Sosialurinarkiv
Sosialurin 2003-12-30, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 30. desember 2003síða 7

‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

12 Nr. 245 - 30. desember 2003 Nr. 245 - 30. desember 2003 13 Palli Olsen Skálavík Nú er tað so ein veru- leiki. Vit skulu aftur til valhølini at kjósa okkum eina nýggja tingmann- ing. Hvussu hon kemur at verða samansett, vita vit ikki, fyrrenn eftir valið, tá flokkarnir hava verið saman og samrátt seg til eina samgongu. Mín vón er so tann, at fólk velja við høvdinum og ikki brúka hjartað at velja við, tá krossurin skal setast. Vit hava havt eina stjórn sitandi hesi síðstu 6 árini, sum lítið annað hevur gjørt, enn at fingist við sjálvstýrismál, loys- ing og yvirtøkur. Alt, sum hevur havt nakað sum helst við Danmark at gera, er av tí ónda og ikki rætt, sambært sam- gonguflokkunum (loys- ingarflokkunum). Blokkin, sum vit eiga, ikki sum loysingarmenn- inir siga vit fáa, hava teir skorið niður so tað merk- ist. Yvirtøkur hava teir framt, og stórar yvirtøkur hava teir ætlanir um at fremja, so tað kemur at merkjast sera sera fast. Serliga hugsi eg um okkara eftirkomarar, sum koma at merkja sviðan harðari enn vit, og muga teir so berjast við trupul- leikarnar, ið forfedrarnir hava leitt teir út í, hetta kemur ivaleyst at standa sum ein skammblettur eftir teir, sum tá ráddu. Hetta er fyri mítt við- komandi ein ræðandi gongd. Alt tað, sum hesir naivu loysingarmenninir oysa um seg við, er tann reini undirgangur fyri okkara deiliga land. Eg veit, at tað sum eg her sigi, verður illa upptikið av loysingarmonnum. Nógvir av teimum, sum bjóða seg fram, eru fullir av minnimanskenslum. Teir siga, at alt tað, sum onnur siga, er skeivt og onki sigandi. Haldi sjálvur, at vit skuldu gjørt meira brúk av tí frælsi, vit hava í ríkisfelagsskapinum, heldur enn at loyst frá Danmark. Vit vita hvat og hvussu vit hava tað í ríkisfelagsskapinum. Gudarnir skulu vita, hvat støði vit koma at liggja á, um vit taka eina full- komna loysing, ja eg fái gásahold við tankan, um hvussu okkara t.d. heilsuverk, løgregla, rættarskipan, pensjónir og alt sum hevur við al- mannamál/forsorg at gera kemur at virka, nei og aftur nei, eg eri ikki tryggur við at vit koma í tað støðu. Tað eru ongan- tíð komin nøkur neyv tøl fram frá loysingarflokk- unum, um hvussu okkara land kemur at klára at bera eitt fullkomiliga sjálvstøðugt land fíggjar- liga. Vit sum ikki eru fyri at loysa, vita hvussu støðan hevur verið og hvussu hon er í skrivandi løtu, meini sjálvur, at hatta eru bara nakrir dreymar, sum ikki mugu blíva til veruleika. Eitt tíðindafólk spurdi fyri nøkrum árum síðani ein virdan listamann, tey vóru á floti við einum fýramannafari í skopun- arfirði, hvat hann helt um, at vit loystu frá Dan- mark. Jú, hann var loys- ingarmaður av guðs náði, men eitt máttu føroya fólk gera sær greitt, at vit máttu á eitt heilt annað og lægri livistøði, um vit velja loysingina. Hann tók tað dømi fram, at bilur kom ikki at standa í hvørjum túni, eftir at loysingin var framd. Eg eri rættiliga vísur í, at hann hevur rætt í síni metan av støðu okkara, um ein møgulig loysing verður framd, so verið varin hvat ið tit velja. Hetta eru nakrir tankar og í mínari verð rættiliga røtt fakta, um støðu okk- ara eftir eina møguliga loysing. Einaferð enn, verið sera umhugsin tá ið krossurin skal setast, og ikki standa og droyma í valhølinum. Vit vita, hvat vit hava, men vit vita ikki, hvat vit fáa, serliga ikki í løtuni, tí yvirhøvur sær tað ikki so ljósareytt út í vinnuni. Verið varin, tá kross- urin skal setast! VIÐMERKINGAR Absalon Absalonsen valevni f. Miðflokkin í Suðursteymi Sundurlyndi ella saman- hald??? “Saman at halda var ei okkum givið” sigur skald- ið, men sama skaldið sigur eisini, “Stóðu vit saman Føroya synir sterku, kundu vit útint mangt eitt roysnisverkið.” Mangur føroyingur man ganga við ynski um, at fast samband skal verða millum flest møguligar, um ikki allar, oyggjar okkara. Hugskotið um parta- felagið Vágatunnilin var sera skilagott, men mær tykir, at stovnanin av nýggjum partafelag til at byggja og reka Norðoya tunnilin, vísir ikki sørt av tí eyðkenda sundurlyndið okkara, sum skaldið yrkir um. Hví ikki lata sama felag halda áfram aðrastaðni í landinum, tað hevði havt stórar fyrimunir og nógvar møguleikar við sær. Vit skulu hava í huga, at onnur enn vágafólk brúka og gjalda Vágatunnilin, verður tað kannað, ivist eg onga løtu í, at meginparturin av hesum brúkarum og gjald- arum búgva í Suður- streymoyar øki. Men eisini sandoyingar, suðuroyingar, norðoyingar og allir arðir føroyingar eru, í stóran mun, brúkarar og gjaldarar av Vágatunlinum. Tað er óivað rætt at lækka gjaldið fyri at koyra gjøg- num Vágatunnilin, tá hann er útgoldin, men tað er ikki rætt at taka alt gjaldið av, betri hevði verið um p/f Vágatunnulin og p/f Norðoyatunnilin vórðu samanløgd og samstundis fingu til uppgávu at fyri- reika, byggja og reka undirsjóartunlar allastaðni í landinum, har tað er rímu- ligt og gjørligt. Skulu vit gera okkum tankar um at fáa fast sam- band til flestu oyggjarnar, so er hetta óivað einasti møguleiki. Okkum nýtist bert at verða mint á el-orku út- bygganina av landi okkara. SEV er gott fyridømi, navnið merkir jú Streymoy/ Eystoroy/ Vágoy, men lok- sins komu allar Føroyar uppí, og soleiðis varð el- útbyggingin framd um alt landið og øll fáa streym fyri sama gjald. SEV lækkar ikki el-prísin í til dømis Vágs kommunu, hóvast el- verkið í Botni óiva mangar ferðir hevur goldið seg aftur, SEV hækkar heldur ikki el-prísin í til dømis Mykinesi, hóast streymurin har er dýrur at framleiða. Víst er møguligt at út- byggja fastsambandið bæði til Sandoyar, Suðuroyar og manga arðastaðni við. Spurningurin er bert um vit lata samanhaldið ella sund- urlyndið ráða, um vit hava politikkarar, ið tora at hugsa landspolittiskt, ella tey sum allarhelst vilja reka sín egna lokalpolitik. Miðflokkurin hevur fólk, ið tora at hugsa landspolit- iskt og duga at síggja landið sum eina eind. VEL MIÐFLOKKIN. P/F Undirsjóvartunlar Hergeir Nielsen Sum einasti flokkur á tingi hevur Tjóvðeldisflokkurin frávalt rotinskapin og valdi í staðin at stevna móti lóg og landaskili. Hetta stig varð tikið í skrivligari fráboðan til løgmann, har sagt varð frá, at vit ikki longur høvdu álit á honum, men fegin vildu halda fram í eini umskip- aðari samgongu. Hóast valskeiðið av hes- um orsøkum fekk ein bráð- an enda, er politiski setn- ingur okkara komin áleiðis. Fyrst og fremst løgdu vit valskrá floksins sum grundarlag undir einari víðari menning av sjálv- stýrishugsjónini og teimum málum, sum vóru sett út í kortið. Vit vistu, at samgongu- grundarlagið hesuferð var meiri vøkkult, og vit vistu, at sambandskreftirnar í samgonguni vóru styrktar, men kortini hildu vit í tjóð- veldisflokkinum, at vert var at royna eitt skeið afturat heldur enn at sita uttanfyri og eygleiða afturstig á sjálvstýrisleið. Sum øll vita, so bar ikki á mál, og standa vit nú sam- gonguleysir uttan politiska ávirkan, men fúsir til at leggja á annan bógv, og stríðast fyri okkara áhuga- málum, og royna nýggjar møguleikar. Vit, sum seinastu árini hava sitið í samgongu, vita, at har er bæði stórt og smátt, søtt og herskið - nakað skolar uttanav aftur, meðan annað fer inn undir húðina. Men tað er so avleiðingin av at samstarva við aðrar flokkar, sum tú ert hug- sjónarliga ósamdur við. At missa eina sjálvstýris- ella fullveldissamgongu av hondum kemur at elva til alment orðaskifti eitt ættar- lið fram, ella bæði tvey. Hvør sleit hesa samgongu, hví slitnaði hon, og hvørjar royndir vóru nú gjørdar fyri at bjarga henni? Tað er høgt til loft og vítt til veggja í Tjóðveldis- flokkinum, og í Tjóðveld- isflokkinum er skilnaður úr vinstra út í høgra borð. Fullveldishugsjónin sjóð- ar okkum kortini saman, og tí var tað av alstórum og avgerandi týdningi at telva rætt, nú hendan seinasta kreppan tók seg upp - um vit annars skuldu standa saman um flokkin. Umráðandi var, at vit ikki sópaðu talvborðið saman og lupu á dyr, men tvørtur- ímóti tryggjaðu okkum, at trúvirðið floksins var in- takt. Vit royndu tí at troyta allar gongdar leiðir fyri at bjarga flokkinum politiska ávirkan frameftir og so- leiðis eisini aftan á eitt møguligt løgtingsval. Vit í Tjóðveldisflokk- inum valdu ikki at spæla fríspæl ella at kvetta á stokkinum.. Vit umhugsaðu støðuna væl og virðiliga og komu eftir, at rættast var at siga løgmanni frá, at vit ikki høvdu álit á honum longur. Harafturat søgdu vit frá, at vit vóru fús at halda fram í einari umskipaðari sam- gongu saman við Fólka- flokkinum. Aftursvar Fólkafloksins var klokkuklárt. Fólka- flokkurin, sum hevði drigið fortíð Anfinns inn á polit- iska pallin, valdi Anfinn framum samgonguna og sjálvstýrisstrevið. Sostatt sleit tjóðveldis- flokkuin ikki samgonguna, - tað gjørdi Fólkaflokkurin einsamallur. Fólkaflokkurin sleit sam- gonguna upp á eitt per- sónsmál, og legði vertin í framtíð Føroya fólks. Harafturat valdi Fólka- flokkurin at útskriva val og forðaði soleiðis øðrum parlamentariskum møgu- leikum í at taka seg upp. Síðani løgtingsvalið í 2002 er eingin annar flokk- ur á tingi sloppin at royna seg í samráðingum um skipan av stjórn. Fólkaflokkurin hevur lig- ið á hesum møguleika og við at skipa seg við Ed- mundi Joensen í formans- stólinum, hava teir saman við honum syrgt fyri, at Lisbeth Petersen ongantíð slapp at royna seg í eini formansrundu. Persónsmál stýra soleiðis føroyskum politikki í nógv størri mun, enn nakar gevur sær far um. Hóast ein greiðan meiri- luta á tingi aftanfyri seg, so valdi Fólkaflokkurin at sleppa takinum í nútíðini, og harvið hvarv alt sjálv- stýrisstrev úr eygsjón í hesum umfari. Hvussu langur Fólka- flokshalin verður tann 20. januar, vita vit ikki, men teir siga høvdið fara at verða tað sama. Hetta kann so bara merkja, at Fólkaflokkurin soleiðis háttaður ætlar sær at trygda aðrar størri flokk- ar niður í sama pjøka, har viljaleysu smáflokkarnir liggja frammanundan. Hvørja lagnu hesin vrak- lutur fær, fáa vit so at síggja aftaná, at veljarin hevur talað. Vrakaður rotinskapur NØVN Í VIKUNI Telefon 341800 - Fax 341801 - Fartelefon 216135 e-mail: maggi@sosialurin.fo Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum rundar føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t. Tollaksmessudag 23. desember fylti ein av okkara kendastu listamonnum, Bárður Jákupsson í Hoyvík, 60 ár. Bárður er havnarmaður, sonur Katrinu Malenu, av Velbastað, og Hans Jacob Jacobsen, ættaður úr Skálavík, kanska betur kendur undir skaldanavninum Heðin Brú. Bárður tók studentsprógv í Havn í 1962 og gekk á Askov Højskole í Danmark frá 1962-63. Hann tók læraraprógv í Hjørring í 1969 og gekk á Kunstakademiets Maler- skole í Keypmannahavn frá 1970-72. Heim afturkomin var hann lærari á Før- oya Fólkaháskúla frá 1972-78 og savnslær- ari á Føroya Fornminnissavni frá 1974-89. Hann var blaðstjóri á tí væl umtókta forn- frøðiliga tíðarritinum Mondli frá 1975-90. Bárður var leiðari fyri Listaskálan frá 1978-89 og savnsleiðari á Listasavni Før- oya frá 1989 til hann gavst 31. desember 2002. Í 1991 fekk hann bæði Bókmentavirðis- løn M.A. Jacobsens og Arbejdslegat fra Statens Kunstfond. Bárður hevur prýtt nógvar bøkur og frí- merkir við sínum myndum, og hann hevur eisini givið út egið bókaverk um listamál- aran Mikines, bæði á føroyskum og donsk- um. Hann hevur skrivað greinar um ymisk søgulig evni í tíðarritinum Mondli og ein hóp av greinum í ymiskum tíðarritum og skrivað tekst fyri Postverk Føroya í sam- bandi við frímerkjaútgávur. Bárður giftist í 1967 við Hervør Lützen frá Gjógv, tey eiga tríggjar synir: Róaldur, f. 1974, Sveinur, f. 1976, og Heðin, f. 1980. Nógv hevur seinastu tíðina verið gjørt burturúr 60 ára føðingardegnum. Leygar- dagin 22. november lat Bárður eina máln- ingaframsýning upp í Listaskálanum, sum var størsta stakframsýning, ið verið hevur í Listaskálanum. Hendan dagin kom eisini ein bók út um listamannin. Bókin kallast »Bárður Jákupsson det vertikale land- skab«. Tað er forlagið Atlantia, sum gevur bókina út. Eisini hevur Sjónvarp Føroya gjørt áhugaverda sending um listamannin. Síðan Bárður fór frá sum leiðari á Lista- savni Føroya, hevur hann arbeitt mest norðuri við Gjógv, har hann hevur innrætt- að sær eitt atelier. Har kann hann nú í størri mun enn áður halga seg til málningalistina. Mikudagurin hin 1. oktober gjørdist ein lagnudagur. Sat henda dagin við nátturðaborðið saman við konu og børnum, tá vit hoyrdu sjúkrabilin koma út á Argjar. Hugsaði hvør nú mundi verða vorðin sjúkur, fyri bert stutta løtu seinni at fáa tey syrgiligu boð, at besti vinur og svágur mín Homm var farin, bert 42 ára gamal. Eg kom at kenna Homm, tá hann flutti heim í 1996; eg varð á bryggjuni eftir honum, tá hann kom við »Norrønu«. Beinanvegin knýttu vit vinarbond; eg skilti, at her varð ein vinur, tú kundi hava fult álit á. Eg haldið, at bæði eg og Maibritt áttu ein sera góðan og trúfastan vin í Homm. Tá ið eg og Maibritt fluttu í egna íbúð, varð Homm beinanvegin klárur at hjálpa til; hann tók eina hond í, bæði til tær løttu uppgávurnar og ikki minst tær tungu uppgávurnar; sterkur varð hann sum ein bjørn. Sama varð galdandi, tá ið vit keyptu hús á Argjum: Homm varð beinanvegin klárur at hjálpa til við flyting og øðrum. Tá ið vit fóru undir at umvæla húsini spurdi eg Homm, um hann vildi rætta mær eina hond - sjálvandi segði hann ja, men, hann vildi bara bróta niður; at byggja uppaftur, ja tað mátti eg taka mær av sjálvur - segði hann; men, tá avtorðnaði, so varð hann drívkraftin næstan allar dagarnar. Hann varð kanska bangin fyri at at gera okkurt skeivt, men tað hevði onki upp á seg; ongan feil havi eg sæð enn, sum Homm hevur gjørt, tvørtur ímóti: hann dugdi væl til hendurnar, sjálvt um hann kanska ikki vildi ganga við til tað sjálvur. Homm legði nógva orku í at fáa húsini liðug, og stórur partur av hansara frítíð fór til at hjálpa við umvælingi. Homm varð sera góður við børn; tá Homm kom innar, so sást tú, hvussu gleðin glógvaði í eygunum á børnunum. Ikki gjørdi hann mun á nøkrum, men varð eins góður við øll. At dóttir okkara varð góð við Homm varð púra vist; hon gleddist um hvørja løtu, hon varð saman við honum. Tey bæði kundu beistast og hugnað sær sum fáur. Tá eg og Maibritt valdu at giftast, so hugsaðu vit beinanvegin um at biðja Homm hjálpa til við m.a. at verða bilførari, og hetta tók hann á seg við heilum hjartað; vit høvdu ein so dyggan stuðul í Homm til henda stóra dag. Homm dámdi væl tónleik; hann spældi við onkrum bólki, og kundi hugna sær heima við gittara og sangi; hann setti dám á veitslur hann var við til; røddina hevði hann góða, og dugdi væl at syngja aðru stemmu. Tá Homm kom í nevndina hjá Havnar Arbeiðsmannafelag, varð tað við lív og sál. Homm gekk høgt uppí at viðurskiftini hjá arbeiðarafjøldini vóru góð, og alt tað, sum kundi betrast, skuldi betrast. Mangan orðadráttin hava vit báðir havt um júst hetta, og ikki gjørdist vit altíð samdir. Tá verkfall varð í vár, lá parturin hjá Homm ikki eftir; hann mundi sum fáur stuðlað felagnum bæði nátt og dag. Homm mundi sum fáur geva frá sær; aldri segði hann nei til at hjálpa til, og man hansara partur ikki liggja eftir hjá nøkrum. Nú tíðin nærkast til jóla, renna nógv minnir fram; Homm gleddi seg eins og smábarn til jóla; hann varð glaður um hesa høgtíð, og kundi hansara gleði smittað yvir á okkum onnur, sum kanska hugsaðu um okkurt annað. Tað varð altíð hugnaligt at verða saman við Homm á jólum, og eisini á nýggjárinum. Hann dugdi væl at hjálpa til, so børnini eisini kundu fáa gleði av nýggjárshaldinum. Vit hava mist ein hjartagóðan og trúfastan vin, og standa spyrjandi. Hví skuldi Homm fara? Vit fáa aldri eitt nøktandi svar. Tung vóru sporini, tá vit fylgdu honum til hansara seinasta hvíldarstað; at hetta so góða menniskja nú varð jarðað var ófatuligt. Tankarnir leita til tykkum, foreldur og systkin; tit hava mist ein son og bróðir, sum tit elskaðu nógv, og serliga leita tankarnir til Ninnu, Petur og Oleu og børnini, sum upplivdu hesa syrgiligu hending so nær upp á lívið; mega tit fáa megi til at koma yvir hesa hending. Mega vit øll varðveita tey góðu minni, Homm hevur givið okkum; tómrúmið eftir hann er stórt, og kann aldri fyllast aftur, men vit kunnu bert takka fyri tíðina, vit fingu saman við honum. Eg vil enda við einum broti úr 23. sálmi Dávids: Gangi eg í dimmum dølum, einki ilt eg óttist. Tí tú ert við við mær, tín stavur og tín keppur, teir ugga meg. Við hesum lýsi eg frið yvir minnið um mín besta vin Homm Andrass Bárður Jákupsson 60 ár Dreingjakórið undir Brúnni syngur á fleiri tiltøkum upp undir jól, og miðskeiðis í januar mánað verður farið til Reykjavíkar - Summi táraðu, segði ein av dreingjunum, tá hann eitt kvøldið upp undir jól í fyrraárið ovfarin kom heim aftur og greiddi frá, hvussu væl Dreingjakórið undir Brúnni varð móttikið á jólahugna fyri pensiónist- um. Tað er mestsum vorðin fastur táttur upp undir jól bæði í Tilhaldinum og hjá Pensiónistafelagnum í Havn, at Dreingjakórið kemur at syngja. Nakrir jólasangir eru sjálvsagt á skránni, men annars hevur kórið lagt dent á at venja nakrar nýggjar sangir til íslandsferðina í januar mánað, og teir verða eisini sungnir. Dreingjakórið fer til Ís- lands eitt vikuskifti mið- skeiðis í næsta mánað, og har verða fýra framførslur, tríggjar í Reykjavík og ein í Kópavogi. Í Reykjavík skal Dreingjakórið undir Brúnni hitta eitt barnakór í Lang- holtskirkju og einasta dreingjakórið í Íslandi, tað í Neskirkju. M.a. verður skipað fyri einum felags til- taki í Reykjavík leygardag- in 17. januar, har øll trý kórini fara at syngja. Hjá føroyska kórinum verður spennandi at hoyra tey íslendsku, og tað er eitt av endamálunum við ferð- ini til Reykjavíkar, at dreingirnir skulu hoyra onnur barnakór syngja. Hetta er fyrsta uttanlands- ferðin hjá Dreingjakórinum undir Brúnni, og eitt týðandi tiltak í menningini av kórinum, sum hevur sungið í fýra ár. Vekja áhugan fyri sangi Fyrsta almenna framførslan var á einari av nýggjárs- konsertunum hjá Føroya Symfoniorkestri í Norður- landahúsinum, og upp undir jól er ofta boð eftir Dreingjakórinum undir Brúnni til ymisk tiltøk. Í vár fekk kórið høvið at syngja í eini sjónvarps- sending, sum SvF tók upp í teirri vøkru Mariukirkjuni í Havn. Dreingjakórið er í góðum hondum. Kórleiðarar eru Eli Smith og Brita á Váli Smith, ið bæði hava drúgv- ar royndir í kóri og sang- bólkum. Teimum til hjálpar eru Martha W. Dalsgaard og Meta av Fløtum. Dreingjakórið er eisini feg- ið um at hava fingið Gunn- ar Guttesen at spæla klaver, og at hann verður við á ferðini til Íslands. Hugsanin við dreingja- kórinum er at vekja áhugan fyri sangi, og tað gongur væl at savna 16-18 dreingir til sangvenjing vetrarmán- aðirnar, hóast mangt annað er hjá 6-13 ára gomlum dreingjum at takast við. Nógvir eru upptiknir av ítrótti og tónleiki eftir skúlatíð, og mangan kann vera torført at finna venj- ingartíðir, sum passa øll- um. Men samanumtikið er uppmøtingin góð, serliga nú ein so spennandi ferð er fyri framman. Og tað kom eisini framførslunum upp undir jól til góðar. Dagurin 30. desember. Abdon, deyður umleið ár 250. Høgt mettur embætismaður í Róm, sum varð tikin av døgum fyri kristnu trúgv sína. Minningarorð um Homm Føddur 30/11 1960 - deyður 01/10 2003 Dreingjakórið til Íslands C M Y K 13 12