týsdagur 30. desember 2003síða 9
‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
16
Nr. 245 - 30. desember 2003
Nr. 245 - 30. desember 2003
17
I AM tók øll á bóli við
teirra frálíka rock-
tónleiki, Páll Finnur
Páll sveimaðu út
millum fólk við
mjúkum popptón-
leikinum, og nú má
tað vera eitt fólka-
krav, at teir framúr-
skarandi Frændur
koma við eini
nýggjari útgávu í
teirra jubilemusári
KONSERT
Sosialurin
Myndir: Álvur Haraldsen
Leygarkvøldið var árliga
Nýggjárskonsertin
hjá
Kyndli hildin í ítróttarhøll-
ini á Hálsi, og aftur hesa-
ferð fekk tiltakið góða
undirtøku frá ungfólkun-
um. Eini 1200 fólk vóru til
konsertina, har lagið var
avbera gott – bæði á pall-
inum og úti millum fólkini.
Tríggir bólkar spældu á
konsertini hesaferð, og
fyrireikararnir høvdu fing-
ið fatur á trimum teimum
heitastu nøvnunum í hesum
árinum.
Páll Finnur Páll hava
fingið gjøgnumbrot millum
ungfólk
við
sanginum
Forelskaður Sjónleikari, og
teir skuldu saman við
gospelbólkinum I AM, sum
júst hevur givið nýggja
fløgu út, leggja lunnar
undir kvøldið, har høvuðs-
navnið Frændur skuldi seta
punktum seinast á kvøldin-
um við sínum landaplág-
um.
I AM var á gosi
Um konsertin skal saman-
líknast við ein boksidyst, so
var tað ein boksari, sum var
klárur frá byrjan. Við
kvikum fótskifti, beinreik-
num sløgum og ein upp-
østum huglagi kom I AM á
pallin og tók øll á bóli.
Bólkurin hevur í fleiri ár
verið tann fremsti í landin-
um, tá ið tað ræður um
kristiligan tónleik, men tað
tykist sum um bólkurin
hevur tikið eitt risfet fram á
seinastu tíðina. Bólkurin er
væl trimmaður, tónleikurin
er betur enn nakrantíð, og
teir stórtrívast á pallinum.
Hetta er gott grundarlag
undir einum rockbólki, og
eftir konsertina vóru tað
mong sum tosaðu um I
AM. Tað er kanska sjáldan,
at fyrsti bólkurin eitt slíkt
kvøld fær rættiligt lív í
áhoyrarafjøldina, men tað
megnaði I AM, og teir fóru
av aftur pallinum sum
størsta positiva yvirrask-
ilsið hetta kvøldið.
Eiga nógv í sær
Páll Finnur Páll áttu síðani
pallin, og teirra tónleikur er
ikki júst av sama slagi sum
rocktónleikurin hjá I AM.
Páll Finnur Páll hava
gjørt tað til sítt vørumerki
at spæla melodiøsan og
lættan popptónleik. Við
hvørt á markinum til vísu-
tónleik ella fólkatónleik og
við hvørt í nánd av britpop
og modernaðum popptón-
leiki annars.
Bólkurin var púra ókend-
ur, tá ið hetta árið byrjaði,
men fyrst gjørdu teir vart
við seg í Prix Føroyar
kappingini, og síðani hava
teir fingið veruligt gjøg-
numbrot við frálíka sangin-
um Forelskaður Sjónleik-
ari, sum hevur verið ein
sonn landaplága seinastu
vikurnar.
Tað var eisini hesin sang-
urin, sum fram um aðrar
fekk fólkið við, men fram-
førslan leygarkvøldið vísti
enn einaferð, at bólkurin
eigur meira í sær enn bara
tað eina hittið. Tað verður
spennandi at frætta meira
frá bólkinum framyvir.
Frændur á toppinum
Frændur var høvuðsnavnið
hetta kvøldið, og hóast
áhoyrararfjøldin fyri tað
mesta vóru kátir tannáring-
ar, so livdi Klaksvíksbólk-
urin av sonnum upp til sítt
umdømi.
Við øllum teimum kendu
Nýggjársbrak av teimum bestu
Frændur var í rætta essinum, og teir vóru verdugt høvuðsnavn á Nýggjárskonsertini
Arni Zachariassen og hinir í I AM høvdu eina frálíka framførslu
Birgir Sigurðsson er sangari í I AM
og frálíku sangunum, sum
hava vunnið á tíðarinnar
tonn, rundaðu teir kvøldið
av við eini hittparadu, sum
eingin annar føroyskur
bólkur klárar.
Har vóru allir teir kendu
sangirnir, sum nú eisini eru
at finna í fløgupakkanum
hjá bólkinum. Frændur
leitaðu langt aftur í tíðina –
20 ár til fyrstu útgávuna –
og teir hildu seg eisini
nærri okkara døgum.
Ein nýtt ættarlið hevur
tikið Frændur til sín, og við
hesum grundarlagið má tað
eftir hondini verða blivið til
eitt fólkakrav, av bólkurin
kemur við eini nýggjari
útgávu í hesum jubileums-
árinum!
Hóast I AM rættiliga
hevði kynt undir kvøldið
við sínum framúr góða
rocktónleiki, og Páll Finnur
Páll síðani fingu fólk í eitt
gott og melakolskt lag, so
duttu Frændur á ongan hátt
niður ímillum. Teir rullaðu
allar kanónirnar fram, og so
kundi eingin standa ímóti
bólkinum.
Nýggjárskonsertin bjóð-
aði føroyskan tónleik av
besta slagi, og fyri teir
mongu áhoyrararnar kundi
tað gera tað sama, um talan
var um modernaðan rock-
tónleik, vísukendan popp-
tónleik ella Frændur.
Fólkið svølgdi alt rátt, og
betri skoðsmál kundi upp-
runa føroyskur popp og
rocktónleikur ikki fáa eitt
slíkt kvøld!
Finnur Jensen dugir at syngja um forelskaðar sjónleikarar
Rani Nolsøe spælir fyri kátum og væl uppløgdum áhoyrarum
Steintór Rasmussen og Eyðun Nolsøe við fullum seglum
C
M
Y
K
17
16