Sosialurinarkiv
Sosialurin 2003-12-30, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 30. desember 2003síða 8

‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 245 - 30. desember 2003 15 Familja hjá búfólkun- um og starvsfólkum savnast jólaaftan á hvørjum ári á Lágar- garði til at hugna sær saman, og nógv verður gjørt burturúr JÓLAHALD Myndir: Jan Müller Solby A. Eliasen solby@sosialurin.fo Børn, abba- og ommubørn, langabba- og langommu- børn hjá búfólkunum á Lágargarði savnast hvønn jólaaftan um teirra kæru fyri at halda jól saman við teimum. Hesi eldru fólk kunnu ikki koma heim at halda jólaaftan, so Lágar- garður ger á hvørjum ári eitt jólahald sjálvan jóla- aftan, soleiðis at familjan kann savnast henda ser- staka dag. Henda dag, har fólk flest vilja vera saman við teirra familju. Jólahaldið byrjar við, at búfólkið etur dunnu um middagsleitið saman við starvsfólkunum. Síðani koma tey avvarðandi á vitjan. Jólahaldið byrjar vanliga við gudstænastu. Í ár varð gudstænastan við Sonju Klein, presti. Tórshavnar Manskór er somuleiðis við á hvørjum ári, har teir framføra nakrar sangir. Bæði jólaligar og teir av meira vertsliga slagnum. Hetta setur avgjørt sín dám á. Nógv fólk Talið á fólki á Lágargarði til hesar løturnar er blivið størri og størri við árunum, so nú hava tey gjørt av at royna at avmarka talið, tí tey eru við at blíva ov mong. Onkuntíð hava tey verið heili 300 fólk. Talan er jú um familju hjá bæði bú- og starvsfólkum. Serliga til gudstænast- una, tí at summi enda við at vera so langt burtur frá, at illa ber til at hoyra, hvat ið verður sagt. – Tvey vaksin verða boð- in við til hvørt búfólk, men talið á børnunum er fram- vegis óavmarkað, sigur Marjun Smith, forkvinna á Lágargarði. Jólatræ Eftir gudstænastuna er so jólatræ fyri børnunum. Tey dansa um jólatræið, og jóla- maðurin kemur á vitjan og hevur pakka við til øll. Te og kaffi og smákøkur er til tey vaksnu á runt á deildunum. Marjun sigur, at tey royna at leggja jólahaldið frá klokkan 13 til 16. Hetta tí at starvsfólkini skulu sjálv- sagt heim at halda teirra egna jólaaftan og øll hini eisini. Vanliga eru níggju fólk til arbeiðis á Lágar- garði jólaaftan. Trý starvs- fólk á hvørji deild. Tey eta smyrjibreyð sam- an við búfólkunum og pakka gávur og jólapost upp saman við teimum, um tey avvarðandi ikki hava gjørt tað fyrr um dagin. So ikki kann annað sigast enn, at tey gera jólaaftan so hugnaligan sum til ber fyri bæði starvsfólk og búfólk við familju á Lágargarði á hvørjum ári. Jólaaftan á Lágargarði Jólaaftan á Lágargarði. Jólamaðurin kom á vitjan við pakkum, og øll fingu hvør sín Ung sum gomul hugnaðu sær jólaaftan á Lágargarði. Lagið var sum vera man gott á øllum Børnini flokkaðust um jólamannin, tá hann býtti gávur út Jólahaldið byrjar við, at búfólkið etur dunnu um middagsleitið saman við starvsfólkunum, áðrenn tey avvarðandi koma á vitjan 15 14 Nr. 245 - 30. desember 2003 Syngjandi stjørnuparið strálaði Saman við Siloakór- inum fekk heitasta parið í Føroyum, Eivør og Pætur, eitt fullsett Mentanarhús at gloyma alt um bít- andi kulda og kava í samfullar tveir tímar KONSERT Ingrid Bjarnastein ingrid@sosialurin.fo Fuglafjørður: Atgongu- merkini vórðu skrødd vekk eftir stuttari tíð, tá lýst varð, at Siloakórið, Pætur og Eivør, skuldu hava konsert í Mentanarhúsinum í Fugla- firði sunnukvøldið. So nógv vóru ov sein á sjóvar- fallinum, at fyrireikararnir gjørdu av at skipa fyri eini eykakonsert mánakvøldið. Og tað var ikki uttan or- søk, at slíkur gravgangur var eftir atgongumerkjun- um. Í samfullar tveir tímar var borðreitt við tónleiki í hægsta flokki. Siloakórið undir leiðslu av Eyðuni á Lakjuni legði fyri. Lagt var út við nøkr- um stillum sangum, men ímóti endanum av fram- førsluni hjá kórinum kom veruligt lív í við nøkrum gospel-kendum løgum. Kórið kom ómetaliga væl frá byrjunarskotinum, og var áhoyrarafjøldin nú væl hitað upp til hæddarpunkt- ið. Eftir ein stuttan steðg kom so løtan øll høvdu bíð- að eftir. Pætur kom fyrst á pallin, har hann sessaðist við klaverið. Hann legði út við at spæla Gakk tú trygg- ur og sang og spældi síðani Somewhere over the Rain- bow. Síðani varð gittarin tikin í hond, og við speisku viðmerkingini »Eg veit ikki, hvar hon blívur av«, byrjaði Pætur at syngja »Mær leingist«. Og ikki gekk long tíð, so gloppaðist hurðin, og Eivør kom ber- føtt stillisliga og settist við liðina og tók somuleiðis eisini gittaran fram. Hugtakandi Positivu lýsingarorðini vanta ikki, tá ein skal lýsa sangin og spælið hjá Eivør og Pæturi. Tey bæði megn- aðu enn einaferð at berg- taka ein fullsettan sal av fólki. Tað tey sungu fevndi um alt. Heilt frá tí jazz- kenda yvir í vakrar stillar jólasálmar. Áhoyrararnir fingu um- leið ein tíma av Pæturi og Eivør, sum uttan iva eru heitasta stjørnuparið í Før- oyum í hesum døgum. Men lógvabrestirnir vóru so nógvir, at tað slapst ikki undan tveimum eykaløg- um. So ein vælnøgd fjøld trein sunnukvøldið út aftur í kuldan og kavan murrandi »We´ll meet again«, sum var seinasta lagið, tey fingu við sær út á vegnum. Hendan myndin varð tikin, tá Eivør og Pætur luttóku á jólakonsertini í Christianskirkjuni í Klaksvík. Sunnukvøldið bergtóku tey enn einferð - hesuferð í Mentanarhúsinum í Fuglafirði Mynd: Jens Kr. Vang FERÐSLUÓHAPP Ingrid Bjarnastein ingrid@sosialurin.fo Klaksvík: Ein 16 ára gamal drongur stjól náttina til sunnudagin ein bil og fór koyrdi avstað við honum. Hann og tríggir aðrir dreingir millum 16 og 18 ár vóru í bilinum, sum í einum svingi uppi undir Hálsi í Klaksvík fór útav vegnum. Ongin fekk nakran skaða uttan bilurin sjálvur. Leygarmorgunin koyrdi ein bilur útav uttanfyri Fuglafjørð. Hann endaði í Breiðá FERÐSLUÓHAPP Ingrid Bjarnastein ingrid@sosialurin.fo Tað var hálka, iðgjørdi, at ein bilur við seks ung- dómum leygarmorgunin endaði í Breiðá uttanfyri Fuglafjørð. Bilurin var á veg úr Fuglafirði, tá førarin misti tamarhaldið á bilinum, sum fór omanav vegnum og endaði í ánni. Teir seks ungdómarnir, sum við vóru, vóru millum 15 og 19 ár. Tey vóru øll koyrd á sjúkrahúsið, har trý teirra vóru innløgd. Upp- lýst verður tó av politi- støðini í Runavík, at ongin teirra hevði fingið álvars- ligt mein, og at tey vóru sera heppin at sleppa uttan størri skaða. Hvørt tey sótu í trygdar- beltið ella ikki, er ikki greitt enn. 16 ára gamal stjól bil Endaðu í Breiðá C M Y K 14