurranina og havið ístaðin eitt opið sinni fyri eini varandi loysn fyri vinnuna í Suðuroynni. Hví yvirhøvur tosa um ein Suðriargrunn? Hví ikki einfalt lata marknaðarkreftirnar ráða og avgera, hvar land skal byggjast og virksemið økjast - ella burturbein- ast, á la Herman Oskars- son og Búskaparráðs hugburð? Spurningurin er eigur heldur at verða - er tað veruliga hetta - vit før- ingar vilja við okkara framtíð? Vilja vit t. d., at umleið 60000 tons av rávøru okkara skulu flytast ó- virkað av landinum, ístaðin fyri at royna at fáa størri gagnnýtslu og virðisøking framda í Føroyum? Tað er ilt at skilja um so er. Vit tosa her um rávøru- mongd, sum kundi skapt arbeiði og størri út- flutningsvirði fyri sam- felag til millum 8 og 10 stór og meðalstór flaka- virkir. Fyri Suðuroynna verð- ur alneyðugt, at váða- fúsur kapitalur er tøkur til at fremja íløgur í Suðuroynni saman við privatum stigtakarum,- íløgur, sum kunnu gagna hesum lokala samfelag- num mong ár framm í tíðina. Tað er eisini neyðugt at fáa útgreina, hvørjar vinnur, ið veruligur møguleiki er fyri at fáa til Suðriar, eins og neyð- ugt er at kanna, hvørji almenn størv kunnu stovnast ella flytast til suðriar framyvir, hetta fyri at skapa størri javn- vág í arbeiðsstyrkina og fáa fólk við meðallong- um útbúgvingum aftur til Suðroynna. Fyri at koma aftur til Suðriargrunns hugsan- ina,- so hava sæð slíkar sonevndar»kreppu«- loysnir verða brúktar fyrr við sera góðum úrslitum: • Føroyagrunnurin hevur verið og er gull verdur fyri Norðoyggjar • Sandoyarloysnin hevur havt sera stóran týdn- ing fyri virksemið í Sandoynni Lat okkum ikki nevna eina slíka suðriarloysn fyri kreppuloysn, men heldur eina framburðs- loysn, tí tað er tað ein slík vil vera. At suðringar vilja og eru førir fyri at lyfta í felag saman við ørðum, tá á stendur er nýggja felagið Faroe Farming eitt gott dømi um - har eru íleggjarir frá Tvør- oyri og Vági saman við báðum Sparikøssunum og feløgum norðanfjørðs og Framtaksgrunninum. Tað er soleiðis ta eigur at verða. Vit mugu verða opnir fyri samstarvi og at bera byrðar saman og taka tøk saman, einans á tann hátt er møguligt at reisast aftur, tá vinnuligir brota- sjógvar hava lagt okkum skerflatar - tíverri ov ofta seinastu árini má ásannast . Suðriargrunnurin vildi verið eitt veldugt aktiv fyri økið og verið við til at skapt virkishug, íløgu- hug og íblástur fyri Suð- uroynna. Vert er at arbeiða víðari við eini slíkari loysn. VIÐMERKINGAR Suðringar Sjúrður Jacobsen á rækjuveiðu í Eysturgrønlandi 17.12.2003 Nú spøkti aftur tænastu- mannalóg og tænastumenn. Eg hoyrdi í útvarpinum í gjárskvøldið, at um Javn- aðarflokkurin kom framat eftir valið, so ætlaðu teir at leggja nøkur stjórnarráð saman, sum er eitt frálikt hugskot, soleiðis at tríggir aðalstjórar vóru til yvirs. Hettar kemur helst at bera við sær, at teir fara til hús. Hesi trý fólkini kunnu sostatt í 3 ella 3 1/2 ár sita heima við hús og sutta tumlar ella ganga á havnar- gøtum og slíta buksulumm- ar fyri kr. 45.000 kr um mánaðin hesi árini t.v.s. skattgjaldarin kann risikera at gjalda kr. 5 mill. fyri 3 fólk, ið ikki rætta hond frá síðu. Eitt veldigt privileg- ium ella tað reina svans. Hvat høvdu forfedrar okk- ara hildið. Embætisveldi. Nú er aftur val í úrtíð. Ein hópur av fólki kemur at bjóða seg fram. Er tað eingin av tykkum, sum torir at leggja rygg til at broyta hesa vælsignaðu tænastu- mannalóg ella helst avtofta hana. 95% av Føroya fólki hevur somu hugsjón. Tænastumannalógin Hans Pauli Strøm Valevni Javnaðarfloksins í Norðstreymi Einaræði SEV’s yvir orku- politikkinum má brótast og ein virkin náttúru- og um- hvørvismyndugleiki skip- ast Tað er ikki sørt nasa- djarvt, soleiðis sum SEV- leiðslan í Dimmu tollaks- messudag vísir frá sær at hava nakrað ábyrgd av náttúru- og umhvørvis- vernd í sínum konservativu og mangan náttúruskaði- ligu bulldosaraætlanum fyri orkuútbyggingina í Føroyum. Men tað má so bara skunda undir, at SEV verð- ur sett uppá pláss, at lógar- verkið undir SEV, sum loyvir SEV at uppføra seg sum ein statur í statinum, verður endavent, og SEV verður sett at tæna einum nýggjum fjølbroyttum náttúru- og umhvørvisgóð- um orkupolitikki. Seinastu nógvu árini hevur SEV útint veruligt einaræði yvir orkupolitikk- inum í Føroyum. Og sum við øllum einaræði hevur tað verið einoygt, kon- servativt, sópandi allan kritikk til viks og heldur forðandi enn stuðlandi góð- um kreftum, íð eru komin við ítøkiligum orkupolit- iskum alternativum. Men tað hevur tíbetur ikki eydn- ast at køvt allar eldsálir, og vindmyllurnar uppi á Mýr- um í Vestmanna eru dømi um, at sjálvt SEV kann noyðast at boyggja seg. Tann veruligi syndarin er tó landsins myndugleikar, ið sjálvir hava latið eina- ræðið yvir orkupolitikkin- um upp í hendurnar á SEV. Tær almennu Føroyar hava ikki havt nakran orku- politikk - og hava heldur ongan í dag, hóast full- veldisflokkarnir annars á øllum øðrum økjum eftir smáum 6 árum megnaðu at fáa tað almenna byrokratiið at breiða seg og blomstra, so yvirdádigt sum aldrin áður. Javnaðarflokkurin vil taka stig til, at ábyrgdin av landsins orkupolitikk ikki verður SEV’s men landsins egna. Og at orkupolitikk- urin verður beinleiðis sam- skipaður við landsins náttúru- og um-hvørvis- politikk, sum eisini verður neyðugt at byggja upp úr nýggjum, tí eisini har er eiðasørt í dag. Hetta vil Javnaðarflokk- urin fremja í sambandi við ætlan okkara um at um- skipa almennu miðfyrisit- ingina úr teim 9 aðalráð- unum í fullveldisbyro- kratiinum niður í 6 effektiv aðalráð. M.a. verða Olju- málaráðið og Løgmálaráð- ið niðurløgd og ístaðin skipað eitt nýtt Innlendis- málaráð, sum millum nógv annað skal fyrisita náttúru- vernd, umhvørvismál og lendisnýtslu. Í tí nýggja Innlendis- málaráðnum vil Javnaðar- flokkurin skipa ein veru- ligan náttúru- og umhvørv- ismyndugleika. Fyrsta stig- ið er at fáa nýtt lógarverk m.a. við greiðum áseting- um um ábyrgdir, heimildir og fastar mannagongdir í viðgerðini av øllum náttúru- og umhvørvismál- um, samskipað við landsins orkupolitikk. Í aðru syftu skal tryggjast at nýggja lógarverkið og mannagongdirnar fáa eitt veruligt innihald - tvs. fremjast í verki - við at ein nýggjur útinnandi náttúru- og umhvørvismyndugleiki verður skipaður í nýggja Innlendismálaráðnum, og at ítøkilig stig verða tikin - m.a. við at stuðla upp undir sokallaðu umhvørvisætlan- ina Lokal Agenda 21 - til at fáa gongd á og menna um- hvørvistiltøk og miðvísar umhvørvisætlanir í komm- ununum. Tað góða samfelagið, har náttúruvernd, umhvørvisábyrgd og orkupolitikkur ganga hond í hond Birgir Mohr Sandi Kunna føroyingar liva av síni fólkapensión? Svarið er nei, tað kunna vit ikki! Tí er ein betri eftirlønarskipan bráneyðug! Sambært samgonguskjal- ið hjá fráfarnu løgtings- samgongu vóru føgur orð: »Nýggj eftirlønarskipan fyri øll skal avgreiðast beinanvegin«. Nær er so beinanvegin? Teir høvdu nú 18 mánaðir og annars 5 1/2 ár síðan 1998, men einki úrslit er komið frá lands- stýrinum til løgtingi – veit nakar, hvar málið er. Eitt komandi landsstýri má tí, sum eitt tað fyrsta stórmálið, taka upp og avgreiða til Løgtingið upp- skot um betraða eftirlønar- skipan. Hendan skipan skal fyrst og fremst leggja lunnar undir eina grundpensión fyri øll – allar føroyingar – og tað ger tann sokallaða »Samhaldsfasta Eftirlønar- skipanin«, sum tó er alt ov lág, sum er. Tað verður neyðugt beinanvegin at styrkja samhaldsfasta grunnin við innskoti úr landskassanum ella rættari úr landsbankanum at bøta um korini hjá verandi pensionistum. Og so má kanska eisini verandi fólka- pensión endurskoðast. Upp á longri sikt má gjaldið til samhaldsfasta stigvíst økjast munandi, so at framtíðar grundeftirlønin verður á einum munandi hægri støði og eisini verður løgd uttanfyri landskassan og árligu løgtingsfíggjar- lógina. Hendan grundpen- sión eigur at vera lógskyld- ug fyri øll. Harumframt eiga lógir at vera smíðjaðar ella eftir- hugdar og nútímansgjørdar fyri tær eftirlønir, sum fólk hava gjøgnum sítt arbeiði ella sítt fakfelag soleiðis at hvør borgari kann tilpassa sítt eftirlønargjald til egin fíggjarlig evnir, tá tað ræður um yvirbygningin av eftirlønini. Enn bjarga nøkur húsar- hald sær við krígspensión, men tey fækkast av natúr- ligum orsøkum. Men nógv húsarhald hava bert verandi fólkapensión og samhalds- fasta við kanska 4-5.000 kr. pr. mánað pr. pensionist. Og tað er ov lítið til at halda hús fyri. Ein reformur her er bráð- neyðugur og skuldi verið komin í 1998, so hevði hann munað nakað í dag. Men tað megnaði full- veldislandsstýri ikki. Eisini tí er tað so neyðugt við nýggjum landsstýri, og nýggjari løgtingssam- gongu. Javnaðarflokkurin vil loysa málið. Eftirløn C M Y K 11 10